fríggjadagur 24. juli 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 138 — 24. JULI 1998
tíðindablaðið SOSÆNN
Nógv fólk verið við
Norðlýsinum í summar
Ein túrur við Norðlýsinum er mangan ein tann besta
upplivingin, sum ferðafólk hava, tá ið tey vitja í Føroyum.
Norðlýsið við bryggju í Havn
TERII NIELSEN
Hetta er fimta árið á rað, at
P/F Utferðir skipar fyri
ymiskum túrum við
Norðlýsinum. Í fyrstuni
gekk eitt sindur striltið við
at fáa fólk við á túr og eisini
at leiga skipið út, men í dag
er stødan ein heilt onnur.
Sum við so mongum
ødrum, so er tað ein
sannroynd, at tað skal ganga
eitt ávíst tíðarbil, áðrenn
summi fólk fáa álit á eina
vøru og vilja royna hana.
Soleiðis er eisini við
Norðlýsinum.
Nógv útleigað
Birgir Enni, skipari á
Norðlýsinum, sigur, at í ár
hevur skipið verið
ómetaliga nógv útleigað.
Sera nógv fólk hevur verið
við í summar, og tað hevur
verið helvt um helvt
føroyingar og útlendingar.
Skiparin sigur, at tað eru
serliga túrarnir út í Hest,
sum fólk hava sýnt áhuga
fyri. Sum heild kann tó
sigast, at åhugin er stórur
fyri gllum tårunum, sum
Norðlýsið ger.
Ein stórur partur av teimum
leigutúrum, sum Norðlýsið
ger, eru fyritøkur, sum leiga
skipið til eina útferð fyri alt
starvsfólkið hjá sær, ella
sum møguliga hava onkrar
útlendskar samstarvsfelagar
á vitjan.
Avlýsa ongar túrar
Skiparin á Norðlýsinum
sigur, at ongin túrur verður
avlýstur. Um ætlanin eitt nú
var at fara út í Hest, men
veðrið og streymurin ikki
eru til vildar, so verður eitt
nú farið kring Nólsoynna
ístaðin. Tað viðrar altíð
onkra aðrastaðni, sigur
Birgir Enni.
Eisini er tað so, at ferðafólk
mangan dáma tað væl, um
veðrið er eitt sindur baldrut.
Tey eru ofta nógv betur
flatin enn tl dømis
føroyingar, og teimum
dáma væl at síggja
náttúruna sýna sínar kreftir.
Viðrað væl í ár
Sjálvsagt er tað best, um
veðrið er gott, tá ið man skal
gera túrar við einum slíkum
skipi sum Norðlýsið. Í ár
hevur tað viðrað serstakliga
væl, sigur Birgir Enni. Tó
so, ikki hevur veðrið altíð
verið so gott, men so hevur
tað ístaðin verið gott í
sjónum, sigur hann.
Fer í dag ein túr
vestur um Suðuroy
Norðlýsið ger í dag ein sera
áhugaverdan túr. Kósin
verður sett av Havnini til
Suðuroyar. Siglt verður
vestan fyri Suðuroynna,
fram við Asmundarstakki
og Rituskor, og síðani
gongur leiðin suður til
Beinisvørd. Á veg aftur til
Havnar verður siglt vestan
fyri Sandoynna og Hest, so
at møguleiki eisini verður
fyri at síggja bjørgini har.
Ahugin fyri túrinum í dag
(mynd: Terji Nielsen)
hevur verið sera stórur, so
ikki er óhugsandi, at fleiri
slíkir verða gjørdir seinni í
summar.
Royal Marines brúkt
Norðlýsið
Herfyri leigadu Royal
Marines Norðlýsið.
Bretarnir komu umborð
friggjakvøld, og teir fóru
ikki í land aftur fyrr enn
mánamorgun. Hesar
dagarnar ferðaðust teir víða
um, og millum annað
kavaðu teir í gjónni í Dímun
og ymsastaðni í Suðuroy
eisini. Birgir Enni, skipari
á Norðlýsinum, er sjálvur
roydur kavari, og hann
kundi tí vísa bretunum á
ymisk stød, sum vóru væl
egnaði til at venja kavarar.
Royal Marines hava boðað
frá, at teir eru áhugaðir í at
leiga Norðlýsið í einar tvær
vikur komandi summar.
Ætlanin hjá teimum er so at
ferðast kring oyggjarnar og
lata sínar kavarar fá: roynt
seg her. Haraftrat er ætlanin,
at teir eisini skulu nyta høvi
til at venja fólk sítt at ganga
í økjum, har tað ikki altíð
er so lætt at koma fram.
Gevast í oktober
Norðlýsið gevst ikki við at
sigla í ár, fyrr enn komið er
út í oktober mánaða. Hetta
er eitt sindur longri enn
vanligt, men sum
ådurnevnt, so hevur
ómetaliga nógv verið at
gjørt í ár hjá blålittu skútuni.
SKIPAFELAGIÐ FØROYAR
FAROE SHIP.