Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. august 1998síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

10 tíðindablaðið SOSU Nr. 142 — 1. AUGUST 1998 Signar á Brúnni, landsstýrismaður við upplating av framsýning á 100 ára degi Fornminnissavnsins: Ein tjóð má røkja sin mentanararv e kann liva og menn ast. Sið g jur bók n st, tónleikur, heim- átrúnaður, skjøl, ardføst fornminni pir mynda tad anarliga landslag, sum u runnin av. Hesi hug- tøk eru tilsamans okkara mentanararvur Til tess at ein tjóð skal kunna trívast og mennast er ikki nógmikið við einum og góðum vinnu- lívi. Tjóðin má eisini røkja ín mentanararv væl og virðiliga. Bæði hesi hugtøk mynda sínámillum fortreyt- ir. Eitt samfelag uttan ment- an verður fátækt, hóast bú- kann tykjast at standa í besta blóma og allar hendur enntá eru fullar Hinvegin er lítil fynd í at ymandi ment- sKapurin tala um ett DI anarliv uttan eitt haldgott búskaparligt og vinnuligt stød i samfelagnum Ein tjóð må leggja sin mentanarpolitikk soleiðis til rættis, at fólkamentan, vis- indi og list sleppa at virka og mennast. Ein tjóð må røkja sín mentanararv og hon må vaksa um sin ment- anararv Droyma um at venda heim »Hevur tå einki at fliggja uttan ta tómu tægu, ert tú ein deydur madur«, sigur okkara stóri rithøvundur Heðin Brú, og betri kann tað valla lýsast, sum her verður umrøtt. Mentanarpolitikkur er eisini útbúgvingarpolitkkur. Ein tjóð má eisini alla tíðina menna og útbyggja sín skúlaskap og sínar útbúgvingar, tí besta tilfeingið hjá eini tjóð er tjóðin sjálv - tað fólk, sum býr og virkar í landinum - tey ungfólk, ið eru undir útbúgving her heima ella sum eru farin av landinum at søkja sær útbúgving — og tey, ið vegna kreppu og bakkgst noyddust av landinum, men sum droyma um at venda heim, tå løgir verða til tess. Savnshugtakið Ein týðandi tåttur í røktini av mentanararvinum er- sjálvt savnshugtakið - mu- seumshugtakið — hetta at seta á stovn fornminnissøvn og sidsøgulig søvn, bóka- søvn, skjalasøvn, listasøvn og nåttårugripasøvn Søvnini goyma keldurnar til søgu og mentan — tey eru okkara felags minni. Tey goyma nógv av ti, sum vit øll eru felags um. Tí hava tey so stóran týdning og tí royna flestu tjóðir at menna søvnin! Eg kann til stuttleika i hesum sambandi nevna, at grannar okkara, danir, her vid aldamótið byggja nýggj søvn fyri hálvaaðru milliard kr. So stóran dent leggja teir, ið annars hava eitt sera vælútbygt savnsverk, á tydningin av góðum søvn- um. Henda áskoðan á søvnini og týdning teirra og henda stremban eftir at menna søvnini eyðkennir flestu tjóðir og alla tjóðskaparliga stremban. Taka vit t.d. enn einaferð grannar okkara, so var stóðið undir virksemi- num fyri skipaðum forn- minnis, bóka- skjala- og listasøvnum í 19. øld júst hetta, at úr mentanararvi- num skuldi tjóðin søkja sær nýggja mátt og megi. Hetta eyðkendi gongdina eitt nú í Danmark og í Íslandi. Við hollari vitan um fortíð og samtíð skapar ein tjóð sína framtíð. Hetta er ein alment galdandi sann- roynd, og tí er tað so um- ráðandi, at ein tjóð rekur miðvísan, fjølbroyttan og breiðan mentanarpolitikk Stríð fyri móður- málsins rætti Tá okkara forfedrar raknaðu við tjóðskaparliga fyri um- leið stórt hundrað árum, skiltu teir eins og grannar teirra, at røktin av mentan ararvinum var ein týðandi partur av starvinum at Vinna føroyingum stórri mentan frælsi yingar sum fólk skjótt, hvønn tydning men anararvurin hevði fyri tj6 skaparliga tilvitið, sam- leikan og fyri menningina av okkum sum tjóð, hóast teir