fríggjadagur 24. juli 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
MA
k
id
————
Nr. 138 — 24. JULI 1998
Hans
Fróði á
veg til
Skotlands
Fótbóltur: Vil heldur fara til Motherwell
enn til AB í donsku superliguni
SVANGASKARÐ: Nógv
bendir á, at Hans Fróði Han-
sen, sum í ár hevur verið
ein veldugur styrkur í mið-
verjuni hjá HB, komandi ár
fer at royna seg í útlend-
skum fótbólti. Hann hevur
fingið eitt tilboð frá AB,
sum heldur til í Bagsværd
uttanfyri Keypmannahavn
og spælir heimadystirnar í
Gladsaxe. Men Hans Fróði
er meiri hugaður at royna
seg í skotskum fótbólti:
— Eg var í summar í eina
viku og vandi saman við
AB, og tað var bæði strevið
og spennandi. Men eg misti
ikki mótið av royndini. At
Christian Andersen er ein
harður hálsur sum venjari
fekk eg at kenna sviðan av
ein tann fyrsta dagin. Eg var
fimm minuttir Ov seinur, tí
eg fór skeivur í einum bussi,
og so noyddist eg at renna
hálvt hundrað ferðir eyka
runt vøllin.
Er tað tí, at tú heldur vilt
sleppa til Skotlands?
— Nei, men eg haldi, at
skotskur fótbóltur passar
betri til mín spælistíl enn
danskur fótbóltur, og eg eri
hugaður at royna at venja
har, áðrenn eg taki nakra
avgerð, men tað er heilt
greitt, at eg undir øllum um-
stóðum spæli við HB til
hetta kappingarárið er lið-
ugt.
Fleiri pengar
i Skotlandi
Tað er Jógvan Páll Lassen,
sum fyri HB røkir samband-
ið við Motherwell, ið HB
spældi ímóti í Europa Cup í
1994.
— Teir hava ikki sæd Hans
Fróða Hansen, men út frá
tí, teir hava hoyrt um egin-
leikarnar hjá honum, eru
teir hugaðir at fáa hann nið-
ur til venjingar, og so fáa
vit at síggja, hvat tað blívur
til. Ferðin skal leggjast til
rættis, so tað passar í
skránna hjá bæði spælaran-
um og HB. Um Hans Fróði
tíðindablaðið S0E/2fn
21
— Skotskur fótbóltur
passar betri til mín
spælistíl enn danskur
fótbóltur, og eg eri
hugaður at royna at
venja har, áðrenn eg taki
nakra avgerð um mína
framtíð, sigur Hans
Fróði Hansen, sum
spældi ein branddyst
móti VPS Vaasa. Mynd:
Alvur Haraldsen
fær eitt gult kort afturat í
landskappingini, so verður
hann leikbannaður, og so
kundi hann farið avstað eina
viku.
Men kunnu tað
pengar í hesum?
— Tað eru fleiri pengar í
skotskum fótbólti enn í
donskum fótbólti, og sjálvt
um Motherwell liggur í
tyngra endanum, so vildi eg
mett, at talan er um upp-
hæddir, sum eru størri enn,
um Hans Fróði fór til AB
Og tað kundi komið fyri, at
upphæddin, sum HB fekk,
var størri, enn nakað annað
føroyskt felag hevur fingið
fyri at selja spælara.
jh
vera
eir voru
at tosa við
Fótbóltur: Allan Mørkøre heldur
ikki, at métstødumenninir miku-
kvøldid vóru á hædd vid tað, hann
ofta hevur roynt vid landsliðnum
HB hevur fleiri spælarar,
sum hava drúgvar royndir í
altjóða fótbólti, og tað sást
væl mikukvøldid. Liðfor-
maðurin Jan Dam, Jens Erik
Rasmussen, Kaj Leo Jo-
hannesen, Rúni Nolsge og
Allan Mørkøre hava spælt
fleiri enn hundrað lands-
dystir tilsaman, og mest
royndi maðurin, Allan
Mørkøre, var ikki serliga
imponeraður av m6tstød-
uni:
— I landsdystum og Eur-
opa Cup plagar trystid å
okkum at vera øgiligt. Tú
fært onga tíð at temja og
spæla víðari, og gerst tú eitt
mistak, so verður tú sekt-
aður beinanvegin. Soleiðis
var tað yvirhøvur ikki í dag.
Burtursæð frá fyrstu løtuni,
tá vit vóru eitt sindir
strongdir, so fingu vit góða
tíð at spæla, og teir vóru ikki
skjótari enn vit, segði lands-
liðsmaðurin.
Og tvífaldi málskjúttin,
Súni Fríði Johannesen, sum
áður hevur spælt í Europa
Cup fyri B68, tók undir við
honum:
— Ta ferðina spældu vit f-
móti Croatia Zagreb, og teir
vóru sannir snillingar við
bóltinum og vóru so skjótir
sum eg veit ikki hvat. Í
kvøld kendi eg tað soleiðis,
at tað bar væl til at renna
kapp við verjuna, og tað
hevði eg ikki roknað við
kundi lata seg gera ímóti
finskum liði í Europa Cup.
Hvussu upplivdi tú mál-
ini?
— Í ti fyrra førinum kom
møguleikin knappliga,
eingin ansadi eftir mær, og
tað var lætt at skjóta í tóma
málið. Í tí seinna førinum
var sendingin frá Allani
Mørkøre sera neyv og góð,
men talan var um stórt verj-
umistak. Bæði málverjin og
verjuspælarin drálaðu, og so
rvyndi eg at fara ímillum,
og so var tað so heppið, at
bólturin rakti í ryggin á mær
og stókk rætta vegin, tå mál
verjin royndi at sparka burt-
ur, segði Súni Fríði Johann-
esen, sum er annar føroyski
spælarin, ið hevur skorað
Allan Mørkøre var ikki
imponeraður av finsku
motstødumonnunum
Mynd: Alvur Haraldsen
fleiri enn eitt mál í sama
Europa Cup dysti. Hin er
Olgar Danielsen, sum á
Svangaskarði 24. august í
1995 gjørdi reint hattrikk
ímóti ísraelska Maccabi
Haifa.
Klårur til landslidid
Eingin ivi er í, at Hans Fróði
Hansen verður á landsliðn-
um, sum um ein lítlan mán-
að skal til Bosnia
— Vit hava góðan møgu-
leika at sleppa víðari í kapp-
ingini. Teir vóru ikki serliga
skjótir, og hjá mær var tað
kærkomið, at teir spældu
høgar bóltar i brotsteigin í
staðin fyri at spæla flatt,
sum vit høvdu roknað við,
at teir fóru at gera. Men
kanska var tað tætta spælið
hjá okkum í síðunum sum
gjørði, at teir ikki komu inn-
fyri úr borðunum
Kaj Leo Johannesen helt,
at hetta var avbera stuttligt
Tá vit bóru upp á mál, at
Jens Martin Knudsen er
leikbannaður og Allan Sim
onsen manglar ein málverja
á ferdini ul Bosnia var svar-
ið
Hann kann bara ringja
og so kunnu vit tosa um tað
jh