týsdagur 28. juli 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 140 — 28. JULI 1998
stubba, eg ungur studentur
skrivaði í Oyggjaskeggja,
blað føroyinga uttanlendis,
sum vidmerking til, at f um-
búna var at geva út aðra
útgávu av føroysku-donsku
orðabókini frå 1920-årun-
um. Eg mælti heldur til at
lata nýggju orðabókina vera
við føroyskum týðingum
heldur enn donskum. Mær
varð sagt, at Christian Matr-
as, ið fyrireikaði útgávuna
fyri Føroya Fróðskapar-
felag, hevdi tikid sær tykni
av orðum mínum, men so
håsinnadur var hann, at
hann bad meg vera sær til
hjålpar vid handritsgerdina.
Hetta var alt gjørt heima hjå
honum sjålvum, hagar eg
kom á morgni og var fyri
dagin. Har neyt eg allan
blíðskap hansara og Mari-
onnu. Hetta vóru ógloym-
andi dagar, ið hava gjørt
mær stóran mun og hava
beint meg inn á ta breyt,
sum eg síðan havi gingið.
Tá ið eg las við Háskúla
Íslands 1960 til 62 var eg
so heppin at innlit í rit-
stjórnina av fyrstu íslendsku
einmálsorðabókini, ið kom
út í 1963. Heimastaddur í
fritidum gjøgnum sekstiår-
ini hevdi eg ta gledi at vera
biðin vid til at gera handritið
at donsku-føroysku orða-
bókini, ið Jóhannes av
Skarði greiddi til útgávu.
Seinni gjørdu vit báðir eitt
lítið ískoyti, ið varð prentað
aftan í aðru útgávu 1977. Tá
hevði eg rættlisið fyri
Cristian Matras hinar frá-
líku týðingar hansara og
nýtti høvi til at orðtaka tær
til hetta ískoytið. Eisini
sýndi Jóhannes mær tað álit
at lata meg rættlesa ensku-
føroysku orðabók sina, ið
kom út í 1984. Eftir lokið
prógv í 1966 arbeiddi eg eitt
ár við fornnorrønu orðabók-
ina á Arnastovni í Keyp-
mannahavn. Tað var hugna-
ligt at sita og skriva orða-
seðlar við krákupenni á
pennaskafti og kunna fara
inn um stálhurð at kanna
skinnbøkurnar, um ivi var
um prentaða tekstin. Hetta
orðabókarverk varð byrjað
fyri seinna heimsstríð, og
nú fyri trimum árum síðan
er fyrsta bindið útkomið.
Tað rgkkur nakað fram í
stavin b! Heimkomin at
starva á Fróðskaparsetrin-
um í 1968 varð mær m.a.
litið til at gera ískoytisbind
til føroysku-donsku orða-
bókina, sum kom út í 1974.
Í tí sambandi fekk eg inni-
vist í Útvarpi Føroya fyri
táttinum Orðabókini, sum
møtti stórari vælvild hjá
fólki um alt landið. Tað er
ikki smávegis av orðatilfari
úr talaðum máli, ið á tann
hátt kom inn í orðasavnið.
Seint verður fulltakkað fyri
ta beinasemi, ið so mong
sýndu hesum savningar-
tiltaki. Tó at sendingarnar
hava ligið niðri nøkur ár, er
tó ikki sambandið slitnað
við eina fjøld av heim-
ildarfólkunum. Telefonin
hevur verið dúgliga nýtt
hesa tíðina við spurningum
út um alt landið, og mong
hava gjørt vart við seg av
sínum eintingum. Her loyvi
eg mær at siga lítla søgu um
lítð orð, og tær vóru ikki
so fáar av slagnum. Í forriti
okkara hava vit eina deild,
sum sum vit skemtandi
kallaða „klovapartin“. Var
ivi um eitt orð, sum vit hildu
okkum ikki vita nóg væl um
til at taka við, settu vit eitt
klovaklombur ("årunt
klombur við lítlum oddi'-
likt opnum klova) og eina
låga striku fyri framman
orðið, og so fór tað úr meg-
indeildini yvir í klovapartin.
Fingu vit so betur um at
halda, var at taka klova-
klombrið og strikuna av, og
hey, so var orðið inni aftur
á sínum rætta stað. Vit bæði
Marjun sótu ein dagin í
maimánaði í fjør og mettu
um nøkur orð av hesum
slag. Eitt var hitt fitta orðið
ternudimmi, sum var upp-
skrivað í Funningi fyri
nógvum árum síðan. Tað
kom fyri í hesum setningi:
„at vera har eitt ternudimmi,
tað skuldi eg klárað“. Hetta
hildu vit vera ov lítið at gera
burtur úr, so orðið varð sent
í „klovapartin“. Dagin eftir
ringir maður úr Klaksvík at
siga okkum frá forkunnug-
um orði, sum verforeldur
hansara plagdu at hava fyri
munni. So spyr hann, um
eg havi stundir at lurta eftir
einum orði afturat. Jú, eyð-
vitað, tað var mítt besta yndi
at frætta av orðum. Jú, ver-
faðirin plagdi at taka til eitt
orð, og tað var ternudimmi!
Tað var sagt um eina stutta
stund, tí tá ið ternan var her,
var dimmið stutt. „Hatta
klárar ikki at vaka eitt ternu-
dimmi“, kundi verða sagt.
Soleiðis bar til at taka hetta
orðið upp í part aftur! Hvat
var hetta? Einhvør fjar-
skynjan (hugsanaflutning-
ur)? Eg spyrji. Og tað var
ikki eina ferð.
