fríggjadagur 12. desember 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 237 - 12. desember 2003
Nr. 237 - 12. desember 2003
3
KONSERT
Árliga jólakonsertin í Vest-
urkirkjuni í Havn verður
sunnukvøldið 14. desember
kl 20.
Sum vant spæla Havnar
Hornorkestur og GHM
jólaløg, meðan Kristiliga
Sangkórið, Sólarmagn á
Velbastað og Tórshavnar
Kamarkór fara at syngja
jólasangir.
KONSERT
Fuglafjarðar sangkór og
hornorkestur hava konsert í
Fuglafjarðar kirkju sunnu-
kvøldið kl. 20.00. Kórleið-
ari er Frits Johannesen, or-
kesturleiðari Ken McLeod,
Heðin Kambsdal hevur
orgulfylgisspælið og Eyðun
á Lakjuni klaverfylgis-
spælið.
Kórið hevur eini 75 ár á
baki, og hornorkestrið er 34
ára gamalt. Hetta er ein
partur av jólahaldinum í
bygdini, at konsert er í
kirkjuni fyri jól.
Sangkórið syngur før-
oysk jólaløg, útlendsk jóla-
løg og eitt vælljómandi
jólalag fyri kór og orgul av
John Rutter. Annars fer
kórið aftur at syngja jóla-
kvøld. Henda siðvenja er
eins gomul og kórið.
– Hornorkestrið spælir
ensk jólaløg, og spælir or-
kestrið í kirkjuni jólaaftan,
sum tað hevur gjørt, síðani
tað sá dagsins ljós, sigur
Frits Johannesen, kórleið-
ari.
Jólakonsert í
Vesturkirkjuni
Jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju
Heðin Mortensen
hevur fingið treyta-
leysa umbering frá
teimum, ið standa
fyri heimasíðuni
www.spik.dk
VALLÝSING
Eirikur Lindenskov
– Umvegis tíðindasíðuna
www.olivant.fo hava vit
frætt, at tygum hava meld-
að
heimasíðu
okkara
www.spik.dk fyri misbrúk
av valtilfari tygara. Hetta
harmar okkum nógv, tá
lýsingin bert varð løgd á
heimasíðu okkara í spølni,
ætlað til skemt ímillum
vinfólk. Vit duga tó væl at
síggja at vit eru farnir yvir
um mark, og at hetta hevur
verið til stóran ampa fyri
tygum.
Soleiðis siga teir, sum
standa fyri heimasíðuni
www. spik.dk í teldubrævi
til Heðin Mortensen, løg-
tingsmann.
Fyrri í vikuni sást ein
bronglað
vallýsing
hjá
Heðini Mortensen á hesi
heimaíðu, har Heðin Mort-
ensen
sást
veitra
við
Dannebrog og m. a. lova, at
»nú skal lænast«.
Heðin Mortensen vildi
hava at vita, hvør tað var, ið
soleiðis hevði stolið og
misbrúkt hansara valtilfar,
og tá hann ikki kundi finna
út av, hvør átti síðuni, so
meldaði hann tilburin til
løgregluna.
Menninir aftan fyri síð-
una siga víðari í brævinum
til Heðin Mortensen, at
»dentur skal leggjast á, at
hetta ongantíð var ætlað
sum nakað, ið skuldi skaða
tygum ella umdømi tygara.
Vit vilja tí umbera fyri
gerðina og vóna, at tygum
ikki hava havt ov nógvan
ampa av tilburðinum«.
Samstundis biða menn-
inir Heðin Mortensen um at
taka kæruna til løgregluna
aftur.
JÓL
Tíðindi frá Fornminnis-
savninum
Ein afturvendandi hending
upp undir jól er jólatiltakið
í útisavninum í Hoyvík,
sum Føroya Fornminnis-
savn hevur skipað fyri tey
seinastu árini. Í ár verður
tað gjørt í samstarvi við
felagið Sisam og onnur.
Tveir dagar eru settir av
til tiltakið:
Leygardagin 13. desemb-
er frá kl 11 til 18 og sunnu-
dagin 14. desember frá kl
13 til 18.
Hini árini hevur veðrið
verið gott og hugnaligt hev-
ur verið at vitja útisavnið.
Torvroykur hongur um
flagtekjur og tún, har for-
eldur saman við børnum
ganga og práta. Tað rýkur
av nýbakaðum drýli og
kardamommum í royk-
stovuni í Hoyvíksgarði. Og
av granni har Kiwanis selir
jólatrø. Í turkihúsinum fæst
ein kaffimunnur og okkurt
søtt afturvið. Har verða
eisini heimavirkaðir lutir
seldir. Í smiðjuni smíðar
smiðurin okkurt smátt til
jóla.
Gamli
Hoyvíksgarður
verður jólaskrýddur, og
millum úthúsini hanga ljós
og lýsa upp í vetrarmyrkr-
inum.
Teymaríðing við føroysk-
um rossum verður báðar
dagarnar, so at børnini
kunnu sleppa ein túr á rossa-
baki. Hetta kostar eyka.
Skipað verður fyri smá-
um »granskingarferðum« í
útisavninum, har børn, smá
og stór, kunna loysa onkrar
uppgávur.
Atgongugjald er sett til
20 kr fyri vaksin, men tað
er ókeypis fyri børn. Yvir-
skotið fer til at stuðla før-
oyskum rossum.
Hetta skal verða eitt høvi
hjá fólki at smoyggja sær
burtur úr jólastressinum og
finna eina hugnalig og
friðarliga løtu í náttúru-
vakra umhvørvinum hjá
Fornminnissavninum niðri
í Hoyvíkini.
