Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 1998síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Att Nr. 136 — 22. JULI 1998 Føroyingar ikki væl dåmdir uttanlands: Nú verða vit kanska kottaðir boy Føroyskir hand- verkarar, sum ar- beiða uttanlands, verða skuldsettir fyri at máa stóðið undan skipanini í grannalondum okkara og viður- skiftini verða nú kannað AKI BERTHOLDSEN Nógvir av teimum 400, før- oysku handverkarunum, sum arbeiða uttanlands, eru ikki væl dåmdir, har teir eru. — Men tad hevur onki vid teirra dugnaskap sum hand- verkarar at gera. Orsøkin til, at útlendingar hava fingid ringt eyga å før- oysku handverkararnar er, at teir verða skuldsettir fyri at måa stødid undan skip- anunum á arbeiðsmarknað- inum í teimum londunum, teir arbeiða í. Nógvir føroyskir hand- verkarar uttanlands verda nevniliga skuldsettir fyri at arbeida fyri undirløn. Og tad meta bådi meist- arar og handverkarar uttan- lands at verða sera álvar- samt At føroyingar arbeiða fyri undirløn, ger, at kappingin verður avlagað og at teir sjálvir ongan møguleika hava at standa seg í kapp- ingini um tey ymsu arbeið- ini. Arbeiðshátturin hjá før- oysku handverkarunum utt- anlands hevur loypt slíka ødi í handverkarafeløg og meistarafeløg i grannalond- um okkara, at tey eru farin at kanna málið. Helst boykottaðir Eyðfinn Petersen, formað- urin í Havnar Handverkara- felag, váttar, at røringur er komin í um vidurskiftini hjá føroysku handverkarum utt- anlands. — Og endin kann væl verða, at vit verða boykott- aðir og slett ikki sleppa at arbeiða uttanlands, sigur hann. Måa stødid undan Eyðfinn Petersen gevur nevniliga útlendsku meist- arunum og handverkarun- um viðhald í, at tað er nógv sum bendir, at skuldseting- arnar ímóti føroysku hand- verkarunum og meistarun- um eru rættar. — Tað er nógv, sum bendir á, at føroysku handverkarar máa stødid undan sínum starvsfeløgunum — uttan- lands, sigur hann. Hann sigur, at stødan er tann, at handverkaralønin i Føroyum er einar 20-30 krónur lægri, enn hon er í Danmark og í Noregi. — Sáttmálasetta lønin í Føroyum er 86,65. Í Dan- mark og í er hon lægri, í Noregi hægri. — Men veruliga lønarleg- an í grannalondum okkara er nógv hægri. Í høvuds- stadarøkinum í Danmark liggur handverkaralønin um 140 krónur í miðal. — Aðrastaðni í landinum er hon eitt sindur lægri, men ongastaðni er hon lægri enn 105 krónur. Eyðfinn Petersen sigur, atí hesum sambandi verða føroyskir handverkarar ser- stakliga = „kappingarfórir“ við tað, at teir fáa væl lægri løn. — Samstundis fåa før- oyskir handverkararnir, sum arbeiða uttanlands, ein åvis- an skattafrådrått. — Og tad skerst ikki burt- ur, at føroyskir meistarar og handverkarar spekulera i hesum skattafrådråttinum. — Tvs, at føroyskir hand- verkarar fara til Danmarkar og Noregs at arbeida fyri minstuløn, ella eitt isndur meir, men av ti, at skatta- frådråtturin kemur afturat, hava teir væl meiri eftir, enn teir høvdu havt, um teir ar- beiddu i Føroyum. — Ti loysir tad seg hjå teimum at fara uttanlands at arbeiða. --Eyðfinn Petersen sigur, at sostatt spekulera føroysk- ir meistarar og handverk- arar í okkara lønarlagi og skattaskipan til at útvega sær arbeiði uttanlands í 6- rættvísari kapping við hand- verkararnar og meistararnar har. — Hetta er at máa stødid undan okkara starvsfeløg- um uttanlands. — Tí hvussu í víðu verð skulu teir kunna kappast um tey ymsu arbeiðini ímóti føroyingum, sum fáa 20-30 krónur minni í løn, enn teir skulu hava. Eyðfinn Petersen nevnir eitt ftøkiligt dómi, sum hann veit um, og sum lýsir stød- una væl. Talan er um eitt sjakk av handverkarum, sum er farið uttanlands at gera eitt ávíst arbeiði. — Meistarin hevur lovað teimum 60 tíma viku. Fyri 40 tíma vikuna fáa teir vanl- iga handverkaraløn. Fyri teir 20 yvirtimarnar fåa teir nakrar og niti krónur um tíman. --Meistarin setir teimum so eitt roknistykki upp sum vísir, hvussu nógv, teir hava eftir aftaná skatt, táið skatta- frádrátturin er taldur uppí. — Tað, teir hava eftir, er sostatt væl meiri enn teir høvdu havt fyri sama ar- beiði í Føroyum og tað lokkar teir at fara. — Men samstundis taka teir arbeiðið frá handverk- arunum í tí landinum, teir arbeiða í. — Teir skulu hava yvir 100 krónur um tíman fyri at gera sama arbeiði og klára tí ikki at taka ikki kappingina við føroysku handverkarnar. Kanna vidurskiftini Eyðfnn Petersen våttar, at fakfeløg, báði í Noregi og í Danmark, eru farin at