mikudagur 7. juni 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 107 - 7. juni 2000
6
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 107 - 7. juni 2000
Anker Eli Petersen frammanfyri einum av sínum verkum, sum hann sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík í hesum døgum
Mynd: Jens Kristian Vang
Tann 5. fundurin millum
fiskimálaráðharran
í
Norður Atlantshavinum
varð hildin í Ilulissat í
Grønlandi frá 23. til 27.
mai. Fiskimálaráðharrar
úr Kanada, Grønlandi, Ís-
landi, Føroyum og Noreg
vóru við á fundinum. Úr
Russlandi og ES luttóku
embætisfólk á hægsta
stigi.
Fiskimálaráðharra-
fundurin hesuferð hevði 4
høvuðsevni. Tey vóru:
1) Hvussu veiðiflotin
verður umsitin á burða-
dyggum grundarlag, her-
undir minking í samlaða
veiðiflotanum og stýring
av ovurorku í útflutningi
av skipum. Avleiðingar av
ólógligum fiskiskapi og
óregluligum fráboðanum.
2) Eftirlit og hondhevj-
ing í fiskiskapi.
3) Vistskipanin í havi-
num og ávirkanin frá súg-
djórum.
4) Umhvørvis grund-
reglur og tillaging í stýr-
ingini av fiskivinnuni.
Jørgen Niclasen, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum hevði eitt innlegg
um vistskipanina í havi-
num og um ávirkanin frá
havsúgdjórum.
Hann
nýtti høvi til eisini at
bjóða Kanada og Russ-
landi við sum limir í
NAMMCO.
Fundaðust
um fisk
Virus oyðilegði part
av framsýningini
Listamaðurin Anker Eli Petersen varð
raktur av herviligu »I love you«
virusinum, og hann misti ein part av
konseptinum, sum hann í hesum døg-
um sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík
EYÐUN KLAKSTEIN
Fyri nøkrum vikum síðani
gjørdi eitt herviligt fríggj-
arabræv um seg á interneti-
num. Teldurbrævið, sum
hevði heitið »I love you«
sendi eitt telduvirus kring
allan heim, og nógva staðni
gjørdi virusið skaða.
Ein av teimum, sum varð
raktur av hesum virusið, var
føroyski listamaðurin Anker
Eli Petersen, sum er búsit-
andi í Danmark.
– Eg fekk virusið send-
andi frá einum stovni, sum
eg havi gjørt ymiskt fyri, og
eg helt tí, at teldubrævið
snúði seg um hetta. Ikki fyrr
enn tað var ov seint fann eg
út av, at talan var um eitt
virus, sigur Anker Eli Pet-
ersen.
Anker Eli Petersen brúkar
eisini teldu í sínum arbeiði,
og á telduni fór ymiskt fyri
skjeyti.
– Eg hevði tíbetur back-
up av tí mesta, men ikki av
øllum, sigur hann.
Misti bókling
Millum tað, sum fór fyri
skjeyti, var ein bóklingur,
sum Anker Eli Petersen
hevði gjørt til prýðislutirnar,
sum hann í hesum døgum
sínir fram í Smiðjuni í Lítlu-
vík.
– Bóklingurin var ein
partur av konseptinum, tí í
honum stóð ein frágreiðing
um, hvat tað ymiska í prýð-
islutunum merkir, greiðir
listamaðurin frá.
Ætlanin var, at hesin bók-
lingur skuldi fylgja við
prýðislutunum,
tá
fólk
keyptu teir, men hesum
forðaði virusið fyri. Stundir
vóru ikki at gera ein nýggj-
an bókling áðrenn fram-
sýngin skuldi vera.
Anker Eli Petersen hevur
framsýning
saman
við
Helga Joensen. Anker Eli
sýnir fram teknigar og prýð-
islutir, sum 3‘arin í SMS
hevur evnað til úr silvuri.
Helgi Joensen sýnir fram
lutir, sum hann hevur gjørt
úr tini. Talan er um stand-
myndir og vasara, umframt
eitt relief.
