Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 107 - 7. juni 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 107 - 7. juni 2000 Nú vóna Vágbingar at tað fer at regna Turrveðrið seinastu tíðina hevur kostað vágbingum nógvar pengar. Eitt nú hevur fiskaarbeiðið verið nógv skert tikin til, um farast skal víð- ari við málinum. Og tað er í hesum sam- bandi, at nevndin hevur heitt á landsstýrismannin fundi fríggjadagin. Og á tí fundinum varð gjørt av, at nevndin skuldi útvega sær fleiri upplýsing- ar, áðrenn støða kann verða fyrispurning frá Tórbirni Jacobsen til Jørgen Nicla- sen. Landsstýrismálanevndin hevði málið til viðgerðar á ÁKI BERTHOLDSEN Tað er sanniliga ikki oft- ani, at tað er neyðugt hjá okkum í Føroyum at biðja um regn. Men nú hevur turrveður verið so leingi, at nógva staðni er vatnið við at ganga undan. Og í Vági stendur nú so illa til, at vágbingar vilja bara hava regn. Tað er ikki ókent, at tað er ov lítið vatn í Vági, tá ið turrveður er. Men sjálvdan hevur tað verið so turt um hesar seinsatu vikurnar, og nú er aftur vatntrot í Vági. Tað hevur at kalla ikki regnað í fleiri vikur og nú er tað so galið, at tað er blivin ein álvarsligur bági hjá vinnulívinum í Vági. Ikki minst hevur vatntrot- ið rakt fiskivinnuna, sum krevur nógv vatn, men eis- ini aðrar vinnur eru raktar. Eitt nú var tað ikki meiri enn bakarin í býnum fekk nakað í ovnin í gjáramorg- unin, tí hann hevði onki vatn. Tað gekk í gjár, men eftir, hvat skilst, er tað hvønn dag eitt ivamál, um hann fær nokk av vatni at baka við, so er tað ikki at regna nú, skal tað ikki undra nakran, um tað eisini fer at mangla breyð í Suðuroynni fyrsta dagin, í hvussu so er frá tí eina eina bakaranum. Fiskavirki liggja lamin Eitt er at mangla bollar og breyð. Verri er, at tann vatn- krevjandi vinnan í Vági, eitt nú fiskivinnan, eisini er far- in at merkja sviðan av vatn- trotinum. Tað eina fisksavirkið í bygdini, Sancy Seafood, hevur ligið lamið leingi, tí onki vatn er. – Vit hava ikki fingið ar- beitt fisk í tríggjar vikur, sigur Jens Petur Brattalíð, virkisleiðari. Hann sigur, at teir hava ikki torað at keypt fisk og tað hevur enntá verið so gal- ið onkuntíð, tá ið teir hava tikið kansin og keypt fisk, at teir hava verið noyddur at selja hann norðureftir aft- ur, óvirkaðan, tí vatnið er blivið uppi, so teir hava ikki fingið arbeitt hann. Virkisleiðarin sigur, at hetta hevur kostað virkinum ein hóp av pengum, um- framt at tað sjálvsagt hevur hevur kostað arbeiðsfólkið fitt í arbeiðsløn. Hann sigur, at veðurstøð- irnar hava boðað frá eitt sindur regni nú, men hann vónar, at tað fer at regna illa. Sancy er á veg til lands at avreiða, men sum er, fáa teir ikki keypt fiskin. – Vónandi fer tað at regna so at vit ikki eisini missa tað lastina, sigur Jens Petur Brattalíð. Á Palm Seafood hevur ikki staðið so illa til. Petur Johannesen, sigur, at tey hava klárað seg, men tey eru so „heppin“, at teirra virkið er bundið í vatnveitingina, frammanfyri virkið hjá Sancy Seafood. – So enn hava vit klára okkum. Men tað er sera lítið vatn og tað ger, at vit ansa eftir, ikki at keypa ov nógv- an fisk, so upp á tann mátan er hetta ómetaliga forargi- ligt, sigur hann. Síðstu ferð Gongur sum ætlað, verður hetta kortini síðstu