Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juli 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— + + Nr. 136 — 22. JULI 1998 tidindabladid Sosialurin 15 HB eigur framvegis fyrsta sigurin til góðar 37 spælarar hava roynt seg fyri HB í Europa Cup, men tað er bara ein, Kaj Leo Johannesen, sum hevur spælt alla tíðina í øllum dystunum Tað er málið hjá HB, at teir á hvørjum sumri skulu taka lut í Europa Cup kapping- ini. Tað er eisini málið hjá teimum, at teir á hvørjum sumri skulu taka lut í meist- arakappingini. Higartil hava teir ongan- tíð megnað at rokkið seinna málinum, og teir hava held- ur ikki til fulnar megnað at rokkið fyrra málinum. Síðsta ferðin HB vann FM var í 1990, og tað var eitt ár ov tíðliga, um vit hug- sa í Europa Cup høpi, tí fyrsta ferðin føroyskur fót- bóltur luttók í Europa Cup var í 1992, tá meistaraliðið í 1991, KÍ, spældi í meist- arakappingini og B36 luttók í steypakappingini. Minnisrík fyrsta ferð Fyrsta ferðin, HB var við í Europa Cup, var í 1993. Tá spældu teir í innleiðandi umfarinum í kappingini fyri steypavinnarar ímóti est- lendska felagnum, RAF Latvia, og tað var vorðið sum mOåtstødufelag. HB spældi væl í Riga, men teir taptu 1-0. Fitt av HB við- haldsfólki var við í Riga, og tey høvdu gott mót um, at tað skuldi eydnast HB at vinna á Svangaskarði, men dysturin varð ongantíð spældur, tí estiska liðið kom ongantíð til Føroya, og eftir at teir høvdu fingið frå- greiðing frá umboðsmann- inum, sum teir høvdu á staðnum, gjørdi UEFA av, at HB skuldi halda fram í kappingini. Mótstgðuliðið ta ferðina var Universitatea Craiova, sum vann 4-0 á heimavølli og 3-0 å Svangaskardi. Hetta var fyrsta ferdin, at HB menninir møttu Iou Galgau, sum er venjari hjå HB i år. Besta úrslitið er javnleikur Síðani ta ferðina hevur HB tríggjar ferðir tikið lut í Eur- opa Cup (Intertoto verður ikki roknað upp í evropeis- ku kappingarnar). Tað hevur ongantíð eydn- ast HB at spæla seg víðari úr innleiðandi umfarinum. Í 1994 taptu teir 3-0 á úti- velli og 4-1 á heimavølli ímóti Motherwell úr Skot- landi. Tað var Andreas F. Hansen, sum skoraði fyrsta altjóða málið fyri HB. HB endaði á næstfremsta plássinum í landskappingini í 1994, men í 1995 fingu Føroyar einki lid við í UEFA Cup kappingina, og so spældi HB í Interioto Cup. I 1996 spældi HB ímóti Dinamo Batumi. Urslitini visa, at georgiska liðið var nógvar ferðir betri enn før- oyska liðið. Batumi vann 6- 0 á heimavølli og 3-0 á Svangaskarði. I fjør varð mett, at HB átti at havt ein møguleika ímóti Apoel FC Nicosia úr Kypr- os, men HB stóð seg ikki væl. Í tjúkkum mjørka á Svangaskarði javnaði Uni Arge til 1-1 fyri hålvleik, og á utivølli gekk av skrið- uni, tí HB tapti 6-0. Nógvir hava roynt seg Tað er merkisvert, og tað sigur ivaleyst eisini nakað um, hví HB ikki hevur megnað at vunnið FM síð- ani 1990, at staðfesta, at síð- ani fyrstu europeisku royndina í 1993 hava íkki færri enn 37 spælarar um- boðað HB í níggju europe- iskum dystum. Bara ein spælari hevur spælt allar 810 minuttirnar. Tað er málverjin Kaj Leo Johannesen, sum 31 ferð- irnar hevur verið noyddur at fara í meskarnar eftir bóltinum Ein annar spælari hevur spælt í øllum níggju dyst- unum. Tað er Rúni Nolsøe. Hann hevur spælt allar 90 minuttirnar hverja ferð, burtursæð frá á heimavølli ímóti Dinamo Batumi í 1996, tá hann varð útskiftur tólv minuttir fyri leiklok. Gunnar Mohr hevur verið við átta ferðir, og Uni Arge hevur verið við sjey ferðir Andreas F. Hansen og Jan Dam hava spælt seks ferðir, og Jóannes Jakobsen og Verjuspælarin Hans á Lag, her í dysti við TB- spælara, hevur sum flestu HB'arnir, áður roynt seg í Europa-Cupo fótbólti. Mynd: Alvur Haraldsen Hans Thomassen hava um- boðað HB fýra ferðir í Eur- opa Cup. , Burtursæð frá Róa Arting og eykamálverjanum, Bárð- uri Johannesen, hava allir hinir fjúrtan spælararnir, sum eru í hópinum, í kvøld, spælt í Europa Cup. Tríggir spælarar hava spælt í Europa fyri