Framsýningin er opin frá
klokkan 11.00 til 20.00.
Sunnudagin,tá framsýning-
in endar, er opið frá kl.
14.00 til 20.00
Fólkatónleikarstevna í næsta mánaði
Í døgunum frá 10. til og við
16. juli í ár verður aftur
skipað fyri Fólkatónleikara-
stevnu. Eins og vanligt
verða konsertir á bygd og í
bý, og tónleikarar úr Før-
oyum og úr øðrum londum
vera við. Útlendsku gestir-
nir í ár eru bólkurin »Utla«
úr Noregi, bólkurin »Dan-
dala« við 6 monnum úr
Gambia og einum dana,
heimskendi svenski tvør-
floytuleikarin Anders Hag-
berg og tvímansbólkurin
»Tonemakeriet« úr Noregi,
sum eisini var og vitjaði í
fjør.
Millum føroysku luttak-
ararnar eru »Shalder Geo«,
»Enekk«, Niels Midjord,
nýggi spælimansbólkurin
»Gigl« og ein uppaftur
nýggjari bólkur uttan heiti.
Rokkbólkurin
»Click
Haze« verður við á eini utt-
andurakonsert, sum verður
í Gøtu mánakvøldið 10. juli.
Utla
Bólkurin »Utla« er ein
rættiliga sermerktur free-
jazz-fólkatónleikabólkur,
har ljóðførini, ið nýtt verða,
eru saxofon, harding-fiól og
alskins slagljóðføri. Teir, ið
manna bólkin, eru Håkon
Høgemo, Terje Isungset og
Karl Seglem, ið allir eru úr-
mælingar á ljóðførum sín-
um. Bólkurin hevur ferðast
um alt Europa, í USA,
Canada og Japan og givið 4
fløgur út við sínum egnu
kompositiónum og tilrætt-
isleggingum av siðbundn-
um norskum tónleiki.
Dandala
Hetta er ein bólkur við trim-
um trummuleikarum, ein-
um saxofon-leikara, einum
bass-leikara, einum kora-
hørpuleikara og fýra sang-
arum. Tað er Basiru Suso,
ið syngur solo og spælir á
vesturafrikanska streingja-
ljóðførið kora. Bólkurin
spælir egnar sangir og til-
rættisleggingar av siðbund-
num sangum og instrumen-
talum løgum úr Gambia,
haðani fimm av teimum
seks monnunum eru ættaðir.
Malick Jagne, ið var í
Føroyum í fjør og spældi
saman við føroyska bólkin-
um »Click Haze«, er ein av
trummarunum í bólkinum
og fer – eins og í fjør – at
undirvísa á einum trummu-
skeiði, ið hesaferð verður á
Háskúlanum í Havn, týs-
kvøldið 11. juli. Áhugað
kunnu tekna seg longu nú
hjá Jón Tyril, tlf. 441653
ella 442115.
Anders Hagberg
Anders Hagberg úr Svøríki
er ein ógvuliga royndur
tvørfloytuleikari við bein-
unum í mongum ymiskum
tónleikasløgum, heimatón-
list, jazzi, poppi o.ø. Er í
løtuni ein av limunum í
heimskenda
svenska/
indiska heimstónlistabólk-
inum »Mynta«, sum higar-
til hevur givið tvær fløgur
út, og hevur fleiri ferðir
verið í Føroyum sum limur
í norðurlendska »Yggdra-
sil«, sum er ein jazz-bólkur
við »heimstaði« her á klett-
unum.
Tonamakeriet ella
Kjekk Norsk Ungdom
Hetta eru Audun Austli, ið
spælir kassagittar, og Kyrre
E. Slind, ið spælir indiskan
sitar. Teir spæla egið tilfar,
og vóru við á stevnuni í fjør.
