fríggjadagur 12. desember 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 237 - 12. desember 2003
Nr. 237 - 12. desember 2003
9
Nevndin í
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag vil
fegin hava Helenu
Dam á Neystabø á
listan í Suðurstreymi,
men Helena hugsar.
Fleiri av teimum
trúgvu
javnaðarfólkunum
vilja ikki á listan aftur
hesuferð.
UPPSTILLING
Øssur Winthereig
ossur@sosialurin.fo
Fyri ella í móti Helenu.
Mánakvøldið
verður
spurningurin aftur aktuell-
ur. Suðurstreymoyar Javn-
aðarfelag hevur fyrsta upp-
stillingarfund til løgtings-
valið. Verður Helena við
ella ikki?
- Nevndin hevur heitt á
Helenu Dam á Neystabø
um at stilla upp fyri flokk-
in, men hon umhugsar
støðuna til mánakvøldið,
sigur Bjarki Mohr, for-
maður í Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag.
Upp til seinasta løgtings-
val royndi Helena Dam á
Neystabø í seinastu løtu at
sleppa upp á listan. Hon
bjóðaði seg fram á triðja
uppstillingarfundi. Felagið
í Havn býtti seg í tveir
partar, sum hvør í sínum
lagi bóðu fólk møta á fund
og atkvøða antin fyri ella í
móti. Sjálvur formaðurin,
Jóannes Eidesgaard, møtti á
uppstillingarfundi í Havn
fyri at tala hennara søk.
Men har vóru ov nógv sár,
sum ikki vóru grødd.
Helena Dam á Neystabø
slapp ikki við.
Baklandið í lagi
Helena Dam á Neystabø
váttar, at hon hevur fingið
áheitan frá nevndini um at
stilla upp.
- Eg vurderi mína støðu -
bæði í mun til ta útbúgving,
sum eg eri í holt við og hvat
flokkurin kann garantera,
sigur
Helena
Dam
á
Neystabø.
Hon er sera varin at siga
nakað um hennara persónur
aftur hesuferð kann býta
flokkin í tvey.
- Eg gangi út frá, at tá
nevndin heitir á meg, so
hevur hon baklandið í
flokkinum í lagi, sigur hon.
Tað kann gerast eitt stutt
og strævið valstríð hjá
Helenu Dam á Neystabø.
Henni manglar eitt hálvt ár
av eini leiðsluútbúgving og
fleiri munnligar próvtøkur
liggja í januar uttanfyri
Føroyar.
Styrkt flokkin
Nú er tíðin liðin og Helena
Dam á Neystabø hevur ver-
ið limur í Javnaðarflokkin-
um í næstan tvey ár.
- Eg haldi tað vera eitt
gott hugskot, at Helena
Dam á Neystabø stillar
upp, hon hevði styrkt flokk-
in í Suðurstreymi, tí hevur
nevndin beinleiðis heitt á
hana um at stilla upp, sigur
Bjarki Mohr.
Hann væntar ikki, at fólk
hesaferð fara at taka seg
saman - antin til at atkvøða
fyri ella ímóti Helenu.
- Eg haldi, at nú er friður
um hasi viðurskiftini, tí so
rúm tíð er gingin.
Helena Dam á Neystabø
var limur í Javnaðarflokk-
inum til 1990, men meldaði
seg út stutt fyri løgtingsval-
ið og endaði á listanum hjá
Sjálvstýrisflokkin, har hon
var vald, og hon hevur eis-
ini umboðað Sjálvstýris-
flokkin í landsstýrinum.
Liðugt til jóla
Nevndin í Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag ger uppskot
við fyrstu 11 nøvnunum,
sum verða løgd fram á
fyrsta fundi. Og har skulu
nógv nýggj nøvn á. Fleiri
av teimum trúgvu javnaðar-
fólkunum, sum í áravís
hava bjóðað seg fram, hava
boðað frá, at tey ikki vilja
meiri.
- Har verður nógv nýtt
blóð, og tað kann eisini
vera gott, sigur Bjarki
Mohr.
Hann nevnir kend valevni
sum Kára Petersen, búskap-
arfrøðing, Hendrik Thom-
sen, fyrrverandi formann í
Postfelagnum, Jan Midjord,
fyrrverandi
formann
í
Havnar
Arbeiðsmanna-
felag, Eyálv Dimon, fyrr-
verandi floksskrivara og
Thomas Arabo, fyrrverandi
landsstýrismann, sum allir
hava boðað frá, at teir ikki
stilla
uppaftur.
Bartal
Poulsen, sum var umboð
fyri
Sosialistiskt
Ung-
mannafelag, stillar heldur
ikki upp, tí hann er staddur
í USA.
Felagið ætlar at gera
listan lidnan í næstu viku.
Samd nevnd heitir á Helenu um at stilla upp
Í Vágum hevur
borgarstjórin í
Sandavági, Rósa
Samuelsen, valt at
stilla upp fyri
Sambandsflokkin
- Eg havi ongantíð verið í
landspolitikki áður, men
allar ætlaninar við komm-
ununum, hava gjørt, at eg
fegin vil vera við at ávirka
gongdina,
sigur
Rósa
Samuelsen.