ferð, at vatntrot verður í Vági. Vágs Býráð samtykti nevniliga fyrr í ár at taka upp samráðingar við SEV um at fáa loyvi til at leggja vatnveiting niðan í Miðvatn, sum SEV eisini fær vatn frá til elverkið í Botni. Ætlanin hjá vágbingum er at fáa eina avtalu við SEV um at kunna fáa vatn úr Miðvatni í eini trongstøðu, sum hesari. Fæst avtala um tað, verð- ur vatnveiting løgd úr Mið- vatni, oman í vatngoymsl- una í Vági. Vágs Býráð hevur biðið verkfrøðing gera eitt upp- skot og tá ið tað er liðugt, verður biðið um samráðing- ar við SEV. Jørgen Niclasen skal svara áðrenn 14 dagar eru farnir ÁKI BERTHOLDSEN Jørgen Niclasen, lands- stýrismaður í fiskivinnu- málum, er nú biðin um at svara nøkrum spurning- um um tey loyvi, sum verða latin til at fiska tun- fisk undir Føroyum. Tað er landsstýrismála- nevndin hjá løgtinginum, sum er farin at kanna mál- ið, og í tí sambandi hevur hon sett fiskimálaráðharr- anum nakrar spurningar og sum hann hevur fingið 14 dagar at svara í. Tað var í sambandi við ein fyrispurning í løgting- inum frá frá Dan R. Pet- ersen, løgtingsmanni, til Jørgen Niclasen, lands- stýrismann um tunfiska- loyvi, at tað varð heitt á landsstýrismálanevndina um at kanna málið. Harumframt varð spurningurin um tun- fiskaloyvini undir Føroy- um eisini viðgjørdur í ein- um orðaskiftið í tinginum tann 16. februar í sam- bandi við ein munnligan um at svara nøkrum spurn- ingum. Harumframt hevur nevndin biðið um at fáa fult innlit í øll skjøl í málinum, m.a. innlit í tær einstøku umsóknirnar og tey ein- støku loyvini. Spurningarnir, sum nevndin hevur sett lands- stýrismanninum, eru hesir: 1) Verða royndarloyvi lat- in eftir umsókn, og hvussu verður kunnað um, at áhug- að kunnu søkja? 2) Tá ið royndarloyvi verða latin japanskum skip- um, hvør er tað tá, sum søkir um loyvini, er tað tað jap- anska skipið ella umboðið í Føroyum. Og um tað er um- boðið í Føroyum, hvørji krøv verða tá sett til um- sóknina, og hvørjar treytir verða settar fyri loyvinum? 3)Er tað eitt samstarv millum føroyskar myndug- leikar og japanskar mynd- ugleikar, sum skapar grund- arlag fyri støðutakanini til, hvørji japansk skip fáa loyvi, ella eru tað einstak- lingar ella feløg í Føroyum Fiskiskapurin eftir tunfiski er blivið eitt heitt politiskt epli í Føroyum og nú er lands- stýrismálanevndin farin at kanna málið. Fyribils skal Jørgen Niclasen svara spurningum sum taka samband við eitt tilvildarligt japanskt skip, og í so føri verður royndarloyvið givið áðr- enn ella aftaná, at tað japanska skipið er komið inn í myndina? 4) Eru treytir t.d. settar um, at loyvið ikki kann seljast til japanska skip- ið, ella vera treytað av samsýning annars? 5) Eru treytir settar um, at umsitingin skal hava avrit av tí avtaluni, sum gjørd er/verður mill- um føroyska umboðið og japanska skipið, og í so føri, kann landsstýris- málanevndin fáa innlit í hesar avtalur? 6) Hvørji viðurskifti verður mett um, tá støða skal takast til, um ein umsøkjari skal fáa eitt royndarloyvi? 7) Hevur nakar um- søkjari fingið avslag? 