mikudagur 7. juni 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 107 - 7. juni 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 107 - 7. juni 2000
Lesið eisini
ÍtróttaSosialin á
alnetinum:
www.sosialurin.fo
Støðan í FM-
kappingini
5-mannafør, dreingir
1
Tjaldrið
7 stig
2
Havfrúgvin
5 stig
3
Kollur
4 stig
4
Drekin
3 stig
5
Sílið
2 stig
6
Royndin Fríða
1 stig
6-mannafør, kvinnur
1
Jarnbardur
7 stig
2
Hvessingur
5 stig
3
Fuglfirðingur
4 stig
4
Gongurólvur
3 stig
5
Sólmundur
2 stig
6
Riddarin
1 stig
5-mannafør, gentur
1
Frúgvin
7 stig
2
Beinta
5 stig
3
Ørnin
4 stig
4
Drekin
3 stig
5
Hvassi
2 stig
6
Sílið
1 stig
6-mannafør, menn
1
Hvessingur
7 stig
2
Hósvíkingur
5 stig
3
Kollfirðingur
4 stig
4
Strálan
3 stig
5
Gongurólvur
2 stig
6
Sólmundur
1 stig
8-mannafør, menn
1
Argjabáturin
7 stig
2
Toftabáturin
5 stig
3
Nevið Reyða
4 stig
4
Gullbrandur
3 stig
5
Oyndri
2 stig
6
Kviviksingur
1 stig
10-mannafør, menn
1
Vestmenningur
7 stig
2
Havnarbáturin
5 stig
3
Nólsoyingur
4 stig
4
Eysturoyingur
3 stig
5
Vágbingur
2 stig
6
Klaksvíkingur
1 stig
Støðan eftir fyrsta FM-róðurin er
uppgjørd niðanfyri. Fremsti báturin
fær 7 stig, meðan bátarnir frá nr. 2
til 6 fáa ávíkavist 5, 4, 3, 2 og 1
stig
Punktum varð seinnapartin
leygardagin sett fyri einum
tíðarskeiði sum í kappróð-
rarsøguni ivaleyst fer at vera
tiltikið. Eysturoyingurin,
sum síðani hann fyrstu ferð
luttók – tað var á norðoyar-
stevnu í 1998 – hevur vunn-
ið allar tólv FM róðrarnar,
tapti og tað so dyggiliga.
Eysturoyingar fingu ván-
aligan start. Teir lógu á fim-
ta plássi fyrstu løtuna, og
teir komu so at siga ongan-
tíð fram um fjórða plássið,
sum teir endaðu á.
– Vit høvdu roknað við,
at kappingin í ár fór at verða
gerast harðari, enn hon var
í fjør, sigur ein av mann-
ingini á Eysturoyingi. Og
tað vísti seg, at metingin hjá
teimum, sum hava vunnið
so nógv, var røtt.
Tað vóru tríggir nýggir
bátar við í kappingini, og
teir endaðu á teimum trim-
um fremstu plássunum.
Nýggi Vágbingurin skuldi
eisini vera við, men teir vór-
u so óhepnir í Vági vikuna
undan norðoyarstevnuvik-
uni, at báturin fekk skaða.
Tí fóru teir til Sumbiar, læn-
tu 10–mannafarið har suð-
uri, sproytaðu hann í svart/
hvíta litinum hjá Vágbingi,
men sjálvandi var tað ikki
heilt tað sama at rógva í
einum gomlum báti, sum
tað hevði verið at róð í ein-
um spildurnýggjum báti.
Nervarnir uttaná
Tøgnin og intensiteturin
vóru øgilig, tá Hallur Ell-
ingsgaard og Jákup Søren-
sen løgdu tey seks 10–
mannaførini. Havnarbáturin
sprakk avstað, áðrenn start-
skotið gekk av. Tað fekk
hann gula kortið fyri.
Umborð á fleiri av hinum
bátunum vildu teir vera við,
at Havnarbáturin eisini í
seinnu startroyndini hevði
tikið fyrsta takið, áðrenn
skotið gekk av.
Dómarin varð spurdur um
hetta, men hann gav ikki
kappingarneytunum
hjá
Havnarbátinum rætt. Um
Havnarbáturin hevði fingið
tvey gul kort í sama róðri,
so hevði hann einki stig
fingið.