Umframt
konsertirnar,
sum í ár verða í Havn, bæði
innan- og uttandura, í Gøtu,
í Skálavík, umborð á
»Smyrli« á veg til Tvøroyr-
ar og í Klubbanum á Tvør-
oyri, verður skipað fyri ein-
um barnatiltaki í Listaskál-
anum, har Sharon Weiss fer
at undirvísa í ymiskum
fólkadansum, og hjá teim-
um við áhuga í afrikansk-
um trummuspæli verður
skipað fyri einum skeiði í
hesum á Háskúlanum í
Havn, sum lýst omanfyri.
Føroya Fólkatónleikar-
felag skipaði nú í vetur fyri
eini work-shop við støði í
Nótabókini hjá Svabo frá
1775, og nakað av tí, ið kom
burtur úr verður at hoyra á
eini
uttandurakonsert
í
Grasagarði í Havn leygar-
dagin 15. juli. Sunnudagin
16. juli verður, triðja árið á
rað, kingo-konsert í Havn-
ar kirkju.
Fólkatónleikarstevnan í ár
verður í ár fyriskipað av
Føroya Fólkatónleikarfelag
í samstarvi við Norður-
landahúsið og Tónleika-
samtakið Grót.
SVEINUR TRÓNDARSON
Fyri stuttari tíð síðani
settu leiðslurnar í Vestlax
og Pan Fish undirskritir
sínar undir eina avtalu,
sum innibar, at Vestlax
fær ognarrættin einum
rættiliga stórum parti av
føroysku alivinnuni, mált
eftir framleiðslu.
Hetta hevur eftir øllum
at døma fingið nevndina í
Føroya Havbúnaðarfelag
at heita á landsstýris-
mannin við vinnumálum
um at avmarka, hvussu
stórn part av føroysku ali-
loyvunum kann vera í
hondunum á einum og
sama eigara.
Grundgevingin
hjá
Havbúnaðarfelagum er, at
tá Føroya Landsstýri gev-
ur eitt aliloyvi, fylgja
ávísar treytir við loyvi-
num. Hetta kann saman-
líknast við, tá fiskiloyvi
Avmarkið
ávirkanina hjá
einstøkum eigara
ella rættindi til kvotu
vera latin ávísum skip-
um.
Landsstýrismaðurin er
ikki samdur við felag-
num og heldur, at ali-
vinnan skal sammetast
við fiskiídnaðin, har
Fiskavirking keypir um-
leið 40 prosent av saml-
aða tilfeinginum undan
Føroyum.
Men munur er á ali-
vinnu og fiskivinnu,
skrivar Vinnuhúsið. Í
fiskiídnaðinum kunnu
øll, sum hava áræðið at
bjóða seg fram, keypa rá-
vøru. Í alivinnuni sleppa
bara tey framat, sum
frammandundan
hava
fingið aliloyvið.
Sera grunnur grunnur
Norðuri í Vík situr ein sera skuffaður maður, Ragnar nevndur, og hann kennir seg ikki væl viðfarnan. Hann sendi um-
sókn til nýstovnaða tónleikagrunnin hjá Norðoya Sparikassa, men illa gekk at fáa svar, hóast svar varð lovað honum í
fleiri umførum. Ragnar er boðin við á tónleikafagna millum 10 lond í Póllandi, har sjónvarp sendir beinleiðis til teir 36
milliónir íbúgvarnar. Tá svar endiliga kom, var tað eitt nei, so nú ætlar Ragnar í Vík at finna aðrar stuðlar til ferðina
DAGFINN OLSEN
Í september í fjør boðaði
Norðoya Sparikassi frá, at
tónleikagrunnur var settur á
stovn. Ein grunnur, ið skuldi
veita veruligan stuðul til
tónleikarar í Føroyum. Ikki
bert smærri veitingar, ið
ikki gera tann stóra munin.
Eisini kom fram, at
grunnurin serliga skuldi
veita stuðul, so føroyskur
tónleikur kann gerast kend-
ur uttanfyri landoddarnar.
