mikudagur 7. juni 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 107 - 7. juni 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Nokk um blokk
Viðmerking:
Eitt av høvuðsargumentunum hjá varaløgmanni
fyri fullveldisleistinum hjá samgonguni, ið eftir øllum
at døma ikki er í samsvar við veruleikan er, at tað
er bíligari fyri danskarar at skriva undir uppá
fullveldisútkastið hjá samgonguni, heldur enn at
lata blokkin halda fram til æviga tíð. Minnið er
stutt hjá Tjóðveldismonnum. Tosað verður sum
um blokkurin hevur verið síðani heimastýrislógin
kom í gildi. Blokkstuðulsskipanin kom síðst í átta-
tiárunum. Tað var samgongan frá 1984 — 1988,
har Tjóðveldisflokkurin hevði fíggjarmál, sum inn-
førdi blokkstuðulsskipanina, og hevur hendan
skipanin, ið kom í 1988, ikki meira enn 12 ár á
baki. Tá var hettar mett at vera eitt stórt stig á
sjálvstýrisleið, men nú gott 10 ár seinni er blokkurin
í tjóðveldis- ella rættari sagt fullveldisterminologi
vorðið ímyndin av øllum illum í føroyska sam-
felagnum. Blokkstuðulsskipanin var eitt stig á sjálv-
stýrisleið — eitt av nógvum stigum, ið hava verið
tikin í meira enn hálvthundrað ár. Nú tykist steðgur
at vera í sjálvstýristilgongdini, tí fullveldisætlanin
hevur steðgað øllum øðrum. Alt er bygt uppá eina
tesu, har sagt verður, at føroyingar verða meira
og meira tengdir av stuðuli frá Danmark. Tað tykist
sum um, at henda samgongan hevur sett sær fyri
at hendan profeti verður sjálvuppfyllandi, og øll
undanfarin stig á sjálvstýrisleið, sosum blokk-
stuðulsskipanin í sær sjálvum, verða ikki lýst sum
tey áttu at verið lýst, tí at stig á sjálvstýrisleið hava
sambært Høgna Hoydal ikki verið tikin í meira
enn 50 ár — ella hvussu?
Vánalig kunning má tað sigast at vera, at borgarin
ikki fær røttu mynd av blokkstuðulsskipanini, ser-
liga tá hugsað verður um, at hendan samgongan
brúkar milliónir av skattgjaldarans peningi til so-
nevnda kunning. Hendan sonevnda kunning, har
heimasíður við politiskum greinum verða gjørdar
og ivasamir faldarar verða sendir út fyri peningin
hjá Hanusi og Janusi, er heldur pínlig í einum
demokratiskum samfelag. Slík kunning ger, at
borgarin druknar í informatión, men hungrar eftir
vitan. Um kunningarpengarnir skulu koma til sín
rætt, so átti eitt nú at verið kunnað um, hvørja
ávirkan ein búskaparlig skiftistíð uppá 4 hevur.
Spurningurin er, um tað ikki er mannminkandi fyri
eitt av heimsins ríkastu londum at krevja sømdir,
ið útpínd afrikansk hjáveldi fingu eftir at verið
útarmað og neyðtikin í fleiri ættarlið. Føroyingar
kunnu fáa ein sjálvberandi búskap uttan nakran
stuðul í morgin, men støðið á hesum sjálvberandi
og kjølfesta búskapi, fyri at brúka orð Høgna
Hoydals, hevði sjálvsagt verið lægri enn tað er nú.
Tað er burturvið at krevja, at danska stjórnin skal
prógva, at ein framtíðar føroyskur búskapur skal
verða á núverandi støði. Um hald er í hesum
logikki, hví so ikki bert royna at trífalda blokkin og
so krevja loysing fyri danskar pengar? So skuldu
danskarar eftir samgongulogikki skula prógvað,
at ein sjálvberandi búskapur var á tí støði í fram-
tíðar fullveldinum Føroyum.At danskarar royna at
ræða føroyingar frá loysing er eitt afturvendandi
evni hjá samgonguni. Hava vit ikki greitt fingið at
vita óteljandi ferðir, at vit kunnu loysa nær vit vilja?
