Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 237 - 12. desember 2003 Nr. 237 - 12. desember 2003 7 Næsta ár er ongin aling eftir í Suðuroy Flestu trupulleikarnir hjá alivinnuni eru sjálvgjørdir – Støðan hjá alivinn- uni Suðuroy er eitt dømi um, hvussu óheppið tað er, at politikarar skulu umsita alivinnuna, sigur Marner Jacob- sen, stjóri í Føroya Sparikassa ALILOYVI Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Næsta ár er ongin aling eftir í Suðuroy. Fær nýggja alifelagið í Suðuroy ikki aliloyvi, fyrr- enn næsta át, ivast Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa, ikki í, hvørjar avleiðingar, tað fer at fáa. Ongin hevur so nógvan pening í klemmu í alivinn- uni í Suðuroynni sum Før- oya Sparikassi og Spari- kassin er eisini við í nýggja felagnum, Faroe Farming, sum varð sett á stovn at endurreisa alivinnuna í Suðuroy, eftir at alt virk- semið hjá Hera Hjelm helt uppat fyrr í ár. Men ein fortreyt fyri, at Faroe Farming skuldi yvir- taka alingina, var, at ali- loyvið hjá felagnum hjá Hera Hjelm, verður flutt yvir á nýggja felagið. Fær nýggja felagið ikki aliloyvið, fellur avtalan um at yvirtaka alingina, burtur. Men nú er óvist, hvussu verður við við aliloyvinum. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, er tann, sum skal flyta aliloyvið yvir til nýggja felagið. Men nú nýval er útskriv- að, er Landsstýrið ikki ann- að enn ein starvsstjórn, sum ikki skal gera annað enn tað, sum er heilt neyð- ugt fyri at tað almenna kann halda sínar skyldur og samfelagið kann mala runt. Tí ivast hann í, um hann yvirhøvur hevur heimild til at flyta aliloyvið yvir til nýggja felagið, soleiðis sum politiska støðan er í løtuni. Hann ætlaði sær at ansa sera væl eftir, at avgerðin, sum hann tekur, byggir á greiðar heimildir og tí skuldi málið kannast út í æsir, áðrenn hann tók eina støðu. Men verður niðurstøðan, at hann ikki hevur heimild at flyta aliloyvið yvir til nýggja felagið, soleiðis sum politiska støðan er, verður tað ikki, fyrrenn ein nýggj samgonga er skipað eftir løgtingsvalið 20. janu- ar, at málið kann avgreið- ast. Sostatt verður tað í fyrsta lagið í vár, at støða kann takast til aliloyvið til nýggja felagið. Lúka allar treytir Men hetta ber slett ikki til, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa. Hann sigur, at verður málið ikki avgreitt, fyrrenn komandi ár, er tað allarmest sannlíkt, at tá verður eingin aling er eftir í Suðuroynni – Støðan, sum alingin í Suðuroynni er komin í, er besta dømi um, hvussu stórur trupulleiki tað er, at vit hava eina skipan, har tað eru politikarar, sum skulu gera av, hvør skal hava ali- loyvi og, hvør ikki skal fáa. – Hetta er tað sama sum, at tað skuldi verið ein politiskur spurningur, hvør skuldi fingið koyrikort, sig- ur Marner Jacobsen. Hann sigur, at politikarar skulu skapa karmar. – Men tá ið treytirnar í lógini eru gingnar á møti, skuldi tað av røttum bara verið ein avgreiðsluspurn- ingur at flutt aliloyvið yvir til tað nýggja felagið. Marner Jacobsen sigur, at í alilógini eru tríggjar høv- uðstreytir fyri at fáa eitt aliloyvi. – Fyrsta treytin er, at tveir triðingar av peningin- um skal verða føroyskur. – Í hesum føri er allur partapeningurin føroyskur. Onnur treytin er, at talan skal vera um fólk, sum hava skil fyri aling. – Í hesum føri er talan um royndar alarar. Triðja treytin