leygardagur 25. juli 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
| Abyrgdarbladstjori: | Blaðfólk: Ljósmyndari: Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 311820 )
| Jan Møller | Dagny Joensen, Jens Kristian Vang Sp/t Sosialurin Telefax. 314720
| | Áki Bertholdsen, Bústaður:
| Blaðstjóri: | Emil L. Jacobsen Lysingar og søla: Argjavegur 26, Argjum "e-mail: -
| Eiríkur Lindenskov = | Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, post &sosialurin.fo
CT internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro 110 Tórshavn
Nýggj byrjan í sam-
vinnuni við Noreg
Oddagrein
NORSKI forsætismálaráðharrin Kjeld Magne
Bondevig hevur boðið Anfinni Kalsberg, log-
manni á vitjan í Noregi. Henda vitjan verður
einaferdi august mánað. Tað frættist, at løgmadur
eisini skal vitja altjóða oljumessuna í Stavanger.
Umframt løgmann skal oljumálaráðharrin Eyðun
Eltter eisini vitja í Noregi um sama mundið.
VIT eiga at fegnast um, at nýggi norski forsætis-
rådharrin ynskir sterri samvinnu vid Føroyar.
Hetta hevur hann m.a. úttalað seg um i samrødu
við Sosialin herfyri. Í tí sambandi nevndi hann
fyrst og fremst eina komandi foroyska oljuvinnu.
TA hugsað verður um telags retur okkara og um,
at Noreg er eitt av næstu grannalondum okkara,
so er tað heilt náttúrligt, at vit og norðmenn
samvinna á oljuøkinum eisini. Men tá tað er kom-
ið hartil, at ein nýggjur norskur forsætisráðharri
og ein nýggjur føroyskur løgmadur skulu tosa
saman fyri fyrstu ferð - og evnið er framtíðar
samvinna - so er tað ikki nóg mikið bara at tosa
um eina oljusamvinnu. Vit mugu nýta hetta
nýggja og góða høvid til at taka upp samvinnuna
millum Feroyar og Noreg sum heild. Og her slepst
ikki uttan um at tosa um fiskivinnuna.
TAÐ er einki dulsmál, at føroyingar ikki altid hava
kent seg væl viðfarna av norðmonnum, tá tað
um fiskivinnu ræður. Vit foroyingar eru troðkaðir
burtur mest sum allastaðni, har vit annars hava
fiskað gjøgnum langar tíðir, o ikki kann sigast,
at norskir fiskivinnumyndugleikar hava verið ser-
liga samvinnuhugaðir á hesum eki. Tvørturim6ti
hevur norski fiskivinnupolitikkurin verið sera
egoistiskur og einvísur. Taka vit russar, so hava
teir í nongum verið meira samstarvssinnaðir enn
granni okkara Noreg.
TAÐ skal vera okkara vón, at fiskivinnan eisini
verður við í tí práti, sum Kalsberg og Bondevig
fara at hava um stutta tíð. Ikki soleiðis at skilja,
at vit førovingar skulu seta ultimatum so sum at
krevja nakað afturfyri á fiskivinnuøkinum, fyri at
loyva teimum at vera við í eini leiting á foroyskum
eki. Hetta var tað fólkaflokkurin á sinni skjeyt
upp á tingi, og sum tíanbetur varð felt við ein
brest. Soleiðis arbeiða vit ikki. Vit eiga at gera
norðmonnum greitt, nú bæði londini hava fingið
nýggja stjórn og vit eisini fara inn í eina nýggja
øld, at vit ynskja eina breiða samvinnu, sum bæði
fevnir um fiskivinnu, oljuvinnu og eisini mentan,
har ikki minst innan undirvísing og gransking.
POLITISKI setningurin má vera ein samvinna,
sum fevnir um fleiri eki. Vit hava ikki brúk fyri
vøkrum og innantómum orðum. Okkurt itøkiligt
má koma á borðið, soleiðis, at bæði legting,
vinnulív og mentanarlivid í Føroyum fáa eina
greiða fatan av, at frá nú av er tað álvari. Nú verður
stungið út í kortið av nýggjum - ein nýggj sam-
vinnukós millum Feroyar og Noreg. Og tað er
greitt, at samvinnan á oljuøkinum er katalysa-
torurin, sum skal fáa hini økini við eisini. Olju-
vinnan skal vera okkara trumfkort.
TI siga vit: vitjaninar hjá løgmanni og oljumåla-
ráðharranum í Noregi í næstum eiga at verða
mettar sum „ein nýggj byrjan“ í samvinnuni mill-
um Feroyar og Noreg Tað er heilt náttúrligt, at
vit brúka norskar royndir og vitan til at menna
eina oljuvinnu, men tá hetta er sagt, men tað
eigur á ongan hátt at útiloka samvinnu við danir,
bretar og aðarar á hesum eki. Nú er at bróta upp
um armar og nýta hevið sum Noregsvitjaninar
eru til at fremja eina ye samvinnu. Vit ynskja
teimum báðum góða ferð til Noregs og minna
teir á alla tíðina at kunna løgtingid um, hvat fer
at henda.