Hon hevur verið virkin í
kommunalpolitikki í Vág-
um, har hon er borgarstjóri
í Sandavágs Kommunu.
Hon var vald í bygdaráðið í
Sandavági á einum ópolit-
iskum borgaralista.
Higartil hevur Marjus
Dam verið stóri atkvøðu-
slúkarin í Vágum. Um hetta
kann broyast kann bara val-
úrslitið vísa.
- Tað eru tey kommunalu
viðurskiftini, sum hava mín
størsta áhuga. Eg havi fylgt
við í arbeiðinum at geva
kommununum
fleiri
uppgávur, men eg haldi tað
skal gerast rætt, sigur Rósa
Samuelsen.
Á stórpolitiska økinum
liggur Rósa Samuelsen
beint á sambandsleið.
- Eg haldi gongdin við
yvirtøkunum seinastu tíð-
ina er farin skeivan veg.
øw
Sambandssflokkurin
tekur Rósuna
Helena Dam á Neystabø
tapti stríðið um pláss á
javnaðarlistanum seinastu
ferð. Hesaferð hevur hon
fingið beinleiðis áheitan frá
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag um at stilla
upp
RoWan spælir á Platform
Leygarkvøldið fer Róin Siggertsson at spæla til dans
á Platform í Havn. Saman við honum fara føroyskir
tónleikarar at spæla
Róin - ella roWan, sum hann kallar seg á
tónleikamáli - er búsitandi niðri, har hann fæst við
tónleik. Hann er tó av og á í Føroyum og spælir, og
hann var millum annað við á ólavsøkukonsertini í ár.
Nú fer hann aftur at spæla í Havn, og tað verður á
Platform leygarkvøldið.
Saman við honum spæla føroyskir tónleikarar sum
Ólavur Øster og Pauli Magnussen.
Hernaðarkanningin í
Russlandi av støðu
Føroya undir kalda
krígnum kann gerast
ein bumba mitt í
føroyska valstríðnum.
Bókin er nærum heilt
liðug, sigur Bent
Jensen, og hon verður
helst
almannakunngjørd
beint eftir nýggjár.
Sámal Tróndur
Finsson Johansen,
søgufrøðingur,
roknar við, at hon
verður misnýtt
politiskt eins og
Svartabók
KALT KRÍGGJ
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Kanningin í skjalagoymsl-
unum eystanfyri av støðu
Føroya í kalda krígnum
verður almannakunngjørd í
somu løtu, hon er handað.
Helst verður tað beint hinu-
megin
ársskiftið,
sigur
Herluf Sigvaldsson, stjóri á
Uttanlandsdeildini hjá Løg-
mansskrivstovuni,
sum
hevur bílagt kanningina.
Søgufrøðingurin sjálvur,
sum hevur verið í Italia og
skrivað kanningina, er aftur
í Danmark, og hann sigur,
at bókin er um at vera heilt
klár. Avtalan er, at hann
skal gera hana lidna í
desember, og síðan handa
løgmanni
hana.
Bent
Jensen er klárur yvir, at
føroyingar eru farnir inn í
eitt valstríð, tí løgmaður
hevur útskrivað val til 20.
januar, men tað kemur ikki
honum við.
– Hetta fær meg ikki at
umhugsa, um eg skal halda
bókini aftur, til valið er av.
Eg arbeiði púra óheftur av
politiska valdinum. Eg havi
eina avtalu við løgmans-
skrivstovuna, sum eg fari at
halda. Eg havi bundið meg
til at vera liðugur áðrenn
árskiftið, og tað veri eg,
sigur Bent Jensen.
Kann misnýtast
Bent Jensen er nøgdur við
bókina og heldur nógv
spennandi
vera
komið
fram, men hann vil einki
siga um innihaldið yvir-
høvur. Spurdur, um inni-
haldið í hansara bók kann
vera misnýtt í valstríðnum,
sigur hann, at tað er ilt at
siga.
– Alt kann nýtast og
misnýtast í politikki, sigur
Bent Jensen.
Tað er eisini royndin hjá
Sámal
Tróndi
Finsson
Johansen, sum skrivaði
bókina um støðu Føroya í
kalda krígnum vestanfyri.
Hann er yvirhøvur ikki í iva
um, at ein slík bók verður
brúkt í einum valstríði.
– Eg vóni ikki, at ein slík
bók fer at ávirka valið, men
tað fer altíð at vera okkurt,
sum kann misnýtast. Eg
veit ikki, hvat hann hevur
lagt dent á, men eg havi
sjálvur upplivað, hvussu
Svartabók varð misnýtt til
alt millum himmal og jørð,
sigur Sámal T. F. Johansen,
søgufrøðingur, sum í dag er
landsskjalavørður.
Óheppin løta
Sámal Tróndur heldur tað
vera óheppið, at ein søgu-
bók kemur upp í valstríðið.