kanna leiklutin hjá føroyskum meistarum og handverkar- um i hesum londunum. Føroyskir handverkarar arbeiða fyri undirløn uttanlands og eru sostatt við til at avlaga kappingina. Tad hevur loypt slika ødi i meistarar og fakfeløg uttanlands, at tey eru farin at kann vidurskiftin hjå føroyskum handverkarum uttanlands. (Tilvildarlig savnsmynd) Hann sigur, at føroyskir handverkarar hava fingið fyrispurningar báði úr Nor- egi og úr Danmark um y- misk viðurskifti í hesum sambandi. — Mest eru tað tó feløg í Danmark, sum hava sett kanningar í verk av føroy- ingum. Men eisini norð- menn eru farnir at ressast, leggur hann afturat. Sjálvur heldur hann, at føroyski atburðurin uttan- lands líkist ongum. — Tað líkist ongum, at før- oyingar fara uttanlands at måa stødid undan skipan- unum á arbeiðsmarknaðin- um har. — Skulu vit taka kapp- ingina upp uttanlands, skal tað verða undir teimum treytum, sum er galdandi í tí landinum, sum vit skulu kappast í. — Okkum plagar ikki at dámað, at útlendskir meist- arar og handverkarar komu til Føroya og tóku arbeiðið frå føroyskum handverkar- um við at arbeiða fyri undir- løn. — Ti eiga vit heldur ikki at fara uttanlands at taka arbeiðið frá útlenskum handverkarum við at ar- beiða fyri undirløn har. Hann sigur, at tað eru sanniliga eisini meistarar og handverkarar, sum kappast uttanlands á jøvnum føt: við kappingarneytarnar í land- inum, teir arbeiða í. --Atburðurin hjá teimum, sum føra hetta kappingar- avlagandi virksemið, kann koma gllum aftur um brekk- ur. — Tf tad kann væl henda, at føroyingar verda boykott- aðir og at útlendskir meist- arar og handverkarar fara at seta tiltøk í verk ímóti før- oyingum so at vit slett ikki longur kunnu arbeiða utt- anlands — Og tað kann eisini raka teir, sum kappast á jøvnum føti, sigur Eyðfinn Petersen Vit hava ikki hoyrt um trupulleikarnar AKI BERTHOLDSEN — Eg má siga, at vit hava onki hoyrt. Onki itøkiligt, bara okkurt hissini. Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Hand- verkameistarafelag, FHMF, kennur einki til trupulleik- arnar, sum hava stungið seg upp viðvíkjandi teimum meistarum og handverkar- um, sum arbeiða uttanlands. — Vit hava púra onki í- tøkiligt hoyrt. Bara okkurt hissini graml, men als ikki nóg mikið til, at vit halda at tað er rímiligt at gera nakað | við málið. Gramlið, vit hava hoyrt, er, at føroyingar arbeiða dag og nátt fyri somu løn, ger- andis og heilagt. — Og er tað rætt, sum vit hoyra um lønirnar, teir fáa uttanlands, høvdu teir for vunnið væl meiri í Føroy um, um teir arbeiddu líka nógv her. Men her er tað, at skattafrádrátturin stóran mun. Men fyribils tekur meist- arafelagið tað sum leyst prát, sum ikki vigar so tungt, at tey halda, at tað er rímiligt at seta nakrar kann- ingar ígongd. Annars heldur formaður- in í FHMF, at er tað satt, at føroyingar arbeiða fyri und- irløn uttanlands, er tað eitt álvarsmál. Er tað satt, skilji eg væl, at tað loypir geði í meistarar og handverkarar uttanlands, tí tað avlagar kappingina fullkomiliga Vit høvdu heldur ikki góðukið, um ein rúgva av útlendskum meistarum og handverkarum komu til Føroyar og dumpaðu prísir- nar við at undirbjóðað okk um, sigur hann ger so Annars heldur Vilhelm M. Johannesen, at eingin kann siga føroyskar hand- verkarar ringar fyri, at teir fara uttanlands at arbeiða av ti, at skattafrådråtturin er so storur — Annars visir formadur- in í FHMF aftur, at allir handverkarar i Føroyum ar- beida fyri minstulønina Tad er ikki rætt. Langt ifrå tu Ongar viðmerkingar Vilhelm M. Johannesen hevur ongar viðmerkingar til ætlanirnar hjá Havnar Handverkarafelag, HHF, at stevna FHMF fyri at sleppa burturúr fýra ára sáttmál- anum, sum var gjørdur í- millum meistararnar og Føroya Handverkarafelag, FHF HHF var limur í FHF, sum hevði samráðingarrætt- in. So tað fái eg onki gjørt VIð — Stevningina fati eg so- statt slett ikki Hann hevur heldur ongar vidmerkingar til ætlanina hjá HHF at seta tiltøk í verk um eftirldnarproesentið, sum greitt varð frá í blaðn- um í gjár. Eftirlønarprosentid verð- ur goldið á konto hjá FHF - Men nú ætlar HHF at seta tiltøk í verk fyri at fáa tann partin av eftirlønarpro- sentinum, sum handverkar- ar i Havnini eiga, å konto hjå HHF Vit betala eftirlønina eftir såttmålanum å konto hjá FHF. Men tað verður flutt í navninum á hverjum einstakum handverkara Hvussu FHF og HHF so býta tað ímillum sín, fáa vit onki gjørt við, sigur Vil- helm M. Johannesen