– Tað frøddi tey, sum
hava áhuga fyri at, føroysk-
ur tónleikur og føroyskir
tónleikarar kundu gera seg
galdandi uttanlands, tá SVF
í september mánaði í fjør,
bar tey tíðindi, at Norðoya
Sparikassi í sambandi við
80 ára føðingardag sín,
kunngjørdi fyri øllum Før-
oya fólki, at nú var ein tón-
leikagrunnur settur á stovn.
Hesin grunnur skuldi vera
ein verunlig hjálp til tón-
leikararnar í Føroyum, og
serliga skuldi hann veita
stuðul til at gera føroyskar
tónleikarar og føroyskan
tónleik kendan uttanlands.
Hetta skuldi muna, í mun
til tann stuðul, ið var latin
til tónleikin higartil. Greitt
var frá, at eitt 6 sifrað tal
var í grunninum, og tað
kundi væl hugsast, at øll
upphæddin fór til ein per-
són, - og um ikki, so bleiv
her ikki talan um at býta í
smálutir, sum tað so ofta
verður gjørt. Sjálvandi
gleddist eg yvir hetta stóra
stig, sum Norðoya Spari-
kassi hevði tikið Eg var
beint tá komin aftur úr
Norra, har eg hevði verið
og lagt seinastu hond á mína
fyrstu fløgu, sum kom út 9.
oktober, greiðir Ragnar í
Vík frá.
Ikki ígjøgnum
nálareygað
Ragnar í Vík søkti um stuð-
ul úr grunninum, tí hann
marknaðarførir sína fløgu
við rímuligari eydnu í út-
londum og hann er boðin
við til ein tónleikafagna við
10 luttakandi londum í Pól-
landi. Sent verður beinleiðis
í sjónvarpi til teir 36 milli-
ónir íbúgvarnar.
At fáa eitt nei kann ein
rokna við, tá ein søkir, men
at ein einki svar fær er nak-
að annað. Ragnar í Vík fekk
noktandi svar úr grunni-
num, men tá hevði hann í
fleiri umførum spurt eftir
svari og fingið tað lovað
heilt skjótt. Men vikur
gingu.
Men útfrá ætlanunum at
gera føroyskan tónleik
kendan í útondum, so er
Ragnar heldur skuffað-
ur.
– Sjálvur dugi eg ikki
at síggja, hví eg ikki
havi uppiborið, stuðul
úr tónleikagrunninum hjá
Norðoya Sparikassa. Tað,
sum eg ikki kann góðtaka
er, hví nevndin í grunninum
lat meg bíða so leingi eftir
svari, og sostatt oyðilegði
mær møguleikan at sleppa
at spæla og syngja í eini
beinleiðis sjónvarpssending
í einum landið, ið hevur 36
milliónir íbúgvar. Út frá
mínari umsøkn visti nevnd-
in fullvæl, at uttan stuðul frá
tónleikagrunninum,
var
ongin møguleiki hjá mær at
gera nakað sum helst við
tónleikin uttanlands. Eisini
haldi eg at teir í nevndini
fyri tónleikagrunnin hjá
Norðoya Sparikassa skylda
sjónvarpshyggjarum, eins
og øllum tónleikarum í Før-
oyum, eina frágreiðing, um
hvør tað er sum kann fáa úr
grunninum, tá í Ragnar í
Vík ikki gongur ígjøgnum
nálareygað, metir Ragnar.
Einki svar
Ragnar í Vík søkti grunnin
um stuðul, so hann kundi
hava møguleikan at luttaka
á tónleikafagnaðinum í Pól-
landi.
– Eg var tann 31. januar í
Norðoya Sparikassa og
handaði teimum umsókn
mína. Tað bleiv sagt, at
fyrsta marts ella fyrstu vik-
una av mars blivu svarini
útsend. Allur marsmánaði
gekk, og onki svar kom frá
tónleikagrunninum.
Um
mánaðarskiftið mars-apríl
ringdi eg til Norðoya Spari-
kassa og spurdi eftir svari
og greiddi teimum frá, at tað
var sera umráandi, at teir
góvu mær eitt svar, tí eg
arbeiðdi við einum túri til
Póllands. Teir søgdu, at
hetta var ikki so einfalt og
tók longri tíð, enn roknað
var við. Teir lovaðu mær
svar ein av teimum fyrstu
døgunum. Onki svar kom.
