Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SLS2alui Nr. 137 — 23. JULI 1998 Tor Lund, stjóri í Norsk Hydro: — Gerið tit sjálvir av hvar útgerð- arhavnin skal liggja -Føroyskir politikarar og vinnulívið i Føroyum eiga at finna fram til, hvar ein oljuútgerðarhavn skal vera. Tað eiga oljufeløgini ikki at leggja seg út í. Vit brúka ta havnina, sum okkum verður álagt at brúka sigur ein av stjórunum í oljufelagnum Norsk Hy- dro, Tor Lund. Hann heldur tó, at tað er góð tíð til at taka stóðu til hetta. Ikki fyrr enn olja er funnin eigur ein at gera av í hvónn mun spurningurin um bygdamenning og utgerdarhavn eiga at tengjast saman. Jan MULLER Hann eitur Tor Lund og er ein av oddamonnunum i eini av størstu fyritøkunum f Noregi, nevniliga Norsk Hydro. Sum ein av stjór- unum i hesi risafyritøku var tað náttúrligt, at Tor Lund var við á samkomuni í Listaskálanum herfyri, tá felagið saman við tí bretska oljufelagnum LASMO, hevði boðið vinnulívsfólki, listarfólki, politikarum og umboðum fyri feløg og stovnar til eina samkomu. Tor Lund arbeiðir dagliga í altjóða oljudeildini hjá Norsk Hydro. Har hevur hann verið í 8 ár, og tekst í dag við nýggj øki, sum Norsk Hydro hevur áhuga fyri. Og her eru Føroyar eitt av teimum mest tydning- armiklu Hann sigur, at ein orsøkin til, at teir hava so stóran áhuga fyri Føroyum, er tann, at jarðfréðin vid Før- oyar tykist likjast ti norska landgrunninum nógv. Sama er við bretska økinum vest- an fyri Hetland Tor Lund heldur, at teirra yndir á norskum øki, kunnu vera hentar, tá farið verður at leita eftir olju og gassi við Føroyar Hjá Norsk Hydro verður í løtun: arbeitt við tí ulfari sum t um føroyska landgr Tað næsta verður t bora nakrar brunnar at fáa fleiri jarðfreð:!:gar upplýsingar. Norsk Hydro arbeiðir saman við Amerada Hess, Lasmo og Dong. Ein ,før- yskur“ serfrødingarbålkur 3 umbodum úr hesum gum arbeiðir í dag í ur v við tí før- skinum. Tor Lund gur, at tað er gjørd ein av- tala í bólkinum um, at bæði Amerada Hess og Norsk Hydro kunnu vera opera- tørar á føroyska landgrunn- inum. Higartil hevur so Am- erada Hess fyri tað mesta umboðað bólkin. --Vit hildu tað tí vera rætt at koma til Føroya og greiða frá, hvat vit standa fyri og hvat íkast vit kunnu geva leitingini við Føroyar. Tor Lund sigur vidari , at teir í bólkinum fara at taka støðu til, áðrenn ein umsókn verður latin inn um leiting, antin tað verður Amerada Hess ella Norsk Hydro, sum skal vera opertørur fyri ein serstakan teig (blokk). Tor Lund var annars sera 0: «ning og eknologiutvikling væl nøgdur við tiltakið í Listaskálanum herfyri. Stór- ur áhugi var fyri tiltakinum, og teir fingu nógvar áhuga- verdar fyrispurningar. -Slíkt tiltak tænir fyrst og fremst tí endamáli, at bæði vit og føroyingar kunnu læra hvør annan at kenna. Skulu vit til at arbeiða í hesum nýggja umhvørv- inum, so krevur tað eisini, at vit læra bæði land og fólk at kenna, og vit halda tað eisini vera rætt, at tit vita, hverjir vit eru og hvat vit standa fyri. Tor Lund heldur føroy- ingar vísa stóran áhuga fyri hesum nýggja og vilja vita meira um, hvat alt hetta snýr seg um. Tað tekur