8) Til sammetingar, hvussu er skipanin við øðrum fiskiloyvum, hvat viðvíkur omanfyristand- andi spurningum? – Okkurt fiskavirkið í Vági hevur ligið stilt í tríggjar vikur, tí tað hevur onki vatn og tað er ein ótolandi støða. Men gongst, sum Býráðið ætlar, er hetta seinastu ferð, at vágbingar fara at mangla vatn EDVARD JOENSEN Átta fólk fingu á páskum prógv sum samarittar frá Reyða Krossi Føroya. Hesi eru teir fyrstu samarittarnir, sum eru í Føroyum síðan Seinna Heimsbardaga. Tað vóru danskir instruktørar, sum vóru í Føroyum á hildu skeið fyri hesum fólkunum. Ein samarittur er ein, sum gevur viðgerð, har eitthvørt hendir. Ein, sum fer eitt sindur víðari enn tann, sum gevur fyrstuhjálp. Í stuttum kann sigast, at fyrstahjálp er fyribyrgjandi, meðan sama- ritturin eisini kann geva við- gerð. Tó er tað rættiliga av- markað, hvat gerast kann av einum samaritti, tí hann er hóast alt hvørki lækni ella sjúkrasystir. Til dømis kann hann ikki ordinera heilivág ella seyma ein skurð saman aftur. Men hann er førur fyri at steðga eini bløðing, við- gera brunasár og tílíkt. Samaritturin kann avgera, nær ein skaði er so mikið álvarsligur, at hann skal við- gerast á sjúkrahúsi, ella um til ber at bíða, til læknin fær tíð at koma á staðið. Fyri at gerast samarittur krevst, at ein fyrst hevur øll fyrstuhjálparskeiðini, sum fáast, og síðan tekur eitt 30 tíma samarittarskeið, sum endar við roynd og evalu- ering. Hetta fyrsta, føroyska samarittarliðið, sum fekk prógv um páskirnar, telur átta fólk. Fýra menn og fýra Fyrstu føroysku samarittarnir Reyði Krossur Føroya hevur útbúgvið eitt lið av føroyskum samarittum. Hesi eru teir fyrstu samarittarnir í Føroyum síðan Seinna Heimsbardaga kvinnur. Tey eru í aldrinum 20 til 50 ár, og búgva øll uttan ein í Havn. Tað halda tey vera eitt sindur keðiligt, siga tey. Tey vildu fegin, at liðið var eitt sindur meira spjatt um landið, tí tað hendir nógv uttan fyri Havnina, har nógv fólk savnast. Tað ber væl til hjá øðrum at koma við til hesi tiltøkini. Tað er bara at siga frá hjá Reyða Krossi Føroya, ella aktivitetsleiðaranum, Leif Dam, so slepst út saman við samarittunum. Leif er at hitta á telefon 31 01 49, og Reyði Krossur Føroya hev- ur tlf. nr. 31 96 30. Og tey vilja fegin, at so nógv sum gjørligt eru við. Tí tann, sum fyrst er byrjaður av á- huga, kann saktans halda fram og fáa alla útbúgving- ina. Tað er har, nógv fólk savnast, at samarittarnir hava sítt virki. Serliga eru tað fótbóltsdystir, stórar møtirøðir, dansur og slík til- tøk, har nógv fólk savnast á lítlum øki. Vanliga verður sagt, greiða tey frá, at rokn- ast skal við einum samaritti fyri hvørji 1.000 fólk, savn- að eru. Liðið er skipað við einum aktivitetsleiðara, sum syrgir fyri, at alt tað praktiska á staðnum, har tey skulu vera, er í lagi. So sum útgerð, høli at vera í og so framvegis. Síðan er ein vaktarleiðari, sum altíð er staddur á høv- uðsstøðini á staðnum, har tiltakið er. Og at enda eru tað vanligu samarittarnir, sum ganga runt millum fólk og annars eru til taks, um brúk skuldi verðið fyri teim- um. Tey fara ongantíð út einsamøll. Altíð tvey og tvey, siga tey. Samarittarnir eru lættir at fáa eyga á, har teir eru. Tey hava fingið nýggjar búnar, sum síggjast væl. Reyð yvirklæði við Reyða Kross merkinum á, so einki er at ivast í. Umframt eru tey eis- ini í hvítari sonevndari t- shirt, sum eisini ber eyð- kenda Reyða Kross merkið. Í Føroyum hava tey longu verið til ymisk tiltøk. So sum fótbóltsdystir, møti