hósdagur 23. juli 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 137 — 23. JULI 1998
Føroyum. Hann sigur, at
hevur tú eina útgerðarhavn,
sum hevur gott atløguplåss
og góðar goymsluumstødur,
so hevur tað minni at siga,
um útgerðarhavnin liggur í
Havn ella aðrastaðni.
-Teinurin til ein boripall
verður so mikið langur, at
nakrir kilometrar meira ella
minni hava ikki so nógv at
siga.
Góð tíð til orðaskifti
um regionalpolitikk
Heldur Tor Lund tað vera
rætt at tengja spurningin um
útgerðarhavn saman við
bygdamenning?
-Sjálvur komi eg úr
strandanoregi og havi tí
upplivað alt hatta orða-
skiftið frá tí eg var smá-
drongur. Slíkt orðaskifti er
heilt náttúrligt, tá nýtt virk-
semi tekur seg upp.
Eg haldi, at ein eigur at
vera varin við ikki at hyggja
ov langt fram í eini latifasu.
Kanska verða bert boraðir
nakrir fáir brunnar, og tað
vísir seg, at einki er at finna.
Verður olja funnin, so ber
tað til væl til politiskt tá at
gera langtíðarætlanir fyri
virksemi og hvar hetta skal
vera. Tvs. at orðaskiftið um
í hvønn mun útgerðarhavn
skal tengjast at spurning-
inum um regionalpolitikk -
bygdamenning - hevur ikki
akuttan skund. Tað kann
bíða til ein veit, um olja
finst her.
Tor Lund vísir á gongdina
í Norðurnoregi, har norska
stórtingið álegði Statoil at
brúka serstakar útgerðar-
havnir til virksemi sítt har.
-Men tá tosa vit um ein
utvikling yvir 20 til 30 ár,
og tá er náttúrligt, at polit-
ikarar taka støðu til pla-
sering, og um basavirksemi
skal brúkast politiskt til at
varðveita ella menna eitt
ávíst øki í landinum.
Tor Lund heldur ti, at før-
oyingar eiga ikki at hugsa
so nógv um bygdamenning
í sambandi við eina út-
gerdarhavn longu nú. Tí
eingin kann í dag siga við
vissu, um henda støðin fer
at virka í meira enn bert
eitt stutt tíðarskeið.
Tað hann annars hevur
sæð av havnum í Føroyum,
so er ikki tørvur á at gera
stórri fløgur í basavirksemi
í løtuni. Talan er bert um
onkrar smávegis åbøtur.
-Men fyri allar partar vil
tað í longdini vera best, um
arbeitt verður út frá eini
útgerðarhavn, heldur enn at
virkssemið verður spjatt til
fleiri pláss.
Samanumtikið heldur Tor
Lund, at spurningurin um at
tengja bygdamenning sam-
an við basavirksemi kann
viðgerast tá og um olja
verður funnin. Eftir tað er
tíð til at viðgera tann spurn-
ingin og seta hann í sam-
band við, hvussu vit ætla at
menna samfelagið sum
heild.
-Føroyskir politikarar og
vinnulívið á staðnum eiga
at gera av, hvar ein møguligt
framtíðar útgerðarhavn skal
liggja og í hvønn mun hon
skal taka hædd fyri útvikl-
inginum í samfelagnum
annars.
Greenpeace og
føroyska økid
Nú umhvørvisfelags-skap-
urin Greenpeace er farin í
hernað móti nýggjum bor-
ingum á eitt nú norskum gki
spurdu vit Tor Lund um ein
ikki kann rokna við at fáa
trupulleikar við júst Green-
peace, tá farið verður at
bora við Føroyar um eina
tíð?
Sjálvur heldur hann ikki,
at tað verður lætt hjá Green-
peace at steðga útvikling-
inum her. Tað verður trupl-
ari hjá Greenpeace at fremja
atgerðir kring Føroyar enn
t.d. í Norðurnoregi eitt nú
orsakað av fråstødu millum
land og møguligar bori-
pallar.
Men hvat hevur hann at
siga til „No new oil" her-
ferðina hjá Greenpeace?
-Eg havi sæð og hoyrt,
hvat teir halda. Vit hava so
eina aðra áskoðan. Eg
trúgvi tað verður ómetaliga
torført at loysa hetta við ein-
um dialogi. Tú megnar ikki
at sannføra Greenpeace, at
teir mistaka seg eins og tað
heldur ikki hevur gjørt tað
í spurninginum um hvalin.
Hvat tú enn sigur, so eru
báðir partar so mikið sann-
førdir í sínum máli, at tað
ber ikki til at koma til nakra
semju.
-Men hevur Greenpeace
ikki rætt, tá tað verður
sagt, at vit eiga at gera
iløgur í varandi orku-
keldur ?
-Jú. Og tað verður eisini
gjørt. M.a. framleiðir Norsk
Hydro nógva orku úr vatni,
so mikið nógva, at Noreg í
dag fær alla elorku, ið brúkt
verður, frá vatnorkuverk-
um.
Tor Lund vísir á, at tað í
dag verður nógv granskað í
varandi orkukeldum kring
allan heimin, men hóast
hetta er stórur tørvur á orku,
og harímillum tí slagi av
orku, sum í dag ikki fæst
frá varandi orkukeldum.
Her vísir hann serstakliga
til flutningsøkid. Bæði hvat
skipum, bilum og flogfør-
tíðindablaðið Sosa
um víðvíkur vil tað vera
torført at ímynda sær, at
brúktar = vera varandi
orkukeldur. Annars gera
nógv oljufeløg í dag gera
íløgur i varandi
orkukeldur.
