Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 237 - 12. desember 2003 Nr. 237 - 12. desember 2003 13 Zakarias Wang Nú verður løgtingsval, og tann 20. januar 2004 vita vit hvørji tey 32 verða, sum vit hava givið heimild til at avgera okkara framtíð. Tungar eru tær avgerðir, sum komandi løgting fer at taka okkara vegna. Danmark, sum vit eru saman við, hevur í 1000 ár verið eitt sjálvstøðugt ríki. Innan fyri eitt ella tvey ár skulu danir taka støðu til, um ríki teirra skal leggjast niður. Lítil ivi er um, at teir fara at taka undir við hes- um uppskoti, so Danmark fer at gerast eitt deilríki í Evropeisku uniónini. So kemur upp spurning- urin: hvat við okkum? Tá er avgerandi, hvør okkara støða er til Dan- mark. Tíbetur eru øll tey, sum skil hava fyri hesum viður- skiftum, greið yvir, at Før- oyar saman við Grønlandi er er eitt deilríki í eini unión, har bert eitt annað deilríki er, og tað er Dan- mark. Vanliga hugsa vit ikki so nógv um at so er, tí síðan 1661 hava vit lagt alt lóg- gávuvald, gerðarvald og dómsvald til kong okkara, sum hevur latið onnur tikið sær av hesum málum. Frá 1849 hava tað verið ráð- harrar hansara og teir hava so latið heimastýrini í Før- oyum og Grønlandi eins og kommunur fingið nakað av tí valdi, vit hava latið kong hava. Men tað vald sum eftir er hjá kongsins ráðharrum er stórt. Teir hava hervaldið, løgregluna, og so hava teir eisini myndugleikan til at gera sáttmálar við onnur lond, soleiðis at hesir sátt- málar eru galdandi fyri okkum. Hetta er eitt vald sum teir nýta. Tá teir í 1949 undir- ritaðu norðuratlandshavs- sáttmálan, kom tað ikki upp á tal at vit skuldu spyrjast, sjálvt um sáttmálin var galdandi fyri bæði Grøn- land og Føroyar. Tá sam- bandsmaðurin Poul Nicla- sen spurdi á danatingi, um vit ikki skuldu sleppa at siga hvat ið vit hildu, var svarið eitt háðandi nei. Nú er Danmark farið upp í kríggj í Irak. Í samveldis- sáttmála okkara við Dan- mark verður sagt, at annað ríkið kann ikki fara í kríggj uttan at hitt gevur sítt sam- tykki. Hví kann Danmark so fara í kríggj uttan okkara samtykki? Svarið er, at vit hava givið okkara samtykki upp á forhond við framveg- is at góðkenna at liva undir 1661-konstitutiónini og ikki síggja til fáa eina aðra í staðin fyri. Tá Danmark fer upp í Europasamveldið, sam- tykkja teir harvið at fara í kríggj við tey lond, sum tað hóvar hesum samveldi at senda sína hermegi ímóti. Limaskapurin í samveldin- um fevnir tí eisini um okk- um eins og danski NATO- limaskapurin ger tað, og eins og danska kríggið móti Iraq eisini er okkara kríggj. Hvat kunnu vit gera við hetta? Higartil hava vit tikið undir við tí ódemokratisku 1661-konstitutiónini við einki stig at taka til at taka hana av. Men kunnu vit tað? Ja, tað kunnu vit! Tað sum ger tað so ringt hjá politikarum okkara at foreina seg við, at nakað kann gerast við hetta mál, er at vit sum føroyingar ikki kunnu gera nakað við hetta mál einsamallir, tí deilríki okkara fevnir eisini um Grønland. Grønlend- ingar hava heldur ikki einsamallir rætt til at taka av ta konstitutión sum vit hava saman við teimum. Fyri at koma nakra leið og fáa demokrati í lag í ríki okkara, er neyðugt at okk- ara landsstýri vendir sær til grønlendska landsstýrið og at vit gera eina felags stjórn, sum kann umboða okkum mótvegis okkara uniónsfelaga. Tað natúrliga er, at ein slík felags stjórn hevur ábyrgd mótvegis einum tingi, sum er valt av øllum íbúgvum í deilríki okkara. Men kunnu danir ikki bara siga nei til at vit velja eitt slíkt felags ting? Nei, tað kunnu teir ikki. Orsøkin til hetta er, at samveldissáttmálin sigur at borgararnir í deilríkjunum sjálvir stýra teimum, og konstitutión okkara frá 1661 sigur, at kongur ikki kann broyta hana, men bert tey innbornu. Hvussu langa tíð hevði tað tikið at fingið demokra- ti í lag í ríki okkara og har- við givið okkum sama rætt sum Danmark til at stýra ta unión, sum vit hava við Danmark? Siga vit, at nývalda landsstýrið sum sína fyrstu gerð vendir sær til grøn- lendska landstýrið og landsstýrini semjast um at velja eitt felags ting, so skal vallóg gerast og finnast skal fram til, hvar umboð- ini skulu møtast. Hetta kann helst ikki klárast upp á minni enn tveir mánaðir. Tá