Vestmenningar vóru ikki
heilt klárir, tá skotið gekk
av. Teir mistu eini tvey ella
trý tøk, og tað gekk ein løta,
áðrenn teir komu fyri seg.
– Vit hingu alla tíðina
uppií, men tað var ikki fyrr-
enn vit komu inn móti bed-
ingini, at vit kendu, at vit
vóru millum teir í oddinum,
og vit vóru ikki langt frá
málinum, tá eg var greiður
yvir, at vit vóru framman-
fyri allar hinar.
Hetta sigur Jan Johanne-
sen. Hann er bátsformaður
á Vestmenningi. Hann situr
á lærinum í bakborði, og tí
var hann tann seinasti at
síggja aftur á Nólsoyingin
og Havnarbátin.
Veldug kapping
Jan Johannsen heldur, at
norðoyarstevnuróðurin boð-
aði frá, at kappingin verður
øgilig í ár. Havnarbáturin
hevur ofta staðið seg væl á
eitt túsund metrum, og leyg-
ardagin vóru teir umborð á
Havnarbátinum rættuliga
stívir teir fyrstu tveir trið-
ingarnar av málinum. Nóls-
oyingurin vísti leingi, at
knotur eru í teimum, og iva-
leyst fer tað at laga seg betri
hjá eysturoyingum seinni á
árinum.
Vestmenningurin var í
gamla lagnum leygardagin.
Tað var ikki fyrrenn á síðsta
triðinginum av málinum, at
hann vísti størri treiskni enn
hinir og smeyg sær framum.
Umborð á Vestmenningi
Vestmenningar í
eyðkenda stílinum
10–mannafør: Eysturoyingurin, sum hesa ferð róði meiri seigan enn kapping-
arneytarnir, kom ongantíð fyri seg og var dyggiligga settur upp á pláss
er bara vant róðrarfólk.
Sammett við manningina í
fjør eru tveir skiftir út, men
talan er um nýggjar menn,
sum frammanundan hava
róð nógv við øðrum bátum.
Hetta er níggjunda árið,
at bátsformaðurin er við
Vestmenningi. Teir vunnu á
norðoyarstevnu í 1997, og
tað minnist Jan Johannesen
sera væl:
– Tað var eg, sum koykti
fótin, tá vit runnu ein túr,
áðrenn vit fóru í bátin. Eg
var so illa fyri, at teir vóru
noyddir at binda fótin upp,
men tað gekk alíkavæl.
Hesa ferð høvdu vit einki
óhapp, og tað var stuttligt
at koma aftur til Vestmann-
ar, har eini fýra hundrað
fólk vóru møtt at taka ímóti.
Í síðstu viku nevndu vit,
at Eysturoyingur hevði skift
fleiri menn, og at onkur var
farin av, tí hann var illa
skaddur. Ein av nýggju
monnunum hevði bara lov-
að seg til norðoyarstevnuna.
Mánakvøldið
kom
ein
nýggjur maður umborð.
Hetta er ein, sum áður hevur
róð nógv við Skálabátinum.
JH
Vestmenningar ætla sær upp aftur á føroysku kappróðrartrúnuna, og fyrsta stigið á leiðini varð tikið leygardagin
Mynd: Jan Müller
Hesaferð – hinaferð
Í august 1946 – ein mánað
fyri fólkaatkvøðuna um
loysing – varð ein bókling-
ur við heitinum FØROYAR
borin hvørjum húsi og
heimi í Føroyum.
Formælið til bókina var
soljóðandi:
Formæli:
Føroyingum stendur nú í
boði at taka við ognar- og
yvirvaldsrættinum til land
sítt, Føroyar.
Tjóðarviljin er tann, at
tikið verður við hesum
rætti: at vit sjálvir eiga
landið og sjálvir ráða yvir
tí.
Føroyingar mugu tí
vita, hvussu teir skulu
røkja og umsita henda
ognarlut sín.
Til tess at gera fyrireik-
ingarstarv hesum viðvíkj-
andi hava menn og kvinn-
ur – úr øllum politiskum
flokkum her á landi –
stovnað felagsskap. Hetta
er Føroyingafelag – Fe-
lag fyri Føroya frælsi.
