Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 237 - 12. desember 2003 Nr. 237 - 12. desember 2003 11 Í gjár var heimsráðstevna hjá ST um KT sett í Schweiz. Kofi Annan, aðalskrivari, ið setti ráð- stevnuna, vísti á stóra munin millum rík og fátøk lond á KT-økinum. Hann gjørdi vart við, at megin- parturin av heimsins fólkum ikki hava atgongd til Internetið. Víðari vísti hann á, at tað tykist, sum henda støðan stendur við og versnar, og er hetta ein hóttan móti javnvágini í heiminum. Kofi Annan vísti á, at atgongd til kunningartøkni og internet nú eru fortreytir fyri búskaparligum og mentanarligum framburði og vælferð. Hann minti á, at sum støðan er, hava fátøku londini als ongan møguleika at koma við á KT-økinum. Hesi londini eru tí so at siga dømd at vera verandi eftirbátar í mun til ríka og framkomna heimin. ST-aðalskriv- arin hevði tó eitt boð uppá eina loysn á hesum álvarsama trupulleika. Hann mælti til, at ríku ídnaðarlondini alt fyri eitt stovna ein stóran altjóða grunn undir ST til tess at menna KT-førleikar og kunningartøkni í Triðja Heiminum. Við at seta henda grunn á stovn kundi ójavnin javnast út og fólkið í fátæka partinum av heiminum kundi innan ávíst áramál koma uppá sama støði, sum ríki part- urin av verðini. Uppskotið hjá Kofi Annan er sera gott og vónandi fara ríku londini at taka undir við tí. Hendan gongdin, har tey fátøku londini dragna afturúr á øllum økjum, kann ikki halda fram. Sum longu nevnt gevur hetta rák ein ójavna, ið kann hótta heimsfriðin. Hetta er í sjálvum sær álvarsamt nokk. Ríki heimurin hevur eisini eina moralska skyldu at hjálpa fátæka heiminum fram. Ein gongd leið er at menna KT, men hetta hevur sum fortreyt, at skúla- og útbúgvingarskipanir í triðja heiminum verða mentar. 100 tals milliónir av børnum hava hvørki bústað, mat, reint vatn ella møguleikarbørn fyri skúla- gongd. Milliónur eru faðir- og móðirleys orsakað av eyðkvæmi og øðrum herjandi sjúkum. Teimum trýtur sostatt at siga øll grundleggjandi manna- rættindi. Øll støðan í Triðja Heiminum gerst bert verri at kalla á øllum økjum. Tað er bert Ríki Heimurin, sum kann hjálpa, og tað eigur hann (vit) at gera. Hjálpin eigur at vera veitt umvegis ST, um hon skal virka eftir ætlan. Føroyingar hava bæði fakligar førleikar eins væl og fíggjarligar møgu- leikar at vera við í royndunum hjá ST at menna KT-tøkni og KT førleikar í Triðja Heiminum. Vit hava Bitland verkætlanina og KT fyritøkur okkara eru millum tær fremstu í heiminum. Hetta átti at verðið ein avbjóðing hjá einum komandi landsstýri at tikið upp, so eisini vit føroyingar taka ábyrgd av okkara medmenniskjum í fátæka partinum av heiminum. DAGSINS MEINING Sosialurin Okkara ábyrgd VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kenneth Rasmussen form. Unga Sjálvstýri Hví røkkur hann ikki long- ur enn oman móti gørðun- um í Líðarhaga? Hvussu ber tað til, at fleiri teirra, sum halda seg hava einkarættindi uppá Várharra og hava so úr at gera við at sannføra seg sjálvi og onnur um, at tey eru betur enn hini, roynast so illa, tá samanum kemur? Hví lata vit Miðflokkin tíggja sær sum hann vil? Hví lata vit ein flokk sum Miðflokkin, har stórur part- ur av politikkinum byggir á trongskygni, fordøming og rasismu, seta dagsskránna og eiga seinasta orðið í so nógvum týðandi