og dansitiltøk. Nú um hvítu- sunnuna skulu tey til Dan- markar at vera við, tá Oyra- sundsbrúgvin verður latin upp. Tað vil siga til ta stóru kapprenningina. Tað er Dansk Røde Kors, sum hev- ur boðið teimum at vera við. Fyrsta stóra tiltakið, sum verður, eftir at tey eru aftur- komin, verður føroyska steypafinalan í fótbólti, sum verður á Tórsvølli. Í heyst fara tey aftur til Danmarkar. Tá verður tað til eina sonevnda landsvenj- ing, har kappast verður við lið úr Danmark um danska meistarheitið. Vinnarin fer víðari til europameistara- kapping í Fraklandi. Tað kostar at hava eitt slíkt lið koyrandi. Bæði klæði og onnur útgerð skulu haldast. Og til tess hava tey fingið stuðlar, ella sponsor- ar, sum tað vanliga verður nevnt. Og teimum eru tey í Reyða Krossi Føroya sera takksom fyri stuðulin. Nakrir av samarittunum í nýggjum býnum avmyndaðir á skrivstovuni hjá Reyða Krossi Føroya (Mynd: Edvard Joensen) Edvard Joensen Kommuna Orku- og Brennistøðin á Hjalla fer í næstum undir at umhvørvis- viðgera køliskáp og frysti- boksir. Tað vil siga at taka tað skaðiliga evnið freon úr og forkoma tí á skilagóðan hátt. Fyrr hevur tað verið so- leiðis, sigur Mikkjal Absa- lonsen, stjóri á KOB, at køliskap og frystiboksir hava verið trýst saman og send sum skrot av landi- num. Seinni eru teir farnir at senda tey heil til eitt danskt felag, sum tekur tey sundur og umhvørvisviðger tey. Betri fyri umhvørvið Kommunala Orku- og Brennistøðin fer í næstum at við- gera køliskap og frystiboksir soleiðis, at sum mest av til- farinum verður endurnýtt Talan er um at taka freon úr sjálvari køli- og frysti- skipanini umframt isola- tiónini. Men hetta er nakað, sum eins væl kundi verið gjørt í Føroyum, um umstøðurnar vóru til tess. Og tað ætla teir á brennistøðini, at tær skulu verða. Tað krevur tó eina íløgu upp á umleið ein hálva millión, metir Mikkjal Absalonsen. Og ein maður má setast burtur av til hetta arbeiðið, heldur hann. Hin- vegin verður vinningurin so í fyrsta umfari minni um- hvørvisdálking, umframt at til ber at endurnýta jarnið í skápum og boksum, og lutir úr motorunum so sum eitt nú koparið, har verður nýtt. Ætlanin er tó ikki farin í gongd enn, og eingir pengar eru umbidnir, sigur Mikkjal Absalonsen. Kannast skal sjálvandi eisini, um tað veruliga eru so mikið nógv køliskap og fyrstiboksir í landinum, at tað fer at loysa seg at gera íløgur í hetta. Mikkjal Absalonsen sig- ur, at tað eru eini 16.000- 18.000 húsarhald í Føroy- um. Hevur hvørt húskið eina frystiboks og eitt køli- skap, sum verður skift út soleiðis á leið tíggjunda hvørt ár, metir hann, at grundarlag er fyri at viðgera tey her heima hjá okkum. Men tað er sjálvandi treytað av, at alt verður gjørt á ein- um stað. At samstarvað verður við IRF. Tí tað er heilt greitt, at tað er ikki pláss fyri tveimum slíkum støðum í landinum. Eitt annað, sum fer at vinda upp á seg, er burtur- beining av teldum. Eisini her er rættiliga nógv, sum kann verða tikið sundur og endurnýtt. Men hetta er ein nógv størri verkætlan, sum enn ikki er annað enn hugs- að um, sigur Mikkjal Absa- lonsen. -Men ein slík ætlan liggur enn nakað væl úti í fram- tíðini, sigur hann. KOB fer nú at endurvinna tilfar úr køliskápum og frystiboksum Mynd: Jens Kristian Vang