týsdagur 21. juli 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 135 — 21. JULI 1998
Leygardagin kl. 15.20 lendi so Brian
Milton í >Micro Light< fari sínum á
Flogvøllinum í Vágum. Hann fór tíma
seinni víðari til Kirkwall, haðani leiðin
so gongur til London, har hann fór ferð
sína um knøttin fyri 170 døgum síðani
Ólavur í Beiti
Tað gekst sera strilti hjá um-
boðunum fyri Sosialin og
Dimmalætting at sleppa inn
á flogvøllin at taka myndir
av lítla farinum hjá bret-
anum Brian Milton. Og tá
umboðini so umsíðir sluppu
inn á vøllin, var longu Sjón-
varpið har og hevdi djarva
fararan í mirkrofonini, og
starvsfólk á flogvgllinum
gingu og hoppaðu við
myndatólum um farið sum
umboðaðu tey alheims
pressuna, løgreglan var væl
umboðað eisini, brandmenn
og taskuberarar, alt setti
bretanum spurningar, so tað
var sera lítið hesi bæði um-
boðini fingu við av tí, Brian
Milton hevði at greiða frá.
Tú slapp rætt og slætt ikki
til mannin fyri starvsfólk-
um, tó at eitt flogfar var lent
nakað áðrenn Brian Milton
lendi, og eitt annað var við
at fara avstað, so onkur
mátti rópa at fáa nøkur
starvsfólk at koma til ar-
beiðis aftur.
Brian Milton skuldi ætl-
andi koma fríggjadagin,
men vendi við aftur á ferð-
ini millum Ísland og Vágar,
tí tað var so nógvur mót-
vindur úti á havinum. Leyg-
ardagin gekst betur hjá hon-
um og hann hevði 4 tímar
og 40 minuttir úr Íslandi í
„Micro Light< fari sínum,
og roknaði við at fara og
brúka nakað tað sama um
ferðina til Kirkwall.
Setir kanska nýtt met
Ætlanin hjá Brian Milton er
at sláa gamla metið frá
1942, tá 4 amerikumenn
gjørdu eina ferð í lítlum 1-
motors flogfari um knøttin
og brúktu 175 døgn um
ferðina. Teir høvdu roknað
við at ferðin fór at taka
nakrar tríati dagar, men so
var ikki. Nú Brian lendi í
Vágum hevði hann verið
170 døgn á ferð og roknadi
við, at tað fór at eydnast
honum at koma aftur til
London, áðrenn 175 døgn.
Ferðin byrjaði í London fyri
170 døgum síðani.
Tað var helst so avmark-
að, hvat hesin maður hevdi
stundir at greiða frá, nú
hann lendi, tí farið skuldi
bunkra, sjálvur skuldi hann
fáa sær ein temunn og ringja
heim til konuna at siga
henni, hvussu hevði gingist
higartil, men eitt og annað
hevði hann so at siga.
Tveir upprunaliga
Sum skiltist vóru teir tveir,
tá ferðin byrjaði í London
fyri 170 døgum síðani, men
tå teir komu til Russlands
mynstradi hin makkarin av,
tí hann gjørdist skotin í eini
russiskari steik, og var nú á
veg til Londonar við henni
at giftast. Brian Milton
hevði eisini lent í nøkrum
av teim arabisku londunum
á ferðini um kngttin, men
hvussu leiðin so lá, fekst
ikki at vita, tí sera trongligt
var at koma til hjá blað-
umboðunum, sum longu
nevnt.
Og sjálv ferðin hevði eis-
ini givið honum ótrúligar
upplivingar ikki minst, tá
hann bardist í tríggjar tímar
fyri lívinum millum Grøn-
land og Ísland.
At enda
Tað var nú harmiligt, at Bri-
an Milton ikki lendi fríggja-
dagin sum ætlað, tí tá var
flogvallastjórin, Finnbogi
Niclasen, á vøllinum. Hann
var bæði blíður og fyrikom-
andi, tá blaðumboðini í
Vágunum komu niðan, og
læt allar dyr á víðan vegg,
tó at einki flogfar kom. Í
hansara verð er ein sør-
vingur eins virðiligur blað
Lítla flogfarið var
seinkað í ein dag
orsaka av vindi
maður sum ein havnarmad-
ur, og tað eigur hann alt rós
fyri
So vóru umboðini fyri
blødini eisini komin út á
vøllin til tíðina og høvdu vit
fingið nærri at vita, hver
hesin maður er, hvat hann
hevur tikist við, hvørjar aðr-
ar ætlanir hann hevur við
ferðini, enn að seta nýtt
heimsmet og koma í Gui-
ness-bókina, fleiri spenn-
andi frágreiðingar frá ferð-
ini, nærri lýsingar, hvussu
gamal hann er, hvar hann
Nú Brian lendi í Vágum
hevdi hann verið 170
døgn á ferð og roknaði
við, at tað fór at eydnast
honum at koma aftur til
London, áðrenn 175
degn. Ferðin byrjaði í
London fyri 170 degum
síðani
býr í Onglandi, hvussu høgt
hann hevði flogið, hvussu
skjótt, o.s.fr., o.s.fr. ... Men
kanska journalistarnir á
flogvøllinum í Vágum fara
at greiða frá hesum seinni