málum? Seinasta dømi um ágangin frá hesum flokki er við- ferðin av teimum sam- kyndu. Brøðragrótið úr Líðarhaga Ein skuldi trúð, at næsta- kærleikin hjá Miðflokkin- um átti at rokkið langt. Men tá á stendur, røkkur hann stutt, rættiliga stutt. Tað kom týðiliga til sjóndar 11. apríl 2003 undir 2. við- gerð av uppskotinum um bygging av samferðsluhavn á Trongisvágsfirði. Í álitinum fyri bygging- ina stendur, at tað kunnu verða spardar umleið 15 mió kr., um grótið til samferðsluhavnina verður tikið úr tunlinum Øravík- Hov. Tá meirilutin í vinnu- nevndini, undir 2. viðgerð, mælir til at seta inn í løg- tingslógina um samferðslu- havnina á Trongisvágsfirði, at grótið verður tikið úr tunlinum Øravík-Hov, verður uppskotið samtykt, við nevndu broyting, við 24 atkvøðum fyri og einari ímóti. Bert Jenis av Rana atkvøddi ímóti. Hvussu ber tað til? Er Jenis av Rana ímóti at tunn- il verður gjørdur millum Øravík og Hov? Nei, tað kunnu vit ikki loyva okkum at halda. Hví atkvøddi hann so ímóti? Jú, tí um grótið ikki varð tikið úr tunlinum, so skuldi tað keypast úr einum grótbroti, sum skuldi gerast í Líðarhaga, tætt við tunnilsmunnan til Hvalbiar. Og hvør eigur hagan og tískil skal hava pening fyri grótið? Tað ger bróðir Jenis av Rana. Long- ur røkkur næstakærleikin hjá Miðflokkinum ikki. At uppskotið við 3. viðgerð 2. mai 2003 verður samtykt við teirri broyting, at grótið í mest møguligan mun verður tikið úr Øra- víkar- Hov tunlinum er ein onnur søga. Sjálvstýrisflokkurin eigur at tala at Eftir mínum tykki eigur Sjálvstýrisflokkurin, tá tað er neyðugt, at verða ein mótpólur til Miðflokkin í málum, sum viðvíkja menniskjaligu virðunum, persónliga frælsinum, virðing fyri minniluta- bólkum og ábyrgdini av egnum lívi og gerðum. Tað er uppgávan hjá einum flokki, sum veruliga er á miðjuni. Næstakærleikin hjá Miðflokkinum Janus Hansen lívfrøðingur Vágs kommuna bygdi vatnorkuverkið í Botni í 1921. At eingin kanning bleiv gjørd av, hvørji árin hetta hevði á nátturuna er til at skilja. Men tá komið var upp í 1980-árini og SEV fór í holt við Eiði 1 og 3, tá áttu vistfrøðiligar kanningar avgjørt, at verið gjørdar. Men av onkrari orsøk bleiv so gott sum einki gjørt. Eiði 1 og 3 stig- ini eru liðug, og tey hava kosta yvir hálva milliard krónur. Ein fjórðingur av flatuni av Eysturoynni verður nýtt sum innsavn- ingarøkið av vatni. Tað ber illa til at siga hvat fyri ávirkan hetta hevur havt á náttúruna, tí hvørki SEV, sum varðar av hesum inntrivum, ella nakar annar hevur gjørt kanningar av hesum. Nei, tað er nú ikki heilt rætt, tí onkrar kanningar eru gjørd- ar, men tær kunnu millum lítið og einki siga, um hvat fyri ávirkan hetta inntrivi hevur havt á lendið í Eyst- uroynni. Tað eru 82 ár síðani verkið í Botni bleiv tikið í nýtslu, og sera nógv er hent síðani tá, ikki minst hvat umhvørvinum viðvíkur. Í dag er tað ein sjálvfylgja, at vistfrøðiligar kanningar verða gjørdar áðrenn (!) tiltøk av hesum slag verða sett í verk. Fríggjadagin 12. desemb- er skulu umboðsnevndar- limirnir í SEV taka støðu til Eiði 2 stigið í verkætlanini hjá SEV. Eg havi fingið møguleikan, at kaga í frá- greiðingina (hóast SEV noktaði mær tá eg spurdi). Eg má siga, at hvat náttúruatlitið viðvíkur, er SEV á nærum sama støðið í dag, sum Vágs kommuna var í 1921! Tað er skelkandi at