Tey uppskot, sum hesin
felagsskapur hevur latið
gera, verða kunngjørd
Føroya fólki í hesum upp-
riti, sum her er prentað.
Hetta eru sjálvsagt bert
uppskot. Hvussu land
okkara fer at verða stýrt,
hvørt tað verður nakað
soeiðis sum her verður
skotið upp ella á annan
hátt, tað fer fólkaviljin –
fyrst og fremst soleiðis
sum hann kemur til
sjóndar
í
politiskum
flokkum á fólkavalda lóg-
gávutingi landsins – at
ráða fyri. Eyðvitð ber til
at stýra og umsita landið
á mangan hátt og betri
enn her er greitt frá. Tað
sum hetta rit hevur sett
sær fyri er við orðum og
tølum: 1. at prógva, at
land okkara kann skipast
sum frítt og frælst ríki og
2. at vísa á eina av teim-
um mongu leiðum sum
føra á hetta endamál.
Hesi formælisorð biðja
vit fólk hava í huga, tá tey
lesa hetta rit.
Tórshavn í august 1946
FØROYINGAFELAG
Hetta var ongin glæstriút-
gáva á glitaðum pappíri og
við vøkrum litmyndum.
Nei, góðskan var sum wc-
pappír av tí bíligara slag-
num, óivað tí frægari var
ikki at fáa, 5-ára heimsbar-
dagin hevði sorlað alla
framleiðsluorku í Europa og
Asia.
Bóklingurin var sett upp
soleiðis:
– Ognarrættur til Føroyar
– Uttanlandsviðurskifti
– Innanlandsviðurskifti
– Fíggjarlógaruppskot
fyri árið 1947
– Frágreiðing og við-
viðmerkingar
– Stjórnarskrá Føroya
(grundlóg)
Fíggjarlógaruppskotið sá
soleiðis út:
Vert er at geva sær far um,
at fyribrigdið »skiftistíð«
als ikki verður nevnt í bók-
linginum, men av uppskot-
inum til fíggjarlóg fram-
gongur, hvussu landsins
fyrisiting skal skipast:
– Hægsta stjórn landsins
við einum forseta
Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.
Samandrigið.
1. DEILD
Inntøkur:
1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld .... 6.400.000
2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna .......... 500.000
3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø. ...................... 50.000
––––––––
6.950.00
––––––––
II DEILD
Útreiðslur:
4. §. Hægsta stjórn landsins ................................ 48.000
5. §. Løgtingið ................................................... 122.000
6. §. Stjórnmálarráðið........................................ 402.000
7. §. Løgreglumál .............................................. 376.000
8. §. Dómsmál ................................................... 118.000
9. §. Lækna- og heilsumál .............................. 1.203.000
10. §. Samgongumál ......................................... 1.382.000
11. §. Skúla- og mentamál ............................... 1.353.000
12. §. Kirkjumál .................................................. 200.000
13. §. Vinnumál ................................................... 354.000
14. §. Sosial mál ............................................... 1.079.000
15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar ................. 35.000
16. §. Til at taka................................................... 278.000
–––––––––
6.950.000
–––––––––
– Løgtingið
– Stjórnarráð við einum
ráðharra
ríkisbókhaldara
ríkisgrannskoðara
– Uttanríkismál við einum
sendiharra í Bretlandi
sendiharra í restini av
Europa
sendiharra í Amerika
og við konslum í ymisk-
um londum, sum tó
onki skuldu kosta
– Løgreglumál við
løgreglustjóra (fúti)
sýslumonnum
løgreglu- og tolleftir-
litsmonnum
fangahús
skipasýn
ymisk eftirlit
– Dómsmál við
hægstarættardómara
lægrirættar dómara
Lækna- og heilsumál við
5 (fimm) sjúkrahúsum
landslækna
fylkislæknum
kommunulæknum
ljósmøðrum
– Samgongumál við
aðalverkfrøðingi
vitum v.m.
