Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. august 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 142 — 1. AUGUST 1998 Sleppa frá at ganga túr við kelidýrunum AKI BERTHOLDSEN Tað er kanska ringt hjá summum at hugsa sær til, hví tað er so hugtakandi at hava akvarium fiskar. Tað kann vera stuttligt at hava hund, ella kettu, ella ross, tí tey ber til at hava samband við. Men akvariufiskar, sum onki siga og sum ikki rea- gera uppá tað allarminsta?!? Teir siga ikki eitt orð. Tað ber ikki til at spæla við teir og tað ber heldur ikki til at læra teir nakað sum helst. Og tað ber heldur ikki til at ganga túr við teimum. Kortini eru tey ikki so fá, sum halda fiskarnar vera so hugtakandi, at tey brúka báði tíð og pengar uppá hesi ómælandi kelidýrini. Kanska er tað tí, at akvar- iufiskarnir eru minst líka nógv eitt ítriv, sum teir eru kelidýr. Ein av teimum meiri sjáldsomu framsýningunum á ólavsgku var ein fram- sýning niðri í gomlu Marg- arinfabrikkini av akvariu- fiskum. Og at tað kortini ikki er sért við áhuga um hetta slagi av ítrivi sást av, at tað var rættiliga fitt av fólki inni og hugdu. Framsýningin var býtt upp í bólkar. Ein bólkur var tað, tey nevna biotop akvarium. Tað eru akvarium, har få roynt verdur at endurskapa tad rætta umhvørvid í sjónum einum ávísum stað, tað ver- ið seg á Kaldbaksborni ella í Amazon á. Ein annar bólkur vóru tað, tey nevna arts - akvari- um, tað eru akvarium, har tað bara er eitt fiskaslag í. Og tridi bólkurin var fel- agsakvarium, har í fleiri fiskasløg vóru í sama glas- tanga. Men so stóðu tey akvar- ium, sum børn áttu, fyri seg, men tey vóru ikki minni hugtakandi, enn tey, hjá teimum vaksnu. Tey, sum hava hendan fel- ags áhugan, tóku seg fyri tveimum árum síðani saman í Akvariufelagið og nú eru 25 limir í felagnum. Men tey vita, at tað eru . mong onnur, sum hava hendan áhugan og roynt verður eisini at fáa tey uppí felagið. Hendan fyrsta framsýn- ingin hjá felagnum er so eis- ini ein roynd at fáa fleiri limir at tekna seg og yvir- høvur at vekja áhugan fyri hesum serliga ítrivinum. Tað kostar 50 krónur um árið hjá børnum at vera lim- ur í akvariufelagnum og 100 krónur hjá vaksnum. Felagið hevur 10 fundir Teir tríggir, Petur Mcgav- in, ytst til vinstru, Jóan Pauli Jensen, í miðjuni og Sigfríður Hansen hava allir tríggir kelidýr, sum teir sleppa frá at ganga túr vid. Men tað er ikki ti at teir eru dovnir, at teir hava akvariumfiskar, held- ur enn hund la kettu. Her eru teir triggir av- myndaðir á akvarium- framsýningini á ólavsóku við akvarium, sum teir sjálvir eiga, aftanfyri um árið, 1. leygardag í hvørjum mánaða, men tveir mánaðir halda tey frí. Tvær ferðir um árið geva tey limablað út við fundaryvir- liti, limalista, fiskayvirliti keyp/sølulista og b6kalista. Tey, sum hava akvarium, gera nógv burturúr at ala fiskar, tí veruleikin er eisini, at summi fiskasløg eru bara til í akvarium, tí tey eru oydd í nattúruni. Roynt verður so við og við at seta teir útaftur. Tað er ringt at seta fing- urin á akkurát, hvat tað er sum er so hugtakandi við at hava akvarium. Men áhugin er stórur. Hjá onkrum í akvariufelagnum er hann so stórur, at hann fekk ikki afturhald, men hevði yvir 30 akvarium runt um í húsinum eitt skifti. Men tað bleiv ov nógv av tí góða, so nú er bara eitt eftir - men tað er eisini stórt. Men teir tríggir ungu akv- ariu-entusiastarnir, vit hittu, halda, at tað er sera avslapp- andi og hugtakandi at sita og hyggja at fiskunum, ikki minst tá ið teir fáa ungar. Og tá skal ansast væl eftir, tí summir fiskar eru kanni- bálar og eta sínar egnu ung- ar beinanvegin. Aðrir fiskar halda saman í familjum og verja ungarnar og teimum skulu ungarnir ikki takast frá. Og so halda teir, at tað er minni stríð av fiskum, enn av hundi og kettu, tí fiskarnir skulu bara hava at eta, og reint vatn av og á, so eru teir nøgdir. Teir halda eisini, at tað er spennandi at skifta um fisk- ar við hvgnn annan. Teir geva fiskurin fóður, sum teir keypa, men tað besta er at geva teimum liv- andi fóður Tað er fyri tað mesta ela- lítlar rækjur. Eggini verða keypt, og táið rækjurnar eru klaktar, verða tær koyrdir í vatntangan til fiskarnar at eta. Annars er ikki nógv stríð at hava akvariufiskar. Bara tá ið teir faáa ungar, skal ansast væl eftir. Annars skal vatnið bara skiftast einaferð um mánaðin ella $0. tíðindablaðið S0slalufn i … { I I I I -B ! 24.-26. august I pe : | Luttokufráboðan ! Solistur| — | Bólkur| — Navn: I Navn: Ljóðfori: | Navn: Ljóðferi: | Navn: Ljóðfori: Navn: Ljóðfori: ; Navn: in Ljóðfeori: Navn: Sl =. Ljóðferi: ; Navn: Rr Ljodføri: I Umbobds-m/k: 1 Tlf. heima: ] Bústaður SS Tlf. arb.: Vit ynskja at spæla undirhaldstónleik í cocktailbarrini <|{ | | Vit ynskja at spæla til dans í nåttklubbanum | Um ætlanin er at spæla í cocktailbarrini, skal viðmerkjast her, hvønn „ Serligan stíl ætlanin er at spæla. | Dømi: Latinamerikanskur, skotskur, føroyskur, Jularbo, Taube e.. I Stílur: | Fráboðanin um luttøku skal í seinasta lagi 15. august 1998 sendast til: I { .. i NORRONA HARMONIKU-FAGNAÐUR Postsmoga 1192 FR-110 Tórshavn Meira fæst at vita við at ringja til Paula Jacobsen, tlf. 17216, ella Fimmboða Lisberg, tlf. 10552 Lene ———————————————— nl