Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Nr. 135 — 21. JULI 1998 tíðindablaðið Væleydna Ungdoms- raðstevna í Reykjavik Umleið 150 luttakarar, harav 130 ungfólk úr Fóroyum luttóku í ungdómsráðstevnuni hjá Utnorðurráðnum í / Reykjavík dagarnar 10. til 12 juli. Stevnan sýndi tíðiligan hug til stórri samstarv millum útnorðurlondini Ungdómsráðstevnan hjá Utnordurrådnum var í Reykjavík í døgunum 10. til 12. juli. Rådstevnan var væleydna, og greitt sást tað samanhald og tann sam- starvshugi, sum er millum londini í útnorði, Føroyar, Grønland og Ísland. Greitt kom fram, at tey ungu eru áhugaði í, at tað samstarv, sum longu er landanna millum, verður enn meira styrkt Umleið 150 luttakarar vóru við á rådstevnuni, har av knappliga 130 ung í aldrinum 18 til 23 ár. Har- afturat luttóku í rådstevnuni politikarar úr útnorði og fleiri gestir Konsert, víkingagildi og fyrilestrar Ráðstevnan byrjaði fríggja- dagin 10. juli við eini rock konsert úr útnorði, har bólk- arnir Feedback, Tilfelli og Maus úr Íslandi og Mold úr Føroyum spældu. Friggja- kveldið var víkingagildi við m.a. íslendskari glíming og føroyskum dansi. Ísólfur Gylfi Pálmason, formaður fyri Utnordurrådnum setti sjálva ráðstevnuna leygar- morgun. Síðani var kjak um ymisk evni, t.d. málini í út- norði, danska máli, mentan, samband, nýtt samskiftis- tøkni, nýtsla av nåtturutil- feingi og umhvørvi. Millum fyrilestrarhaldararnar var Vígdis Finnbogabóttir, fyrr- verandi forseti Íslands. Víg- dis vísti á, hvussu umráð- andi tað er, at vit í útnorði framhaldandi duga danskt. Málini skulu mennast I pallborðskjakinum í enda- num av ráðstevnuni kom greitt fram, at tey ungu í útnorði taka virknan lut í tí støðugt vaksandi globalise- ring, sum fer fram. Hóast hetta, var stórur dentur lagd- ur á at styrkja málini í út- norði, soleiðis at teimum framhaldandi skal vera lí lagað. Harafturat hildu lut- takararnir, at danskt mál framhaldandi skuldi vera samskiftismál = landanna millum, men at áhugin mátti stimbrast og ein meira pos- tivur hugburður íbirtast mótvegis tí danska máli- num. Á rådstevnuni var somuleiðis lívligt kjak um øktu sjålvstøduna i Grøn- landi og Føroyum. Fleiri av kjakluttakarunum hildu, at Island kundi vera eitt slag av fyrimynd i hesum høpi Luttakararnir mæltu londu num í útnorði til at menna samstarv teirra innan fleiri øki, t.d. fiskivinnu, nýtslu av nåtturutilfeingi, umhvør- visvernd og ferðavinnu. Stevnur hvert ár ; Eitt av stevnumidum Ut- nordurrådsins er at halda rådstevnur å hvørjum åri um eitt áleikandi evni í út- norði. Ráðið hevur longu gjørt av at halda eina kvinnuráðstevnu í Føroyum í 1999 Umleið 130 ungfólk lut- tóku í stevnuni i Reykjavik (tilvildarlig savnsmynd) Sildin til olavsøku Litil sending er komin! Kryddsildafløk Saltsildafløk Fåast i 2 1/2 & 5 kg spannum Verður heimkoyrd í Havn og við Strandferðslu SILDAGOYMSLAN Tlf. 312355