Sosialurin
Nogvur politikkur
liggur og bidar eftir
Olavsøkudag verður hol sett á fyrsta heilu tingsetuna í hesum valskeiðnum.
Løgmaður fer at halda ólavsgkurgðuna, og hann hevur longu boðað frá, at
hon verður stutt. Vanliga plaga nýggjastu hagtølini um støðuna í samfelagn-
um at vera flýggjað út sum fylgisskjøl hjá sjálvari røduni
Í 6lavsøkurøduni í fjør
hevði Edmund Joensen eitt
yvirlit ella eitt katalog, sum
tað ofta verður nevnt, har
hann, umframt í sjálvari
røduni at tosa um meiri
generellar politiskar ætlanir,
ftøkiliga boðaði frá, hvørji
lógaruppskot, ríkislógartil-
mæli og uppskot til sam-
tyktar, landsstýrið ætlaði at
leggja fyri tingið. Olavsøk-
udag fáa vit at síggja, um
hetta verður eitt afturvend-
andi fyribrigdi.
Valini eru burtur
Fyrr varð fyrsta punktið á
dagsskránni á ólavsgku at
velja formansskap og skriv-
arar, men soleiðis er tað ikki
undir nýggju stýrisskipan-
arlógini. Síðsta ferðin, at
formaður varð valdur á
6lavsøku, var í 1995. Skriv-
arar verða ikki valdir long-
ur. Ta uppgávuna tekur løg-
tingsskrivstovan sær av
Undir gomlu skipanini
vórðu føstu nevndirnar
valdar å fyrsta fundinum
eftir ólavsgku, men nevnd-
irnar verða nú valdar fyri
alt valskeiðið. Tá nevndirn-
ar vórðu valdar, varð sam-
gongan ein valbólkur. Hetta
var ikki i tråd við tað, sum
Anfinn Kallsberg, løgmad-
ur, annars hevur hildid um
valid av løgtingsnevndum.
Síðani nýggja styrisskipan-
arlógin kom í gildi, hevur
hann fleiri ferðir sagt, at
grein 20 í stýrisskipanarlóg-
ini, sum hevur við býti av
nevndarsessum at gera, skal
tulkast soleiðis, at lutfallið
skal vera í mun til styrkina,
sum flokkarnir hava í ting-
inum. Við at gera hetta og
ikki at lata valbólkar — sam-
gongu og andstøðu — manna
nevndirnar, hevur Anfinn
Kallsberg hildið, at tíingið
sum so var leysari av lands-
stýrinum og samgongun:.
Men hetta sjónarmiðið hev-
ur eftir øllum at dóma ikki
vunnið frama, tá tingingarn-
ar um býti av landsstýris-
monnum, målsøkjum og
nevndarsessum gekk fyri
seg, eftir at samgongan varð
skipað.
Tíðarkarmurin
Undir nýggju skipanini er
tíngárið ein tingseta, sum
gongur frá á ólavsgku og til
á Olavsøku. Undir gomlu
tingskipanini nýttu teir hug-
tøk sum vetrar— og várting-
seta, men nú eru hesi hug-
tøkini bara søga.
Tad er ikki nakar åvisur
dagur åsettur, tå løgtingid
skal fara i summarfri. I Dan-
mark verður altíð miðjað
eftir, at fólkatingið fer til
hús grundlógardag, 5. juni,
men tað heldur ikki altíð. Í
Føroyum fór tingið ofta fyrr
til hús flaggdagin, 25. apríl,
men tey seinnu árini hevur
tingið verið longri saman
enn so.
Einasti = tíðarkarmurin,
sum er ásettur, er viðvíkj-
andi framløgu. I tingskip-
anini verður sagt, at uppskot
til løgtingslógir, ríkislógar-
tilmæli og uppskot til sam-
tyktar skulu, fyri at verða
vidgjørd, verða framløgd
innan 5. mars. Dagurin er
ivaleyst åsettur fyri at:tað
skal bera til at fara í summ-
arfrí í hampuligari tíð, men
higartil hevur dagurin at
kalla verið misnýttur av
skiftandi landsstýrum, tí tey
hava bíðað við at komið við
flestu uppskotunum til hen-
da dag. Tað hava tinginenn
og so nógv onnur verið sera
misnøgd við, og landsstýr-
ini hava givið lyfti um bót
og bata, men higartil hevur
skilið verið tað sama á
hvørjum ári.