síggja, hvussu lítla viðgerð náttúran fær - ikki ein A4 síða verður nýtt til hetta. Har verður víst til eina frágreiðing frá 1983, frá Vandkvalitetsinstituttet, og eina frá 1987, har tann "niðurstøða" verður gjørd um árinið á sjógvin at, "... ilt er at avgera, um nakað árin verður av at byggja vatnorkuna út í Eystur- oynni ella ikki ...". Har er einki sum sannførur meg um, at árini á lendið sum verður ávirkað, ikki eigur at kannast gjøllari. Í Danmark drenaðu teir vátlendi í 1960 og 70-árun- um. Nú royna teir at gera tey aftur til vátlendi, tí tað er av stórum týdningi fyri náttúruna og lívfrøðiliga margfeldið. Men striltið gongur, tí tað er sera kostn- aðarmikið. Eru vit ikki í holt við at gera tann sama feilin, sum teir gjørdu tá? Hvørja ávirkan hava Eiði 1 og 3 havt fyri fuglalívið, plantulívið og djóralívið sum heild í økinum - hvat kann væntast av Eiði 2? Hvørja ávirkan hava Eiði 1 og 3 havt fyri mógvin í økinum? Hevur hetta ført til útlát av vakstrarhúsgass- um úr mógvinium, sum man veit um aðrastaðni - hvat kann væntast av Eiði 2? Tað eru nógvir spurn- ingar sum eiga at verða settir og svaraðir, áðrenn umboðsnevndarlimirnir kunnu taka støðu til Eiði 2. Tí hvussu skal umboðs- nevndin kunna taka støðu til eina útbygging sum hesa, tá árinini av henni als ikki eru kend? Hetta skriv er ein áheitan til umboðsnevndarlimirnar í SEV, um ikki at taka støðu til málið, fyrr enn tit hava fingið eina gjølla útgrein- ing av tí ávirkan, hetta inntrivið kann hava á náttúruna. Tit kunnu ikki, við góðari samvitsku, játta einari tílíkari útbygging uttan at kenna avleiðingar- nar. Áheitan á umboðsnevndarlimir í SEV Signar P. Heinesen Spurningurin um vit eru í ella eru ávegis eini stra- tegiskari kreppu gerst alt meira átrokandi. Nakrar av mest týðandi inntøkukeld- um okkara eru hóttar og okkara evni til at fasthalda arbeiðsøki, sum onnur bardust fyri at vinna okk- um, hava hesi seinastu árini ikki víst seg at vera góð. Vit gera minni og umsita meira, har ynskiliga gongd- in var tann øvugta. Kjakið um fremmandan kapital er kanska týðulig- asta dømi um, hvussu illa er statt. Hóast nógv hevur verið tosað um fremmand- an kapital til Føroyar, havi eg einki frætt um nakað tos um evnini hjá okkum í Føroyum at gera íløgur í øðrum londum. Hetta hóast ein slik javnvág er ein tann mest týðandi "indikator" (talfest ábending) um evn- ini at standa seg í altjóða kappingini. Treyðugt so, fleiri pro- sjekt eru eisini, sum onkursvegna hava til endamáls at vinna okkum nýggj øki at arbeiða á. Men sum við allari menning skal rúm vera fyri bæði skeiv- leikum, tíðarmissi og nógv- um prosjektum, sum mis- eydnast. Harafturat tykist sum slík prosjekt hava tað til felags, at onkursvegna møta tey initiativ-køvandi atferð har inititativ menn- andi atferð er ynskilig. Sæð við teimum eygunum eru vit illa fyri í løtuni. Um so er, at vit eru í ella eru um at falla í eina strategiska kreppu, hvørji eru so hyggjuráðini og hvør kann taka stig til at venda gongdini? Stórir spurning- ar, sum eru truplir at svara. Svarið liggur í okkum, sum búleikast á hesum klettum og kemur til sjóndar um nøkur ár, sum úrslit av tí, vit gera í dag. Men tað ber til at siga nakað við skili nú. Felagsskapurin Undir Irak krígnum hoyrdu vit Bush forseta endurtaka orðið "Coalition" (t.e. "vit