er, at felagið skal felagið skal vera knýtt at lokaløkinum. – Tað er tað sanniliga eis- ini í hesum føri. – Táið allar tríggjar treyt- irnar eru gignar á møti, skuldi tað ikki verið annað at fingið aliloyvið avgreitt. – Vit hava nakrar treytir í alilógini. Samstundis hava vit krúvað eina loysn saman fyri alivinnuna í Suðuroy, sum gongur øllum treytum á møti eitt hundrað prosent, og tí átti tað ikki at verið nakar trupulleiki. Eitt gott prógv Marner Jacobsen sigur, at støðan, sum alivinnan í Suðuroy er komin í, er full- gott prógv fyri, hvussu óheppin og ónøktandi skip- anin er, sum vit hava, har tað eru politikarar, sum skulu útskriva aliloyvi og fiskiloyvi. – Hetta er ein skipan, sum vinnulívið ikki kann liva við. Stjórin í Føroya Spari- kassa sigur, at sjalvsagt skulu politikarar seta treyt- irnar, men tá ið treytirnar eru gingnar á møti, skuldi restin verið ein umsitingar- ligur spurningur. – Akkurát sum tá ið ein tekur koyrikort. Fyri at fáa koyrikort skulu nakrar treytir lúkast. Men tann, sum lýkur treytirnar, fær koyrikort. Tað er ikki ein politiskur spunringur, men ein umsitingarligur spurn- ingur burturav. – Tað er sigur seg sjálvt, at tað er nakað spinnandi galið við eini skipan, har eitt nýval kann avgera, um eitt aliloyvi verður útskriv- að, ella ikki. Marner Jacobsen sigur, at hetta er eitt vandamál, sum skuldi at verið eitt tað fyrsta, sum tað nývalda Løgtingið átti at farið í holt við. Bjarni Djurholm hevur sagt, at tað sum fer at verða gjørt í hesum føri, fer at skapa fordømi fyri fram- tíðina, tí hetta er fyrstu ferð, at aliloyvi verða flutt á henda hátt. Men tað dugir spari- kassastjórin ikki at síggja. – Tá ið kreppan var, vórðu nógv aliloyvi flutt, so eg dugi ikki at síggja nakað nýtt í hesum. Støðan Føroysku alivinnuni er næstan vónleys, men vit hava skapt teir flestu trup- ulleikarnar sjálvir, sigur Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa ALIVINNAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Øll alivinnan í Føroyum, hongur í einum sera kløn- um trái. Marner Jacobsen,stjóri í Føroya Sparikassa, sigur, at støðan hjá føroysku ali- vinnuni er næstan vónleys. Men hann heldur eisini, at teir flestu trupulleikarnar hjá alivinnuni, hava vit skapt sjálvir. – Prísin á heimsmarknað- inum fáa vit ikki gjørt nógv við. Vit fáa kanska heldur ikki gjørt so nóg við, at vit fáa útbrot av sjúkum. – Men teir størstu trupul- leikarnar fáa vit gjørt nak- að við. Hann sipar til, at tað er ikki loyvt at pantseta ali- loyvi og at tað heldur ikki er loyvt útlendskum kapi- tali upp í alivinnuna. Og hann sipar eisini til, at ali- vinnan verður umsitin politiskt. – Hetta eru viðurskifti, sum vit hava fult ræði á, men hesi viðurskifti eru fullkomiliga hopleys í Før- oyum, sigur Marner Jacob- sen. Skal hava 180-200 milliónir næsta ár Stjórin í Sparikassanum vís- ir á, at skulu vit framvegis hava alivinnu í Føroyum, skal alivinnan hava einar 180-200 milliónir afturat í eginpeningi komandi ár. – Men hvaðani skal tann peningurin koma frá, spyr hann. Hann sigur, at árið í ár hevur prógvað, at tað ber ikki til at útvega so stórar upphæddir í Føroyum. – Samstundis forðar lóg- in fyri, at útlendingar eiga meiri enn ein triðing av alivinnuni. Tí heldur Marner Jacob- sen avgjørt, at útlendingar skulu hava loyvi til at seta pening í alivinnuna í Før- oyum. Hann