fríggjadagur 24. juli 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A
Nr. 138 — 24. JULI 1998
sosialurin, box
tíðindablaðið SOS
ÍTRÓTTUR
76, 110 torshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - e-mail til ítróttin: emil
sosialurin.fo
ff
Lesið eisini
itrottin á
Internetinum
www. sosialurin.fo
ÍF
Raskir HB dreingir hava møgu-
leika at halda fram í Europa
Fótbóltur: Vilji
og væl skipað
verjuspæl vóru
botnurin undir
sigri í atljóða
stríði, har eitt
føroyskt lið
hevði marginal-
irnar á sínari síðu
SVANGASKARÐ: Tað
letur til, at í hvussu so er
eina ferð á hvgrjum sumri
skal tað vera hugaligt at
vera til Europa Cup fótbólt
á Svangaskarði.
Hesa ferð vóru tað so sera
røsku HB spælararnir, sum
hildu høvdid kalt og rukku
einum ursliti, sum vid eitt
lítið sindur av hepni fer at
bera við sær, at teir Ólav-
søkudag kunnu spæla seg úr
fyrra og í seinna innleiðandi
umfarið í UEFA kappingini,
har teir vinna 360 túsund
krónur afturat, umframt at
teir fáa stóra ítróttarliga av-
bjóðing, sum tað verður
funnið fram til í lutakasti
friggjadagin 31. juli.
Fyrsta løtan
var avgerandi
2-0 er eitt frågera gott úrslit,
men tað hevði verið við síð-
una av at sagt annað, enn at
marginalirnir vóru við HB í
fleiri fórum í 1. hálvleiki,
tá gestirnir høvdu góðar
møguleikar. Men tvørrandi
altjóða royndir og ein fram-
år væl spælandi Kaj Leo
Johannesen millum stólp-
arnar, vóru orsøkirnar til, at
Vaasa urtøkan var so lítil,
sum hon kundi vera.
HB var trongt fyrstu løt-
una, tå teir partvis gloymdu
ráðini frå venjaranum um at
varðveita bóltin og spæla
hann ímillum sín ístaðin fyri
at sparka skjótt og langt.
Tað gav mótstøðumonn-
unum yvirtakið, og vong-
spælarin í høgru, Juha Kar-
vinen, ið er 31 ára gamal
og áður hevur roynt seg á
landsliðnum, hevði fýra
næskar royndir, meðan
Hans á Lag, ið hevði til upp-
gávu at ansa honum, royndi
at finna stevið. Millum ann-
að drønadi hann úr 16 metr-
um upp undir samankom-
ingina, meðan Kaj Leo og
allir hinir hugdu at, og størs-
ta møguleikan hevði hann
beinanvegin, tá uppspæl úr
vinstru og bóltur tvørtur um
gjørdu, at hann var púra
leysur, tá eftiransarin gleið.
Fyri HB og framtíðar
lagnuna hjá teimum í kapp-
ingini var tað alt avgerandi,
at Kaj Leo í hesum førinum
var avgjørdur, kom út úr
málinum og gjørdi seg so
breiðan, at finnin sendi í
krovið á honum, og aftaná
bjargaði málverjin bæði tá
sami spælari úr stuttari fjar-
stóðu fluktaði og stútaði í-
móti málinum.
At finnar ikki megnaðu at
gera nýtslu úr stóru møgu-
leikunum hevði við sær, at
teirra sjálvsálit minkaði. Í
staðin fyri at royna við upp-
Andrew av Fløtum og
hinir HB-spælararnir
hildu høvdid kalt, tå
finnar vitjadu å Svanga-
skarði mikukvøldid. Nú
hevur HB góðar megu-
leikar at sleppa víðari í
UEFA-Cup. Mynd:
Alvur Haraldsen
spæli í síðunum, duttu teir í
grøvina at oysa høgt móti
miðverjuni hjá HB, og tað
var matur fyri framúr góða
Hans Fróða Hansen.
Sjálvsálitið hjá Kaj Leo
Johannesen, og veruleikin
at tað stóð ein maður á strik-
uni hjá HB og stýrdi, sum
tað ikki bar til hjá mótstóðu-
monnunum at fáa bóltin
framvid, hevði við sær, at
HB menninir tordu at bjóða
seg fram, og so vóru tað
knapplisa teir, ið høvdu
spæl og møguleikar, og
seinnapartin av fyrra umfar-
inum høvdu mótstøðu-
menninir einki at siga
Viljin ber langt
At tað skuldi bera til at
koma til møguleikar vóru
fyrstu ábendingarnar um, tá
tiggju minuttir vóru farnir
og samanspæl millum Súna
Fríða Johannesen og Jens
Erik Rasmussen í vinstru
endaði við innleggi, ið var
ov høgt til Andrew av Fløt-
um, sum sjálvur ikki var
nóg kaldur at lobba, tá hann
løtu seinni kom einamallur
móti málverjanum, og lítla
løtu seinni fekk Súni Fríð
Johannesen — eftir uppspæl
í høgru — fínan møgulcika
úr 16 metrum, men í staðin
fyri at royna við kalda
vinstra beininum, valdi
hann at temja framvið
motstødumanninum, og tá
Johannesen maðurin gleið,
var møguleikin burtur
Góð mál og
vánalig verja
A hálva tímanum og tá tað
restaðu restaðu seytjan min-
uttir fekk HB innspræning-
arnar, sum vóru gull verdar
Serliga seinna málið var
kærkomið. = Utjavningin
hevði hingið í luftini góða
løtu, tí havnarmenninr, ið
ikki hava spælt týdningar-
miklan dyst í fýra vikur,
vóru póstur
Uppspælið til fyrra málið
var gott í høgru, har Allan
Mørkøre og Jóhannes Joen-
sen oftast stóðu fyri tí fram-
rættaða. Hallur Danielsen
sendi undir málinum til
Andrew av Fløtum, sum
ikki fekk rættuligt tak å,
verjan drálaði, og so var
Súni Fríði Johannesen fyrst-
ur á og skoraði flatt
Sami spælari skoraði
seinna málið, og aftur ta
ferðina var finska verjan
ikki ósek. Súni Fríði fekk
bóltin á miðstrikuni eitt
sindur í høgru, hann bíðaði
til Allan Mørkøre hevði yv-
irlappað i borðinum og
skundaði sær, eftir at hava
slept til landsliðsmannin,
inn ímóti brotsteiginum
Sendingin hjá Allani var
perfekt, og tá miðverjin Jyr-
ki Huhtamáki og málverjin,
svenski Bjørn Stringheim,
(framhald
á síðu 20)