Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. juli 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið SI Nr. 139 — 25. JULI 1998 Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn: Ófatiligt og órættvíst at nøkur sleppa unda — Eg haldi, at tað er ótrúligt, at tað skal bera til ár eftir ár, at somu persónar - og hetta eru vinnurekandi fólk, eg tosi um - skulu sleppa undan at gjalda skatt, sigur Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn FRANTS JENSEN Aðrastaðni í Norðurlond- um ber hetta ikki til. Í Nor egi veit eg tr dømis, at um ein persónur ikki yvirheldur sínar borgarligu skyldur, sum til dømis tað at gjalda skatt, so kann hann eitt nú ikki vera í eimi partafelags nevnd í landinum, sigur Tórfinn Smith - Her í Føroyum er ikki á sama hátt. Og her hugsi eg ikki um nakrar sosialar tap- arar. Tað eru vinnurekandi fólk, eg hugsi um. Hjá teim- um ber til at halda áfram við sínum virksemi ár eftir ár uttan í heila uikid at gjalda skatt. Talan er ikki bara um nøkur fá år. Tað eru rættiliga nógv ár — At hetta skal bera til er himmalrópandi órættvíst, sigur Tórfinn Órættvíst og Sum demi um, at hetta ber til í Føroyum, hevur Tórfinn Smith í eini grein í Sosial- inum nevnt eitt skattamål, har umsókn kom frá einum vinnurekandi um fritøku av stórum parti av álíknaða skattinum. Hesin hevur rik- ið vinnuverksemi í mong ár, uttan tó at hava givið upp satt. Hvert ár hevur skatta- valdið mett inntøku hansara og sett hann í skatt, men goldið hevur hann ikki. Nú stóð hann og skyldaði milli- óna upphædd. Tórfinn sigur, at tað eru millum annað handilsfólk og umboðsfólk fyri eitt ella annað, sum gera á henda hátt. Sjálvur veit hann um nógv tílík dømi, og í bý- ráðnum hevur ordaskiftid gingið um hetta, uttan at nakað sum helst er hent. Tórfinn kemur tí til niður- støðuna, at um ein er vinnu- rekandi, er als ikki neyðugt at rinda skatt. Umframt at hetta er sera órættvíst ímóti teimum, sum gjalda skatt, vísir Tórfinn eisini á, at hetta beinleiðis er kappingaravlagandi. Vilja ikki gjalda Tórfinn sigur, at tað gongur fyri seg á tann hátt, at hesi vinnurekandi B-skattgjald- arnir ikki lata inn nakra sjálvuppgávu. Rykt verður eftir sjålvuppgåvuni, og um einki hendir, verða tey mett av landsins myndugleikum. Kortini gjalda tey einki, sjålvt um fleir rykkjarar koma. Samstundis syrgja tey fyri ikki at eiga nakað, so einki er at heinta frá teimum, tá ið sakin verður til eitt skattapolitimål. Um tað er manglandi lóg- argrundlag ella okkurt ann- að, sum ger at hetta kann bera til, veit Tórfinn ikki. Men hann heldur, at nú má hetta steðgast. Tórfinn kennir til hesi málini frá býráðsarbeiðin- um. Landsstýrið fær hvort ár umsóknir frá fólki um at vera frítikin frá skatti, ella tey biðja um skattalætta. Landsstýrið fer víðari til tær einstøku kommunurnar við hesum umsóknunum Tórfinn sigur, at í flestu av málunum eru góðar grundir fyri annadhvørt at fáa skattalætta ella at verða frítikin frá skatti. Í býráðn- um í Havn fer tað bæði gjøgnum líkningar-, sosi- alu- og figgjarnevndina, áðrenn tað kemur fyri sjålvt býráðið. Tikið verður síðani stóða til hvert einstakt mál. Heilt ófatuligt — Tað er heilt ófatuligt, at tað skal bera til at halda áfram við sínum vinnuliga virksemi, tå ið ein ikki rindar sín skatt. Um tað var rætt, skuldi als ikki verið møguligt at komið í eina tílíka stóðu, og eg skilji ikki, at tað kann lata seg gera. I hesum líkjast vit ikki hinum Norðanlondunum, heldur Tórfinn. Um tað var — Tað er heilt ófatuligt, at tað skal bera til at halda á- fram við sínum vinnuliga virksemi, tá ið ein ikki rindar sín skatt, sigur Tórfinn Smith rætt, skuldi ikki verið møguligt hjá einum tílíkum persóni aftur at rikið vinnu- ligt virksemi, um hann ikki helt sínar borgarligu skildur, sum tað at rinda skatt. Tórfinn veit ikki, hvar knúturin liggur. Sjálvur hevur hann heitt á býráðið fyri at biðja teir heita á landsins myndugleikar um at steðgað hesum óskilin- um. Um nakað er hent víð- ari, veit hann tó ikki enn. Oli Heinesen, leiðari á Toll- og Skattstovu Føroya: — Eg kenni ikki til tað sum Torfinn førir fram — Tad, sum Tórfinn Smith førir fram, at nøkur vinnurekandi sleppa undan at gjalda skatt, kenni eg einki til, sigur Oli Heinesen, annar av leidarunum å Toll- og Skattstovu Føroya FRANTS JENSEN — Eingin sleppur undan at gjalda skatt i