hósdagur 23. juli 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
[På
6
tíðindablaðið SEsSaluin
Nr. 137 — 23. JULI 1998
Nú skulu tingmenn
fáa nógv meira í løn
Tingformaðurin heldur, at uppgávurnar hjá løgtingsmonnum eru so mikið
nógvar og stórar, at tað má roknast við, at teir brúka nógv tann størsta partin
av arbeiðstíðini til politiskt arbeiði
Tað er neyðugt at hækka
lønina hjá løgtingsmonnum,
og hækkingin skal vera so
mikið stór, at tað rættuliga
munar.
Tað heldur løgtingsfor-
maðurin, Finnbogi Ísakson,
og hann ætlar at gera nakað
við hetta. Løgtingsformad-
urin, ið sambært stýrisskip-
anarlógini sjálvur verður
lentur sum lardsstýrismað-
ur, fer heilt skjótt, eftir at
tingið er komið saman á
Olavsøku, at taka lønar-
spurningin upp í formans-
skapinum og eisini at tosa
við formenninar fyri ting-
bólkarnar um hetta, og fær
hann sín vilja, so verður lagt
rættis, at lønar-
hækkingin verdur fingin
uppå plåss i heyst, soleidis
at hon verður galdandi frá
1. januar i 1999. So kann
soleiðis til
— Tað er ungið sjálvt, sum
skal tekur avgerdina, og tad
er týdningarmikið, at tað er
breið undirtøka fyri tílíkum
stigum. Eg kenni tað sum
mína skyldu at taka spurn-
ingin upp, og eg rokni við,
at tað verður breið politisk
semja fyri hesum, tí eingin
eigur at vita betri um tað
neyðuga í hesum, enn ting-
menn sjálvir, sigur Finnbogi
Ísakson.
Løgtingsformadurin vil
ikki áseta nakað tal, men tå
vit skjóta uppá, at ein hækk-
ing, sum munar, er upp í
einar 25 túsund krónur,
heldur hann, at hetta er á
góðari leið.
— Men so skulu samsýn-
ingarnar fyri nevndarar-
beiðið burtur. Higartil hevur
tað verið soleiðis, at ting-
menn hava fingið løn fyri
nevndarfundir, tá fundir í
nevndunum hava verið teir
dagar, tingið ikki hevur ver-
ið saman. Aðra staðni er
vanligt, at formenninir í
onkrum nevndum fáa løn
fyri tað starvið, og tað haldi
eg er rímuligt. Men broyt-
ingin at avtaka samsýning
fyri nevndarfundir hevði
havt við sær, at fíggjarliga
fyrilitð, tá nevndirnar verða
mannaðar, hevði dottið
burtur, og tað hevði kanska
eisini verið lættari at fingið
nevndirnar at hildið fundir
teir dagar, tá tað er tingfund-
ur
Hegra hond
skal brúkast
Tingformaðurin heldur, at
tað sæst aftur í arbeiðnum
hjá ungmonnum, at teir ikki
fáa nóg høga løn:
— Vit mugu bara staðfesta,
at higartil hevur tað verið
soleiðis, at tað, um eg so
má siga, hevur verið hobby,
hjá tingmonnum at gera
lógir og at røkja eftirlitsupp-
gávuna við landsstýrinum,
og tað haldi eg ikki, at vit
kunnu vera nøgd við, stað-
festir Finnbogi Isakson, og
hann heldur, at høvudsor-
søkin til, at stødan er, sum
hon er, er lønarvidurskiftini:
— Tingmannalønin er
15.050 krónur um mánaðin
ella 180.600 krónur um ár-
ið. Eitt kvalifiserad skot er,
at umframt tingmannaløn-
ina, so fáa teir í miðal einar
tvey túsund krónur um
mánaðin í lønarsamsyning
fyri nevndararbeidi av ym-
iskum slagi, og tað vil siga,
at månadarlønin er 17.050
krónur og årslønin 204.600
krónur.
— Sammeta vit við eina
vanliga arbeiðsmannalgn,
so er hetta ein góð løn, men
vit mugu síggja veruleikan
í eyguni, og hann er, at tað
eru ikki fólk við vanligari
arbeiðsmannalgn, sum
verða vald á ting. Eg rokni
við, at midalinntøkan fyri
borgarliga starvið hjá ting-
monnum liggur onkustaðni
millum 20 og 25 túsund
krónur, og tí kunnu vit illa
krevja, at tey, sum verða
vald á ting, skulu sleppa
borgarliga starvinum og
harvið fara niður í løn fyri
at røkja týdningarmikla pol-
itiska álitisstarvið, sum tey
eru vald til.