Løgmaður átti at umhugs-
að, um bókin skal haldast
aftur, til valið er av, sigur
hann.
Spurningurin er, hvat
Bent Jensen hevur valt at
tikið fram. Sjálvur vil hann
einki siga. Hann fírir ikki
fyri at nevna nøvn, tá ið
hann sigur sína søgu og er
ein kontroversiellur søgu-
frøðingur, sum hevur gjørt
tað til sítt aðalmerki at gera
upp við kommunismuna. Í
hesum føri verður talan um
fólk á vinstraveinginum í
Føroyum, sum kunnu koma
undir lupp, og tað er funnin
fressur í einum skitnum
valstríði.
Sámal Tróndur Johansen
royndi sjálvur at nevnda
sum minst av nøvnum, tá ið
hann skrivaði Svørtubók.
Roynt var halda seg uttan-
veltað til tilfarið og kortini
varð tað misnýtt. Hann
nevnir dømi um sonevnda
Føroya-kortið, sum danir
brúktu í samráðingum við
amerikanar, og tað skuldi
eitast, at danir misnýttu
føroyingar. Petur Mohr
Dam og Kristian Djurhuus
fingu
skyldina
í
orðaskiftinum, men Sámal
Tróndur sigur, at alt løg-
tingið spældi við – og har-
við allar Føroyar.
– Eg dugi væl at ímynda
mær, at okkurt slikt hendir
aftur. Eg ivist ikki í, at Bent
Jensen er fakmaður og
leggur upp fyri misnýtslu.
Men sjálvt um hann garder-
ar seg, so vita vit, at politik-
arar nýta øll vápn. Serliga í
einum skitnum valstríði,
sigur Sámal Tróndur Johan-
sen.
Brigdini hvørva
Trupulleikin hjá søgufrøð-
inginum er, at keldukritikk-
urin hvørvur, tá ið fjølmiðl-
ar og politikarar fara at við-
gera søguligt tilfar.
– Eg upplivdi sjálvur,
hvussu nuansurnar hvurvu,
og politikarar og onnur
tóku ting burturúr, sum
passaði teimum best, og
restin varð tagd burtur. Eg
trúgvi ikki, at Bent Jensen
er bílagdur politiskt, men er
okkurt í hansara frágreið-
ing, sum kann misbrúkast,
so verður tað brúkt, sigur
Sámal Tróndur Finsson
Johansen.
Norðoy-
ingar sláa
manngarð
um Anfinn
Løgmaður fekk
dygga undirtøku
í sínum valdømi
mikukvøldið.
Norðoya Fólka-
floksfelag fer til
val uppá at reinsa
Anfinn Kallsberg
VAL 2004
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Allur ivi varð ruddað-
ur av vegnum, og An-
finn Kallsberg fekk
100 prosent uppbakk-
ing.
Soleiðis
greiður
Heini í Marknagili,
sum í mong ár var í
nevndini hjá Norðoya
Fólkafloksfelag. Fyrsti
uppstillingarfundurin
hjá Norðoya Fólka-
floksfelag var miku-
kvøldið. Hann byrjaði
við, at Anfinn Kalls-
berg tók orðið og
segði, at nú máttu lim-
irnir gera av, um hann
skuldi halda fram á
listanum. Øll reistust.
Eingin ivi varð sáddur
um undirtøkuna hjá
Anfinn Kallsberg.
Heini í Marknagili
sigur, at tey góðu 30
árini hann hevur verið
í felagnum, minnist
hann ikki, at nakar
hevur fingið so stóra
undirtøku áður. Eini
60 fólk vóru á fund-
inum.
– Eg ivist onga løtu
í, at Anfinn Kallsberg
fer at fáa eitt veldugt
val her norðuri. Anfinn
verður førdur fram
sum nummar eitt, og
vit fara til val upp á at
halda fast um sjálv-
stýriskósina, sum hann
hevur staðið fyri, sigur
Heini í Marknagili.
Fólk gita, at Anfinn
Kallsberg fer at fáa
einar 700 atkvøður í
Norðuroyggjum,
og
tað er nógv. Umframt
Anfinn
Kallsberg
standa
Jógvan
við
Keldu, Jákup Mikkel-
sen, Rúna Sivertsen og
Petur Hans Joensen á
listanum, og tað er ein
sterkur listi. Sum er
hevur flokkurin tveir
tingmenn, og nakað
langt er til tann triðja,
men heilt óhugsandi er
tað ikki.
Serliga viðoyingar
sláa manngarð um An-
finn Kallsberg, greiður
Heini í Marknagili frá,
men yvirhøvur halda
nógvir norðoyingar, at
hann hevur fingið eina
harða viðferð fyri sína
fortíð.
Reyðabók verður ein
bumba í valstríðnum
Bent Jensen, søgufrøðingur, er mest sum liðugur við at skriva frágreiðingina um sína skjalarannsókn eystanfyri. Bókin kemur beint í valstríðið, men tað er ikki
hansara borð, heldur hann
C
M
Y
K
9
8