fríggjadagur 12. desember 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 237 - 12. desember 2003
Nr. 237 - 12. desember 2003
5
– Tað var ordiliga
stutligt. Akkurát sum
á jólum, helt okkurt
av handilfólkunum í
Vágum fyri hós-
morgunin, tá fregnast
varð um, hvussu gekst
mikudagin, tá koyr-
andi var ókeypis gjøg-
num Vágatunnilin í
samband við ársdagin
hjá tunlinum
HÁTÍÐARHALD
Edvard Joensen
Vágar: Tey skutu papa-
geykin í Vágum mikudag-
in. Fólk av oynni gjørdi
rættiliga innrás mikudagin,
tá tað var frítt at koyra
gjøgnum Vágatunnilin í
samband við eitt ára dagin,
síðan tunnilin lat upp.
Helst ongantíð síðan tann
dagin, Vágatunnilin lat
upp, hava so nógvir bilar
verið í Vágum í senn, sum
teir vóru mikudagin. Ser-
liga seinnapartin og út á
kvøldið vóru heilt nógvir
bilar í oynni.
Í samráð við Vágatunni-
lin hevði Kunnigarstovan í
Vágum saman við handlun-
um í oynni skipað fyri, at
handlarnir høvdu opið til
klokkan ellivu á kvøldi.
Hetta gjørdi, saman við frí-
ari koyring gjøgnum undir-
sjóvartunnilin, at nógv fók
nýttu høvið at koyra ein túr
vestur at hyggja at, hvat var
at fáa í teimum umleið 20
handlunum í Vágum.
Og samsvarandi siga
handilsfólk í Vágum, at tey
høvdu rættiliga fittan um-
setning hendan dagin. Úr
tveimum ferðum upp í ein-
ar fýra ferðir tað, tey plaga
at hava ein vanliga dag, láta
tey at.
Tað vóru kortini ikki bara
privatbilar, sum feðasðust
gjøgnum vágatunnilin í
stórum tali mikudagin.
Eisini vinnubilarnir nýttu
hetta givna høvið at koyra
frítt og á tann hát spara væl
av pengum.
Sagt verður, at lastbilarn-
ir úr oynni koyrdu dúgliga
allan dagin. Bæði við farmi
úr oynni og vestur aftur eis-
ini.
Virkir í vágum lótu at
mikudagin, at rættiliga fitt
av vøruvognum og tænastu-
bilum vóru í oynni. Tað var
greitt, siga tey, at hesir
høvdu lagt til rættis soleið-
is, at teir skuldu spara koyr-
ingina gjøgnum tunnilin
hendan dagin.
Terji Nielsen, leiðari á
Kunningarstovuni í Vágum,
sigur, at tey løgdu merki til,
at rættiliga nógvir bilar utt-
an kubba fra Vágatunlinum
koyrdu í oynni hendna dag-
in.
– Tað eru so fyri tann all-
arstørsta partin fremmandir
bilar, sigur hann og stað-
festir, at flest allir bilar í
Vágum hava kubba.
Handlarnir í Vágum siga
allir, sum Sosialurin hevur
verið í samband við, at tað
var heilt nógv fólk inni á
gólvinum hendan dagin.
Og tað var fremmant fólk,
siga handilsfólkini sam-
svarandi. Onkur sigur seg
hava hitt fólk ymastaðni úr
Eysturoynni og serliga úr
Havn. Vágafólk hinvegin
vóru iki so nógv fleiri enn
vanligt, hóast opið var til út
móti miðnátt.
– Tað er stuttligt at stað-
festa, at hetta tiltakið hevur
vakt ans aðrastaðni, sigur
Terji Nielsen, kunningar-
leiðari. Eitt nú at handlarnir
í Havn høvdu eitt móttiltak,
um vit kunnu siga so, har
teir lýstu í bløðunum og
bjóðaðu vágafólki til Hav-
nar at keypa, hendan dagin,
frítt var at koyra gjøgnum
tunnilin.
Sum skilst var onkur,
sum tók av hesum tilboðn-
um og fór av oynni at gera
síni ørindi. Men eigin ivi er
um, at tað vóru heilt nógv
fleiri, sum komu vestur um
Sundið at forvitnast og
keypa.
Og tað var alt møguligt,
fólk keyptu ein slíkan dag.
Serliga jólagávur, sum vera
man, men eisini jólapynt,
klædnavørður og so sanni-
liga eisini mjólk og breyð,
nú tey kortini vóru her, siga
handilsfólk í Vágum frá.
Í handlinum hjá Føroya
Keypsamtøku í Miðvági
var heilt nógv fólk til
handils, siga tey. Og tað var
mestsum alt fremmanda-
fólk, sum vitjaði um dagin.
Men vágafólk komu at gera
síni vanligu innkeyp um
kvøldið, siga tey í Keyp-
samtøkuni.
Fólk, sum vóru í handlin-
um hendan dagin, keyptu í
stóran mun jólagávur, siga
tey frá. Tey vóru komin at
forvitnast og keypa slíkt,
tey kanska ikki hava fingið
aðrastaðni.