Skerja borgarliga
starvið
Sum sagt, so hevur tingfor-
maðurin ikki tikið stóðu til,
hvussu nógv lønirnar skulu
hækka:
— Men vit plaga at sam-
meta okkum við granna-
londini, og t.d. í Danmark
er tingmannalgnin einar 30
túsund krónur. Eg fari ikki
at mæla til, at lónin hjá løg-
tingsmonnum hækkar so
nógv, men eg haldi, at tað
er neyðugt við einari hækk-
ing, sum er so mikið stór, at
hon hevur við sær, at vit
kunnu rokna við, at ting-
menn hava tingarbeiðið
sum sítt høvudsstarv.
Formaðurin vísir á, at í
ødrum londum er tað van-
ligt við heiltíðar politikar-
um, og td. í Danmark er
skipanin soleiðis, at fólk,
sum verða vald á ting og
sum eru í almennum starvi,
kunnu ikki, samstundis sum
tey fáa løn fyri tingarbeið-
ið, fáa meiri enn helvtina av
vanligari løn fyri borgarliga
starvið.
— Tað haldi eg hevði verið
ein rímulig skipan hjá okk-
um.
Legtingsformaðurin heldur, at lønirnar hjá teimum
sum arbeiða her, í tinginum, skulu hækkast munandi
Men hvussu so við teim-
um, sum eru í privatari
vinnu ella hava egið virki?
— Har er tað sera torført
at gera nakra generelt gald-
andi skipan. Vit kunnu
neyvan gera meiri enn tala
til samvitskuna hjá fólki, at
tey seta politiska arbeiðið,
sum tey fáa góða løn fyri, í
fremstu rgð.
Arbeiðsbyrðan
I 1997 helt tingið 71 fundir,
sum tilsaman vardu 268
tímar. Um tingformaðurin
fær sín vilja, og lønirnar
hækka til 25 túsund krónur
um mánaðin, so vil tað siga,
at timalønin hjá tingmonn-
um verður 1.119,40 krónur.
Er tað ikki at taka í so
rívan til?
— Har hevur tú ikki rokn-
að nevndararbeiðið uppí,
gerst tú tað, so fer tímalgnin
beinanvegin niður, men
annars ber tað ikki til at nýta
tíma hugtakið, tá tað ræður
um tingmannaarbeiði. Mín-
ar royndir eru, at tú ert altíð
tingmaður, gerandis og heil-
agt, og allir tíðir á degnum.
Tú skalt luttaka á fundum,
halda rødur, tosa við fólk,
sum snúgva sær til tín við
einum hvgrjum, og so er fáa
tingmann alt meiri tilfar at
lesa. Talan er td. um frå-
greiðingar, sum eru týdn-
ingarmiklar at seta seg inn í
fyri framtíðar lóggávuar-
beiði, og skalt tú gera hetta
til lítar, so krevur tað, at tú
brúkar nógva tíð til tað. Tí
haldi eg, at tingarbeiðið skal
líkjast alt meiri heiltíðar-
starvi, og tí er tað, at eg fari
at arbeiða við at hækka løn-
irnar.
jh
Bara ein litil helvt av
málunum vórðu avgreidd
Valið hevði við sær, at nógv mál ikki vórðu liðugt vidgjørd, og ivaleyst fer nýggja tingið at við-
gera nógv av teimum av nýggjum
Mikudagurin í komandi
viku er Glavsøkudagur, og
tá er so at siga nýggjárs-
dagur í politiska heiminum
í Føroyum, ti tá verður farið
undir nýggja tingsetu
Sjálvt um tað ivaleyst
verður onkur frídagur seinni
í summar, so kunnu vit
at Glavsøkudag er f
summarfrítíðin hjá ting
monnum av — um teir yvir
hevur hava nakra formliga
røkkur frá ólav
Olavsøku
Flest í
almennum starvi
Í tinginum eru 32 fólk — 28
menn og fýra kvinnur. Og
tey flestu teirra sita í al-
mennum starvi. 19 av teim-
um 32 starvast hjá komm-
unum ella landi, og 13 eru í
privatari vinnu. Størsti
starvsbólkurin í tinginum
hevur ofta verið lærararnir,
og soleiðis er eisini í nýggja
tinginum. Seks lærarar og
ein varaskúlastjóri hava í ár
styttri summarfritid enn aðr-
ir lærarar, tí teir skulu meta
í unginum mikudagin
Í einum yvirliti, sum løg-
