týsdagur 28. juli 1998síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 140 — 28. JULI 1998
Fóroysk orðabók: Røda hildin utgåvudagin 24. J
tidindabladid
Prýðissteinur í fø
málvarðanum
Góðu samkomufólk, góðu
orðabókarithgvundar! Góðu
tit øll, sum eisini hava verið
uppi í hesum stóra arbeiði
og somuleiðis góðu tit øll,
sum í aðrarmátar geva hesi
løtu ein serstakan hátíðar-
dám. Føroya Fróðskaparfe-
lag, Fróðskaparsetur Føroya
og Orðabókagrunnurin eiga
eisini sín part av heiðrinum,
at henda bók nú er komin
út, og tøkk fái tey fyri tað.
Eg havi tó, nú høvid
býðst, serstakliga hug at
draga fram professaran og
málvinin Jóhan Hendrik
Winther Poulsen og takka
honum fyri tað miðvísa og
hegniga arbeiði, ið hann
hevur avrikad til frama fyri
føroyskt mál. Eitt arbeiði,
ið vit hava havt gagn av, og
sum kemur okkum gllum til
góðar. Eisini fari eg at
nevna brennandi tokka
hansara til móðurmálið,
sum altíð hevur givið okk-
um antin (annadhvørt)
íblástur, ella eisini fingið
okkum at ásanna, at menn-
iskjan livir ikki av breyði
eina. Jóhan Hendrik hevur
verið máli okkara trúgvur
og hollur. Lutur hansara
liggur ikki eftir, og tøkk fái
hann fyri tað.
Vit eru komin saman her
í Norðurlandahúsinum í
dag, fríggjadagin 24. juli
1998, fyri á hátíðarligan hátt
at fagna hesi nýggju før-
oysku-føroysku orðabókini.
Hetta er merkisdagur burt-
urav, tí í dag er fyrsta móð-
urmálsorðabókin komin út
á føroyskum máli.
Hvussu er og ikki, bæði
sum landsstýrismaður fyri
skúla- og mentamál og sum
lærari haldi eg tað vera stak
forvitnisligt og spennandi
(hugspennandi?) at blaða í
hesm nýggja verki, og
neyvan taki eg ov rívliga til,
um eg sigi, at tað man hava
verið bæði áhugavert og
spennandi hjá tykkum at ar-
beitt við hesum orðabóka-
verki.
Henda orðabókin, sum nú
verður latin føroyska al-
menninginum, fer at fáa al-
stóran týdning fyri málsligu
menning okkara og fyri før-
oyska målrøkt sum heild.
Eisini má sigast, at hon
kemur í tøkum tíma, tí
trýstið á føroyskt veksur i
stórum í hesum teldu- og
sjónvarpstíðum, og lítið er
at ivast í, at trýstið fer at
vaksa uppaftur meir, um
olja harafturat verður funn-
in á føroyskum sjógki.
Henda móðurmálsorða-
bókin verður einki hissini
klipi í føroyska málgarðin-
um. Hon fer at verða sjálvur
grundarsteinurin í føroysku
målrøktini. Hetta arbeiði er
einki minni enn klettur, ein
stórur prýðissteinur í før-
oyska málvarðanum. Vón-
andi fara allir føroyingar at
nýta hesa orðabók í arbeiði
sínum, og her hugsi eg
kanska serstakliga um skúla
okkara, um unga ættarliðið,
um rithøvundar og ikki
minst um fjølmiðlafólk
okkara.
Okkum vantar framvegis
ordabøkur av ymsum slag,
og vit fara ikki at steðga nú.
Henda orðabók fer umframt
at vera sjálvur hornasteinur-
in í målrøktini eisini at
verða ein ómetalig hjálp í tí
orðabókaarbeiði, sum fram-
vegis er fyri stavn, og sum
má halda fram, til tess vit
eisini hava fingið stórar og
góðar ordabøkur, sum fevna
um tey stóru málini, sum vit
føroyingar tíðum nýta.
Alt ov leingi hava vit før-
oyingar verið noyddir at
nýta útlendskar ordabøkur
í arbeiði okkara, og einum
nýtist ikki at vera so ómeta-
liga klókur fyri at skilja, at
tað hevur ikki verið heppið
fyri málmenningina. Við
hesi orðabók er stórt stig
tikið á leiðini at slíta ta
óhepnu målsligu ringrás,
sum leingi hevur valdað, og
eg bæði vænti og vóni at
gott úrslit fer skjótt at spyrj-
ast burturúr, nú vit hava
fingið móðurmálsorðabók
okkara.
Fyri 110 árum síðani var
stevnumiðið hjá føroyskum
framburðsfólki: >... at fáa
Føroya mål til æru og at fáa
føroyingar at ganga fram í
øllum lutum«. Drúgt hevur
hetta arbeiðið verið at
menna føroyska málið, men
við hesi stóru móðurmáls-
orðabókini, teirri fyrstu, vit
eiga, eru vit komin langt,
um enn ikki er rokkið á mál
enn, tí eitt skulu vit minnast
til: »Ein tjóð livir og vísir
seg í mentan sini«. Eitt er,
ið hvussu so er, vist, at fáa
Fóroya mál til æru krevur
millum annað ordabøkur,
og í dag hava vit fingið eitt
væla amboð at menna og
prýða mál okkara, sum er
høvudstreytin fyri — ja,
sjálvur hjartatátturin í —
samleika okkara sum tjóð.
Tað mugu vit ongantíð
gloyma.
