Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-07-31, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. juli 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 141 — 31. JULI 1998 tíðindablaðið S Eysturoyingur og so allir hinir 10-mannafør: Bara 0,1 sekund ímillum Havnarbátin, sum var næstfremstur og Nólsoyingin, sum var næstaftastur og harvið misti bæði silvur og bronsu merkini Urslitini hesa ferð siga frá, hvussu spennandi síðsti kappróðurin á árinum hevði verið, um Eysturoyingurin ikki hevði verið við í 10- mannafarsróðrinum. Havnarbáturin varð næst- fremstur, og Nólsoyingurin varð nummar fimm og næstaftastur. Imillum bátar- nar hvør síni megin Nóls- oyarfjørd troðkaðu bæði Kjølur og Vestmenningur seg. 0,04 sekund vóru mill- um Havnarbåtin og Kjøl, 0,03 sekund vóru ímillum Kjøl og Vestmenning og so var munurin aftur til Nóls- oyingin 0,03 sekund. Nólsoyingur lå annars til at vinna silvurplássið í FM kappingini, og tað sá væl út hjá teimum heilt leingi í ólavsgkuróðrinum. Tá bát- arnir komu á Molan, tók Nólsoyingurin Havnar- bátin. Tað er í so nógv sagt, at hann hótti Eysturoyingin, men nólsoyingar tóktust hava hug at bjóða av. Tá munurin á bátunum er so mikið lítil, sum hann var hesa ferð, so hevði tað ikki verið rætt at sagt, at tað steðgað: upp hjá nólsoying- um, men veruleikin er, at tá bátarnir komu á mál, høvdu teir ikki marginalirnar á sín- ari síðu, sum teir plaga at taka til í fótbólti, og so end- aðu teir á 5. plássi og uttan- fyri heiðursmerkjargðina. Vertirnir vóru framvið Millum viðhaldsfólkini hjá Havnarbåtinum var opti- misman stór eftir avrikid í Miðvági. Tey mettu Eyst- uroyingin at vera greiðan favoritt til at vinna á ólav- søku, men samstundis vón- aðu tey, at teirra bátur í heimasjógvi kundi steðga sannførandi fjarðbúgvun- um. Og í øllum mjørkanum lá tað væl fyri hjá havnar- monnum fyrstu letuna. Havnarbåturin fekk besta startin, og fyrstu hundrað metrarnar troðkaðu teir drekastevnið framum allar hinar Men so stóð fast, og eina løtu så ut 4, at håvnarmenn skuldu í longri aftur rødina r megnadu k ini næstfremsta plássið, og tað ger, at Havnarbáturin er næstbesta 10-mannafarið í 1998. Tað høvdu fleiri iva leyst verið nøgdir við, men neyvan teir í Havnar Róðr- arfelag, sum í sjeyti, áttati og nitiårunum hava vunnið so mong FM heitið. Manningin á Eysturoyingi, FM-vinnari hjá 10-mannaførum 1998 Eingin skalaði fjarðbúgvarnar Og so var tað Eysturoying- urin. Hóast veðrið var iva- samt, so vóru nógv fólk av eystara arminum á Skála- fjørdinum at síggja í mjørk- anum, og tað vóru ikki bara næstu skyldfólkini hjá teim- um umborð á Eysturoying- inum. Og eysturoyingarnir vóru heldur ikki hesa ferð sviknir av sínari manning. Tað gekk ein lítil løta, áð- renn Eysturoyingurin fekk hinar afturum seg, men síð- ani var eingin ivi. Tá hálvt málið var rógvið, var ikki leyst, men tá bátarnir komu inn um hálvan Molan var leyst, og so mundi tað vera um reppið, at hinar mann- ingarnar mistu gula båtin burtur. Hann var í hvussu so er fimm sekund undan teimum fýra næstu á mál. Hetta var fyrsta ferðin síðani 1988, at Eysturoying- ur vann á ólavsgku. Eystur- oyingur hevur ikki áður ver ið FM vinnari. | Bátar hjá NSI hava síðst í áttati árunum og fyrst í níti árunum vunnið fleiri FM heiti, og umborð á Eystur- oyingi í ár hava verið fleiri, sum vóru við okkurt av teimum árunum. — Dreingirnir í NSI vunnu við Tjaldrinum í 1991, og bæði í 1989 og í 1990 vann 6-mannafarið Sølmundur Javnt á triðja plássið Kjølur lá eina løtu aftast ólavsgkuaftan, men tað Ongin trupulleiki tóktist vera at i fáa Eysturoyingin til hús } royndist væl hjá kollfirð- ingum, sum arbeiddu seg upp á eitt triðja pláss. Henda endastødan saman við tí, at Nólsoyingur ikki vann seg longri fram enn á fimta pláss, ger, at hesir báðir bát stigum } ir fæ øtur 1ær Amir eru javnir 1 FM kappingini bronsuplássið, tí teir á ólav søku vóru fremri enn nóls