Tað var selt væl av leiku-
toyi, siga starvsfók í Keyp-
samtøkuni í Vágum. Lego
varð til dømis selt fitt av.
Klæðum og øðrum jólagáv-
um eisini. Og so køksbú-
nýti, pottar og pannur, vóru
tað fleiri, sum keyptu. Og
tá fólk nú kortini vóru i
handlinum, var eisini keypt
slíkt sum melis og margarin
og aðrar matvørur.
– Tað var viðhvørt so
trongt, at vit sluppu ikki út
í handilin við vognunum at
seta nýtt aftur á hillarnar,
sigur eitt av starvsfólkun-
um í Keypsamtøkuni.
Sama
lagið
var
hjá
handilsvirkinum N. Nicla-
sen í Sørvági. Har var heilt
nógv fólk og keypti jóla-
gávur og jólapynt. Tó siga
tey, at tann stóra innrásin
var ikki fyrr enn eftir
klokkan trý seinnapartin.
Men tá var afturfyri rætti-
liga trongt í handlinum alla
tíðina, til latið varð aftur
klokkan ellivu á kvøldi.
Matvøruhandilin í Bar-
talsstovu í Sandavági varð
eisini væl vitjaður miku-
dagin, siga tey frá.
Hagar komu fólk, sum
gingu millum hinar handl-
arnar í bygdini, eisini inn at
forvitnast, og fleiri teirra
nýttu so høvið at keypa tað,
tey dagliga brúka. Og
onkur jólagáva varð eisini
seld hendan dagin.
Hotel Vágar varð rætti-
liga lagt undir trýst miku-
dagin. Út í eitt frá miðdegi
til út móti midnátt var fult,
siga tey á hotellinum. Um
dagin ótu fólk døgurða, og
um kvøldið var tað eitt
serligt jólasjálvtøkuborð,
hotellið hevði at bjóða, og
sum tóktist væl umtókt.
Fólk stóðu í bíðirøð fyri at
sleppa fram at borðunum,
og fleiri høvdu biðið um
borð frammanundan, verð-
ur sagt av Hotel Vágum.
Hóast ferðsluproppur var
ymsastaðni í oynni onkra
løtu, og á stóð at finna
parkeringspláss, eru hand-
ilsfólk í oynni samd um, at
tiltakið átti at verið roynt
aftur.
Vágatunnilin hevði ikki
gjørt upp, áðrenn blaðið fór
til prentingar, hvussu nógv-
ir bilar fóru gjøgnum tunn-
ilin hetta samdøgurði, koyr-
andi var fyri einki. Men
millum klokkan sjey á
kvøldi og miðnátt, mettu
tey, at einir 2.000 bilar
koyrdu gjøgnum tunnilin.
Innrás í Vágum
Partafelagið Vágatunnilin hevði gjørt serligt skelti, sum sett varð upp við tunnilsvegin á ársdegnum fyri upplatingini
Mynd: Edvard Joensen
Um vikuskiftið fer
Klaksvíkar Sjónleik-
arafelag at hava eitt
jólatiltak við søgum,
leiki og sangi fyri
børnum
SJÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Tað eru tvey ár síðani, at
felagið seinast hevði ein
jólaleik á skránni. Leikurin
í ár fer fram eftir sama
leisti, sum tann fyri tveim-
um árum síðani. Talan er
ikki um ein leik, men held-
ur um frásøgn av jólasøg-
um, sangframførslur og fel-
agssang. Tiltakið kemur at
vara umleið ein tíma.
Kjarnin er ein nissufamilja,
sum sigur frá søgunum og
sangurin gongur eisini fyri
seg ígjøgnum tey. Nissu-
parið verður spælt av Adel-
borg Linklett og Mogens
Højsted. Av øðrum sum
verða við, kunnu nevnast
Heidi Vágsá og Eliesar í
Pálsstovu, sum fer at taka
sær av felagssanginum.
Eisini fara tey bæði Arnfríð
Lützen og Karl Martin
Samuelsen
at
framføra
nakrar sangir.Tiltakið er
mest ætlað børnum, og
verður á skránni fimm ferð-
ir komandi vikuskiftið. Í
kvøld klokkan 19, og leyg-
ar- og sunnudagin klokkan
16 og 18.
Atgongumerki
kunnu
fáast í Atlantis ein tíma
undan sýning á tlf 456900.
Skemtileikur
Samstundis sum venjingar-
nar til hetta jólatiltakið
hava verið, fóru venjingar-
nar til skemtileikin hjá fel-
agnum hetta leikárið í
gongd. Talan er um ein
skemtileik, sum eitur Mari-
us og Kaktus.
Átta leikarar venja undir
serkønu hondini hjá Ega
Dam. Frumframførslan av
hesum leikinum verður
væntandi um mánaðarskifti
januar/februar.
Jól í Atlantis
C
M
Y
K
5
4