Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-06-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. juni 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 107 - 7. juni 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 107 - 7. juni 2000 Eingin ivi er um, hvat av 8– mannaførunum stóð seg best í níti árunum. Hagtølini siga, at Argjabáturin vann seks av tíggju FM heitum. Í fjør vóru argjamenn ov stuttir. Tá vóru tað grannar- nir umborð á Ørvi hjá Havnar Róðrarfelag, sum vóru teir drúgvastu. Á norðoyarstvnu vístu teir umborð á Argjabáti- num, at teir ætla sær at taka FM heitið aftur. Og norð- oyarstevnuróðurin boðaði eisini frá, at í ár fer Argja- báturin ikki at fáa nakra kapping frá Ørvi. FM manningin á Ørvi í fjør er farin umborð á Havnarbát- in. Ørvur er mannaður av nýggjum, men teir hava vant í heilt stutta tíð, og tað hevði við sær, at teir á norð- oyarstevnu endaðu á aftasta plássinum. Mestu kappingina fekk Argjabáturin frá Toftabát- inum, sum róðrarfelagið NSÍ mannar, og frá Nev- Fyrsti FM kappróðurin var í Klaksvík leygardagin. Lík- indini vóru av teimum fag- rastu, og alt gekk upp á stás. Í ongum av teimum seks kappingunm var neyðugt við innleiðandi róðrum, og tað var bara í 10–manna- farakappingini, at tað var neyðugt við nýggjum starti. Havnarbáturin reyk avstað, áðrenn skotið hjá dómara- num gekk av, og so skutu teir róðurin av. Fyrsta startskotið gelti millum Klakkin og Kjølin, tá klokkan bara var farin nakrar heilt fáar minuttir av trý, og tá gestablíði Klaks- víkingurin kom á mál, eftir at hann hevði latið allar hin- ar koma á mál fyrst, var klokkan nakrar fáar minuttir í hálvgum seks. Tað vil siga, at tað tók tveir og ein hálvan tíma at fáa alla kappingina frá hondini. Hetta er væl betri, enn tað var á norðoyarstev- nu í fjør. Ta ferðina var klokkan sjey, tá 10–manna- førini vóru liðug at rógva, og niðurstøðan var, at um- støðurnar, sum tað bar til at gera nakað við, skuldu bet- rast. Hetta arbeiðið er gjørt, og í Róðrarsambandinum eru teir væl nøgdir við tað, sum gekk fyri seg á vánni í Klaksvík. Undanfarin ár hevur tað fleiri ferðir verið nevnt, at um kappróðurin skal gerast uppaftur meiri vinarligur hjá teimum, sum standa kring róðrarøkið og fylgja við, so skal samlaða kapp- ingartíðin styttast niður um tveir tímar. Á norðoyarstevnu vóru teir ein hálvan tíma frá tí, sum hevur verið arbeitt fram ímóti. Og tað var sera sjónskt, hvør orsøkin var til, at tað ikki eydnaðist at fáa alt frá hondini upp á gott og væl ta tíðina, sum tað tekur at spæla ein fótbólts- dyst. 5–mannaførini við dreingjum og gentum og 6– mannaførini við kvinnum róðu eitt túsund metrar. 6– mannaførini við monnum, 8–mannaførini og 10– mannaførini róðu fimtan hundrað metrar. Tíðin til hvønn róðurin var gott og væl eitt korter. Men ímillum síðsta róðurin á eitt túsund metrum og fyrsta róðurin á fimtan hundrað metrum fór ein góður hálvur tími. Hetta var tíðin, sum tað tók at flyt- a fasta startin. Tað plagar at verða sagt, Kappingin fer við hálvum triðja tíma Kappróður: Tað ber bara til at av- marka tíðina uppaftur meiri, um allar kappingarnar verða á eitt túsund metrum at so hvørt sum róðrarárið líður, so styttist tíðin, sum fer at leggja bátarnar. Or- søkin verður søgd at vera, at manningarnar gerast alt betri fyri – eisini at akta startdómaran og høvuðs- dómaran og at halda nerv- arnar í teymum. Á ólavsøku er kappróð- urin ofta liðugur góðan hálvan annan tíma eftir, at fyrstu tøkini eru tikin. Ein orsøk til hetta er, at fasti starturin altíð roynist væl á ólavsøku, og ein onnur or- søk er, at fasti starturin ikki verður fluttur. Allir bátarnir rógva sama teinin. Kappróðurin á norð- oyarstevnu vísti, at um tað skal bera til at avmarka tíð- ina uppaftur meir, so skulu allar kappingarnar vera á eitt túsund metrum. Ein møgulig broyting hevði havt nógvar avleið- ingar. Kappróðrarfólk og tey, sum fyrireika og ansa eftir fara ivaleyst at taka