Skemt fór út um mark
Jólhugni heima á Garði í Hoyvík
Torvroykurin hongur yvir Gamla Hoyvíksgarði um vikuskiftið, tá Fornminnissavnið skipar fyri jólahugna
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Petronella Christine Lamhauge
Toftir
andaðist týsdagin 9. desember
á Landssjúkrahúsinum, 87 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Fríðrikskirkjuni
leygardagin 13. desember kl. 13.00.
Vegna familjuna
Jóhanna, Nicolina, Louisa og Sámal
Tey,ið vilja minnast Nellu,kunnu lata
lata eina peningagávu til Fríðrikskirkjuna.
Listaframsýning í Gallerí Ribarhúsi í Fuglafirði
Ung donsk lista-
kvinna letur upp
framsýning í Gallerí
Ribarhúsi. Framsýn-
ingin verður opin
fram til 31. desember
LISTAFRAMSÝNING
Hin 19 ára gamla lista-
kvinnan Kathrina Jeppesen,
ið hevur røtur úr Fuglafirði,
læt hósdagin 11. desember
upp
listaframsýning
í
Gallerí Ribarhúsi í Fugla-
firði.
Á
framsýningini
verða nakrir av nýggjari
oljumálningar hennara at
síggja. Íblásturin til máln-
ingarnar hevur Kathrina úr
føroysku náttúruni - land-
sløg, seyður og áir.
Kathrina Jeppesen, ið er
búsitandi í Odder við
Århus, hevur áður tikið lut
á nøkrum lokalum fram-
sýningum
í
Danmark.
Henda framsýningin er
hennara fyrsta sjálvstøðuga
framsýningin í Føroyum.
Hóskandi var at hava hana
júst í Fuglafirði - í heimbýi
móðurinnar.
Framsýningin letur upp
hósdagin kl. 17.00. Hon
verður opin fram til 31.
desember 2003.
KONSERT
Tíðindaskriv
Leygardagin 13. desember
2003 kl. 19.00 verður tann
árliga Luciukonsertin í
Norðurlandahúsinum, og
eru tað Musikkskúlin og
Norðurlandahúsið,
sum
skipa fyri tiltakinum.
Á skránni verður m. a.
eitt nýtt barnakór hjá Mus-
ikkskúlanum undir leiðslu
av Sigrid Sivertsen. Hetta
eru børn, sum ganga í 3.-6.
fl, og eitt rytmiskt orkestur
undir leiðslu av Jónleif
Jensen spælir undir.
Síðani kemur Luciumus-
ikksspælistovan á pallin –
undir leiðslu av Sigrid Siv-
ertsen og Claire Thomsen.
Jólaevengeliið verður fram-
ført við sangi og sjónleiki.
Eitt instrumental orkestur,
undir leiðslu av Claire
Thomsen spælir eisini.
Aftan á syngur ein vaksin-
bólkur við Eyð & Barbaru.
Kvøldið endar við Ung-
um Stjørnuskotum, sum
syngja jólasangir og fel-
agssangi.
Tutl gevur út fløgu
við Kára Sverrissyni,
Valeri Dimchev og
Desislavu Dimchevu
FLØGUÚTGÁVA
Ein nýggj fløga við heitin-
um »A TAKA« er komin í
handlarnar.
Tónleikurin á fløguni er í
stóran mun improviseraður
sangur og tónleikur til
nýggjar tekstir á føroysk-
um, ið Kári Sverrisson
skrivaði á ferð í Bulgaria í
heyst. Á fløguni eru eisini
siðbundin bulgarsk fólka-
løg og okkurt nýtt lag hjá
bulgarsku tónleikarunum
Valeri Dimchev og Desi-
slavu Dimchevu.
Valeri Dimchev, ið er
kendur í Bulgaria innan
bæði jazz-tónleik og fólka-
tónleik, og sum spældi við
á seinastu fløguni hjá En-
ekk ("Fýra nætur fyri jól"),
spælir bulgarska streingja-
ljóðførið tambora. Desi-
slava Dimcheva syngur.
Kári Sverrisson spælir akk-
ustiskan gittar og syngur.
Upptøkurnar vórðu gjørdar
síðst í september mánaði í
bygdini Leshko í útsynn-
ingspartinum av Bulgaria,
har ið Valeri Dimchev hev-
ur eitt studio.
Heitið »A TAKA« er bul-
garskt og merkir "Soleiðis".
Tað er Tutl, ið gevur hesa
fløguna út, ið er fyrra fløgan
av tveimum, ið vórðu tiknar
upp í Bulgaria í heyst.
Seinna fløgan, har ið Agnar
Lamhauge eisini er við,
kemur út einaferð í vár.
Luciakonsert í
Norðurlandahúsinum
»A TAKA« – nýggj
føroysk/bulgarsk fløga
C
M
Y
K
3
2
team85
Tórshavn
317010
Miðvágur
332000
Klaksvík
404500
Sandur
361000
Tvøroyri
371000
Saltangará
404400
Tilboðini eru galdandi so leingi, vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum.
ÁRSINS JÓLAGÁVUR
ÁRSINS JÓLAGÁVUR
220,-
-15%
PIPAR&SALT
VIDEOBANDIÐ
Alt tilhoyr í des.
NOKIA 2100
999,-
Nýggj og fiks frá NOKIA
Livandi paususkermar, bert 84 g.
SMS-listar, o.m.a.