Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 1998síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

so Nr. 137 — 23. JULI 1998 Farex letur steypini til FM-vinnararnar. Frå vinstru Rói Egholm og Kaj Leo Johannesen frå Farex, Hannis Joensen, formaður i Róðrarsambandinum, og Hans David Hansen, kappingarlidari. %. * Mynd: Álvur Haraldsen Farex letur steyp til allar FM vinnararnar Kappróður: RSF veit einki um, at tað ikki hevur eydnast at avgreiða róðrar- nar til ásettu tíðina ólavsgkuaftan JÓANNES HANSEN Seinnapartin týsdagin vísti Róðrarsamband Føroya, RSF, steyp og skreytlutir fram, sum teir eftir ólav- sgkukappróðurin fara at handa FM vinnarunum í 1998. Hetta var gekk fyri seg í ISF húsinum. Í fjør var veður at vera uttanfyri, men hesa ferð var neyðugt at hal- da seg innandura, hóast tað er hásummartíð. — Kappróður man vera tann ítróttin, sum kemur okkara starvsøki næst, helt annar av monnunum, sum eiga fyritøkuna, ið hevur latið steypini og heiðurs- merkini í år. Fyritøkan eitur Farex, og tann, sum segði omanfyri standandi, var Kaj Leo Johannesen. Saman við Róa Egholm eigur hann fyr- itøkuna, sum fæst við at sel- ja fisk. Tað kundi kanska sæð út, sum um RSF serliga hevur lagt seg eftir at fáa fyritókur, ið beinleiðis eru knýttar at sjóvinnuni, at geva steypini, tí í fjør var tað Skipafelagið Føroyar, sum var gevari. Men formaðurin í RSF, Hannis Joensen, sigur, at tað er av tilvild, at talan er um tvær ymiskar fyritøkur, sum fyrst og fremst liva av ti, sum hevur við fisk og sjó- vinnu at gera. — Vit hava gjøgnum árini ikki dugað serliga væl at fáa sponsorar, og vit eru glaðir fyri, at tað eru fyritøkur, sum á henda hátt sýna kapp- róðrinum áhuga. Í teimum góðu tíðunum gav RSF sjálvt oftast heiðursmerkini til FM vinnararnar. Tá vóru hesi ofta úr føroyskum gró- ti, og tað varð væl dámt, men tá tíðirnar versnaðu góvust vit við hesum, og nú eru vit sum sagt sera fegnir um, at onnur vísa áhuga. Nógvar handanir Sambært ólavsgkuskránni verða steyp og heiðursmer- ki handað 6lavsøkuvinnar- um og FM vinnarum á Bur- satanga klokkan 17, og tað er so mikið nógv skreyt, sum skal handast, at tað verður um reppið, at hetta fer at taka eins langa tíð, sum tað fer at taka at av- greiða FM róðrarnar — um tað fer at ganga eins skjótt við ólavsgkuróðrunum, sum tað hevur gjørt tey seinnu árini. Fyrst skal Børge B. Han- sen, sum róði í mong år, fyri Havnar Róðrarfelag, HR, handa ferðasteyp, ognar- steyp og heiðursmerkir til vinnararnar av ólavsgku- kappróðrunum. So skal An- finn Kallsberg, løgmaður, handað útvarpssteypið, og so sleppur Signar á Brúnni, mentamálaráðharri, framat við tí, sum RSF hevur at handa. At enda verður Ama- rada Hess steypið handað FM vinnaranum hjá 10- mannaførunum. Tað