Peningur krevst
At gera orðabók sum hesa
kostar ikki so lítið. Peningur
krevst til og tað nógvur. Vit
í ritstjórnini, sum hava verið
í føstum starvi á setrinum,
hava fingið løn okkara hað-
ani. Carlsbergrunnurin, ið á
sinni hevur styðjað orða-
bókarverk Chr. Matras í
Keypmannahavn, var so
stórtgkin at játta einum rit-
stjóranum løn í hålvt fjóðra
ár, og tað takka vit inniliga
fyri. Men størstu byrðina
hevur Orðabókagrunnurin
borið. Teir framskygdu
menn, ið stóðu á odda fyri
Fróðskaparfelagnum (fyrst
og fremst Hanus Debes
Joensen og Jóannes Ras-
mussen) bóru so í band, at
søluinntøkurnar av 2. út-
gávu av føroysku-donsku
orðabókini vórðu lagdar í
grunn, ið skuldi kosta fram-
tíðar orðabókagerð, og tí
grunni hava vit notið gott
av, ja, hava mestsum tømt
hann, men kunnu tó ugga
okkum við, at tað sum kem-
ur inn fyri hesa orðabókina
fer óskert í Orðabókagrunn-
in, so at føroyskt orðabók-
ararbeiðið fær hildið fram
Eisini er at nevna við tøkk
útgávugrunnin til ordbøkur,
sum løgtingid eftir umsókn
hevur játtað eina upphædd
til á hvørjum ári. Hann hev
ur borið prentútreiðslurnar
Ingi Joensen hevur prýtt
bókarkápuna við síni væl
kendu smakkvísi og trygga
listaansi. Mong eiga takk
uppiborna fyri veitta hjálp
Tey eru øll nevnd í formæl
tíðindablaðið 5)
inum at orðabókini. Tó skal
eg her vegna okkum fimm í
ritstjórnini veita starvsfólki
á Føroyamålsdeildini og
setursskrivstovuni hjarta-
liga tøkk fyri tol og hjålp-
semi, og Fróðskaparfelag-
num, sum gevur hana út á
forlagi sínum.
Føroya landsbókasavn
skal hava góða tøkk fyri ta
bæriligu framsýning, sum
tað hevur hjálpt til at fáa í
lag. Hon verður til sýnis her
í Norðurlandahúsinum,
meðan landsbókasavnið er
afturlatið vegna summarfrí,
og verður síðan flutt oman
hagar at standa eina tíð.
Tøkk fái Norðurlandahúsið
fyri at hýsa hesum tiltaki og
framsýningini.
Við tí stødi, ið lagt er við
hesi orðabók, og teirri teldu-
tøkni, ið nýtt hevur verið,
átti at verið rættiliga einfalt
at evna til aðrar ordabøkur,
eitt nú minni skúlaorðabók
við at velja frá sjáldsom,
forn og staðbundin orð, ella
ordabøkur úr føroyskum til
fremmand mål vid at taka
burtur føroysku orðlýsing-
arnar og seta fremmandar í
staðin. Eisini skuldi verið
lagamanni at gjørt rættingar
og ískoyti so hvørt, sum
tørvur var og latið vera til
skjals eitt nå å interneti!
Sidsta lid i eini ketu
Vit, ið hava greitt hesa orða-
bók úr hondum, kenna okk-
um sum ein fyribils síðsta
lið í eini langari ketu, ið
røkkur aftur til Jens Chr.
Svabo og Nicolai Mohr, ið |
fyri rúmliga tveimum gld-
um síðan fyrstir savnaðu
føroysk urð til orðabók við
donskum og latínskum týð-
ingum. Her er annars ikki
løtan til at rekja føroyska
ordabokasøgu, men åhug-
aðum kann verða vist til
yvirlitið yvir
ordabøkur og orðalistar aft-
an í orðabók okkara. Mál
okkara livir tí betur og nør-
ist dag um dag. Tí ber ikki
til at gera fullfíggjaða før-
oyska orðabók. Tað vil altíð
vera ein hópur av orðum,
sum ikki kemst at við tí
háttalag, ið nýi hevur ver-
ið. Tí er verk okkara eitt stig
á leiðini eftir eini gøtu, ið
ongan enda hevur. Føroyskt
orðabókarstarv verður at
halda á javnt og samt at.
Tey, sum sakna orð ella
verða var við okkurt brek
ella lýti, verða vinaliga bið-
in at siga til sín.
Eg takki feløgum mínum
í ritstjórnini fyri gott sam-
starv.
Tað er vón okkara, at
henda orðbók kemur at
gagni og verður nýtiligt am-
boð í målrøktini.
Eg loyvi mær so at enda
at biðja varaløgmann taka
við fyrsta eintakinum av
orðabókini sum tekin um,
at hon verður latin fólki
okkara til nýtslu
Jóhan Hendrik
W. Poulsen
føroyskar |
rr På På - % fr > = 5 z LE
Tidindabladid ÓKEYPIS
soslalurin =
Box 76 postgjaldið
110 Tórshavn ;
AA
Undirritaði teknar seg sum haldara av
Tiðindablaðnum Sosialinum, og fái
blaðið 5 ferðir um vikuna.
Eg gjaldi bert fyri blødini, sum eru eftir
av ársfjórðinginum...
Navn
Búst
Postnr., bygd/byur
Tlf
Undirskr
[] Haldarar i Føroyum: 240,-/årstj.
[] Haldarar i Danmark: 425,-/årstj.
[] Haldarar i Danmark,
5 blød i senn: 340,-/årsfj.
[] Onnur lond: Ymiskir prísir
SOSIALIN