hósdagur 23. juli 1998síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 137 — 23. JULI 1998
veggirnar hjá teimum, ið
ráddu tá, seinast í 40-unum.
Sjálvandi strongdu øll sam-
feløgini á at byggja uppaftur
tann krígsherjaða heimin,
og tað er einki at ivast í, at
vreiðin um kríggj og kúgan
var so stór, at uppskotini hjá
nevndini høvdu fingið und-
irtøku bæði í byum og fá-
tækum bygdum allastadni.
At yvirlysingin ikki varð
løgd fram til alment orða-
skifti var eingin góð byrjan,
skuldi tað eydnast at fáa
allan heimin at broyta hugs-
an og virða mannarættindini
í verki. Tað tykist at hava
verið so, at stjórnirnar, ser-
liga hjálandastýrini, kapp-
aðust í ST um at stuðla yvir-
lýsingina, samstundis sum
tær vónaðu at fáa frið fyri tí
vanliga fólkinum á jarðar-
teigum og í verksmiðjum,
hesi, sum tey næstu tíggju-
árini skuldu líða undir brot-
um á hesa somu yvirlýsing.
Heimsbardagin og fas-
isman vóru tær søguligu
fyritreytirnar, men yvirlýs-
ingin var samstundis ein av-
bjóðing móti hjálandaveld-
um og øðrum ódemokrat-
iskum stýrisskipanum. For-
mælið greiðir frá teimum
hugsjónum, ið seta manna-
rættindini beint inn í hjartað
á øllum samfelagslívi. Virð-
ingin fyri hesum rættindum
verður lýst sum »stødid
undir frælsi, rættvísi og
friði<.
Tey >fýra frælsini< hjá
Roosevelt (frælsið at siga
sína hugsan, trúarfrælsið,
frælsið frá ótta og neyð)
vórðu søgd at vera »menn-
iskjunnar hægsta mið og
mál<. Sjónarmiðið í for-
mælinum, at harðræði
heima hjá sær sjálvum og
harðræði úti í heiminum eru
samantvinnað, varð gjølliga
grundgivið.
Sum 20. gld er liðin, hava
vit sæð dómi um hetta
mynstrið mangastaðni, sum
nýliga í Argentina, Iraq,
Suðurafrika, Jugoslavia, ið
var, og Kongo. Formælið
ger greitt, at mannarættind-
ini mugu verjast við lógum,
um fólk ikki skal verða
noytt til >sum evstu ráð at
taka til uppreistur móti
harðræði og kúgan<.
Hetta tekur av sonnum
skorðarnar undan gllum
harðrendum einaræðisstýri.
Í greiðum orðum tilskilar
yvirlysingin, at øll menn-
iskju hava »rætt til sam-
felags- og altjóða skipan,
har tey rættindi og frælsi,
ið nevnd eru í hesi yvir-
lýsing, kunnu verða framd
út í æsir<. Sostatt áleggur
yvirlýsingin teimum ym-
isku samfeløgunum at
fremja tiltøk í politikki, í
rættarviðurskiftum, í skúl-
ing og mentan, bæði í egn-
um landi og landanna mill-
um, sum kunnu tryggja
hesar ásetingar >úti í æsir<.
Hetta vóru ógvuliga umfat-
andi mál at seta sær, og tað
var eitt veruligt ískoyt til
ST-sáttmálan sjálvan.
Nú skuldi tað nú standa
sína roynd. Yvirlýsingin
hevði við sær eina fjøld av
åtøkum, sum skuldu tryggja
Nýggi kommisserinum fyri mannarættindi, Mary Robinson
mannarættindini í verki. Á
alheimsstødi hava teir ym-
isk ST-stovnarnir ment seg
síðani 1948. Aftur at teim-
um ymisku kunngerðunum
og ødrum felags fyriskip-
anum um mannarættindi
(t.d. minstukrøv til løgreglu
og fongsling) er nú eitt sam-
anhangandi samstarv skip-
að og góðkent av flestu
stjórnum. Hetta umfatar teir
tveir høvudssåttmålarnar
um mannarættindi og fleiri
samtyktir, so sum samtyktin
móti píning. Arbeiðið við
skipanum og reglugerðum
mennist. Stovnsetingin av
embætinum sum håkom-
misserur fyri mannarættindi
og royndin at skipa ein al-
heims dómstól í revsimål-
um eru týðandi dómi.
Men yvirlýsingin fekk
eisini týdning, tí hon viður-
kendi hugtakið um manna-
sømd, tað sum nú kallast
„tey figgjarligu, sosialu og
mentunarligu rættindini<.
