týsdagur 21. juli 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
n
tíðindablaðið S0S2luin
Nr. 135 — 21. JULI 1998
Stor ættarstevna
i Vestmanna
Í vikuskiftinum var stór ættarstevna í Vestmanna,
har eftirkomarar hjá Biritu og Jóannesi á Heygum hittust
var millum rødararnar
TEruI NIELSEN
Jens Kr. VANG
Ikki færri enn stivliga 540 fólk vóru kom-
in saman til stóru veitslur
hildin í Ítróttarhellini i Vi
kveldið, tá ið Heygaættin ella Uppistovu
ættin, sum hon eisini verður nevnd, helt
ættarsievnu. Veitslufólkið var komið úr
mongum londum. Nevnast kann, at fólk
var komið úr Íslandi, Danmørk, Noreg
Bretlandi og heilt úr USA
+
dá, sum var
estmanna leygar
Byrjaði við ænastu
Stevnan byrjaði longu tíðliga leygardagin,
tá ein myndaframsýning læt upp í skúlan-
um. Seinnapartin var farið í kirkju. Eftir
gudstænastuna gekk leiðin so niðan í skúl-
an, har ein drekkamunur var, og har greitt
var frá um sjálva ættartalvuna.
Hæddarpunktið á stevnuni var stóra veitsl-
an, sum varð hildin í høllini. Lagið var
gott, og tey mongu fólkini hugnaðu sær
ófgrt til tann ljósa morgun.
Danska hondbóltsstjórnan, Janne Kolling, ið nýliga er
gift Erlendi Johannesen úr Havn, var eisini millum
gestirnar
Níggju greinar av familjuni
Tað eru níggju greinar av ættini, og alt
vertskapsfólkið var so skilt sundur í ættar-
bólkar, tá ið veitsluhaldið var
Undir bordhaldinum var so ein rødari
fyri hvørja ættargrein. Hesin greiddi so
nakað frá síni grein, og onkur skemtilig
søga kom eisini undan kavi
Fóru „eystur undir land“
Sunnudagin, tá ið klokkan var júst farin av
tvey, stevndi ein heilur floti av smábátum
Eyðun Johannessen og dótturin Annika høvdu eisini leitað sær til Vestmanna at hitta skyldfólk
út av Vestmanna. Gott og væl hundrað
limir av ættini høvdu sett seinnapartin av
til ein tår „eystur undir land“, og sum
skilst, so eydnaðist túrurin avbera væl.
Seinni sunnudagin var so ein lítil sam-
koma við drekkamunni í høllini, har fólk
høvdu møguleika at heilsast, áðrenn farið
var aftur hvor til sítt.