tingsskrivstovan hevur
gjørt, eru starv sheiti sett á
øll 32 í tinginum, og tað er
vert at leggja til merkis, at
burtursæð frá einari heima-
hjálp. so er eingin vanligur
arbeiðsmaður, og har er
heldur eingin fiskimadur,
men tveir kalla seg skiparar
Størsti parturin av teim-
um, sum manna tingið, eru
lónmóttakarar, men tað er
eyðkent, at tey starvast hjá
tí almenna, og útbúgving-
arnar, sum tær flestu eru
loknar í Danmark, eru í
fleiri fórum av slíkum slagi,
sum tingmenn fyri einum
mansaldri síðani neyvan
mundu hava hoyrt nevndar,
t.d. sosiologur, sosialråd-
gevari og fysioterapeutur
Arbeidstidin
Tey, sum i komandi viku
fyri fyrstu ferð fara undir
eitt nýtt tingár, kunnu út frá
hagtølum, sum løgtings-
skrivstovan hevur gjørt,
gera sær metingar um,
hvussu tidarkrevjandi polit-
iska arbeiðið verður
Frá á ólavsgku í fjør og
fram til á Glavsøku í ár hev-
ur tingið hildið 71 fundir í
268 tímar
Fíggjarnevndin er tann av
teimum sjey fystu nevndun-
um, sum hevur hildið flestu
fundirnar. Í hesari tingsetuni
hava teir havt 55 fundir í
210 tímar og 15 minuttir.
Uttanlandsnevndin hevur
havt 16 fundir í 37 tímar og
35 minuttir, og landsstýris
mannanevndin, sum er ein
asta trimannanevndin, hev
ur hildid fyra fundir i 10
timar og 20 minuttir
Vinnunevndin hevur havt
21 fundir i 66 timar og 45
minuttir, trivnadarnevndin
12 fundir i 20 timar og 20
minuttir, mentunarrevndin
27 fundir i 45 tímar og rætt
arnevndin 8 fundir í 7 tímar
og 55 minuttir
Nógv mál
fóru fyri bakka
Tilsaman vórðu 188 mál
løgd fyri tingið, íroknað
seks frágreiðingar frá lands
stýrinum
Nýval varð utskrivad 18
mars, og tað hevði við sær,
at bara fýra tingmål vórðu
avgreidd eftir 18. mars og
fram til valid, sum var 30
apríl.
Valið hevði við sær, at
summi mál fingu onga við-
gerð í tinginum, og at onnur
mál ikki vórðu avgreidd.
Av teimum 188 framløg-
du málunum vórðu 163 við-
gjørd, 70 vórðu avgreidd,
og trý vórðu afturtikin
Tingmenn settu 20 skriv-
ligar fyrispurningar, og
sekstan vórðu svaraðir. Tal-
an var um ellivu munnligar
fyrispurningar, og teir verða
altíð svaraðir beinanvegin.
Nevndararbeiðið
Sambært yvirlitinum, so
vórðu 43 mál beind til við-
gerðar í figgjarnevndini. 22
mál vórðu liðugt vidgjørd
og álit framlagt. Fíggjar-
nevndin fekk níggju um-
sóknir um eykajáttanir. Av
teimum vórðu tvær við-
gjørdar og avgreiddar, með-
an hinar vórðu sendar aftur
til landsstýrið.
Uttanlandsnevndin fekk
fimm mál til viðgerðar, og i
tveimum fórum vóru málini
liðugt vidgjørd og álit fram-
løgd.
Vinnunevndin fekk 21
mál at viðgera, og í 14 mål-
um vórðu málini liðugt við-
gjørd og álit framløgd.
24 mál vórðu beind í
trivnadarnevndina, og seks
mål vórðu liðugt vidgjørd
og ålit framløgd.
Mentunarnevndin fekk
29 mål frå tinginum at vid-
gera. Sekstan mál vórðu lið-
ugt vidgjørd og álit fram-
løgd.
Rættarnevndin fekk tólv
mál at viðgera, og í tveim-
um málum vórðu málini lið-
ugt vidgjørd og álit var
framlagt.
Einki er av ivasi i, at nógv
av teimum málunum, sum
ikki vórðu liðugt vidgjørd,
verða løgd fyri aftur tingið
í hesari tingsetuni. Í síðstu
tingsetu vóru summi mål
ikki komin longri enn til
framløguna, onnur høvdu
fingid 1. vidgerd, og sum
tað sæst omanfyri, so lógu
nógv í nevndunum. Nú sku-
lu øll málini ígjøgnum alla
mylluna eina ferð afturat.
jh