Nú siga
Greenpeacefólkini, at tað
er ikki neyðugt at leita eftir
nýggjum oljukeldum, tí tær
verandi keldurnar goyma
nóg mikið av olju til at
nøkta tørvin?
- Tad finnast stórar eyka-
goymslur sum er. Men
framleiðslan er eisini stór
I dag verða framleitt
millum 70 og 80 mill. fót
um dagin. Tað ger, at ein
er noyddur til at finna
meira olju, um ein skal
hava eina langtíðar
framleiðslu.
Vit spurdu Tor Lund,
hvat hann hevur at siga til
úttalilsini hjá aðalskrivar-
anum í norska senterflokk-
inum í Sosialinum fyrr í ár
um, at føroyingar eiga
longu frá byrjan av
avmarka talið av teigum og
heldur leggja seg eftir at
lata nøkur fá og stór
oljufeløg sleppa at bora?
-Ein kann siga fyri og
ímóti tí. Tað vit síggja alla
staðni er, at lond vilja luta
út so nógvar teigar sum
gjørligt frá byrjan, meðan
áhugin í oljuídnaðinum er
stórur. Ein av orsøkunum er
tann, at myndugleikarnir tå
kunnu fåa betri treytir
fgjøgnum seinni. Tå tad
fyrst eru boraðir nakrir
brunnar, sum geva negativt
úrslit, kann tað vera tor-
førari hjá myndugleikunum
at fáa oljufeløg at góðtaka
harðari treytir.
Tor Lund vil ikki gera
viðmerkingar til møguleik-
arnar at finna olju við Før-
oyar, men í einum heilt
nýggjum øki, har tað ikki
er leitað áður, er tað oftani
minni enn 10% møguleiki
fyri at finna olju. Tað merk-
ir, at teir flestu brunnarnir
vilja verða negativir.
Hittu
oljumálaráðharran
Undir vitjanini í Føroyum
nýttu umboðini fyri bæði
Norsk Hydro og Lasme
høvi til at heilsa uppá
nýggja oljumálaráðharran.
Tor Lund heldur tað vera
sera positivt, at Føroyar
hava peikad út ein persón,
sum politiskt skal hava
ábyrgdina av oljumálum.
Tað ger tað eisini lættari hjá
oljufeløgunum.
- Vit hava eisini havt fund
vid oljufyrisitingina, og eg
haldi, at tit í Føroyum eru
komin sera væl áleiðis við
at fyrireika tykkum til eina
oljuvinnu við m.a. at fáa tey
fólk og ta vitan, sum brúk
er fyri.
Nú gera vit okkum tilreið-
ar til at vera við í tí fyrsta
útbjóðiningarfarinum. Nær
henda rundan verður er upp
til føroyingar. Vit brúka
tíðina fram til tann dagin til
at arbeiða víðari, og tá før-
oyingar seta hol á runduna,
so vera vit klárir við eini
umsókn.
Hann skilur annars væl
føroyingar, at ein er eitt
sindur varin við at bjóða út,
nú markið ikki er ásett
Hetta kann loysast við eini
politiskari semju ella kann
ein semjast um, hvat ein er
ósamdur um, tvs. at ein
hevur eitt øki ímillum, sum
framvegis er umstrítt, og
har føroyingar kunnu bjóða
út tað, sum er føroyskt og
bretar tað, sum er bretskt.
-Men eg haldi, at fyri allar
partar vil tað vera betri, um
ein verður samdur fyrst um,
hvar markið skal vera. Tað
Leiðarin á Oljufyrisitingini Herálvur Joensen hittir Tor Lund frá Norsk Hydro
Norsk Hydro vitjar í Tinga
nesi. Frá vinstru Eyðun
Elttør, oljumálaráðharri
Kamma Strand
nformatiónsleiðari, Tor
| stjóri og James
Efestathiou, kanningarstjór
iftast Johan Mortensen
umboðsmaður. Mynd Jens K
Vang
Lund
vil vera betri, at tann dia-
logurin kom, áðrenn eina
leiting, enn um hann skal
koma eftir, at eitt fund er
gjørt.
Millum tey sterstu í
Noregi
Norsk Hydro er eitt altjóða
orkufelag. Felagið umger
orku til ymsar verur
37.000 fólk starvast hjá
felagnum, harav 17.000 í
Noregi. Felagið er heimsins
størst: framleiðari av nitro-
gentød. Fyritøkan er eisini
av tann størsti alumini-
umframleiðarin í Europa
Haraftrat verður magnes-
ium og PVC framleitt. Eis-
ini stendur fyritøkan fyri
eini munandi framleiðslu av
alilaksi. Haraftrat umger
Norsk Hydro farmaseutisk-
ar verur úr burturkastinum
frá alingini. Umframt hetta
er Norsk Hydro ein týðandi
oljuframleiðari á norska
landgrunninum. Fyritøkan
framleiðir 800.000 føt av
olju um dagin, sum svarar
til 1% av heimsframleidsl-
51% av fyritøkuni eru
ogn hjå norska statinum
Men verður annars rikið
sum var talan um eitt privat
felag. I dag telist Norsk
Hydro millum tær størstu
fyritókurar i Noregi. Kvær
ner hevur fleiri fólk
Norsk Hví
hevur stórri umsetning
er Statoil størst, tá talan
um nettoinntøku
arbeidi, men