sigur, at hetta er eitt álvarsmál, sum politikarar eiga at taka støðu til. – Hetta eigur at vera eitt tað fyrsta, sum eitt nývalt Løgting eigur at taka støðu til, heldur hann. Marner Jacobsen sigur, at støðan hjá alivinnuni er so einføld: Fær hon ikki hesar 180-200 milliónirnar aftur- at í eginpeningi, fer alivin- an heldur ikki at fáa fígging longur. – Og fær hon onga fígg- ing, so fer hon fyri bakka. Einar 180-200 milliónir aft- urat í eginpeningi eru ein avgjørd fortreyt fyri at ali- vinnan skal kunna fáa fígg- ing og sostatt verða lív laga. – Fær hon ikki hendan eginpeningin afturat, verð- ur ongin fígging til at seta smolt út komandi ár. Í fjør settu vit 18 milliónir smolt út. Í ár 7,5 milliónir, kanska enntá minni, og tað kann skjótt verða uppaftur minni næsta ár, so so steðgar ali- vinnan av sær sjálvum. – Tí er hetta ein trupul- leiki, sum politikarar áttu at tikið støðu til. men tíverri vísir tað seg sum um at politikarar ikki megnað at taka støðu til álvarsmálini. Tað verður mest til smá- málini um, hvussu barnið skal eita o.s.fr. – Støðan í alivinnuni er sera álvarslig, men eg haldi, at politikarar antin undirmeta støðuna, ella for- trongja teir trupulleikan, sigur Marner Jacobsen. Móttøka hjá Restoffs í Suðuroy Nú er eitt ár síðani, at Restorffs fór at hava egið sølustað á Tvør- oyri. Tað er handilin hjá Thomsen á keiini á Tvøroyri, sum umboðar Restorffs. Og í sam- bandi við føðingar- dagin, verður móttøka hjá Restorffs seinna- partin í dag, har annar av stjórunum, Johann Mortensen, verður við. Móttøkan verður seinnapartin í dag frá klokkan 16-18 og Joh- ann Mortensen sigur, at tá eru allir øl- og sodavatnselskandi suð- uroyingar vælkomnir, sigur stjórin. – Verða vit noydd at bíða til næsta ár eftir aliloyvinum til endurstovnaðu alivinnuna í Suðuroy, er tað ov seint, tí tá er onki eftir, sigur stjórin í Føroya Sparikassa – Alivinnan í Føroyum hongur í einum klønum trái. Fær hon ikki 200 milliónir afturat í eginpeningi næsta ár, taka pen- ingastovnarnir fíggingina aftur. Men tað er ómøguligt at út- vega so stóra upphædd í Føroyum og lógin forðar útlendingum at eiga meiri enn ein triðing. Men hvaðani skal peningurin so koma frá? spyr Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa Týsdagin høvdu vardu verkstaðirnir kring landið jóla- borðhald í bygdar- húsinum í Haralds- sundi. Á skránni var matur, sangur og dansur. Undir borð- haldinum komu Trølla Pætur og omman á vitjan JÓLABORÐHALD Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Haraldssund: Langa leið frá bygdarhúsinum hoyrist eyðkenda røddin í Trølla Pæturi. Samstundis hoyrast látur og róp frá teimum gott 100 fólkunum, sum vóru til jólaborðhald hjá vardu verkstøðunum. Inni er hitin øgiligur. Borðhaldið er júst av. Tey hava etið seg mett og væl sett av grýturætti og rís ala mande. Men tey sita tó niðri enn, og gott tað sama, tí har er nógv lív í. Trølla Pætur leikar í, meðan hann syngur Trølla Pætur sangin. Øll antin syngja ella dansa við. Gleð- in lýsir úr andlitunum á øllum. Trølla Pætur er kul. Men har manglar onkur hjá honum. Omman er ikki komin. Men hon man ikki vera langt burturi. Omman Tá Trølla Pætur er liðugur at syngja sín sang, kemur omman stunandi inn í veistluhølið. Hon leggur í vaði at spæla rokk, og enn meira lív kemur í. Trølla Pætur roynir at sissa omm- una og sigur, at hesi