spurningin uppaftur í fram- tíðini. Og kanska fara teir í eftirmetingini av kappingini á norðoyarstevnu at koma fram á onkrar lutir, sum – um teir vóru rættaðir eitt sindur – kundu stytt kapp- ingina uppaftur meiri. Men tað verður sera torført at sleppa nður um tveir tímar, um ikki allar kappingarnar verða á eitt túsund metrum. Og so er spurningurin, hvat tað verður lagdur størstur dentur á – tíðina ella fyri- treytirnar á ymsu róðrar- teinunum. JH Skal tíðin til avgreiðing av róðrunum styttast meira, er einasta loysnin at rógva sama mál allar róðrarnar Mynd: Jonhard Hammer Argjabáturin aftur í hopla 8–mannafør: Klaksvíkingar stóðu seg betri, enn teir hava gjørt í mong ár inum Reyða úr Klaksvík. Martin Venned, sum tey bæði undanfarnu árini hevur verið venjari hjá teimum umborð á Eysturoyingi, har hann eisini var partur av manningini, rør við Nev- inum Reyða. Hann tykist rættuliga at hava sett ferð í klaksvíkingarnar. Avrikið á norðoyarstevnu boðar frá, at teir í Klaksvík hava ein bát, sum hevur møguleika at blanda seg í kappingina um fremsta plássið, og tað er akkurát tað, sum teir hava hildið skal til, um áhugin fyri kappróðri skal kveikjast av nýggjum í Klaksvík. Umframt omanfyri nevn- du manningarnar, so kann roknast við, at vestmenn- ingarnir, sum manna fugl- fjarðarbátin Gullbrand, fara at vera við í kappingini um fremstu plássini. Oyndri luttók fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Oyndfirð- ingar endaðu á fimta plássi. Teir vóru ikki serliga væl við í startinum, og tað kundi kanska boða frá, at tá tað fer at laga seg betri hjá teim- um á fyrsta teininum, so verður møguleikin fyri betri endastøðu størri. Umborð á Argjabátinum er nógv nýtt fólk. Tríggir av teimum, sum róðu við í fjør, rógva aftur í ár. Hinir eru allir nýggir, men teir vita allir,hvat tað snýr seg um, tí teir hava allir áður tikið lut í kappróðri. Eitt sindur av fólki var í neystinum og tók ímóti, tá vinnarabáturin kom aftur til Argir. Onkuntíð hava tað verið fleiri til móttøkuna, og onkur helt fyri, at um Argja- báturin fer at halda fram at vinna, so far tey ivaleyst at fjølgast, sum fara at møta upp at taka ímóti. JH Sum tað sæst á myndini, so var Argjabáturin pura leysur av hinum bátunum, tá komið varð inn móti málinum Mynd: Jonhard Hammer Av góður grundum var stór- fingna móttøkan, sum Eyst- uroyingur hevur fingið í Runavík tvey tey seinastu árini, av ongum leygar- kvøldið. Men best umboð- aða økið í kappróðrinum kann gleða seg um, at róð- rarframtíðin í Runavíkar kommunu tykist vera í góð- um hondum. Nýggi báturin hjá Róð- rarfelagnum NSÍ, Tjaldrið, vann ein rudduligan sigur á norðoyarstevnu, og tað varð markerað við, at báturin, sum stóð uppi á einum last- bili, vitjaði í so at siga øllum bygdunum í kommununi, tá teir komu út aftur leygar- kvøldið. Tjaldrið stakk seg fram- um hinar bátarnar longu í startspurtinum, og tá hálvur teinurin var lagdur afturum, var tað leyst aftur til kapp- ingarneytarnar. Ofta eru fremstu dreingjabátarnir komnir á mál í einum stór- um trunka. Soleiðis var ikki hesa ferð. Tað var leyst frá Tjaldrinum og aftur til Hav- frúnna. Og tað var leyst frá vestmannabátinum, sum vann FM í fjør, tá tað var hann, sum var spildurnýggj- ur, og aftur til Koll. Hinir bátarnir vóru væl aftari, og tí er ilt at síggja, at kappingin um fremstu plássini fer at standa millum aðrar bátar enn teir oman- Tjaldrið vardi heiðurin hjá Runavíkini 5–mannafør dreingir: At venja við einum gomlum báti og at kappast við ein- um nýggjum báti er sum dagur og nátt fyri nevndu. Hava vant í gomlum báti Gudmundur Danielsen er bátsformaður umborð á Tjaldrinum. Hann situr á toftini bakborðsmegin, og tískil var tað longu í start- spurtinum, at hann sá aftur á hinar bátarnar, og tað var ein góð kensla. Umborð á Tjaldrinum er róðursmað- urin tann sami sum í fjør, og fýra av teimum seks, sum rógva, vóru eisini við í fjør. Tveir nýggir eru kom- nir umborð: – Vit hava