mikudagur 22. juli 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið SLE2lUT
Nr. 136 — 22. JULI 1998
B36 fær sína søk fyri í Jerusalem
Fótbóltur: Beitar Jerusalem væntar at vinda burtur úr
gestunum úr Føroyum
Í dag skal B36 í holt við
megnar uppgávu í undan-
kappingin til Champions
League.
Teir spæla móti ísraelsku
meistarunum Beitar Jeru-
salem á útivelli, og tað kann
gerast ein stórur biti.
Eitt er at mótsteðan er
stór, men føroysku spælar-
arnir skulu eisini berjast við
hitan í Jerusalem, sjálvt um
hann ikki sigst at verða so
ødiligur, sum í býnum úti
móti strondini.
B36'arnir eru nú komnir
til Jerusalem, og vit royndu
allan dagin í gjár, at fáa fatur
á teimum, men tað eydnað-
ist okkum ikki.
B36 hevur annars fyri-
reikað seg væl í Jugoslavia,
har liðið hevur verið síðani
miðskeiðis í síðstu viku:
Har gekk venjingin væl og
dystirnir móti jugoslavisku
liðunum endaðu við sigrum.
Tomislav Sivic og hans-
ara menn sleppa at royna
seg móti avgjørt sterkasta
liðnum í Ísrael í løtuni, og í
Beitar Jerusalem er eingin
ivi um, at teirra lið fer at
vinna.
Umboð fyri felagið var í
Jugoslavia og lúrdi eftir
B36, men tað er ikki tí teir
vænta sær stórri mótstøðu
enn teir kunnu klára.
Israelsk blød vita at siga, at
Beitar Jerusalem roknar við
léttum dysti móti B36, og
at teir nú meira hugsa um
næsta dystin, sum verður
móti Benfica úr Portugal.
B36 verður mett at verða
ov veikt til at steðga ísra-
elska liðnum, og tað halda
teir, sjålvt um teir ikki hava
bestu royndirnar við føroy-
skum liðum. Lið úr Ísrael
hevur ongantíð vunnið í
Føroyum, hóast teir hava
roynt tvær ferðir.
Ísraelska landsliðið
spældi javnleik móti tí før-
oyska í 1992, og í 1995
vann Kl 3-2 á Maccabi
Haifa i kappingini fyri
steypavinnarar. Men isra-
elskur fótbóltur er langt
frammanfyri føroyskan, og
tað sama landsliðið, sum
spældi javnt móti Føroyum
í 1992, hevur síðani ment
seg ómetaliga nógv.
Beitar Jerusalem hevur
áður verið við í Europa-
Cup, og besta avrikið hjá
teimum er javnleikur móti
Sporting Lissabon umframt
at teir hava vunnið á Club
Briigge. -
Beitar Jerusalem er liðið
hjå israelska forsetanum
Benjamin Nethanyau, men
hann verður neyvan til dyst-
in í kveld, tí hann hevur
ovmikið at síggja til á polit-
iska økinum, har tað sum
vant er kókandi heitt.
Tað verður eisini heitt á
vellinum í Jerusalem í
kveld, men teir í B36 hava
fyrireikað seg væl, og teir
ætla sær í hvussu er at gera
sítt ítarsta fyri at standa í-
móti ísraelska offensivin-
um.
ek
ORÐ OG MYNDIR
SOFUS JOHANNESEN
— Bara tað, at eg gjøgn-
umførdi renningina, taki seg
sum ein sigur í sær sjálvum
neira enn eg hevði væntað
— Eg setti mær fyri at
Klára Winin uppa I ti g
35 minuttir, og tað helt
ett mær fyr
Rigmor N. Joensen vann
kappingina hjá kvinnum
Tvær kvinnur
Annars er hálvt maraton
ikki júst ein ítróttargrein,
sum dregur nógvar kvinnur
at sær
Bert tvær kvinnur luttóku
í kappingini hesa ferð, og
báðar gjøgnumførdu teinin
Tíðirnar hjá teimum væru
1. Rigmor N. Joensen,
Bragdið 1.33.04
2. Annbjørg Abrahamsen,
Roysnið 1.50.26
10 menn
Hjá monnunum var luttøkan
heldur størri, hóast hon ikki
var so ovurhonds stór
mans høvdu teknad
seg til kappingina, og eisini
her gjøgnumførdu allir. Teir
umbodadu øll tey trý
feløgini, sum íðkað frælsan
ítrótt í Føroyum, nevniliga
Bragdið í Havn, Roysnið á
Skålafjørdinum og Treystið
í Klaksvík
Urslitini hjá monnunum
Rúni Herup Olsen úr
Havn var nummar trý
gjørdist:
1. Guttorm Sørensen,
Treystið 1.18.01
2. Rúni H. Olsen, Bragdið
1.19.20
Bogi Joensen, Treystið
3
121.07
Sølvi R. Hansen,
Roysnid 1.21.18
S. Niels Jåkup Jakobsen,
Bragdið 1.21.32
6. Eyðtór Joensen, Sumba
3 49
7. Cecil Weihe, Torshavn
1.31.08
8. Harry Hansen, Roysnið
134.03
9. Robert Vilhelmsen,
Tórshavn 1.43.21
10. Regin Jóannesarson,
Roysnið 1.48.13
Luttikið 10 ferðir
Ein av luttakarunum leygar-
dagin var 52 ára gamli Reg-
in Jóannesarsson úr Runa-
VÍK
Hann luttók í fyrstu kapp-
Bogi Joensen úr Klaksvík
var nummar trý
ingini, sum varð hildin í
1990. Tá varð runnið frá
Sandvíkarhjalla inn í Kald-
baksbotn og útaftur
Síðani hevur verið runnið
úr Funningsfirði út á Toftir
og hendan seinasta kapp-
ingin, sum var onnur kapp-
ingin í ár, varð fyri fyrstu
ferð runnin í Havn
I Havn verður ein teinur
millum Telefonstødina og
tyrluplássið út við Strond
runnin 4 ferðir, meðan á
Skålafjørdinum verður ikki
runnið sama tein fleiri ferð-
ir
Bæði Regin og Rigmor,
sum vit tosaðu við, hildu
teinin í Havn vera tann
betra
Ikki ti, søgdu tey bæði
báðir teinarnir eru eins
harðir at gjøgnumføra, men
í Havn kemur tú framvid
málinum fleiri ferðir, har
áskoðarar standa og klappa.
-Tað gevur tær nakað
eyka, og tú rennur automat-
iskt betri ta løtuna, tú rennur
fram við áskoðarunum, enn
annars.
Guttorm
Sørensen úr
Treystinum
í Klaksvík
vann
kappingina
í hálvum
maraton
— Eisini hevur tað nakað
av tidningi, um vindur er.
Rennur tú t.d. á Skálafjørð-
inum í mótvindi, er tað ótrú-
liga tungt. Hinvegin tá tú
rennur aftur og fram millum
tvey punktir, so rennur tú
við hvert móti vindinum og
við hvørt undan.
Næsta rennikappingin er
Olavsøkukappingin, sum
plagar at vera Olavsøkudag,
men í ár verður hon flutt
fram til månakvøldid 27.
juli kl. 18.30.
i
messe