fríggjadagur 12. desember 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 237 - 12. desember 2003
15
14
Nr. 237 - 12. desember 2003
Føroyingar og norð-
menn hugnaðu sær
saman eftir, at nýggj-
asta skipið í føroyska
fiskiskipaflotanum,
Finnur Fríði, varð
navngivin á Langsten-
skipasmiðjuni sein-
asta leygardag
FINNUR FRÍÐI
Orð & myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var gott lag á ferða-
lagnum, sum seinasta viku-
skiftið var í Noregi í sam-
bandi við, at nýggi kombi-
neraði nótabáturin og trol-
arin
hjá
gøtumonnum,
Finnur Fríði, skuldi navn-
gevast á Langsten-skipa-
smiðjuni í Tomrefjørðinum.
Við í ferðalagnum úr
Føroyum vóru í fyrsta lagi
parteigarar við makum,
nakrir av manningini við
makum, umboð fyri skriv-
stovu felagsins í Gøtu,
umboð fyri stovnar, banka
og nøkur fjølmiðlafólk.
Eftir
navngevingina,
borðreiddi skipasmiðjan,
Aker Yard Langsten, sum
norski ríkmaðurin, Kjeld
Inge Røkke man eiga ein
stóran part av, við smyrji-
breyði og ymiskum góðum
at skola matin niður við.
Stjórin á skipasmiðjuni,
Sigbjørn Akselvoll, segði
nøkur orð um áralanga
samstarvið, sum verið hev-
ur millum norsku skipa-
smiðjuna og føroyingar.
Súni Christiansen, sum í
sløk tvey ár hevur starvast á
skrivstovuni hjá felagnum í
Gøtu, greiddi við myndum
- á ein eitt sindur skemti-
ligan, men eisini hugna-
ligan hátt - frá gongdini og
byggingini
av
nýggja
skipinum.
Skrokkurin til nýggja
Finn Fríða er nevniliga
bygdur í Rumeniu, meðan
alt, sum er innan í, er gjørt
í Noregi.
Ein av manningini, sum
seinastu tíðina hevur arbeitt
umborð á skipinum og ann-
ars fylgt gongdini, sigur, at
ein øgilig rúgva av fólki
hevur verið til arbeiðis á
Langsten-skipasmiðjuni í
heyst.
- Vanliga arbeiða einir
200 mans her, men nú so
nógv hevur verið at gera, tí
smiðjan eisini hevur bygt
supply-bátar, hava einir 600
mans runnið aftur og fram á
skipasmiðjuni. Tað hevur
verið stuttligt at eygleitt
fólkið, tá ið farið verður til
døgurða. Øll bryggjan livir
– og menn tuska í ymiskar
ættir, júst sum meyrur!
Effektiviteturin er øgil-
igur, tá ið so nógv fólk er til
arbeiðis. Tað hevur bert
tikið
smiðjumonnunum
nakrar fáar mánaðir at gera
Finn Fríða lidnan. Alt er so
snøgt og vakurt, og einki
sæst til, at hetta er eitt
arbeiði, sum bert hevur
tikið nakrar fáar mánaðir.
Á hugnaligu løtuni á
skipasmiðjuni,
handaðu
norðmenn føroyingum gáv-
ur. Teir ellivu parteigararnir
fingu allir hvør sína træ-
plátu, har ein vakur "stál-
skurður" av Finni Fríða er
festur á.
Norðmenn góvu føroy-
ingum eisini T-shirtur við
mynd av Finni Fríða og
øðrum føroyskum skipum,
sum bygd eru á Landsten.
Áskriftin á T-shirtunum er:
"Mer enn 1100 meter båt
fra Langsten til Færøyene".
Tað, sum setti sín ser-
staka dám á løtuna, tá ið
Finnur Fríði varð navngivin
Stórt veitsluhald í Fjeldstuen í Ålesund
og somuleiðis á hugnaløt-
una á skipasmiðjuni, var, at
allir parteigararnir í skip-
inum – og flestu av konu-
fólkunum, sum við vóru –
vóru í føroyskum klæðum.
Norðmenn eru rættiliga
hugtiknir av
føroyska
tjóðarbún-
anum, sum
teir halda
vera sera
vakran – og
kanska vakr-
ari enn sín
egna.
…
Tá ið hátíð-
arhaldið á
Langsten var
liðugt nakað
út á seinn-
apartin
hendan leyg-
ardagin, fór
ferðalagið
aftur í bussi
til Ålesund.
Um
kvøldið
skuldi tann
veruligi
veitsludøg-
urðin verða,
og hesin
varð hildin í
Fjeldstuen,
ið er ein velduga stór mat-
stova uppi á einum fjalli í
sjáldsama býnum, sum
Ålesund er.