Postverk (0,00 kr. hvíla
í sær sjálvum)
Telefonverk (0,00 kr.
hvíla í sær sjálvum)
Innanoyggja sigling
Útvarp og veðurstøð
Kirkjumál við
bispi og prestum
Skúla- og mentamál við
øllum landsins skúlum
og ymiskum studningum
– Vinnu- og handilsmál
við studningum til land-
búnaðin, handverk og
ídnað, handilskúla og
húshaldsskúla
– Sosial mál
– Eftirlønir og studningar
Stjórnarskrá Føroya (grund-
lóg) er í 73 greinum, av
teimum eru 28 um forseta
Føroya, men § 30 ljóðar so-
leiðis »Peningaviðurskiftini
verða skipað við lóg«. Í
viðmerkingum til búskapar-
mál er tilskilað, at í fyrstu
syftu skal lóg gerast um
peninga- og bankamál land-
sins við einum landsbanka.
Undir »innanlandsviður-
skiftum« er tilskilað, at Før-
oyar verða frítt tjóðveldi, og
at »reglurnar um stjórnar-
skipanina verða skrivaðar í
stjórnarskrá (grundlóg)«.
Eisini er ein útgreining av
embætisverkinum,
men
hvaðan tað skal koma ella
útvegast, fáa vit ikki at vita.
Sum kunnugt var tá í tíðini
so at siga alt embætisverk-
ið mannað við donskum
tænastu- og embætismonn-
um.
Tað er trupult at ímynda
sær barnið, gitið í national-
itiskum veitsluróma og
tongforloyst við einum po-
litiskum manifesti á so
berum botni, sum tað í veru-
leikanum var talan um.
At vit, hóast tað at sam-
felagið fór á húsagang 3 ár
eftir at heimastýrislógin var
farin at virka, komu so væl
burtur úr ruðuleikanum,
kunnu øll fegnast um.
Hatta var hinaferð, og so
er tað hesaferð!
At pappírs- og prentlistin
er nógv broytt síðan 1946,
er bóklingurin »Frá heima-
stýri til fullveldi«, sum nú
um dagarnar varð borin
hvørjum húsi og heimi í
Føroyum, gott dømi um:
Snotilig perma, mynd og
glitað pappír mín sann,
vøkur skræða hevur gandað
mangan mann.
Hesaferð er tað ikki »Før-
oyingafelag«, ið er útgevari,
men
Føroya
landsstýri
(landskassin) og formælið
til bóklingin er undirskrivað
av løgmanni og tveimum
landsstýrismonnum vegna
Fólkaflokkin, Tjóðveldis-
flokkin og Sjálvstýrisflokk-
in. Tað er ikki heilt av leið
at halda, at útgáva og av-
greiðsla av hesum riti hevur
kostað skattaborgarunum
umleið tað, sum Kirkjumál
varð mett at kosta í 1946.
Triumvirati, sum hevur
undirskrivað
formælið,
vónar, at bóklingurin fer »at
bøta um førleikan hjá fólki
at kjakast um og taka støðu
til málið um framtíðarstøðu
Føroya«.
Kjak í góðum týdningi
kann loysa truplar spurning-
ar og vandamál, men vána-
ligt kjak – klandur – loysir
ikki úr góðum.
Á síðu 4 í bóklinginum
eru nevndar 5 ásanningar,
sum fekk verandi samgongu
»at seta kós móti føroysk-
um fullveldi«. Ein av hes-
um ásanningum er, at vant-
andi vit um og ávirkan á tað,
sum hendir í okkara egna
landi – serliga í okkara
fíggjarheim –, var orsøkin
til, at samfelagið fór so rúk-
andi á heysin, og at »krepp-
an fyrst í nítiárunum gjørd-
Viðmerking:
ist so hørð«.
Álvaratos, er hetta ikki at
undirmeta ta vitan og tey
ráð og tær ávaringar, sum
okkara politikarar í eini 35
ár hava fingið frá Búskap-
arráðnum og Det økonom-
iske råd? Og ársfrágreiðing-
arnar frá landsstýrinum/
ríkisumboðnum í eins nógv
ár: Er eingin dygd í teim-
um?
Nei, tað sanna man vera,
at tær mongu løgtingslóg-
irnar – kanska einar 80 í tali
– við ongum kunngerðum
ella reglugerðum um lands-
kassaveðhald, landskassa-
útlán og landskassastudning
til skip og virki máaðu burt-
ur støðið undir tí føroyska
búskapinum. Tær drenaðu
landskassan og kostaðu
skattaborgarunum
milli-
ardaupphædd. Hesar løg-
tingslógir vórðu jú eisini
settar úr gildi, meðan krepp-
an leikaði á av tí harðasta.