Eitt annað afturvendandi evni hjá samgonguni er,
at andstøðan letur seg brúka av danskarum. Hetta
má vera ein undirmeting uttan líka og er tað ikki
sørt skelkandi, at útvið helvtin at Føroya Løgtingi
verður lagt undir at ganga ørindi fyri danskarar.
Ein kundi kanska sagt, at omanfyrinevnda er eitt
tekin um undirlutakenslur í føroysku fullveldis-
rørsluni, men tað er ikki rætt. Talan kann ikki vera
um undirlutakenslur, tí samgongan er, sambært
seinastu veljarakanning, við undirlutan.
At trúgva er ikki at vita. Um
tann mannin, sum fyri 2000
árum síðani ferðaðist um í
Palæstina, vita vit lítið og
einki. Vit gita, at hann hevur
havt karismatiskar gávur, tí
fólk flokkaðust um hann.
Vit vita, at hann av róm-
verjum var dømdur harðastu
revsing, eina revsing, sum
bert uppreistrarmenn og
burturrýmdir trælir fingu –
negldir á gálgatræ. At hann
við sínum atfinningum var
ein tornur í eygunum á
prestastættini, farisearum
og skriftlærdum, og at teir
ikki forðaðu rómverska
yvirvaldinum at grípa inn,
tá hann umsíðir var hand-
tikin, er skiljandi. At hann
var uppreistrarmaður, er
okkurt ið bendir á. Á Jesus-
ar innreið upp til Jerusalem
var hann fylgdur av stórari
mannfjøld; tá sigur hann:
Um onkur nú eigur tveir
møttlar, tá selir hann annan
og
keypir
sær
svørð.
Mannamúgvan hevur skilt,
at hetta fór at fáa ein galnan
enda – rómverska yvirvald-
ið var ikki til at spæla við –
og hevur sloppið sær burtur.
Í Gethsemana var eisini
svørð á lofti. Eftir deyða
Jesusar fóru søgur at ganga.
Fólk fóru at tosa um, hvat
var hent, at minna seg á,
hvat hann hevði sagt. Ótrú-
ligar frásagnir um undir-
gerðir, hann hevði framt,
komu til. Á kirkjufundinum
í Nikæa ár 325 varð Nýggja
Testamenti redigerað sein-
astu ferð. Her var sumt av
tí mest øra koyrt burturúr.
Tíverri vóru Jóhannesar
Opinberingar tiknar við,
vóru tær koyrdar í bunkan
við apokrýfum skriftum, var
kristindómurin spardur fyri
nógv høvuðbrýggj.
Hin kristna mentanin
hevur
sum
grundarlag
Gamla og Nýggja Testa-
menti og grikska heim-
speki. Griksk heimspeki
byggir á logikk, royndir og
iva – trúgv flytur eingi fjøll,
men ivin; tað var ivin, sum
fekk Kopernikusi at koppa
allari sólarskipanini. Aðrir
stjørnufrøðingar,
sum
skiltu, at hetta var rætt,
fingu kærleika kirkjunnar at
føla. Stóð ikki í Bíbliuni, at
sólin reis og setti á fyrsta
skapanardegi? Seinni er
mynd av Giordano Bruno
reist í Rom – ein sein um-
bering.
Her í vesturheiminum er
tað hin kristna mentanin,
sum ræður, og hóast kirkjan
sjálv altíð hevur verið aftur-
haldandi, so hava vit eina
mentan á høgum stigi.
Hugsið um tær prýðiligu
katedralir (nú operahús)
sum bygdir eru, tónlista-
verk, myndlist, skaldskap-
Við at kódna í religiøsum møsni
ur av ymsum slag og ta
civilu tøkni. Henda mentan
hevur einki við tann mann-
in at gera, sum fyri 2000
árum síðani ferðaðist í
Palæstina. Eitt dømi er
pávakirkjan; pávin er so
heilagur, at hann verður
borin í stóli. Eitt, ið eyð-
kennir mentan okkara, er
gransking – eitt forvitni, ein
trá eftir at loysa tær náttúr-
innar gátur, sum eru uttan
um okkum. Tá Linné hevði
flokka vøkstrirnar, var tað
næsta at Darvin fór undir
hinar
skapningarnar.
