Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. juli 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 138 — 24. JULI 1998 tíðindablaðið Erik Olsen, listahandverkari: Hevur selt listahandverk um allan heim Erik Olsen er ættaður úr Rituvík. Hann giftist í Íslandi og búði í Íslandi í 25 ár, men hevur seinastu 19 árini búð í Danmark. Erik fæst við listahandverk, hann ger brúkslutir úr jarni og hevur fyritókuna Olsen Design. Hann er í ár gestaframsýnari á sølustevnuni Hendur og Hugflog á Hálsi, ið letur upp í dag. Hetta er fyrstu ferð hann sýnir fram í Føroyum. DAGFINN OLSEN Erik er føddur í Rituvik í 1931. Påpin var fiskimadur, sum menn flestir vóru tå Men Erik sigur, at hann hevur ikki verið so nógv í Føroyum, tí hann hevur búð aðrastaðir. Erik flutti til Ís- lands í 1955 og búði har í 25 ár. Hann giftist íslendsk- ari kvinnu, men tey hava seinastu 19 árini búð í Dan- mark. | Fyrstu årini f Islandi var Erik fiskimadur, men fór so at læra, Hann arbeiddi við at byggja stórar bilar, ikki sum mekanikari, men ar- beiðið gekk uppá at byggja bussar, ið teir fingu inn bara sum stell vid motori. Har var alt frá jarnsmíði til polstring - Hetta er grundvøllurin hjá mær, tá tað kemur til jarnsmíð, men eg havi fing- ist við hetta, sidani eg var barn. Eg eigi lutir, ið eg havi gjørt sum 11 - 12 ára gamal, men tá var tað træ, sigur Erik Olsen. Um allan heim Erik Olsen fæst við at smíða ymiskt úr jarni, nevnast kunnu borð, stólar og blómu- og ljósastakar. - Tað eru umleið 15 ár síðani, eg byrjaði við hes- um. Síðstu 10 árini havi eg fingist nógv við hetta og havi havt nógvar framsýn- ingar. Fá av mínum verkum eru í Føroyum, men annars eru lutir seldir um alla verð- ina; til Onglands, Týsk- lands, Amerika, Belgía, Holland og Frankaríki, sigur Erik. Ikki hópframleiðsla Tað er soleiðis við Olsen Design, at ein maður ger alt. Eg tekni og framleiði, so tað kann ganga long tíð, áðrenn liðugt er, sigur Erik - Tað ein maður ger alt, so blívur tað ongantíð hóp framleiðsla. Ofta geri eg bert eitt av hverjum, men onkutíð 10, men so kemur okkurt nytt. Eg eri ikki fyri hópframleiðslu. Tað er keðiligt at koma inn í eini hús og síggja júst somu lut- ir, sum í húsinum ein hevur verið í frammanundan. Keypir tú ein lut frá mær, so er mikið møguligt, at tú ert tann einasti í heiminum, ið eigur slíkan lut, sigur Erik - Eg goymi altíð original- in, men ongantíð modell. Tað er sostatt møguligt at bíleggja, um onkur hevur sæð okkurt, ið teimum dám- ar væl, men á goymslu er tað ikki, sigur Erik. - Men tað verður model- Ísmíð hvgrjaferð, so einki verður júst tað sama, tí allar bylgjur og snyrlar blíva ongantíð heilt líka, sigur Erik. - Eg havi eini 200 upp- runalutir, sum eg havi gjørt. Okkurt hava børnini og góðir vinir tó fingið, greiðir Erik frá Veruligt handverk - Allir steinarnir, ið eg nýti, slái eg ul sjálvur. Tá tú sær ein, ið eg havi gjørt, so havi eg vent og snarað honum fleiri ferðir, til eg havi fing ið hann, sum eg vil hava hann. Tí er heldur eingin steinur líka, sigur Erik, ið heldur júst frábregði vera tað áhugaverda - Alt er gjørt vid hond, nærum eingin maskina er nýtt, so tað er veruligt hand- verk. Av maskinum nýti eg bert sveisitól, vinkulslípara og tílíkt. Av tí sama kann eg ikki kappast í prísi við aðrar, ið hópframleiða, ella nýta fleiri tól, sigur Erik, ið ikki heldur nógv um at kalla nakað handverk, ið bert verður sett saman, eftir at maskinur hava gjørt ar- beiðið. Fyrstu ferð í Føroyum Hetta er fyrstuferð Erik Ol- sen sýnir fram í Føroyum, men hann heldur seg longu hava merkt, at fólk vísa áhuga. Fleiri, hann hevur prátað við, hava verið sera áhugað, og Erik er sann- førdur um, at hetta serstaka og listakenda vinnur meira og meira á hópframleiðsl uni, tí fólk eru troytt av at síggja tað sama allastaðir Erik er spentur uppá, hvussu móttókan verður í Føroyum, men at dóma eftir áhuganum, ið longu er vist ur, so er líkt til, at føroy ingum dámar snøggu hand verkslistina hjá Eriki Erik Olsen teknar og framleiðir sjálvur lutirnar ið hann selur undir navn inum Olsen-Design (mynd: D. Olsen) $ SUZUKI —— Erik Olsen, ættaður úr Rituvík, hevur selt lista handverk um allan heim. Nú sýnir hann fy $ SUZUKI (mynd: Jens ferð fram í Før 4. Í Nú við lakk-kúfangara ; Sp/f Eyðbjorn Hansen Vardagøta 75 - 100 Tórshavn Tlf. 31 3375 - 28 9374 BILSOLA - MEK. UMVÆLINGAR - UPPRÆTTAN OG LAKKERING $ SUZUKI mel $ SUZUKI $ SUZUKI Kristian van ref