hetta tingið er sett, hevur tað alt lóggávuvald, gerðarvald og dómsvald í ríki okkara. Hevur danski forsætis- ráðharrin hug til at fara í nýggj kríggj, so sleppur hann ikki uttan so at stjórn okkara góðkennir hetta. Um so er at danskir politik- arar halda at Danmark skal fara upp í tann nýggja europeiska statin, so kemur hetta ikki upp á tal uttan at vit siga ja til at vera við. Tað sum føroysku veljar- arnir til hetta løgtingsvalið hava í at velja er tí annað- hvørt at halda fram við at liva undir tí núverandi ódemokratisku skipanini, ella fáa í lag demokrati í ríki okkara. VIÐMERKINGAR Hví ikki royna demokrati? NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Seinasta fríggjadag, 5. desember, fylti Jógvan Rasmussen í Havn 75 ár. Jógvan er ein av kendu hýruvognsførarunum í Havn. Hann er ættaður av Sandi og flutti til Havnar í 1944, har hann m.a. ar- beiddi á bilverkstaðnum hjá Vilhelm Nielsen. Jógvan hevur koyrt á bil- støðini Auto síðan 1958. Hann koyrdi ein hýruvogn hjá Johannes Berg eina tíð, til hann fekk sín egna hýru- vogn. Hann hevur verið partaeigari í støðini síðan 1964. Hann hevur arbeitt sum hýruvognsførari í 45 ár, ið má sigast at vera ein langur arbeiðsdagur, og hann koyrir framvegis hvønn dag. Jógvan er giftur við Brynhild, f. Johannessen, úr Havn. Børnini børnini hjá teimum eru: Olfert, Eirikkur og Myrna, sum búgva í Havn, Aðalgunn og Tanja, sum búgva í Dan- mark, og Gvøbjørg, sum býr á Argjum. Jógvan Rasmussen 75 ár Í dag, fríggjadagin 12. desember, fyllir Olivur við Neyst, listamaður, í Havn 50 ár. Olivur er klaksvíkingur, sonur Sybillu, f. Thomsen, úr Klaksvík og Hans við Neyst, ættaður úr Hvalba. Umframt at Olivur lærdi til radiomekanikara hjá Marstein í Klaksvík, er hann eisini útbúgvin á mál- araskúlanum á lista- akademinum í Keypmanna- havn hjá Richard Winther og Vilhelm Freddie 1975- 79, síðan á listanámsligari linju hjá Helge Bertram 1979-1981. Olivur hevur eisini tekn- að til fleiri tíðarrit og bøk- ur, og gjørt veggjaprýði á ymiskum stovnum. Hann hevur fingið námsstyrk t.d. frá Statens Kunstfonds ar- bejdslegat 1981. Hann ger nógv av at mála býarumhvørvi, har hús og tún og gøtur ganga inn í ein kubistiskan, stundum kaleidoskopiskan bygnað. Hann málar eisini um- hvørvi úr havnini við bát- um, skipum og fólki, og umhvørvi frá arbeiðslívin- um. Í eini røð av bóka- myndum, serliga vatnlita- myndum, lýsir hann fólk, fugl og dýr, skip og bátar í føroyskum umhvørvum og landsløgum. Í eini grein í Politiken, nov. 1996, skrivaði Peter M. Hornung um Olivur: »En færøsk maler glemmer ikke nemt naturen for de påvirk- ninger han møder under fremmede himmelstrøg. Og Olivur við Neyst forener evnen til at skabe koloris- tisk liv med sansen for at fastholde essensen af mil- jøer, lys og bevægelse. Hvis man forbinder den færøske naturskildring med beg- sorte klipper under truende himle, vil Olivur við Neysts farvelyriske besyngelser af landskabet og bostederne komme som en åbenbaring. Og som eksklusiv akvarel- maler alene møder man ham gerne på hans næste udstilling«. Olivur hevur eisini havt framsýningar í Svøríki, Danmark og í Íslandi. Olivur við Neyst 50 ár Dagurin 12. desember. Epimachus, deyður umleið ár 250. Kristin maður í Aleksandriu, sum varð tikin av døgum, tá ið Decius keisari ráddi. Hósdagin 11. desem- ber bleiv stjórin á Smyril Line, Óli Hammer, kosin »Årets Akvamanile- borger 2003« í býráðssalinum á ráðhúsinum í Hanstholm Hesin heiðurin verður latin til borgarar, sum á ein ella annan hátt hava givið Hantsholm Kommune positiva umtalu, bæði í kommununi og uttanfyri. Stýrið fyri Hanstholm Turistforening hevur í ár tikið avgerð um at heiðurs- lønin í ár skal fara til stjór- an í Smyril Line, Óla Ham- mer, og til fyrrverandi leið- aran í »Rutelaget Askøj – Bergen A/S, Torvald Lahn - Johannessen. Almenna móttøkan varð hósdagin 11. desember kl. 16.00 í býráðssalinum á Ráðhúsinum í Hantsholm, har formaðurin fyri Hanst- holm Turistforening, Gunda Odgaard, handaði teimum akvamanile-med- aljuna og heiðursbrævið. Eisini heldur Ejner Frø- kjær, borgarstjóri í Hanst- holm, røðu, har hann grundgevur fyri, hví teir fáa hesa heiðurslønina. Óli Hammer heiðursborgari í Hantsholm C M Y K 13 12