Tvær vikur gingu, uttan eg
fekk nakað svar. Eg setti
meg so aftur í samband við
tónleikagrunnin, og segði,
at tað nú var farið so langt
út um ásettu tíðina fyri at
svarini skuldu verða givin,
og at eg var sera misnøgdur
við ta viðferð, ið eg hevði
fingið. Eisini spurdi eg, um
nakað var galið við umsókn
míni, ella um teimum tørv-
aði fleiri ítøkiligar upplýs-
ingar, men so var ikki. Svar-
ið var tað sama, tað tók bara
longri tíð enn væntað. Tann
24. apríl kom so tann for-
mella innbjóðingin úr Pól-
landi, og eg sendi Norðoya
Sparikassa avrit av innbjóð-
ingini, greiðir Ragnar frá.
– Eg ringdi so aftur til
Tónleikagrunnin og spurdi
um teir høvdu móttikið
skrivið úr Póllandi. Tað
váttaðu teir og søgdu, at tað
var lagt inn í umsóknina, og
at eg komandi viku skuldi
fáa eitt svar. Nú gingu aftur
tríggjar vikur uttan nakað
svar. Eg setti meg aftur í
samband við teir og greiddi
teimum frá, at tað var alt
avgerandi, at eg fekk at vita
,um eg fekk játtaðan nakran
pening ella ikki, men teir
blivu við at biða meg bíða.
Fríggjamorgun tann 18.
maj ringdi eg so norður til
Norðoya Sparikassa og
segði, at í dag vildi eg hava
eitt svar. Teir lovaðu, at í
dag skuldi eg fáa svar, og
svarið kom, sigur Ragnar í
Vík, sum ikki fekk stuðul
frá grunninum.
Hesum er hann sjálvsagt
keddur av, men ringast
heldur hann viðferðina vera,
sum hann hevur fingið.
– Tað, sum eg ikki kann
góðtaka er, hví nevndin í
grunninum lat meg bíða so
leingi eftir svari, og sostatt
oyðilegði mær møguleikan
at sleppa at spæla og syngja
í eini beinleiðis sjónvarps-
sending, í einum landið, ið
hevur 36 milliónir íbúgvar,
heldur Ragnar.
Síðani ársskiftið hevur
Ragnar arbeitt við at markn-
aðarføra fløgu sína í útlond-
um og hann hevur júst latið
gera 1000 nýggj eintøk av
fløguni, sum eru í einum
øðrvísi húsa. Hetta verður
sent til útvarpsstøðir og
onnur kring knøttin.
Ragnar hevur roynt seg
við trimum løgum í Europa
og øll eru komin á top 30
countryhitlistan. Harav kom
lagið Alone and Forsaken á
eitt 24. pláss og var lagið í
januar millum 40 tey mest
spældu countryløgini í Eu-
ropa.
Ragnar hevur verið við á
sonevndum
Hotdiscum,
sum eru fløgur við enda-
málinum at gera vart við løg
og tónleikarar. Enn einaferð
sleppur Ragnar upp í part,
tá Stuart Cammeron gevur
út næsta Hotdiscin í juli.
Kitty Prins, sangari
og sangskrivari úr Bel-
gia, hevur skrivað eitt
lag á fløguni hjá Ragn-
ari í Vík. Hon hevur nú
skrivað Ragnari 3
nýggj løg og ætlar
hann at gera eina stak-
fløgu við hesum løg-
um, um møguleiki
verður fyri hesum.
Pólland hóast alt
Ragnar í Vík er nú far-
in at leita eftir stuðlum
til ferðina til tónleika-
fagnaðin í Póllandi,
umframt at hann á
øðrum økjum roynir
at laga tað so, at ferð-
in kann gerast veru-
leiki.
Ragnar í Vík og tón-
leikarar fara, um gjør-
ligt, til Póllands um
ólavsøkutíð og slík
ferð kostar ferðalag-
num
eini
70.000
krónur.