sameindu") ferð eftir ferð. Tað er ein dýrt keyptur lærdómur hjá mannaættini, at sjálvdráttur kann í besta føri vera nyttuleysur - oftast beinleiðis skaðiligur. Felagsskapurin, VIT, er ein fortreyt fyri veruligum framstigum. Megin í fe- lagsskapinum er høvuðs- orsøkin til at eitt demokrati er so sterkt samanborið við diktatur av ymsum slagi. Fyri eitt lítið land sum Føroyar, er hesin felags- skapurin altavgerandi. Fólk, sum á einhvønn hátt melda seg sjálvi út úr felagsskapinum skulu gera sær greitt, at tey eru við til at gera landið meira "gumpu-tungt" og alt eftir formligari og sosialari positión kunnu sjálvt heilt fá fólk vera við til at gera landið so tungt, at framstig eru at kalla ómøgulig at fremja. Vanligastu mátarnir at melda seg úr felags- skapinum er ósannindi og ósonn atferð ella ikki at átaka sær ábyrgd samsvar- andi formligari ella sosial- ari positión. Leiðslan Tey, sum fylgdu við BBC í Irak krígnum hoyrdu amerikanska herleiðaran Brooks nýta vendingina, at teir við sínum atsóknum skerdu møguleikarnar hjá irakum at leiða og sam- skifta ("we reduce their means of control and communication"). Fyri tann óroynda kundi helst tykjast løgið, at tað hevur so stóran týdning at skjóta ein stjórnarbygning her og eina sjónvarpsstøð har. Men tann royndi veit, at styrkin hjá felagsskap- inum er treytaður av leiðslu og samskifti. Møguleikarnir, viljin og evnini til við skili at hevja seg uppum smálutirnar og samstundis vita, hvørjir smálutir kunnu fáa avger- andi týdning og at seta kós og ferð í teim ymsu til- tøkunum og at gera hetta í einum tøttum samskifti við felagsskapin - tað er at leiða. At nýta møguleikarnar, at seta sær uppgávur fyri, viljin og evnini at gjøgnum- føra hesar uppgávur og viljin og evnini at gera tað saman við øðrum - hetta er setningurin hjá tí einstaka, sum ynskir at geva sítt íkast til framstig í landi sínum. Alt eftir formligari og sosialari positión hava vit møguleika til at geva okk- ara íkast til ta felags upp- gávu, at "bera førniningin longur fram á vegin", sum Heðin Brú tekur til. Øll hava møguleika at geva sítt íkast til leiðsluna í landin- um og øll hava eisini møgu- leika til at gera landið meira "gumpu-tungt". Alt eftir formligari og sosialiari positión hava summi møgu- leika til at forða menning á heilum málsøkjum. Men eingin hevur møguleika at lyfta eini menn- ingaruppgávu einsamallur. Millum annað tí ber til at siga, at leiðslulæran og maktlæran stríða móti hvørji aðrari og kunnu ikki sameinast. Commitment Commitment er fremmant orð og hóast orð eru í upp- skoti bæði formliga og óformliga, so havi eg higar- til ikki hoyrt nakað, sum gevur sama týdning sum hetta fremmanda heitið í hesum samanhangi. Danir nýta orðingina "Fælles for- pligtelse", sum rakar rætti- liga væl. Besta dømi um commitment er helst frá hjúnabandinum, har tvey gera av at átaka sær lívið saman - í góðum og ring- um. At binda seg til uppgáv- una. At gera sítt besta, viljin til at flyta seg og skipa seg saman við øðrum, viljin til at lata nakað av sær sjálvum og sínum egna til felagsskapin. Hetta er ein fortreyt fyri veruligum framstigum. Hvør einstakur hevur sína ábyrgd tá ið talan er um felagsskapin og tá ið talan er um leiðsluna. Í báðum teimum førunum hava summi formliga og sosiala positión, sum leggur