Veitsludøgurðin var ikki
á nakran hátt latin upp til
tilvildina. Hvørt borð hevði
sítt nummar, og á einum
uppslagi úti í gongini sást
tú, hvussu borðskipanin
var. Navnið á hvørjum ein-
støkum gesti varð prentað á
eitt lítið og snotuligt kort,
har mynd eisini var av Finni
Fríða. Hetta kortið stóð á
borðinum við stólin, har tú
skuldi sita.
Ein góð løta gekk frá tí,
vit komu innar í Fjallastov-
una, til vit sessaðust við
borðið. Við inngongdina
fingu tey, sum høvdu hug,
okkurt at leska sær við - og
gekst tú við tómum glasi, tá
ið løta var umliðin, fyltu
tænastugenturnar uppí aft-
ur. Fólk prátaðu og nutu
frálíka útsýni úr hesi miklu
hædd.
Bussførarin, sum koyrdi
okkum niðan, segði, at
matstovan liggur í 400
metra hædd.
Onkur annar,
vit tosaðu
við, segði,
150 metrar.
400 metrar
ljóðar kanska
ov nógv –
150 metrar
alt ov lítið.
Nógv fólk
var til veitslu-
døgurðan.
Talið mundi
verða einar 2-
3 ferðir før-
oyska ferða-
lagið, sum
taldi eini 45-
50.
Skrivstovu-
maðurin hjá
reiðarínum í
Gøtu, Súni,
hevði havt
snotuligt
sanghefti við
úr Føroyum,
sum var
prentað til
endamálið.
Sjálvur hevði
hann eisini yrkt ein sang
um nýggja skipið og virk-
semið hjá felagnum.
Hann og konan, sum
spældi guitar, syrgdu fyri,
at sangurin gekk av tí besta.
Maturin við veitsludøg-
urðan var frálíkur. Fyrst
fingu vit ymiskan sjómat,
rækjur og skeljar, síðan sera
væl smakkandi oksakjøt –
og at enda ís og annað
omaná.
Tænastufólkini syrgdu
fyri, at ongum vantaði nak-
að.
Við borðhaldið var góð-
ur sangur, og fleiri røður
vórðu hildnar. Tøkkir vóru
bornar og gávur handaðar.
Kvøldið og náttin segði
okkum, at nógv meira sam-
starv hevur verið millum
Langsten-skipasmiðjuna og
føroyingar, enn mangur
dugur at ímynda sær.
Í samband við nýbygg-
ingar,
umbyggingar
og
eftirlit hava menn kenst í
mong ár, og góð vinarbond
eru knýtt millum norðmenn
og føroyingar.
Ein lítil søga er, at tá ið
sáttmálin um at byggja
Vesturvarða á Langsten
varð undirskrivaður í sínari
tíð, var skipasmiðjan um at
fara av knóranum. Sátt-
málin um hetta fyrsta før-
oyska skipið, sum bygt varð
á Langsten, bjargaði skipa-
smiðjuni tá undan húsa-
gangi. Síðan hevur skipa-
smiðjan bygt eina røð av
skipum til føroyingar, og
seinastur
undan
Finni
Fríða, er Hvilvtenni hjá
Kjartani Joensen í Leirvík.
Við
veitsludøgurðan
vórðu mong góð orð borin
millum
norðmenn
og
føroyingar og seinni um
kvøldið, tá ið barrin læt
upp, vóru tey ikki færri –
og lagið ikki verri.
Livandi tónleikur var.
Fólk dansaðu og vóru í
góðum hýri.
Bussurin koyrdi oman-
aftur á Comfort Hotel
Bryggen um 01.30-tíðina,
men tey vóru mong, sum
komu omanaftur seinni um
náttina í hýruvognum, sum
norðmenn
syrgdu
fyri
koyrdu eftir ynski frá
føroysku gestunum.
Jú, hetta var ein virðilig
og minnilig veitsla, nú
nýggjasta skipið í føroyska
fiskiskipaflotanum, Finnur
Fríði, er navngivin og ætl-
andi setir kós úr Noregi til
Føroya beint fyri jól.
Teir av manningini, sum
hava verið í Noregi eina tíð
- og teir, sum komu við yvir
við leiguflogfarinum, vera
verandi í Noregi og koma
heimaftur við skipinum.
Súni, sum starvast á skrivstovuni hjá reiðarínum í Gøtu – og konan, sum spældi guitar, syrgdu
fyri, at sangurin gekk uppá tað besta
Fjellstuen er uppi á fjallinum, sum sæst á myndini; har varð veitslan hildin
Atli Dam, fyrrverandi løgmaður og dagligur leiðari á Realinum, fekk hetta snotuliga modellið av djúpvatnstrolaranum, Niels
Paula
Her liggur Finnur Fríði – beint undan navngevingini. Norska smágentan er komin at fylgja
hátíðarløtuni
Gummurnar báðar, Anna og Lena, riggaðu væl. Mong ynsktu
teimum tillukku
C
M
Y
K
14