leygardagur 18. juli 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 134 — 18. JULI 1998
Eitt lítið hús, ella skúrur, er komin at standa á Stakkinum
var fyri fyrstu ferð á Stakk-
inum, og eg fari aldrin at
gloyma tað aftur.
Sodavatn og Twix
Á Stakkinum er bygt eitt
lítið hús, har sodavatn og
Twix var at fáa. Alt stó til
reiðar á borðinum. Akkurát
sum „ordligt“. Eg, og ein
sum eitur Heri, fóru at
hyggja eitt sindur eftir fugli.
Hann var rættiliga áhugað-
ur, so vit fóru at vita, um
vit funnu nakran serligan
fugl. Ikki skuldi lang tíð
ganga, fyrr enn vit sóu súlu
sveima niðri við sjógvin.
Hvat hon gjørdi á hesum
leiðum er ringt at vita. Allar-
helst hevur hon fiskað eitt
sindur. Eitt so vakurt stað
kann súlan nokk heldur ikki
halda seg frá. Fýra súlur
blivu tað til, og vit samdust
um, at hon helst var konga-
súla, ella hvussu hon nú
varð kallað. Tað var so tann
sum ikki hevði nakað svart
á bakinum.
Á Stakkinum er eisini
seyður. Men hann var
byrgdur innanfyri hegn, á tí
einu helvtini, soleiðis at vit
ikki órógvaðu hvgnn annan.
Seyðurin er sjálvsagt or-
søkin til, at nakað san.band
er við Stakkin. Síðani 1937
hava tjórnuvíkingar næstan
óavbrotið haft línu yvirum
til Stakkin, og onkur kassi
hevur eisini verið fyrr, men
hesin kassin, sum vit komu
yvirum í, er komin í ár.
Adrenn línan kom, klatraðu
teir upp eftir kongum, ella
brúktu onkunsvegna bát og
línu, fyri at fáa samband við
Stakkin. Ahugin fyri at fáa
seyð út á Stakkin hevur altíð
verið góður, tí kjøtid frå
Stakkinum er tiltíkið gott,
sum mong helst vita. Høvdu
teir gomlu seyðamennirnir
vita, hvgrji fólk, nú komu
út á Stakkin.
Mjørki kom
Men heim aftur skuldu vit.
Tað seyg ikki líka nógv í
búkinum, tá ið vit komu
yvirum aftur, men nú vóru
eisini næstan fýra tímar síð-
ani at vit fóru avstað, og
hugurin byrjaði so spakuligt
at vera fyri, at koma aftur
Aftaná gongutúrin var skerpikjøt, rullipylsa og annað gott borðreitt í bygdahúsinum
til bygdina. Eitt sindur
skjótari gekk nú eis! i at
koma heim, tó eitt sindur av
mjørka var komið.
Tær reyðu húgvurnar sum
ferðaleiðararnir høvdu tikið
á høvdid, komu nú væl við,
tí av og á kundi tað vera
ringt at vita, hvar vit gingu.
Men túrurin heim gekk upp-
á stás og øll komu heim í
gllum góðum.
Tá ið vit komu oman til
bygdahúsi var matur settur
á borðið. Skerpikjøt og
rullupylsu var nokk av, og
betur kundi tað íkki
smakka, eftir ein so langan
gongutúr. Tað sýndist, sum
um ongin endi var á
svongdini hjá okkum. Eisini
varð sungin ein sangur fyri
19
Sigrun ella Sigrid? Hon var so fitt at taka myndina av
okkum omanfyri
yngsta barninum sum hevur
verið á Stakkinum. Drong-
urin var einans 5 mánaðar!
Ongan túr í suðurlond
Eitt satt ævintýr var nú
komið at enda. Fyri tey sum
regluliga eru á Stakkinum
er tað helst onki ævintýr,
men fyri meg kann eg ikki
siga nakað annað. Hetta var
ein túrur sum ikki kann
sammetast við nakran túr í
suðurlond. Túrurin var ein
løta i føroyskari náttúru, ein
tårur sum lat meg vita,
hvussu ómetaliga vakurt tað
kann vera heima á okkara
egnu klettum, og hvussu
nógv hetta land hevur at
bjóða uppá.
Fyrstu ferð tjórnuvíkingar
Vakurt var at lýta á Tjórnuvíkar bygd uppi á fjallinum
gjørdu henda túrin við
ferðafólki var í fjør, men
enn gera tey ikki fleri túrar
enn eitt vist, tí tað ber ikki
altíð til hjá teimum at gera
túrin, tí so nógv fólk skulu
til fyri at fyrireika og ganga
sjálvan túrin. Men ætlanin
er at gera ein ella tveir túrar
afturat í ár. Tann
verður 26. juli
næst