hann sum eitt sera positivt tekin og minnist aftur á gongdina í Noregi, tá oljuvinnan tók seg upp har. Tá bóru fiskimenn ótta fyri tí ávirkan, sum henda nýggja vinnan kundi fáa á teirra vinnu. -Men í dag kunnu vit siga, at hesin óttin var rættiliga ógrundaður. Skal Tor Lund koma við nøkrum góðum ráðum til føroyingar út frá royndum sínum, so mælir hann av- gjørt okkum til at vísa størsta varsemi við ílógum, áðrenn ein veit nakað um olju og gass í heila tikið. -Eingin kann í dag siga við vissu, um olja og gass er í føroysku undirgrundini. Tí mugu tit vera varnir við bæði iløgum og eisini hvat ein tlrættaleggur uppá longri sikt. Í dag arbeiðir Norsk Hydro fyrst og fremst í Norðsjónum. Men haraftrat í Angola og Namibia, vest- ara partinum av Ruslandi, á landgrunninum út fyri Kan- ada og New Foundland og so vid Føroyar. Tor Lund dylur ikki fyri, at teir prioritera føroyska landgrunnin høgt. Utgerdarhavnin eitt føroyskt mål Tað var um sama mundið sum Tor Lund vitjaði í Før- oyum, at orðaskiftið um útgerðarhavnir tók seg upp. Hann sigur, at teir í Noregi høvdu eitt líknandi orð- askifti seinast í 70-unum og fyrst í 80-unum. -Sum eitt útlendskt olju- felag, ið vil arbeiða í før- oyskum øki, fara vit ikki at leggja okkum út í, hvar ein oljuútgerðarhavn verður løgd. Hetta er eitt føroyskt mál, sum føroyskir politik- arar og vinnulívsmenn sjálvir mugu taka støðu til. Tor Lund vil tó mæla til, at føroyingar semjast innan- hýsis um, hvar ein slík stød skal vera. Fyri oljufeløgini hevur tað minni at siga, hvar ein útgerðarstgð liggur. Tað mest umráðandi er, at tað er ein utgerdarstød, sum gll oljufeløgini kunnu brúka og sum kann veita tær tæn- astur, ið tørvur verður á. Oljumálaráðharrin Eyðun Elttór og Tor Lund frá Norska Hydro høvdu nógv at tosa um á samkomuni í Listaskálanum herfyri. Mynd Jens K. Vang Vit spurdu Tor Lund, um tað er ov tíðliga longu nú at skula gera av, hvar út- gerðarhavnin skal vera? -Tað er eisini nakað, sum føroyskir politikarar mugu finna út av. Tí tað eru jú teir, sum hava eftirlit við tíma- ætlanini, tvs. hvat og nær nakað skal henda. Hann leggur tó aftrat, at tað er góð tíð til at umráða seg í. Tað tekur ikki so nógva tíð at fáa tann útbún- aðin, sum skal brúkast, til vega, tá farið verður í gongd. -] veruleikanum kann ein bíða við hesum til teir fyrstu teigarnir eru latnir oljufel- øgunum, tí sjålvt eftir tað fer at ganga ein tíð við rættiliga drúgvum kanning- um, áðrenn borað verður. Nú eitt danskt felag og eitt skotskt hava bjóðað seg fram til at byggja útgerð- arhavnir í Føroyum spurdu vit Tor Lund, hvussu før- oyskir myndugleikar skulu velja og vraka í hesum máli? -] eini leitifasu, har talan verður um at bora eitt av- markað tal av brunnum, verður bert brúk fyri eini útgerðarhavn. Antin før- oyskir myndugleikar velja tað eina ella hitt staðið, so eru vit nøgdir við tað. Tor Lund vil tí ikki her og nú velja millum Drelnes og Sund ella annað pláss í Tor Lund hittir Pál Weihe, arbeiðsmedisinara. Teir báðir nýtu høvid til m.a. at tosa um gransking. Norsk Nydro nýtir á hvørjum ári stórar upphæddir á hesum øki. Mynd Jens K. Vang