Hetta vóru rættindi, sum
Sovjettsamveldid og tess
sameindu løgdu serligan
dent å i ordaskiftinum. Men
Roosevelt hevdi longu tå
talað fyri, at stjórnirnar
høvdu skyldu at verja sínar
borgarar móti fåtækradømi
(frælsi frá neyð).
Harumframt var tað við-
urkent, at ídnaðarmenning-
in, við orðunum hjá Henri
tíðindablaðið SOSTATN
Lauger, tá ið hann setti
nevndina fyri mannarætt-
indum í 1946, >hevur skap-
að fíggjarligar skipanir, ið
leggja ótolandi byrðar á
annars fræls fólk<. At enda
fekk hugsanin um at fáa
fíggjarlig, sosial og ment-
unarlig rættindi við í yvir-
lýsingina breiða undirtøku.
Hetta var at geva teimum
almennu mannarættindum
eina nýggja dimensjón. Tey
ymisku rættindini eru týði-
liga samanbundin, tí tey
koma øll frá sama hugtak-
inum um javnrætt. Mann-
sømilig kor kunnu ikki vera
har, ið >ótolandi byrðar<
liggja á fólki.
Hesi rættindini til vælferð
og arbeiði (herundir somu
løn fyri sama arbeiði), til
fritid, tryggar livsumstødur,
skúlagongd og mentan
hanga saman sum ein skip-
an í fleiri liðum, ið tað ligg-
ur á stjórnunum og ST at
tryggja. Hetta var fyrsta
stigið í tí seinna orðaskift-
inum um býti av ábyrgd
millum tey ríku og tey fá-
tæku londunum. So sum
málið um norður/suður
viðurskiftini vísir, stendur
hetta orðaskiftið við
Tær avgerandi ásetingar
nar í yvirlýsingini staðfestu
fyri fyrstu ferð í einum
heimsumfatandi skjali rætt-
indini hjá einstaklingum og
bólkum mótvegis stjórnar-
valdinum. Men tað setti eis-
ini upp skyldurnar hjá borg-
arunum mótvegis lógligum
myndugleika, herundir
virðingin fyri rættindum hjá
ødrum. Yvirlysingin rokn-
aði við, at stjórnir (og borg-
arar) fóru at gera eftir áset-
ingunum. Men hvussu
kundi ST ella ein einstak-
lingur vita, um ein stjórn
virdi hesar ásetingar >út í
æsir<? Í yvirlýsingini var
eingin eftirlitsskipan, og
hóast avgjørdar orðingar
eru í henni, so lá tað til
seinni samtyktir og sáttmál-
ar og til stovnarnar undir ST
at taka avgerðir um hendan
spurning.
Tað hevði við sær, at í
vé m og at halda fast um rættin
øllum fórum nakrar stjórnir
mettu yvirlýsingina at vera
bara vegleiðandi. Hetta
sjónarmið kann ikki góð
kennast sambært altjóða
lóg, tí yvirlýsingin er út-
greiningin av hugtakinum
um mannarættindi í sjálvum
ST-skjalinum, og at halda
reglurnar í hesum skjali er
tann grundleggjandi skyld
an hjá einum landi, sum er
limur í ST
Yvirlýsingin stendur so
statt framvegis sterk sum
tann felags varðin fyri
mannarættindum, reistur av
følkasløgunum um allan
heim. Í sær sjálvum hevur
hon ikki gjørt enda á kúging
av menniskjum. Men hon er
eitt stavnhald, eitt lyfti og
ein avbjóðing. Tá ið brot
vórðu gjørd, kundu stjórnir
nú ikki longur vísa til innan-
hýsis viðurskifti, sum eing-
in uttanífrá hevði rætt at
leggja seg útí. Yvirlýsingin
áleggur tiltøk og leggur
ábyrgdina fyri mannarætt-
indunum á gll lið í sam-
felagnum: Einstaklingar, fe-
lagsskapir, stjórnir og al-
tjóða stovnar. Fyri okkum í
Amnesty International er
avbjóðingin framhaldandi
at kunna vera ein livandi
partur í tí upplýsandi ar-
17
beiðinum og at halda fast
um rættin til eina >sam-
felagsliga, altjóða skipan,
har tey rættindi og frælsi,
ið nevnd eru í hesi yvirlýs
ing, kunnu verða framd út í
æsir<
Dr. Andrew Ladley er
lektari í jura á universitetin-
um í Wellington í New Zea
landi. Hann hevur arbeitt
fyri ST í Kambodia og fyri
Bretska Samveldið í Suð-
urafrika og Gambia. Sum
limur í Amnesty í New Zea-
landi hevur hann verið við í
kanningarferðum til Vestur-
samoa og Bosnia
|
Í