Olavsgkuarbeiðið
Fyrr plagdi løgtingiå at gera
heilt skjótt av eftir ólav-
søku. Tá plagdi at vera tikið
til, at tingmenn skuldu til
hús at fåast vid hoyggj. Iva-
leyst eru tad onkrir ting-
menn, sum framvegis fåast
vid hoyggj, men tad ber illa
til hjå tingmonnum at seta
á at slåa beint eftir ólav-
søku. Tað er ásett í stýris-
skipanarlógini, at tingið við
stød: í réðu løgmans innan
seks yrkadagar skal taka
stóðu landsins til umrødu.
Tað orðaskiftið plagar at
taka einar tveir dagar.
Lógin um fiskidagar skal
verða lýst í seinasta lagið
18. august, og tá tingskip-
anin sigur, at tað frá fram-
løguni og til 3. viðgerð skal
ganga ein arbeidsvika, so
skulu tað ikki ganga nógvir
dagar eftir Glavsøku, áðrenn
farði verður undir hesa við-
gerðina, sum plagar at vera
eitt orðaskifti um fiskivinn-
upolitikk í síni heild.
Hesa seinastu vikuna
hevur landsstýrið roynt at
fingið figgjarnevndina at
játta eyka upphæddir til
heimahjålpina og fólkaskúl-
Jóannes Hansen,
samfelagfreðingur, hevur
skrivað hesar politisku
hugleiðingarnar í
sambandi við, at tað
ólavsgkudag verður farið
undir nýggja tingsetu
an, men figgjarnevndin hev-
ur víst umsóknum frå sær,
og tí kann roknast vid, at
landsstýrið beinanvegin
eftir ólavsgku fer at koma í
tingið við uppskoti um eyk-
ajáttanarlóg.
Í mars mánaði legði
landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum uppskot fyri
tingið um endurnýgging av
feskfiskaflotanum og um
umleggingar og javnskipan
av veiðuorkuni. Uppskotið
datt burtur, tá valið varð út-
skrivað. Tað er boðað frá,
at uppskotið kemur fram
aftur saman við uppskot-
inum um fiskidagar, men
tað er einki í vegin fyri, at
viðgerðin av hesum upp-
skotinum bíðar. Tað verður
upp til formannin at velja
ímillum hoyggj og hetta
uppskotið. Ger hann av at
viðgera uppskotið beinan-
vegin, so fáa bæði tingið og
vinnunevndin nóg mikið at
takast við.
Gomlu uppskotini
Hvat annars verður á
skránni velst um, hvat
landsstýrið hevur í posan-
um, og um andsiødan ætlar
sær at leggja uppskot fyri
tingið.
Í ár átti tað at borið til hjá
landsstýrinum at fingið
nógv mál niðan í tíngið heilt
skjótt. Av teimum 188 mál-
unum, sum vórðu framløgd
í tinginum frá á ólavsgku í
fjør og til valið varð út-
skrivað, vóru bara 70 av-
greidd. Hini høvdu onga
viðgerð fingið, ella vóru tey
ikki avgreidd. Nógv av hes-
um málunum eru av slíkum
slagi, at tað næstan er líka
mikið, hvønn politiskan lit
landsstyrid, sum leggur tey
fyri tingið, hevur, og tá tey
eina ferð eru løgfrødisliga
skorin til, mátti tað borið til
at fingið tey framløgd av
nýggjum, vidgjørd og av-
greidd so skjótt, sum tað ber
til.
Fíggjarlógin
Landsstýrið skal fyri 1. okt-
ober leggja uppskouð um
fíggjarlóg fyri fíggjarárið
1999 fyri tingið.
Politiska semjan í sam-
gonguni um rakstrar- og
fløgukarmin komandi år
varð gjørd mitt í hesum
mánaðinum, og 27. august
skulu hini aðalstýrini boða
fíggjarmálstýrinum frá,
hvussu teir hava lutað teirra
upphædd út á stovnarnar. Í
september verður nógv
virksemi í samgonguni, áð-
renn endaliga uppskotið
verður lagt á tingborð fyri
1. oktober.
Fíggjarlógin skal vera
samtykt og lýst fyri nýggjár.
Tjóðskaparmálini
Orðingarnar í samgongu-
skjalinum, sum hava við,
skulu vit kalla tað vanligu,
málsgkini at gera, eru rund-
ar, men út frá signalunum
higartil kunnu vit rokna við,
at tað verða nøkur uppskot
løgd fram um betringar á
heilsugkinum og á sam-
ferðslugkinum. Her verður
serliga hugsað um lands-
sjúkrahúsið og nýggj skip
til onkrar av farleiðunum.
Tosið um undirsj6vartunnl-
ar er tagnað, nú tað er sam-
tykt at spara upp yvir fíggj-
arlógirnar komandi árini. Tá
valið fer at nærkast, kunnu
tunnlarnir nær sagt gravast
fram aftur og brúkast til val-
agn — í hvussu so er eina
ferð afturat!
Stóra málið, sum nágrein-
iliga er lýst í samgongu-
skjalinum, er tjóðskapar-
spurningurin. Ætlanin er at
hava tvær fólkaatkvóður í
hesum valskeiðnum, og tí
—?