Føroyum, sig- ur Oli Heinesen å Toll- og skattstovu Føroya i vid- merking til tað, sum Tórfinn Smith førir fram, um at nøk- ur fólk sleppa undan at gjalda skatt, um tey íkki tíma — Tað eru bara nakrir fáir sosialir taparar, sum ikki eru førir fyri og ikki eiga nakað at gjalda við, sum kunnu verða frítiknir frá at gjalda skatt — Tað, sum Tórfinn førir fram, at onkur vinnurekandi sleppa undan at gjalda skatt, kenni eg einki til 346 mill. kr. í eftirstødum Men sjálvt um Óli íkki kennir nakað til, at onkur í samfelagnum sleppa undan at gjalda skatt, so sigur hann tó, at tað kann verða trupult í onkrum førum at fáa inn skattin. — Eini 98 - 99% av øllum føroyingum vilja og gjalda sín skatt uttan nakran trup- ulleika, men tað kann verða eitt sindur truplari at fáa skattin inn frá restini. Óli vísir tó á, at hetta er batnað nógv tey seinastu árini. Tað var serliga síðst í áttatiárunum og fyrst í níti- árunum, at tað gjørdust nógvar eftirstødur í skatti. Mest var í partafelagsskatti, men eisini nógv í B-skatti I dag er eftirstødan í skatti 346 mill. kr. Av hesum eru 130 mill. kr. rentur. Irest andi A-skattur eru i løtuni tær størstu eftirstødurnar. Hesar eru 116 mill. kr. Eftir- stødan i B-skatti cr 46,4 mill. kr, medan 54,7 mill kr. eru eftir i partafelags- skatti Mesta av eftirstøduni í partafelagsskatt: stavar frá 7 - 10 árum síðani, og hesar krónurnar væntar Oli ikki at síggja nógv aftur av. A- skatturin verður tikin inn aftur igjøgnum árið, og B- skatturin verður eisin arbeitt við at fáa hendur á. Eftirstødurnar í skatti, sum truplast er at fáa fatur á er tá ið fólk, sum skylda, eru flutt av landinum. Tá ið hesi eru flutt, hava tey ofta slept øllum. Tí er ofta einki at fara eftir, sjálvt um tað verður pantað. Ikki vinnurekandi fólk Tað, sum hendir, tá ið ein ikki gevur upp sjålvupp- gávu, er, at persónurin verð- ur mettur og settur í skatt. Júst hvussu málið gongur víðari, dugir Oli ikki at siga, tí tað er Gjaldstovan, sum imntil nú hevur staðið fyri innkreyjanini. Kemur tað tó so langt at pantiføtin má uppi, visir tad seg i nøkrum førum, at cinki er at fara eft- ir. Oli setir tí eisini spurnar- tekin við, um tað er rætt at brúka so nógva tíð, kreftir og pengar uppá mál, har einki kemur innaftur. Oli dugir tó at síggja, at tað kann verða órættvíst ímóti teimum, sum gjalda sín skatt, sum tey skulu, um ikki verður gjørt meir fyri at fáa skattin inn frá øðrum, tí hesi einki hava at gjalda við. Men at tað skal verða kappingaravlagandi, dugir Oli ikki at síggja. Tí hetta eru ikki vinnurekandi fólk, talan er um. Nei, hetta eru fólk, sum ikki eiga nakað eftir, og tí ikki kunnu reka nakað vinnuligt virksemi. Oli Heinesen kennir í øllum fórum einki dómi um. at vinnurekandi fólk - tí tey skuldu helst átt nakað - kunnu sleppa undan at gjalda skatt og halda fram við sínum virksemi. Tað, sum talan er um, eru søstalir taparar í landinum. Og stóða verður tikið ul hvort einstakt mál hverja ferð, sigur Oli Heinesen. Kommunan og Tá ið ein persónur sekir um at verða frítikin frá skatti ella at fáa skattalætta, fer málið bæði til Landsstýrið og ta kommununa, har tann einstaki er borgari. Kom- munan tekur avgerð um kommunuskattin, meðan Landsstýrið tekur avgerð um landsskattin. Tað kann gott vera, at avgerðirnar hjá Landsstýrinum og bý-/ bygdaráðnum ikki eru tær somu. Hetta eru politisk mál, sum hvørki Toll- og Skattstovan ella Gjald- stovan fáa gjørt nakað við. Ein persónur fylgir sakini Oli sigur, at hesi síðstu árini hava eftirstødurnar av skatti ikki verið tær nógvu. Teir hava arbeitt meir við hes- um, og hann væntar, tað fer at ganga enn betri í fram- tíðini at fáa inn skattin. — Nú Toll- og Skattstova Føroya hevur yvirtikid alla innkreyjingina av skatti frá Gjaldstovuni pr. 1. juni, verður arbeiðið eisini um- skipað á tann hátt, at hvort einstakt mál verður fylgd av sama starvsfólki heilt frá byrjan til enda. Tá.ið hesar broytingarnar eru lidnar í sambandi við umleggingina og koma at virka, veit hvør einstakur altíð, hvønn hann skal venda sær til, samstundis sum Toll- og Skattstova Føroya betri fær fylgt við hvørjum einstøkum máli. — Tað hevur verið eitt sindur trupult at fingið hetta at hanga saman, men nú ein persónur eigur málið, skuldi hetta gjørt, at tað gongur skjótari, at eitt mál verður avgreitt, og at eitt nú ein rokning betri verður fylgd upp.