Hetta verkið, ið nú verð-
ur sýnt fram her uppi í
Norðurlandahúsinum, er
einki løtuverk, tað hevur
verið eitt ódnartak, ið, sum
frá líður, fer at verða okk-
um gllum at gagni.
Nú móðurmálsorðabókin
er komin út, haldi eg tað
vera beint at binda saman
málmenningina frá fyrstu
byrjan til dagin í dag við
kvgðuni hjá Janusi Djur-
huus meginskaldi til
Hammershaimb próst, sum
legði lunnar undir skriftmál
okkara, og sum vit av rgtt-
um nevna málfaðir okkara:
Fáir finnast frægir her
á foldum,
følnar, sprettur ævugt
ætta fjøld,
flestra manna lív er rit
í moldum,
támut søga, tá ið endar óld
Navnið veit eg eitt,
í klettin ritað,
lýsir gylt, nú nærkast
hvildarkvøld;
mildar veittrar tendradu
ein vita,
Føroyum stjórnuleið
frå øld til øld
Forfedrar okkara hildu lítið
um tað, sum lættvunnið var,
vit síggja tað m.a. í okkara
ordatøkum. Skjótt er skitið
verk. søgdu teir. Og: leingi
er tað, sum væl skal vera.
Hetta kann kanska ljóða
fornt og avoldað hjá nútíð-
arfólki, sum mangan í sín-
um gerandisdegi vera
noydd at renna um kapp við
klokkuna. Samfelagsbroyt-
ingarnar, sum aftur skapa
broytingar innan í okkum
sjálvum, í hugsan og hug-
burði, eru ógvisligar nú á
døgum. Vit liva kanska í
eini trúleysari tíð. Ella sum
Heðin Brú tekur til: tíðin er
køld og bráð. Hetta setur
eisini føroysku tjóðini máls-
lig krøv, okkara målfrøding-
um, okkara orðabókafólki,
teimum, sum hava serliga
ábyrgd á ymiskum starvs-
økjum í føroyska samfe-
lagnum, øllum okkum, sum
fara um målid, annadhvørt
i skrift ella talu.
Tå id eg fyri mongum år-
sum sidan gekk å Føroya
Læraraskúla, lósu vit í eini
bók, nevnd »Håndbog i
dansk litteratur<. Har var
prentað grein við tí eyð-
kenda heitinum >Sprog-
forædling< eftir heimsgitna
danska alisfrødingin H. C
Ørsted, sum jú eisini var
sera málhugaður maður.
Hann skrivar m.a.: >Syss-
elsættelsen med fremmede
uli 1998
Sprog gaar hos os ofte saa
vidt, at man tænker í mange
Sprog paa eengang og der-
for belemrer Sproget baade
med fremmede Vendinger
og fremmede Ord... Den
berigelse, man især maa
ønske Sproget, er rigtige,
indholdsrige, frugtbare Ord.
Jo mere Menneskets be-
tydningsfuldeste Tanker og
Forestillinger finde Udtryk
i Modersmaalet, jo mere
beriges og uddannes Folke-
aanden... Den korte Regel
er: Tænk det, du vil sige,
paa dit Modersmaal — og tal
saa«.
Hesi ordini munnu vera
lika sonn og umrådandi i
Føroyum i dag, sum tey
vóru i Danmark tíðliga í
undanfarnu gld.
Tann norrøni málarvurin
sæst ikki minst aftur í okk-
ara vøkru stadarnøvnum, ið
lýsa tað sum tey eita. Tað
veri seg Kinn ella Kjálki,
Enni ella Nev... Okkara
mæti målfrødingur Chr
Matras sigur tað so rám-
andi:
Her numu teir gomlu
19
við nøvnum sær land,
men landið nam teir úr
fjøllum í sand,
við ósæddum hondum
tað bant teir við bondum,
ið rukku so víða, sum
vergldin rann
. ein óskrivað sega,
ein orðaleys røda
um fólkið her livdi, skapaði
Snúgva vit okkum at nútíð-
ini, er kortini so nógv, sum
vit kunnu gleðast uppi yvir
Eitt, sum eg havi hug at
nevna, eru okkara mongu
gávuríku tónleikarar, ein-
staklingar og bólkar, sum
syngja á føroyskum. Ilt er
at nevna burtur ur allari
rúgvuni, tí her grør av sonn-
um um gangandi fót. Eg
kundi tó nevnt kára p.,
Frændur, Enekk, Jóanes Ja-
kobsen, Moirae — so at nøk-
ur eru nevnd. I stórri mál-
økjum enn okkara er tað alt
annad enn sjålvandi i hes-
um globaliseringstidum
Forsangarin í tónleika-
bólkinum Kjølum
herfyri nakað soleiðis
Summi siga, at føroyskt
dugir ikki til rokktónleik
Vit siga, at tað ber væl til
Og, ikki tykkum at siga
gjørdust teir millum land
sins frægastu tónleikabólk
ar her í landinum. Og tá ið
tað enntá eydnaðist at lata
Skeyk í føroyskan stavset
ingarbúna so må asannast
sum so ofta
evnini, hegnið og handa
lagið!
segði
At enda skal eg enn eina
tykkum, sum
ferð takka
hava skapt hetta megnar
verk — eina móðirmálsorða
bók vid ikki færri e
66000 orðum og ynskja
teimum, ið framhaldand
fara at arbeiða á okt
blíðan byr framyvir
Takk fyri all somul!
Signar á Brúani,
landsstyrismadur