Ikki
leisturin í
framtíðini
Gunnar Nolsøe frá Tónleikagrunni
Norðoya Sparikassa sigur, at teir
beinanvegin gjørdu greitt, at á
fyrsta sinni kundi tað henda, at
viðgerðartíðin av umsóknum tók
nakað av tí, men at hetta ikki er
ætlaða arbeiðsgongdin og hetta
verður ikki leisturin í framtíðini
DAGFINN OLSEN
Gunnar Nolsøe frá Tón-
leikagrunni
Norðoya
Sparikassa sigur í sam-
band við umsóknina hjá
Ragnari í Vík, at sam-
bært viðtøkunum hjá
grunninum, so kann
hann ikki gera viðmerk-
ingar til einstakar um-
sóknir.
– Miðað verður eftir,
og tað er lagt inn í við-
tøkurnar fyri grunnin, at
ein mánað eftir, at um-
sóknarfreistin er farin,
skulu allar umsóknirnar
vera avgreiddar. Játtandi
ella noktandi. Hetta er
ikki krav, men eitt enda-
mál, sigur Gunnar Nols-
øe.
- Men vit hava eisini
sagt alla tíðina, at hetta
er nýtt fyri okkum og vit
roknaðu við at nýta
meira tíð fyrstuferð, enn
vit annars koma at gera,
sigur Gunnar Nolsøe.
- Tað hava vit eisini
gjørt, so vit eru farin
langt framvið tíðini, sum
vit hava álagt okkum
sjálvum til viðgerðina.
Men tað roknaðu vit við,
sum sagt. Men tað verð-
ur ikki vanlig manna-
gongd í framtíðini. Tað
er fyrstuferð, staðfestir
Gunnar Nolsøe.
- Vit fingu sera nógvar
umsóknir. Serliga tær
síðstu tvær vikurnar, áðr-
enn freistin var úti.
Nógvar eru væl kvalifis-
eraðar og tí hevur verið
drúgt at viðgera tær, sig-
ur Gunnar Nolsøe.
Hann vil ikki siga,
hvørt grunnurin hevur
latið játtandi svar til inn-
komna umsókn.
– Vit úttala okkum ikki
um, hvør fær noktandi
svar, ella hvussu nógv
tey eru. Tað er millum
okkum og umsøkjaran.
Men hinvegn hava vit
tryggjað okkum, at har
vit játta, har vilja vit
loyva okkum at kunn-
gera tað. Hetta er sjálv-
sagt eisini í PR høpi.
Men har koma vit eisini
at fylgja tí leisti, at vit
gera ikki viðmerkingar,
fyrr enn ávísa ætlanin er
komin so mikið langt, at
hon skal almannakunn-
gerast, sigur Gunnar
Nolsøe.
Gunnar Nolsøe sigur,
at grunnurin ikki bert let-
ur til umsøkjarar í Norð-
oyggjum, men at býtt
verður um alt landið.
– Sjávsagt eru vit lo-
kalur stovnur, og hyggja
vanliga eftir við slíkum
eygum, men ikki í Tón-
leikagrunninum.
Har
hyggja vit eftir øllum
landinum og hvat nevnd-
in trýr upp, sum góða
ætlan, sigur Gunnar
Nolsøe.
Hann sigur, at nevndin
ætlar at halda seg til at
lata munandi stuðul.
Ætlandi fer grunnurin
við í eina ella fáar ætl-
anir, har stuðulin er
munadyggur.
– Útfrá hesum kann eg
so siga, at nógvar av um-
sóknunum vóru sera væl
kvalifiseraðar og vit
hava eisini sagt nei til
umsóknir, sum vit útfrá
endamálinum
hjá
grunninum kundu sagt ja
til, sigur Gunnar Nolsøe.
Hann leggur dent á, at
langa viðgerðartíðin í
fyrsta umfarinum var
havd á lofti beinanvegin,
men hetta verður ikki
leisturin í framtíðini.