Í
flokkin av súgdjórum kom
menniskjan. At okkara
nærmasti frændi er apan –
chimpansan ella gorillain –
fall mongum fyri bróstið.
Hesa teori Darvins hava
helst øll upplýst fólk góð-
tikið í dag, og tann vakra
søgan um Edenhavan verð-
ur standandi sum ein partur
av mentunnararvi okkara –
ein fitt søga fyri børn.
Gransking heldur áfram,
vit vilja kunna okkum á øll-
um lívsins økjum. Um 1948
fór amerikanski vitinskaps-
maðurin Dr. A. C. Kinsey
undir at kortleggja kyns-
mynstrið hjá fólki. Fyrst hjá
mannfólki, síðan eisini hjá
konufólki. Hann sendi út
10.000 spurnarbløð, úrslit-
ið var millum annað, at 5%
av øllum amerikanskum
monnum vóru samkyntir.
Seinni kanningar av monn-
um í Europa hava víst eitt
líknandi úrslit – eingin synd
– eitt frábregði í náttúruni,
sum upplýst fólk góðtekur
eins og menningarlæruna
hjá Darvini.
Her í Føroyum verður tað
helst seinur dagur. Her eru
vit við at kódna í religiøsum
møsni. Og nú vit skulu fara
at hátíðarhalda kristningina
av Føroyum og hava boðið
mentaðum gestum, royna
tveir tríggir trongdskygdir
bygdateologar at gera seg
upp og seta fót fyri hátíðar-
haldinum.
Janus Kamban
Hin illgrunasami Bjørn á Heygum!
Hvat vil hesin Bjørn?
Jú, illgrunin er tann, at
Bjørn vil ikki hava nakra
kanning
av
Signari
á
Brúnni. Tí vil hann frá síðu-
linjuni forpurra málið, nú
ein kanningarstjóri er settur.
Vit skulu takka Edmundi
Joensen, løgtingsmanni og
formanni sambandsflokks-
ins, fyri at hann hevur svar-
að okkara spurningum.
Svarini tosa fyri seg sjálvi
um hugsan og metingar hjá
Sambandsflokkinum og tað
er gott fyri orðaskiftið at tær
koma fram. Eisini setur Ed-
mund fram nakrar spurn-
ingar til Hesuferð, sum vit
fara at svara í einum av fyrst
komandi bløðunum.
Vit leggja samstundis til
merkis, at Javnaðarflokk-
urin, Miðflokkurin og sam-
gonguflokkarnir ikki hava
svarað teimum spurningum,
vit hava sett. Vónandi verð-
ur tað skjótt.
Inntil hesir hava svarað
Tøkk frá tiltakinum Hesuferð og
ein rættleiðing til Regin Eikholm
fara vit ikki at seta nðggjar
spurningar. Hesuferð fer tó
at koma við eini rættleiðing
til eina meiningargrein, sum
nú um dagarnar hevur verið
í bløðunum.
Í grein í Dimmalætting
skrivar Regin Eikholm, at
..“Í Íslandi var í 1918 og
1944 talan um næstan 100
% semju ella konsensus um
loysing frá Danmark, bæði
í Altinginum og millum ís-
lendska fólkið...“ .
Móti hesum setur Regin
Eikholm, „ at í 1946 tóku
bert 1/3 av føroyska fólki
undir við loysing“.
Vit skulu royna at gera
upp atkvøðugreiðslurnar í
1918 og 1944 í Íslandi og
1946 í Føroyum á sama
hátt. Vit kunnu ikki vita hvat
føroyska fólkið ella ís-
lendska fólkið hildu, men
vit kunnu nágreiniliga gera
upp, hvussu veljararnir at-
kvøddu.