verður Guðrun Maria Mortensen, dóttir Johan Mortensen, før- oyska umboðið hjá oljufel agnum, sum fer at handa steypið til manningina á Eysturoyingi Tað hevur verið eitt sind Guðrun Maria Morten- sen fer at handa FM- vinnaranum hjá 10- mannaførum Amerada Hess steypið Mynd: Jan Miller ur av iva um, um steypið skuldi handast vinnaranum á ólavsgku ella FM vinnar- anum, men nú er staðfest, at tað er vinnarin á Glav- søku, sum skal hava steyp- ið. Eins og í fjør so fær FM vinnarin í kappingini mill- um 10-mannafør rætt til at taka lut i kapprógving í Scillyoyggjunum komandi vár. Tí syrgir Amerada Hess fyri. Mjerkin og róðurin Tað er einki at liggja omaná, at um ólavsgkuleitið er mjørkin ofta heilt forargi- ligur, og serliga argar hann á høvudsstadarleidini. Men i nyggjari tid hevur tad ong- antíð verið neyðugt at av- lýsa kappróðurin, tí tað í orðsins sanna týdningi ikki hevur sæðst fram um stavn Eitt árið var so tjúkt, at ein gentubátur fór uttanfyri Molan. Tað lærdu vit av, og okkurt annað árið, tá tað hevur verið rættuliga myrkt, hava bátar ligið framvið r6drarøkinum fyri at halda kappróðrarbátunum á bein- ari kós. Vit vóna sjálvandi, at hetta verður ikki neyðugt hesa ferð, men um tað skul- di verið neyðugt, so fara vit at gera okkara besta, sigur formaðurin í RSF Og meðan manningarnar leggja seinastu hond á fyri reikingarnar, og bátarnir verða snikkadir og snákaðir, so verður við spenningi bíð að eftir síðsta kappróðrinum í ár. Veðrið fáa vit einki vjórt við, men vit kunnu vóna, at:tað verða góð lík indi — bæði hjá róðrarfólk unum og hjá áskoðarunum 5-mannafør dreingir: 1967: So 1968: Dúgvan 1969: Dúgvan 1970: Sílið 1971: Sílið 1972: Firvaldur 1973: Sílið 1974: SO 1975: Junkarin 1976: Svanur 1977: Så 1978: Báran 1979: Svanur 1980: $vanur 1981: Svanur 1982: Báran 4.35.2 1983: Blikur 4.39.3 1984: Blikur 4.40.4 1985: Bylgjan 5.14.8 1986: Kollur 4.38.6 1987: Koltur 4.40.9 1988: Tarvurin 4.35.4 1989: Blikur 4.37.9 1990: Tjaldrið 4.58.6 1991: Tjaldrið 4.29.92 1992: Beinta 4.29.16 1993: Drekin 4.37.04 1994: Súlan 4.14.68 1995: Drekin - tíðin finst ikki 1996: Drekin 4.37.16 1997: Drekin 4.38.05 6-mannafør kvinnur (hava kappast síðani 1983) 1983: Smyril 4.44 1 1984: Gongurélvur 5.01.9 1985: Gongurélvur 6.11.3 1986: Hósvíkingur 4.56.2 1987: Páll Fangi 4.45.0 1988: Páll Fangi 4.43.2 1989: Páll Fangi 4.50.0 1990: Leirvikingur 5.19.6 1991: Jambardur 4.45.25 1992: Strålan 4.36.16 1993: Leirvikingur 4.46.04 1994: Gongurólvur 4.45.44 1995: Jambardur 4 21.12 1996: Hvessingur 4.49.13 1997: Jarnbarður 4 51.22 S-mannafør kvinnur 1967: Fípan Fagra 1968: Sid 1969: Fípan Fagra 1970: Royndin Fríða 1971: Sid 1972: Tjaldrið 973: Tjaldrið 974: Sílið 975; Svanur 1976: Sd 977: So 978: Sílið 979: Firvaldur 1980: Sílið 981: Aldan 1982: Sílið 4.46.1 983: Bylgjan 4.53.3 1984: Blikur 4.51.5 1985: Blikur 5.46.0 1986: Blikur 4.55.4 1987: Blikur 5.02.9 1988: Ørnin 4.54.8 1989: Firvaldur 4.47.6 1990: Ørnin 5.13.2 1991: Hvassi 4.49. 