mikudagur 7. juni 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 107 - 7. juni 2000
Eftir venjingina mána-
kvøldið vóru tær á Jarnbardi
og sóu sjónvarpsupptøkuna
av róðrinum, sum tær lut-
tóku í leygardagin. Tá kun-
du tær við egnum eygum
staðfesta, at tær vunnu ein
sera rudduligan sigur. So-
leiðis sum róðurin mynd-
aðist er ilt at fá eyga á, hvør
skal hótta FM vinnararnar í
fjør og í 1998, Jarnbard:
– Hesa ferð gekk sera
væl. Vit komu eina hálva
bátslongd framum hinar
bátarnar longu í startspurt-
inum, og tað er altíð lættari
at rógva, tá tú er framman-
fyri hinar, enn tað er at róg-
va, tá tú skalt stríðast fyri at
fáa fatur á teimum, sum eru
frammanfyri.
Hetta sigur Rannvá Ing-
varsson. Hon er bátsfor-
maður umborð á Jarnbardi.
Manningin umborð á Jarn-
bardi er mest sum tann sama
sum í fjør. Tær hava fingið
eina nýggja umborð, men
hon hevur áður róð við 5–
mannaførum.
Tá vit spyrja, um mót-
tøkan var stór, sum tær fin-
gu, tá vinnarabáturin kom
aftur til Havnar, heldur báts-
Tað er ein øgiligur hugur hjá
gentunum í Vágum at taka
lut í kappróðri. Á norðoy-
arstevnu var størsta kapp-
ingin tann millum 5–
mannafør við gentumann-
ing. Seytjan bátar vóru við
í róðrinum, og ikki færri enn
fimm manningar komu úr
Vágum.
Vágabátarnir gjørdu rætt-
formaðurin, at tað kann ikki
sammetast við tað, hon áður
hevur upplivað:
– Eg róði í 1991 og í 1992
við Hvassa á Oyri. Tá
vunnu vit onkra ferðina, og
tá var øll bygdin og tók í-
móti okkum, tá vit komu
aftur. Í Havnini eru fleiri
róðrarfeløg og nógvir bátar,
so tað verður ikki heilt tað
sama.
Jarnbardur vann í fjør all-
ar róðrarnar, og við róðri-
num leygardagin í huga er
tað upplagt at spyrja for-
mannin á Jarnbardi, um hon
heldur, at tær aftur í ár fara
at vinna hvørja ferð:
– Tað fært tú meg ikki at
siga. Eg vóni, at vit fara at
fáa harða kapping, og eg
rokni eisini við, at bæði
Hvessingur, sum ikki fekk
so góðan start á norðoyar-
stevnu, og nýggi báturin
Gongurólvur fara at kappast
við okkum. Tað skuldi held-
ur ikki undra, um onkur av
hinum bátunum eisini fer at
standa seg betri, heldur
Rannvá Ingvarsson.
Vant alla tíðina
Tær umborð á Jarnsbardi
hava ikki hildið nógv frí frá
kappróðri, síðani tær vunnu
á ólvasøku í fjør:
– Í September fóru vit so
smátt at fyrireika okkum til
ferðina niður til Scilly-
oyggjarnar. Vit vandu kon-
Á Jarnbardi eru tær sera væl fyri
6–mannafør kvinnur: Hóast sigurin var sannførandi, so rokna tær á Jarnbardi við og vóna, at tær fara at fáa stóra
kapping frá hinum manningunum
ditión og styrkisvenjing í
allan vetur. Fyrst í hesum
árinum fóru vit at venja í
giggini. Fyrst í mai fóru vit
umborð á Jarnbard, so vit
eru væl fyri, sigur formað-
urin umborð á Jarnbardi.