Í 1918 tóku íslendingar
støðu til spurningin um full-
veldi við einari fólkaat-
kvøðu, og í 1944, aftaná 26
ára skiftistíð, tóku íslend-
ingar støðu til spurningin
um at loysa - seta tjóð-
veldið á stovn - við einari
fólkaatkvøðu.
Í 1918 atkvøddu 40,5 %
av veljarunum í Íslandi fyri
fullveldi. Í 1944, tá Ísland
hevði havt 26 ára skiftistíð,
atkvøddu 96,1 % av velj-
arunum fyri loysing. Í 1946
atkvøddu 33 % av veljar-
unum í Føroyum fyri loys-
ing.
Leggjast má afturat, at í
1918 atkvøddu íslendingar
um ein sáttmála um full-
veldi, sum var gjørdur av
dønum og íslendingum í
felag og samtyktur á Al-
tingi. Í 1946 atkvøddu før-
oyingar um 2 spurningar.
Eitt stjórnartilboð, sum
danska stjórnin einsamøll
hevði lagt úr hondum, og
stovnan av føroyska tjóð-
veldinum við loysing frá
Danmark. Hóast hetta fekk
loysingin meiriluta.
Fyri Hesuferð
Erla Olsen
Ein heilt ótrúligur frekleiki.
Hann, Bjørn, ætlar at seta
teir 13 tingmenninar upp á
pláss, sum hava undirskriv-
að at ein kanning skal setast
í verk.
Hetta kemur frá einum
persóni, sum er uttan fyri
tingsins gátt.
Soleiðis arbeiðir, um eg
so má siga, faðirin at nýggju
stýrisskipanarlógini. At fólk
uttan fyri tingið skulu hava
størri vald enn tey fólka-
valdu umboðini á tingi. –
Eg meini tað.
Dia Ellindsson,
tjóðveldismaður
Runavík
Seta tiltøk í verk eftir skottilburðin
Landsstýrismenninir í heilsumálum
og skúlamálum hava tikið stig til at
betra um sálarliga kreppuhjálpina í
kjalarvørrinum av skottilburðinum í
Klaksvík
SVEINUR TRÓNDARSON
Tíðirnar broytast og tøkni-
liga menningin ger, at tað,
sum fyri bert fáum árum
síðani var óhugsandi, er ikki
so veruleikafjart í dag. Fyrr
vóru fylgisveinar nakað,
sum úr rúmdini hugdu eftir
tí sum fyrifórst á jørðini, og
hóast teir gera tað sama í
dag, so er arbeiðsøki teirra
alsamt størri í dag.
Í Noregi hevur fiskivinnu-
umsitingin júst boðað frá,
at øll fiskiskip longri enn 24
Norsk skip undir
fylgisveinaeftirlit
metrar skulu í eina skipan,
har fylgt verður við teimum
um fylgsisvein, skrivar
Vinnuhúsið. Við hesi skipan
ber til at ansa eftir skipu-
num, líkamikið um tey eru
í norskum ella atjóða sjógvi.
Afturat longdaravmark-
ingini hevur umsitingin
gjørt av, at øll skip, sum
fiska í altjóða sjógvi, skulu
undir fylgisveinaeftirlit.
EYÐUN KLAKSTEIN
Nú skal hjálp veitast skúla-
leiðslu og lærarum í Klaks-
vík til at viðgera nógv um-
rødda skottilburðin saman
við næmingunum.
Hetta er ein partur av eini
ætlan, sum Høgni Hoydal
og Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismenn, hava tikið
stig til.
Teir báðir landsstýris-
menninir almannagjørdu í
gjár eina ætlan, sum skal
betra uim sálarligu kreppu-
hjálpina í kjalarvørrinum á
skottilburðinum í Klaksvík
fyri 10 døgum síðani.
– Skottilburðurin í Klaks-
vík elvdi tíbetur ikki til
kropsligan mannskaða, men
sálarfrøðisligi skaðin kann
gerast stórur og krevur við-
gerð – bæði hjá teimum
sum framdu, hjá avvarð-
andi, skúlafeløgum og í
samfelagnum annars, siga
landsstýrismenninir.