størri ábyrgd á tey enn hini. Við commitment eru øll líka. Øll hava eins ábyrgd og ein persónur telur fyri ein persón, um tað er Winston Churchill ella tað er Fossadun ella Palli- ba. Annaðhvørt geri eg felagsskapin meira lívføran ella geri eg felagsskapin meira "gumpu-tungan". Hvat og hvør? Soleiðis sum eg síggi gongdina her á landi sam- anborið við gongdina í øðrum londum er spurning- urin um vit fella í eina stra- tegiska kreppu nú komin so nær á okkum, at vanligi borgarin má átaka sær sína veljaraábyrgd og harvið opna møguleikunum hjá politisku skipanini at taka neyðugu stigini. Trupul- leikarnar fyri framman síggi eg ikki bara sum "vánaligar konjunkturar". Soleiðis sum støðan er í løtuni ivist eg ikki í, at veljarin má venda sær til felagsskapin, venda sær til felags tiltøk føroyskum virksemi at frama og lata frá sær ein part av ynskin- um um egnar fyrimunir. At løgtingsval er útskrivað er helst ein týðandi fyrimunur í hesum sambandi, hóast orsøkin til valið kanska er ein onnur. Hetta kann t.d. vera viðvirkandi til at ein- táttaða endamálið við sam- gonguni sum "fullveldis samgongu" verður slept og kann geva rúm fyri størri áherðslu á praktisku evnini hjá okkum í Føroyum at virka í altjóða samfelag- num. Lítil ivi er um, at upp- gávan formliga kemur at liggja á komandi løgmanni og komandi fíggjarmála- ráðharra í felag. Útseta hes- ir uppgávuna til næstkom- andi samgongu um eini fýra ár, er ikki vist, at tað verða føroyskir veljarar, sum koma at hava størstu ávirkan á gongdina. Vit kunnu eisini siga tað øðr- vísi. Royndu vit fyri tíggju árum síðani, tá ið veru- leikin kring okkum vísti gongdina, sum vit eru í, høvdu vit væl fleiri møgu- leikar at velja ímillum, enn vit hava í dag. Tað er neyvan heldur ivi um, at tey, sum skulu fáast við at strika fyrstu strikur- nar á blanka pappírinum, skulu hava rættiliga fríar hendur. Ein arbeiðssetn- ingur kundi verið: "Rækju- vinnan, flakavinnan og ali- vinnan í kreppu - hvat so?" Stórt meira vita vit neyv- an um, hvørji hyggjuráðini eru. Men tað er eisini nóg mikið í fyrsta umfari. Fe- lags ábyrgd av felagsskap- inum, felags ábyrgd av leiðslu og samskifti og felags commitment í sam- bandi við vinnuligu menn- ingina í landinum og evnini hjá Føroyum at virka í einum globaliserandi heimi. Komandi løgmaður og komandi fíggjarmálaráð- harri mega so ella so seta sær fyri at geva føroyska samfelagnum tann íblástur, sum krevst, til tess at fólkið skal gera sítt ítarsta at finna nýggjar leiðir at ganga ella at traðka gomlu gøturnar øðrvísi og meira kappingar- ført. Hjá tveimum ítøkilig- um persónum á ovastu rók verður avbjóðingin so at seta kjøt og blóð á tey átøk og tær prosessir, sum kunnu veita hendan íblás- tur. VIÐMERKINGAR Hatta var ein vanlukka! Skjót - og hvat so? Kai Vágfjall At fullveldislandsstýrið fór fyri bakka er einki minni enn ein vanlukka, nú so nógv orka var løgd í full- veldisarbeiði og so nógvar yvirtøkur stóðu fyri framm- an. Tað var við góðum treysti, at fullveldissam- gongan fór til verka í 1998. Vónirnar vóru sera bjartar. Mótstøðan varð hørð frá donsku stjórnini, væl hjálptir av undanstøkking- um her heima. Men fríggja- dagin tann 5. desember 2003 brustu allar hesar vónir endaliga. Klandur og stríð fyribeindi sam- gonguni, heldur enn at hyggja fram móti