Hetta og onnur eyðmýkj-
andi tiltøk er ætlandi triðja
orsøkin til, at samgongan
setti »kós móti føroyskum
fullveldi«: »Vit ásannaðu, at
føroyskir
myndugleikar
vórðu tiknir av ræði hesi
árini«.
Ella vóru kanska aðrar
orsøkir til, at kreppan
»gjørdist so hørð«? Blokk-
urin?! Men hann kom ikki
fyrr enn í 1988 við avtalu
9. mars 1987 millum lands-
stýrið og stjórnina. Undir
punkt 4 í avtaluni er tilskil-
að, at »Færøernes hjemme-
styre kan inden for rammer-
ne af gældende lovgivning
frit disponere over bloktil-
skuddene«.
Tað hevði verið áhugavert
at fingið at vita, hvat ið teir
báðir løgmaður og stats-
ministarin løgdu í orðingina
»inden for rammerne af
gældende
lovgivning«.
Hugsaðu teir um lógirnar
við relatión til tey fimm
ministeriini, nevnd undir
sama petti í avtaluni, ella
hugsaðu teir bara um lóg-
lýdni í vanligum týdningi?
Teir eru báðir enn í góð-
um árum.
Heri Mohr
»Hví tað loysir seg at gevast!«
Eg havi roykt í 20 ár. Er
ikki longu ov seint?
Nei! Tey góðu tíðindini
eru, at tað er ongantíð ov
seint at gevast. Tú skerjir
vandan fyri sjúkum, ið
standast av tubbaki, næstan
alt fyri eitt, tú heldur uppat
at roykja, sjálvandi er betri,
skjótari tú gevast.
Eftir:
tjúgu minuttum tekur nøgd-
in av tubbakseitri at minka
og blóðtrýstið, hjartaslátt-
urin og pulsurin verða aftur
sum tey eiga at vera. Hetta
ger, at vandin fyri hjarta-
slagi minkar
tólv tímum – nøgdin av kol-
súrevni í blóðinum minkar
og nøgdin av súrevni økist
einum mánaði fert tú at
duga betur at meta um,
hvussu okkurt angar og
smakkar. Lungnapípurnar
verða smidligari, so tað
verður lættari hjá tær at
draga andan. Kroppurin
hevur stríðst við at endur-
bøta nervalagið. Tú fert
kanska at varnast, at tú
orkar meira
tveimum til trimum mánað-
um fært tú kanska 30% av
lungnavirki aftur. Tú fert at
orka meira og føla, at tú fært
gjørt fleiri kropsvenjingar.
seks til níggju mánaðum –
útlitini til at tú fært lungna-
sjúku eru minni, tí kyknur-
nar, sum klæða lunguni, nú
aftur verða so sum tær skulu
vera og gera sítt til, at lung-
uni hjá tær eru rein og
heilsugóð
einum ári – vandin fyri, at
tú fært hjartasjúku er skor-
in niður í helvt, tú hevur
eisini skert vandan fyri
striki, lungnasjúku og fleiri
sløgum av krabbameini,
teirra
millum
lungna-,
hálsa-
(lívmóðurhálsa-),
bløðru- og nýrakrabba og
krabba í brisi, barkakýla og
vælindi
fimm árum – vandin fyri at
tú fært lungnakrabba er um-
leið helvtina av vandanum
hjá honum, ið roykir ein
pakka um dagin
tíggju árum – vandin fyri at
tú fært lungnakrabba er
næstan líka lítil sum hjá
einum, ið ikki roykir! Frísk-
ar kyknur eru komnar í stað-
in fyri tær kyknurnar, ið
koma áðrenn krabbameins-
kyknurnar koma.
Tubbaksráðið – spurningar og svar um tubbak:
Tikið úr »Tá ið síðsta siga-
rettin er roykt«, Ameri-
kanska tubbaksráðið. 1995,
1996.
Gevst tú at roykja, skerjir
tú eisini vandan fyri at tey,
sum eru uttan um teg og
anda roykin frá tær niður í
seg, verða sjúk.
Næstu ferð: Vandin við at
vera passivur roykjari.