týsdagur 21. juli 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
HR
EET
til føroyskan
Nr. 135 — 21. JULI 1998
tidindabladid
17
4,4 milliónir
fotbolt
Fótbóltur: Avrokningin til FSF og feløgini, sum tóku lut
í europeisku kappingini í fjør, er nú klár
I hesari vikuni skulu tvey
føroysk fótbóltsfelgg i euro-
peiska eldin, og tad er bædi
ein ítróttarlig og figgjarlig
avbj6ding.
Tað kunnu tey feløgini
skrivað undir uppá, sum
royndu seg í Europa Cup í
fjør.
Ítróttarliga soltið
Í ítróttarliga partinum gekk,
sum tað plagar hjá føroysku
luttakarunum. Allir tríggir
vórðu sendir úr kappingini
eftir fyrsta innleiðandi um-
farið.
Í meistarakappingini sóu
vit Brian Laudrup og hinar
úr Glasgow Rangers vinna
5-0 á Svangaskarði og 6-0
á Ibrox Park, í UEFA Cup
tapti KI 6-0 í Ungarn, með-
an klaksvíkingarnir á
Svangaskarði bara vóru
trettan minuttir frá sigrinum
og ein minutt frå javnleik-
inum. Ujpesti vann 3-2
HB, sum var føroyska
umboðið í steypakapping-
ini, varð mett at hava besta
møguleikan, og teir megn-
aðu 1-1 á heimavelli. Men
niðri á Kypros gekk av
skriðuni, og Apoel FC Nic-
osia vann 6-0
Figgjarliga skarst væl
Føroyingar hava tikid lut i
Europa Cup síðani 1992, og
tað er á hverjum ári staðfest
at føroysk feløg standa seg
ikki serliga væl. Higartil
hevur tað ikki eydnast nøkr-
um felagi at spæla seg víð-
ari úr fyrsta umfarinum,
sum tey hava tikið lut í.
Men tá tað ræður um tann
fíggjarliga partin, so hevur
skorist væl. Lennart Johan-
son, sum fyri stuttum dump-
aði, tá hann royndi at gerast
FIFA formaður, hevur havt
sum eitt av sínum aðalmál-
um, at inntøkurnar hjá
UEFA skulu koma gllum
limalondunum til góðar, og
tað hava millum onnur før-
oysk feløg notið gott av.
Nú er gjørt upp fyri euro-
peisku kappingarnar í 1997/
98, og pengarnir eiga at vera
komnir á konto hjá feløg-
unum, sum tóku lut.
Sambært einum yvirlitið,
sum UEFA hevur sent út í
hesum mánaðinum, so hava
GI, KI og HB í alt fingið
390 túsund sveisiskar frank-
ar. Feløgini fáa umleið 4,50
krónur fyri hvønn frankin,
og tad vil siga, at tey try
føroysku feløgini tilsaman
hava fingið 1.755.000 krón-
ur.
Ein millión til GI
GI vann FM í 1996, og tað
fáa teir nú altjóða útgjald
fyri. Teir fáa 80 túsund
frankar afturfyri stríðið í-
móti Glasgow Rangers í
innleiðandi umfarinum í
meistarakappingini, og har-
afturat fáa teir 150 túsund
frankar, tí teir sum meistarar
ikki fingu høvi til at royna
seg í Champions League.
Vit hava onkuntíð fregn-
ast fyri at frætta, um henda
upphæddin fall burtur, tá
talan eisini bleiv um eitt
innleiðandi umfar í meist-
arakappingini. Hetta hevur
verið eitt sindur ógreitt, men
nú kunnu vit út frá UEFA
yvirlitinum staðfesta, at GÍ
í summar fær 230 túsund
harðar sveisiskar frankar frá
UEFA ella 1.035.000 krón-
ur.
Í morgin skal B36 royna
seg í innleiðandi umfarinum
í meistarakappingini, og utt-
an mun til, hvussu tað gong-
ur, so fara teir um eitt ár at
fáa somu upphædd í sveis-
iskum frankum. So fáa vit
at síggja, hvat virði danska
krónan tá fer at hava.
Ki og HB 360
túsund í part
Nú fótbóltsárið er hålvrunn-
ið, eru tað HB og KÍ, sum
liggja fremst í landskapp-
ingini. Hesi bæði feløgini
tóku í fjør lut í åvikavist
steypakappingini og UEFA
kappingini. Tað fingu tey 80
túsund sveisikar frankar ella
360 túsund krónur í part fyr-
i.
Fitt at fáa, er tað einki at
ivast í, at teir í Havnini og í
Klaksvík siga. Men sam-
stundis ásanna teir, at tað er
eitt langt lop frá 360 túsund
og upp ti! milliónina, og tað
er rættin til at fáa hana, at
fyrst og fremst hesi bæði
feløgini fara at stríðast um
eftir summarsteðgin. Milli-
ónin til meistararnar í 1998
verður ikki útgoldin fyrrenn
í juli í ár 2000, men tað man
ikki gera so nógv!
