Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. juli 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 134 — 18. JULI 1998 tíðindablaðið 9 Kappsigling ikki kappróður Tá ið hugsað verður um fóroyskar bátar, um stevnur og um kapping, so fara tankarnir helst beinanvegin til kapp- róðurin. Men kappsigling er eisini ein ítróttargrein, sum verður íðka í Fóroyum Ein serligur táttur í føroysku ítróttini er kappsiglingin. Hon hevur verið til í eini 18 ár. Hon byrjaði, tá ið Lions Club Eysturoy í 1970 skipaði fyri kappsigling á Skálafirði millum 4- og S- mannafør. Síðani hevur hon verið hildin á hvgrjum ári. Tey seinastu árini hava aðrar kappsiglingar verið á bygdastevnunum, serliga á Strondum, á eystanstevnum í Runavík og á sundalags- stevnum í Kollafirði, Hós- vík, og í Hvalvík, men eisini í fjór á Hvítanesi, og í ár á Selatrað. Í 1996 varð eitt áhuga- felag sett á stovn millum siglarar. Hetta felag eitur „Seglið“ og hevur millum annað til endamáls at hjálpa til at skipa fyri kappsigl- ingum, og at stuðla nýggj- um siglarum. Enn er kappsiglingin ikki komin í so fasta legu, at halda, at hon eigur at gerast ítrottargrein undir ÍSF, men kanska um nøkur ár. Høgt verður gingið uppí hesa ítrótt og fyrireikararnir halda, at fjølmiðlarnir gera ov lítið burturúr. Tað kundi verið hugaligt at sæð onkra mynd í bløðunum, fyri ikki at tala um eina stutta góða sending í sjónvarpinum. Kappsigling við gomlum og nýggjum bátum er ein serlig føroysk ítrótt, har kynstrið er at brúka tann føroyska båtin og tað føroyska seglið, áleið so sum tað varð brúkt í gomlum døgum, tá ið báturin var lívsgrundarlagið hjá flestu føroyingunum. Henda sigling er sostatt bæði søga, sidsøga og ítrótt í senn Sjógvurin kring Føroyar er av reinasta umhvørvi, sigst. Hví so ikki brúka hetta umhvørvid meira? Bæði sum ítriv og sum ferdamannatiltøk. Vind hava vit f Føroyum vanliga nóg mikið av. „Seglið“ setur sær sum mið at nýta hvørja løtu á sjónum í góðum byri. Kappsigling á Selatrað Kappsigling var á land- námsleguni á Selatrað sunnudagin 28. juni 1998. Um morgunin var veðrið hampiligt, eitt lot av land- nyrðingi, men grátt. Tað eru góð líkindi til kappsigling, tó at ættin er ikki tann lagaligasta, tá ið málið er Selatrað. Avgjørt varð at byrja suðuri við kaiina á Morskranesi, og málið var við bátahylin á Langanesi. Tað gjørdist ein hørð og neyv sigling, tí vindurin vaks og snaraði í ein norð- an. Teir 21 bátarnir, 4- og S-mannafør, tristar og tri- bekkur, striddust í góðar 2 tímar, áðrenn fyrsti báturin, Miðgerð, kom á málið. Tað var stór spjaðing millum bátarnar, og einans 9 bátar komu um mállinjuna. Henda dagin sást, at tað kann lata seg gera at skák- sigla við føroyskum báti, um venjingin og útgerðin er í lagi til slíka sigling. Aftaná siglingina varð farið niðan á Skótadepilin, har høvid var at keypa sær pannukgkur, kaffi og ein bita av lambskjøti, steiktum á báli. Kappsiglingin í ár Nú juli mánaður er komin í helvt við kappsiglingini í summar, hava hesar kappsiglingar verið: Á eystanstevnu í Runavík 14/6 vóru 26 bátar teknaðir: Motorsúklur gera innrás í Havn Í hesum døgum hava vit havt vitjan av einum 6tali av motorsúklum í Havn. Myndamaðurin á Sosiali- num fór oman á kaina fyri at fáa nakrar myndir av hesum stóru tveyhjólaðu akførum. Tey sum koyra motor- súklurnar eru flest øll á veg til Íslands at koyra. Ís- land er nevnuligani tiltikid fyri at verða eitt mótorsúklu frítíðarland. Fjøllini og lendið sum heild gera tað sera hugaligt hjá serliga mo- torcross-koyrarum at fara til Íslands at royna súklurnar. Leiðin gongur sum oftast eftir teimum opnu víddunum frá Seyðisfirði, upp til Mývatn og sløkta eldgosi Krafla, og allar um- leið 700 kilometrarnar til Reykjavík. Fyrsta stopp á leiðini er tó Føroyar, har tey gista í tveir dagar áðrenn tey kunnu fara víðari il Islands at koyra. ” nr. | Koltursbáturin nr. 2 Thyra nr. 3 Kjógvin Á sundalagsstevnuni i Hvalvik 21/6 vóru 21 teknadir: nr. I Olivia nr. 2 Svanur nr. 3 Leivur Å Landnåmsleguni å Sela- trað 28/6 vóru 23 bátar teknaðir: nr. I Miðgerð nr. 2 Soltaire nr. 3 Thyra Stig verða givin soleiðis, at um 21 bátar luttaka, fær nummar eitt 21 stig, nr. 20 stig osfr., tann aftasti bátur- in fær ] stig. Tann báturin sum hevur flest stig, tá ið siglingarárið er av, verður kosin føroyameistari. Ætlanin er eisini at hava kappsiglingar á Hvítanesi sunnudagin 26. juli, beint undir Ólavsgku og í Runavík vikuskifti 8. og 9 august. Raðfylgjan til róðurin á landnámsleguni á Selatrað varð henda: 1. Miðgerð 2. Soltaire 3. Thyra 4. Svanur 5. Conny 6. Lítlibátur 7. Kjógvin 8. Jóna 9. Sildin Bnllumenn Hvussu kann eg vita? 1 2. 3. Kom og far 4 5. Nåttardråttur Vinarliga send mær — Navn: 8 (Arngrím Petersen/Kristian Sivertsen) (Andrass Andreassen/Sørin P. Sørensen) (Svenn berg/Jógvan Mørkøre) (Ernst Mikkelser/Pauli Justinussen) (Hermann á Liknargøt/Eliesar Kastalåg) (Hans Andrias/Magnus Joensen) (Marner Joensen/Erland Hammer (Martin Petersen/Martin Davidsen) (Jónsvein Mikkelsen/Per Mikkelsen) Nýggj fløga 6. Tað er morgun Flúgvandi Hollendarin 7. Omaneftir, niðaneftir 8. Mamma 9. Dansunn 10. Hvar eru tey nú? Búst.: Tel.: Utfyll lepan, klipp hann ut og send hann til: 3-arin, Postboks 1057, 110 Tórshavn Sangir úr náttini eintek ov "Sangir úr náttini" SMS - Tel. 319820- 310606 - Fax 314955 E-mail: tryorin(& post.olivant. fo Kollafjødur Térshavn Strendur Skåla Saltangarå Hósvík Kollafjørður Kvívík Toftir -við Moirae