Umborð á hinum bátu-
num hava tær sjálvandi ikki
vant so nógv. Tí kann tað
kanska hugsast, at munurin
frá Jarnbardi og aftur til teir
næstu ikki fer at verða so
stórur næstu stevnurnar,
sum hann var á norðoyar-
stevnu. Men tað er einki at
ivast í, at tær umborð á FM
bátinum frá í fjør fara at
vera sera drúgvar.
jh
Vágagentur tóku alt
5–mannafør gentur: Báðir bátarnir úr Mðvági vóru fremstir, og tann úr Sandavági endaði á triðaj plássi
uliga um seg. Nýggi báturin
í Miðvági, Frúgvin, vann,
og Beinta úr Miðvági gjør-
dist næstfremst.
Kappingin stóð bara um
næstfremsta plássið. Beinta
var drúgvast í tí kappingini,
men Ørnin úr Sandavági
gav Beintu ein skarpan
gang.
Um fyrsta plássið var
eingin kapping seinnapartin
av eitt túsund metra tein-
inum. Frúgvin var leys av
hinum bátunum, tá tær vóru
komnar inn á hálva Kósa-
brúnna, og á málinum vóru
tær so langt frammanfyri
hinar bátarnar, at tað bara
kann sammetast við fleiri at
sigrunum, sum teir umborð
á Eysturoyingi vunnu í fjør
og í fyrraárið.
FS Vágar
So nógv fólk vóru og tóku
ímóti kappróðrarbátunum í
Miðvági, sum tað ongantíð
áður hava verið, sigur Per-
nille Krogh, sum er bátsfor-
maður umborð á vinnara-
bátinum.
Ørnin, sum undanfarnu
árini hevur vunnið so nógv,
fór til Sandavágs, men Mið-
vágur eigur eitt sindur av
manningini umborð á Ør-
nini, og tað er ikki frítt, at
tey í Sandavági eiga eitt sin-
dur umborð á bátunum úr
Miðvági:
– Umborð á Ørnini er
róðursmaðurin tann sami,
meðan allar tær, sum rógva,
eru nýggjar. Vit eru tríggjar,
sum áður hava róð við Ør-
nini, tvær hava róð við Súl-
uni og tvær hava áður róð
við Lómi av Argjum, sigur
bátsformaðurin á Frúnni.
Seks okkara búgva í Mið-
vági, og ein býr í Sandavági.
Miðalaldurin umborð á
Frúnni er umleið tjúgu ár.
Tann elsta er 27, men fleiri
av hinum eru 17–18 ára
gamlar.
Umborð á Beintu er róð-
ursmaðurin 20 ára gomul,
ein er 19 ára gomul, og hin-
ar eru 16–17 ára gamlar.
Fýra eru úr Sandavági, og
tríggjar eru úr Miðvági. Fýr-
a av teimum umborð á
Beintu hava verið við í eitt
ár, og tríggjar eru komnar
umborð í ár. Bátsformaður
er Ragnhild Olsen:
– Sørvágsbátarnir venja
nú eisini í Miðvági. Vit ven-
ja ofta í senn, men higartil
hava vit ikki róð móti hvør-
jum øðrum undir venjing.
Okkara kapping er fyrst og
fremst við Ørnina. Frúnna
tykist tað vera torført at gera
nakað við. Tær umborð á
Ørnini hava spælt hondbólt
í vetur, so tær hava ikki vant
so nógv sum vit. Tí rokni
eg við, at tær far at verða
drúgvar seinni í summar.
JH
Gentumanningarnar
á báðum
miðvágsbátunum,
Frúnni og Beintu,
tóku sær av
teimum báðum
fremstu plássunum
á Norðoyastevnu
Mynd:Jan Müller
Tær á Jarnbardi bara halda á fram at vinna. Sum tað framgongur av myndini, so var eingin ivi um úrslitið í Klaksvík
Mynd: Jonhard Hammer
2000
Nr. 20
F a g r i n ‡ g g i h e i m u r s . 1 6 o g 1 7
s . 1 6 o g 1 7
Sí›a 15
Hedemølle efterskole
Sí›a 18
Stubbar
Sí›a 19
Hitlistar og fløgukapping
Baksí›an
Fløguumæli
Yngd hesafer›
Iron Maiden
Allir finalistarnir funnir