Komandi summar fer
B36 at fáa milliónina fyri
meistaraheitið í 1997 og
harvið luttøkuna í innleið-
andi umfarinum í ár. Um tað
skuldi eydnast B36 at bast
ísraelska liðnum úr Jerusa
lem, so fáa teir 80 túsund
sveisiskar frankar afturat,
og skuldi tað eydnast teim
um at sloppið uppaftur
longri, so verður inntøkan
so nógv stórri, men tað man
hjá B36, sum hjá øllum ødr
um føroyingum, bara vera
ein dreymur
Dreymurin
I yvirlitinum frå UEFA
sæst, at tad eru ikki små-
vegis upphæddir, sum rulla
i Champions League.
Real Madrid vann kapp-
ingina, og fyri tað fingu teir
frá UEFA 20.775.000 sveis-
iskar frankar ella
93.487.500 krónur.
Upphæddin, sum felgg-
ini, ið ikki komu víðari úr
bólkaspælinum, hava fing-
ið, er treytað av, hvussu
nógv stig tey megnaðu at
fáa. FC Kosice úr Póllandi
fekk minstu upphæddina
Hon var 2.500.000 sveisisk-
ir frankar ella 11.250.000
danskar krónur. Tvær milli-
ónir frankar fingu teir fyri
at vera við í kappingini, og
fimm hundrað túsund frank-
ar fingu teir í sjónvarpsgjal
di.
Kosice fekk einki stig í
bólkaumfarinum. Hini fel-
øgini fingu 500 túsund
sveisiskar frankar fyri
hvønn javnleikin og eina
millión fyri hvønn sigur.
Tá vit hoyra um slíkar
upphæddir, so er einki at
síga til, at donsku meistar-
arnir, Brøndby, so ógvuliga
fegnir vilja sleppa upp í part
í meistarakappingini. Og
hóast teir higartil hava snåv-
að hvgrja ferð, teir hava
roynt, so mugu vit bara
staðfesta, at hjá teimum er
møguleikin nógvar ferðir
stórri enn hjá føroysku fel-
øgunum, sum framvegis
B36 fær ein millión
krónur burtur úr
Europa-Cup luttøkuni i
år, medan HB fekk
360.000 krónur burtur
úr síni luttøku í fjør
hava luttøkuna í meistara-
kappingini sum ein dreym
FSF vinnur hverja ferð
Í sínum ásetingum fyri eur-
opeisku kappingarnar hevur
UEFA gjørt av, at fótbólts-
sambondin: í limalondun
um, sum hava feløg við
kappingunum, eisin! skulu
leskast
Sum stødisgjald fær hvort
av teimum $1 fótbóltssam
bondunum 200 túsund
sveisiskar frankar, og so fáa
tey eisini part í yvirskot-
inum, sum UEFA hevur av
at selja sjónvarpsrættindini
Upphæddin fyri hetta er
rættuliga ymisk
Størstu samantaldu upp-
hæddina fekk ungverska
fótbóltssambandið. Teir fin-
gu 1.230.000 sveisiskar
frankar. Minsta upphæddin
var 200.000 sveisiskir
frankar. Ta upphæddina fin-
gu fótbóltssambondini i Al-
bania, Bosnia Herzegovina
og San Marino. Felags fyri
hesi UEFA limalondini var,
at tey vóru ikki umbodad i
europeisku kappingunum
fyri lið.
Fótbóltssamband Føroya
fekk í sín part 590.000
sveisiskar frankar ella
2.655.000 krónur. Hetta
mundi koma á eitt turt stað,
men tað kom ikki óvæntað,
tí upphæddin er við á fíggj-
arætlanini hjá FSF fyri
1998.
Ikastio til
føroyska búskapin
Telja vit saman so er ur-
slitið, at føroysku feløgini
KI fær saman vid HB
360.000 krónur frå
UEFA, meðan NSI vón-
ar, at teir næstu ár
sleppa uppí part í euro-
peiska ævintýrinum
er tar
til ferðir 0
landa. Hes
gongur. Tað verður rokua
við, at útreiðslurnar í miða
eru 250.000 krónur fy
hvørt umfar, og tað vil siga
at útreiðslurnar í fjør vóru
umleið 750.000 krónur. GI
mundi sleppa nógv biligari,
enn vanliga verður roknað
við, tí tað er bíligt at ferðast
til og úr Skotlandi, meðan
bæði HB og KI máttu rinda
meiri fyri ferðirnar niður í
Miðalhavið.
Síggja vit hetta í einum
landsbúskaparligum høpi,
so hava inntøkurnar til Før-
oya í hvussu so er verið eins
stórar, sum útreiðslurnar
vóru. Glasgow Rangers, Uj-
pesti og Apoel FC Nicosia
ferdadust til og år Føroyum
å føroyskum veingjum, tey
búðu á føroyskum gisting-
arhúsum, og harafturat vóru
útlendskir dómarar, linju-
verjar, eykadómarar og
UEFA eygleiðarar í Føroy-
um til allar dystirnar, um-
framt at viðhaldsfólk hjá
skotska felagnum vóru í
Føroyum í nakrar dagar
jh