valla høvdu hesi nútím- ans hugtøk í huganum Stríðið fyri móðurmálsins rætti var Ú eitt tað fremsta málið og tí royndu teira at skapa skrivaðar bókmentir, samstundis sum teir royndu at halda gamlar siðir í æru eitt nú tann føroyska dansin. Teir royndu tí at varðveita landsins forngripir og fornminni Tað var Jóannes Paturs- son sum í 1890 á fyrsta sinni bar upp hugskotið at seta eina forngripagoymslu á stovn. Eg kann her nevna, at tað eisini var Jóannes bóndi, ið sum tann fyrsti mælti til at stovna eitt før- oyskt landsskjalasavn, so tað søguliga tilfar, ið skjøl- ini goyina, kundi verða varðveitt í landinum. Hugskotið um eina forn gripagoymslu varð borið fram alment so av og á eftir hetta, serstakliga í ung- mannafelagum Sólarmagn Tað var eisini Sólarmagn sum á Olavsøku í 1898 kallaði saman til fundar í Havn Á hesum fundi varð samtykt at seta á stovn Føroya Forngripagoymslu Hetta var ein stór hending í okkara mentanarsøgu. Feroya Fornminnissavn A Olavsøku í ár verða so statt 100 ár liðin síðan tann stovnur, sum í dag eitur Før oya Fornminnissavn, var skaptur. Eg vil nýta høvid rnminnissavni tilukku við føl at ynskja Í t takka stovni degnum og yri væl útint avrik hes hundrað árini Latið okkum í takksemi minnast tey, ið av øllum alvi virkaðu fyri stovnseting av einum føroyskum forn- minnissavni, og sum hava virkað fyri málinum ein stóran part av gldini: Jóan- nes Patursson, Sverri Pat- ursson, Andreas Samuelsen, Rasmus Rasmussen, A. C Evensen, Petra og Hans An- dreas Djurhuus, Andreas Weihe, M.A. Jacobsen, Sverri Dahl, Elsebulena á Krákusteini og mong mong onnur. Mundu tey hóast alt ikki fegnast, um tey í dag vistu aftur í Verðina? Eg takki verandi starvs- fólki á Fornminnissavni- num fyri tað arbeiðið, ið dagliga verður avrikad her. Eg veit, at tað er á høgum fakligum stød: og verður mangan avrikað undir trupl- um umstødum. Men man tað ikki eisini vera sum eitt privilegium at sleppa at ar- beiða við so spennandi til- fari og verkevnum, sum tit hava her. Eisini fari eg at takka fyri hesa hugtakandi og fjøl broyttu framsýning, sum verður latin upp í dag. Hon gevur okkum eina góða mynd av tí fornfrødiliga rikidømi, sum vit eiga úti og heima. Sum skilst er framsýningin ein lýsing av savnsvirksemi í Føroyum seinastu gldina. Eisini er dentur lagdur á sidsøguliga innsavning aftur til byrjanina av 19. øld. Hetta er lyst gjøgnum gripatilfar, sum liggur eftir åtlendingar ið hava verið í Føroyum, og sum hava sent hetta tilfar iv landinum t il varåveiting Stórt arbeiði ramsýningini verður eis in: VISE á séguna og menn ingina hjå Fornminnissavni- num og á dagliga arbeiðið á stovninum í dag. Hetta er alt sera áhugavert og spenn- andi, og vit hava nakað at gleða okkum til, tá vit um eina løtu sleppa at síggja framsýningina í síni heild. Tað liggur ivaleyst eitt stórt fyrireikingararbeiði aftan fyri eina slíka framsýning. Eisini er hon eitt úrslit av góðum samstarvi millum Fornminnissavnid og Danska Tjóðsavnið Eg vóni, at framsýningin fer at økja um åhugan mill- um manna fyri fornminnum og søgu. Eg vóni, at fram- sýningin fer at gera sítt til at styrkja fatanina av týdn- inginum av einum virknum mentanarpolitikki — Vænti, at hetta fer at fáa alt fleiri at skilja hvussu tydningarmik- ið tað er, at vit fara væl um okkara mentanararv - ikki minst okkara fornminni. Tað veri seg gripir eins væl og tey jardføstu fornminni, sum prýða okkara vakra land. Serstakliga vóni eg, at framsýningin fer at styrkja áhugan hjá børnum og ung- um fyri okkara søgu og sið-