onnur føroysk feløg. Allan Mørk- øre, sum i fjør spældi tvær ferdir fyri HB, hevur ådur spælt fýra ferðir i Europa fyri KI, Bjarki Mohr, sum i fjør og i fyrraárið spældi triggjar dystir fyri HB, um- boðaði í 1994 B71 tvær ferðir í Europa, og í 1993 spældi Súni Fríði Johanne- sen tveir dystir í Europa Cup fyri B68 Spælararnir í HB hópin- um í kveld eru hesir: 1. Kaj Leo Johannesen, 2. Bjarki Mohr, 3. Ingi Rasmussen, 4. Súni Fríði Johannesen, 6 Jens Erik Rasmussen, 7 Rúni Nolsøe, 8. Jan Dam, 9. Allan Mørkøre, 10. Andr ew av Fløtum, 11. Jóhannes Joensen, 12. Hans á Lag, 16. Bárður Johannesen, 17 Rói Arting, 18. Hallur Dan- ielsen, 19. John Heri Dam og 20. Hans Fróði Hansen jh Venjarin fer eftir lokna kapping 'étbéltur: Hannu Touru, venjari hjá VPS, er misnøgdur við leiðsluna í felagnum, sum júst hevur selt tveir landsliðsspælarar Tá finska kappingin er av í oktober mánaði, fer venj- arin hjá VPS Vasa, Hannu Touru, frá. Hóast fleiri royndir eydn- aðist tað honum ikki at koma ásamt við nevndina í felagnum um, at samstarvið millum partarnar skuldi halda fram, tá núverandi sáttmálin gongur út síðsta dagin í oktober. Orsøkin til at samstarvið steðgar eftir trý góð ár er, at partarnir ikki kundu ger- ast samdir um lønarspurn- ingin og politikkin, sum fel- agið skal føra framyvir. Touru vil hava felagið at leggja meira fyri í europe- iskum fótbólti, og tað kunnu teir ikki gera, um teir selja bestu spælararnar. VPS hevur seinastu tíðina selt tríggjar týðandi spæl- arar. Fyrst málverjan Jussi Jááskeláinen til Bolton fyri knapt fýra milliónir krónur, og so báðar landsliðsspæl- ararnar Tomi Kinnunen og Juha Reini til belgisku Genk fyri umleið 10 milliónir krónur samanlagt. — Eg skilti avgerðina hjá felagnum, men kundi ikki góðtaka hana. Tað ber ikki til at selja tveir landsliðs- spælarar mitt í eini kapping. og tað kundi ikki uttan víð- ari fara aftur við borðinum, sigur ein misnøgdur Hannu Touru. — Vit skulu satsa meira í europeisku kappingunum, og tá kunnu vit ikki selja spælarar, men mugu keypa góðar spælarar afturat. Tað er eingin annar vegur Hann heldur ikki, at hans- ara avgerð um at steðga eftir kappingina, fer at ávirka lið- ið hjá sær. — Eg havi greitt spælar- unum frá míni avgerð, og eri vísur í, at tað fer ikki at ávirka okkara avrik. Spæl- ararnir eru yrkisspælarar og uppføra seg eisini hareftir Undirmeta ikki HB Men Touru og hansara lið skal royna seg í UEFA-Cup við einum skerdum líðið, sammett við tað, sum byrj aði kappingina fyrr í ár. Og fyrsta forðingin á vegnum er HB, sum 'ekur ímóti á Svangaskarði í dag. — Eg meti, at vit hava góð- ar møguleikar at sleppa víð ari í kappingini, men harvið er ikki sagt, at vit undirmeta okkara fyrsta motstødulid [ad vildi verið skeivt tí vit vita, at føroyska landsliðið kann spæla væl, sigur Hannu Touru Í finska felagnum eru teir vælnøgdir vid lutakastið. Fyrst og fremst tí at tað er góður møguleiki fyri at koma víðari, men eisini tí mótstóðuliðið ikki er so langt burturi Vit kundu enda í Aser- bajan ella Moldova, men eru fegnir um at verða slopnir undan slíkari langari ferð, sigur Eero Karhumáki, talsmaður hjá VPS. VPS liggur i løtuni á odda í finsku kappingini, men liðið hevur bert tvær ferðir vunnið meistaraskapin. og teir sigrarnir liggja nógv ár aftur í tíðini. I (945 var fyrru ferð teir gjørdust meistarar, og teir endurtóku bragdið trý ár seinni, í 1948 Síðani hevur felagið ikki klára at verið fremst, sjålvt um tað fleiri ferðir hevur verið nær við, og silvur- krónurnar eru komnar í hús Nú er ljós fyri framman, ti teir verða mettir at verða besta liðið í Finlandi í løt- uni, og liggja eisini á odda — Eg meti, at vit hava góðar møguleikar at sleppa vidari i kappingini, men harvið er ikki sagt, at vit undirmeta okkara fyrsta motstødulid, sigur venjarin hjå finsku VPS Men venjarin vil eisini, at teir skulu gera vart vid seg í europeiskum fótbólti, og byrjanin til tað, er á Svanga skarði dag! ek