fólkini helst bert vilja hava stillan tónleik. Men hann verður undirdíktur í rópum frá áhoyrarunum við kravi um harðan rokktónleik frá ommuni. Sjálvandi tekur omman guitarin og flippar út. Onk- ur einstakur heldur fyri oyruni, men tað er bert ein lítil løta, so hevur viðkom- andi vant seg við gangin. Eftir eina framførslu við fullari ferð á í einar 20 minuttir, takka Trølla Pætur og omman fyri seg. Myndir verða tiknar, og onkur av áhoyrarunum fáa klemm frá teimum. Og aftur er gleðin ikki til at taka feil av. Síðani fara tey. Trølla Pætur og omman, sum er í skóm, sum eru klistraðir saman afturi við hælin. Hon er líka við at detta fleiri ferðir. Kanska einir nýggir skógvar høvdu verið eitt gott jólagávuhugskot til ommuna í ár. Dansur Tá øll eru komin niður á jørðina aftur eftir, at trøllini bæði eru farin, tekur Ann- ika Hansen, sum hevur skipað fyri jólaborðhaldin- um, mikrofonina. Hon sig- ur, at stundin er komin til at handa mandlugávurnar. Tá tær eru latnar, verður boðað frá, at ein lítil steðgur er, meðan ruddað verður av borðinum. Og síðani verður dansur, har Karl Martin Samuelsen og Jimmy eru DJ. Øll tosa tey bara um, hvussu bilsin tey vóru at síggja Trølla Pætur og ommuna. – Hatta hevði eg slettis ikki væntað, sigur onkur, meðan onnur bara smílast og flenna, tí tey eru so glað. Annika Hansen er undir útbúgving sum námsfrøð- ingur í Danmark. Hon er í starvsvenjing á varda verk- staðnum á Brekku, og hon sigur, at tað er ein liður í hennara útbúgving at skipa fyri einum og hvørjum námsfrøðisligum tiltaki fyri brúkararunum. – Eg veit ikki, um tað hevði verið neyðugt at verið so stórt, men eg var við til tunnuslátturin, sum vardu verkstøðini høvdu í Skálanum fyrr í ár, og tað var so stuttligt og hugna- ligt, at eg helt, at eitt stórt jólaborðhald hevði verið eitt gott hugskot, sigur hon og leggur afturat, at eitt tílíkt felags jólaborðhald var á verkstaðnum Vón fyri einum tveimum árum síð- ani. Og tað eydnaðist av- bera væl. Hon sigur, at tað hevur verið sera stuttligt at skipa fyri hesum, men at tað hevði ikki borið til uttan hjálp frá øllum starvsfólk- unum á verkstaðnum. – Tað er so hugaligt at gera slíkt, tá tøkkin er so stór. Øll eru glað og lata væl at, so tað kann valla vera betur, sigur hon, beint áðrenn hon fer í holt við at gera klárt til dansin. Verkstaðirnir rokkaðu við Trølla Pæturi og ommuni Tá framførslan hjá trøllunum báðum var av, vóru tað fleiri, sum vildu hava klemm ella eina myndatøku saman við ommuni og Trølla Pæturi C M Y K 7 6 JOHN DAM er ein hin týdningarmesti skiparin og vinnulívsmaðurin í føroysku siglingar- søguni. Hann var undangongumaður í rækjufiskiskapinum, men eisini innan laksa- hemara- og skeljaveiðu gekk hann ótráddar leiðir. Hetta er ein lívssøga um áræði og framskygni, soltnar tíðir og gulltíðir, vónir og vónbrot, eydnu og lagnu. JOHN DAM er 400 blaðsíður við hópin av spennandi myndum. Bókin er innbundin og kostar kr. 295,- SKIPALISTIN 2004 hevur lógarkravdan føroyskan álmanakka, streymtalvur og streymkort umframt dagførdar upplýsingar og hópin av nýggjum myndum av føroyska flotanum. Tilfarið í SKIPALISTANUM er álítandi og viðkomandi hjá øllum teimum, ið hava áhuga fyri skipi og sjógvi. Skipalistin – hentur at hava! SKIPALISTIN 2004 kostar kr. 175,- og innbundin kr. 240,- – Fæst í bókabúðunum Ein spennandi greipa … R E P R O Z