Tí hava tey tikið stig til,
at at samskipa hjálp og stuð-
ul frá myndugleikunum og
at betra um støðuna við sál-
arligu tilbúgvingini sum
heild.
Allir skúlarnir í land-
inum viðgera tilburðin
Høgni Hoydal, sum er
landsstýrismaður við skúla-
málum, og Helena Dam á
Neystabø, landsstýrismaður
við heilsumálum, hava tikið
stig til, at sálarfrøðingar
innan heilsuverkið og skúla-
verkið í felag skulu viðgea,
hvussu hjálp kann veitast til
at stuðla barnaverndini í
Klaksvík, teimum avvarð-
andi og skúlamynugleik-
unum.
Hjálp skal veitast til
skúlaleiðslu og lærarar í
Klaksvík til at viðgera til-
burðin saman við næming-
um.
Samstundis biðjur lands-
stýrismaðurin í skúlamálum
allar skúlar í landinum um í
samráði við Sernámsdepilin
at viðgera tilburðin saman
við næmingunum.
– Hesi stig eiga at verða
framd í samstarvi við
kommunu, løgreglu, krimi-
nalforsorg, barnaverndir og
aðrar myndugleikarnar, siga
landsstýrismenninir.
Ein arbeiðsbólkur er í
ferð við at fyrireika eina til-
búgvingarætlan fyri Føroy-
ar. Í hesum sambandi eigur
ein heildarætlan fyri sálar-
liga kreppuhjálp at fáa polit-
iska viðger, halda lands-
stýrismenninir.
Í løtuni er eingin skipað
sálarlig kreppuhjálp í Før-
oyum, og tí er eingin til
reiðar at taka sær av fólki,
sum koma út fyri tilburðin
sum tí í Klaksvík.
Men stendur tað til
landsstýrismenninar verður
hetta broytt í framtíðini.
Nú skal hjálp
veitast skúla-
leiðslu og
lærarum í
Klaksvík til at
viðgera nógv
umrødda
skottilburðin
saman við
næmingunum,
siga tveir
landsstýris-
menn
HØGNI MOHR
Í greinini »Næmingar úr Hoydølum vunnu«, um Euro-
pean Business Game, sum stóð í blaðnum í gjár, er
ymiskt komið fullkomuliga skeivt fyri.
Í greinini stendur, at hetta er fjórðu ferð at skipað
verður fyri hesari kapping. Tað er ikki rætt. Skipað
hevur verið fyri hesari kapping í fleiri ár enn so. Hinvegin
er tað fjórðu ferð, at føroyingar luttaka.
Somuleiðis stendur at lesa í greinini, at Fiskivinnu-
skúlin í Vestmanna hevur vunnið tvær ferðir; einaferð í
Føroyum og einaferð í evropeisku finaluni.
Hetta er púra villleiðandi. Fiskivinnuskúlin í Vest-
manna vann kappingina í Føroyum tvær ferðir, í 1997
og í 1999. Síðani slapp skúlin víðari til evropeisku
finaluna. Og hana vann Fiskivinnuskúlin eisini, bæði í
1997 og í 1999.
Rætting um næmingar í Hoydølum
Bara ein luttakandi bólkur
Eisini skal staðfestast, at Studentaskúlin vann inn-
leiðandi føroysku kappingina í 1998 og í ár. Í 1998
vann skúlin eisini evropeisku finaluna. Hesa evropeisku
finalu sleppur studentaskúlin aftur í í ár, tí hann jú
hevur vunnið í Føroyum.
Í greinini í gjár, sum Vinnuhúsið hevur latið úr hond-
um, vantar eisini ein týdningarmikil upplýsingur.
Tað stendur, at studentaskúlin vann innleiðandi kapp-
ingina. Hetta er, sum so, púra rætt. Men næmingarnir
vóru einsamallir luttakarar. Tískil var eingin verulig
kapping ella mótstøða, hóast hugsaða verkætlanin hjá
næmingunum í Hoydølum uttan iva er sera væl úr
hondum greidd.