aðal- endamálinum - fullveldi og frælsi til føroya fólk. Fólkaflokkurin hevur frá fyrsta degi spælt hund í samgonguni. Eg setti eitt stórt spurnartekin við, um tað var rætt, at hendan nýggja fullveldis- samgongan átti at skipast, tí longu frá fyrsta degi av í tinginum, spældi Fólka- flokkurin hund, og avreiddi tingformannin til andstøð- una. Soleiðis hevur gingið slag í slag síðani, og hava landsstýrismenn fólka- floksins koyrt eitt sololøb aftur og aftur, við eini ótrú- ligari trongd at trakka fram, sum nøkur vánaliga eftir- gjørd glansbíløt, og harvið skapað ófrið og ólag í sam- gonguni. Flokkurin valds- tók Tjóðveldisflokkin og alt Føroya fólk á ólavsøku 2002, har ein av okkara løgtingsmonnum var tving- aður at taka síni orð aftur um løgmann og Jørgen Niclasen, tí teir høvdu einki skeivt gjørt, sambært Fólkaflokkinum. Í dag kenna vit úrslitið. Men at koma við eini umbering fyrst og fremst til Føroya fólk, eru teir ov smáir til. So hvør tað er, sum hevur spælt við eld, og hevur brent seg, haldi eg vit lata veljararnar døma um. Fólkaflokkurin hevur so ongantíð tikið nakra ábyrgd fyri sínar gerningar, ella ógerningar, og tað gera teir heldur ikki í hesum føri. Í Fólkaflokkinum ræður ein slíkur andi, sum er at skava útyvir óreglusemi og lógarbrot, bara endamálið er í lagi. Eg eri stúrin, nú teir hava fría atgongd til landskassan. Sjálvstýrisflokkurin var skelkaður eftir síðstu veljarakanning, sum varpar flokkin úr løgtinginum. Teir tosa um at rannsaka seg sjálvar. Har er ikki so nógv at rannsaka. Flokkurin kallar seg fyri sjálvstýris- flokk, men hevur ein sam- bandsmann sitandi á tingi, sum setur føtur í spenni ímóti øllum yvirtøkum. Flokkurin hevur nú í skjótt 100 ár stríðst fyri sjálvstýri, men nú gongur ov skjótt, verður sagt. Kann ikki sigast at vera serliga in- telligent hugsan. Harum- framt hevur hann latið seg adoptera av Fólkaflokk- inum, og úrslitið hava vit hareftir. Miðflokkurin kom við í samgonguna eftir síðsta val fyri at sam- gongan kundi hava meiri- lutan á tingi. Tað var við stuðli frá Tjóðveldisflokk- inum, at hann kom við, men nú hevur hann treyta- leyst givið seg undir fólka- flokkin, sum ikki vildi vita av teimum á sinni. Ófatu- ligt at hesin flokkur, sum skal eitast at vera »kristi- ligur«, og sum stríðist fyri morali ella rættari sagt, dupult-morali, og útvortis gudsdýrkan, heldur enn gleðiboðskapinum, og sum við hesari »gudsdyrkan« roynir at trýsta slíkt yvir bæði »ónd« og »góð«, kann góðtaka ein løgmann, sum alment lýgur og missbrúkar vald sítt. Tjóðveldisflokkurin hevur verið alt ov leingi við og latið seg eymýkja av Fólkaflokkinum og tí »hundaøði«, sum hevur rátt har. Fullveldið er fyribils lagt á hyllina, mugu vit bara ásanna, men Tjóð- veldisflokkurin fer fram- vegis at stríðast fyri fullveldinum, men tað skal ikki vera uppá bekostning av at góðtaka lygnir og valdsmisnýtslu. Tað sum okkara formaður og leiðsla floksins hevur brúk fyri er, at vit gera manngarð um hann/tey, heldur enn at hótta við at melda okkum út. Tað má tí vera okkara aðalmál, at øll tjóðveldis- fólk fylkjast um flokkin, so hann kemur uppaftur ster- kari inn á ting. Tí fari eg at heita á allar veljarar, sum ynskja eina frælsar Føroyar, at velja Tjóðveldisflokkin tann 20. januar 2004. Gott val. Við tjóðveldiskvøðu C M Y K 11 10