12 1992: Båran 4.40.92 1993: Dúgvan 4.51.08 1994: Báran 4.48.12 1995: Sítið 5.01.13 1996: Sílið 4.53.17 1997: Ørnin 4.57.17 6-mannafør menn (hava rød síðani 1974) | 1974: Kolifirðingur | 1975: Kollfirðingur Søguligu hagtølini Í bókini Drekin - ein rådrarsøga, sum Niels Juels Arge, sáli, legði til rættis í sambandi vid at Havnar Róðrarfelag í 1982 fylti 50 ár, standa årslitini av øllum ótavsgkuróðr- unum frá 1932 og til og vid 1981. Frá RSF hava vit fingið úrslitini av ólavsgskuróðrunum síðani 1982. Niðanfyri prenta vit vinnararnar av ólavsgkuróðrunum tey seinastu tríati árini saman við vinnaratíðunum. 15 1976: Kolifirðingur 1977: Hvessingur 1978: Hvessingur 1979: Kollfirðingur 1980: Gongurólvur 1981: Gongurólvur 1982: Gongurólvur 4.21.80 1983: Sølmundur 4.15.4 1984: Gongurélvur 4.32.4 1985: Hósvíkingur 5.02.6 1986: Sølmundur 4.31.3 1987: Hósvíkingur 4.32.3 1988: Hvessingur 4.23.8 1989: Hvessingur 4.25.3 | 1990: Sølmundur 4.41.0 1991 Gongurélvur 4.26.20 1992: Kolifirbingur 4.18.16 1993: Gongurélvur 4.23.24 1994: Kolifirðingur 4.21.36 1995: Gongurélvur 4.37.08 1996: Gongurótvur 4.31 .11 1997: Hvessingur 4.31.23 $-mannafér 1967: Árnfirðingur 1968: Árnfirðingur 1969: Kvívíkingur 1970: Víkarbáturin 1971: Kvívíkingur 1972: Víkarbáturin 1973: Kvívíkingur 1974: Kvívíkingur 1975: Ørvur 1976: Oyndri 1977: Oyndri 1978: Kvívíkingur 1979: Kvívíkingur 1980: Postbáturin 1981: Kvívíkingur 1982: Oyndn 4.07.50 1983: Oyndri 4.15.8 1984: Ørvur 4.15.5 1985: Knørrur 4.42.6 1986: Ørvur 4.14.6 1987: Ørvur 4.13.9 1988: Miðvingur 4.15.0 1989: Argjabáturin 4.18.4 1990: Argjabáturin 4 32.3 1991: Ørvur 4.13.44 1992: Argjabáturin 4.06.28 1993: Miðvingur 4.10.24 1994: Argjabáturin 4.12.24 1995: Víkarbáturin 4.13.02 1996: Kvfvikingur 4.20.18 1997: Argjabåturin 4.17.22 10-mannafør 967: Havnarbåturin 1968: Havnarbåturin 1969: Sumbingur 970: Skålabåturin 1971: Havnarbåturin 972: Havnarbåturin 973: Havnarbåturin 974: Havnarbåturin 1975: Havnarbåturin 976: Havnarbåturin 1977: Havnarbåturin 1978: Havnarbåturin | 1979: Nólsoyingur | 1980: Havnarbåturin | 1981: Tvøråbåturin 1982: Havnarbåturin 3.58.1 1983: Nólsoyingur 4.02.8 1984: Vestmenningur 4.07.6 1985: Nólsoyingur 4.32. 1 i 1986: Nótsoyingur 4.07.3 | 1987: Vestmenningur 4.08.9 1988: Eysturoyingur 4.02.6 1989: Nólseyingur 4.03 4 1990: Havnarbåturin 4.12.2 1991: Skålabåturin 3.58.80 1992: Skålabåturin 3.52.X i sg 7 1993: Skålabåturin 3 1994: Skálabáturin 3 1995: Skålabåturin 4. 1 1996: Havnarbáturin 4.03 SK 24 1997: Vestmenningur 4.05. 18 | | | | |