vant nógv. men tað var bara síðstu vikuna undan norðoyarstevnuni, at vit vóru umborð á Tjaldri- num. Báturin var ikki klár- ur. Tí hava vit vant við Ter- nuni. Tað er ein gamal og tungur bátur. Árarnar eru eisini tungar, og tí var tað ein heilt onnur kensla at koma umborð á ein spild- urnýggjan og lættan bát. Tað er ein stórur fyrimunur at hava ein nýggjan bát, heldur Gudmund Daniel- sen. Bátsformaðurin umborð á Tjaldrinum roknar avgjørt við, at teir á komandi stev- num fara at fáa kapping frá í hvussu so er Havfrúnni og Kolli. Sigurin á norðoyarstevnu var tann fyrsti hjá teimum, sum nú rógva við Tjaldri- num. Í fjør vóru teir numm- ar trý á norðoyarstevnu, og tað var besta úrslitið hjá teimum i FM kappingini. JH 5-mannafør, dreingir 1 Tjaldrið 5.25,13 2 Havfrúgvin 5.32,24 3 Kollur 5.35,22 4 Drekin 5.43,01 5 Sílið 5.44,18 6 Royndin Fríða 5.47,07 7 Spógvin 5.48,23 8 Blikur 5.53,12 9 Báran 6.02,08 10 Junkarin 6.03,24 6-mannafør, kvinnur 1 Jarnbardur 5.38,21 2 Hvessingur 5.46,20 3 Fuglfirðingur 5.50,16 4 Gongurólvur 5.53,02 5 Sólmundur 5.56,00 6 Riddarin 5.57,13 7 Páll Fangi 6.00,12 8 Lómur 6.01,13 5-mannafør, gentur 1 Frúgvin 5.29,16 2 Beinta 5.50,19 3 Ørnin 5.51,05 4 Drekin 5.51,07 5 Hvassi 5.54,22 6 Sílið 5.55,04 7 Royndin Fríða 5.55,18 8 Havfrúgvin 5.56,03 9 Tjaldrið 5.58,18 10 Súlan 5.59,21 11 Fípan Fagra 6.00,22 12 Bylgjan 6.02,04 13 Firvaldur 6.03,06 14 Blikur 6.05,06 15 Spógvin 6.13,03 16 Dúgvan 6.13,05 17 Junkarin 6.20,19 6-mannafør, menn 1 Hvessingur 7.48,01 2 Hósvíkingur 7.48,15 3 Kollfirðingur 7.51,09 4 Strálan 7.53,04 5 Gongurólvur 7.54,05 6 Sólmundur 7.59,10 7 Snopprikkur 8.06,24 8-mannafør, menn 1 Argjabáturin 7.33,20 2 Toftabáturin 7.36,20 3 Nevið Reyða 7.40,14 4 Gullbrandur 7.41,16 5 Oyndri 7.43,12 6 Kviviksingur 7.47,00 7 Húsavíkingur 7.49,00 8 Miðvingur 7.50,19 9 Heiðabáturin 7.53,05 10 Ørvur 7.58,13 10-mannafør, menn 1 Vestmenningur 7.03,06 2 Havnarbáturin 7.04,18 3 Nólsoyingur 7.06,03 4 Eysturoyingur 7.06,11 5 Vágbingur 7.14,11 6 Klaksvíkingur 7.43,13 Úrslit frá norðoyastevnu niðanfyri eru tilskilaðar endastøður og tíðir hjá bátsmanningunum, sum luttóku í kappróðrinum á norðoyastevnu Mest spennandi endaspurt- urin av øllum á norðoyar- stevnu var tann hjá 6– mannaførunum við monn- um. Hvessingur vann, men hann var bara ein hálvan skut fyrri á málið enn Hós- víkingur, og frá hósvíking- um og aftur til kollfirðingar var ikki leyst. Í áttati árunum vann Hós- víkingur FM trý ár á rað – í 1985, 1986 og í 1987. Síð- ani tá hevur Hvessingur ver- ið høvuðsbáturin í kapping- ini millum 6–mannafør við monnum. Hvessingur vann FM í fjør, og í níti árunum vunnu teir tilsaman fimm FM heiti. Norðoyarstevnuróðurin boðaði frá, at kappingin í ár fer at vera ein uppgerð millum grannar. Næsti róð- urin verður á Skálafjørð- inum annan leygardag. Tá fer Hvessingur at hava Hós- Stoltleikin hjá Runavíkini er ikki longur Eysturoyingur. Tjaldrið bjargaði æruni við at smyrja alla mótstøðu av Mynd: Jonhard Hammer Sundalagið átti kappingina 6–mannafør menn: Hósvíkingurin noyddist at lúta fyri Hvessingi heilt stutt úr málinum víking undir aðrari liðini, og hann fer at hava Kollfirðing undir hinari liðini. Snopprikkur, sum vann FM í fyrraárið, legði bragd- liga fyri, men tá startspurt- urin var liðugur, var hann dottin afturav og endaði aft- astur. Stórur spenningur var um, hvussu tað fór at hilnast hjá einasta spildurnýggja bátinum í kappingini, men Gongurólvur blandaði seg ikki í toppstríðið. Hann helt seg frammanfyri miðjuna inntil bátarnir vóru komnir inn á hálva Kósabrúnna. So rann Strálan av Strondum frá havnarmonnunum. Á málinum var heilt stutt frá Kollfirðingi, sum endaði á triðja plássi, og aftur til Gongurólv á sætta plássi, og tað boðar frá, at í hesi kapp- ingini fer tað ivaleyst at leika harðliga á seinni í summar. JH Hvessingur vann 6-mannafarsróðurin hjá monnum, men teir fingu harða kapping frá grannunum í Hósvíkingi Mynd: Jonhard Hammer