leygardagur 1. august 1998síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 142 — 1. AUGUST 1998
tíðindablaðið SOS!
23
Bogi vann
í stórum stíli
Súkkling: Tað var ein sera spennandi og vókur súkklu-
kapping mánadagin. Gunnar royndi at endurtaka sigurs-
róðina, men Bogi vildi tað óðrvísi
TEKST OG MYNDIR:
SOFUS JOHANNESEN
Súkklukappingin á Olav-
søku fór fram á havnaøk-
inum, har súkklað varð runt
á einum strekki, sum er om-
anfyri ein kilometur.
Kappingin fer fram á tann
hátt, at súkklað verður runt
í 50 minuttir, og síðani verð-
ur farið til eina umferð aft-
uraf.
Áðrenn kappingina var
stødan í Grand-Prix kapp-
ingini greid: Gunnar Dahl
Olsen hevdi longu vunnid
kappingina, medan spenn-
ingur var um 2. og 3. plåss-
ið. Her skuldi Jóhan Brend
ikki liggja meira enn 3 pláss
aftan fyri Sverra Eyvindson
fyri at varðveita 2. plássið.
Gunnar á odda
Gunnar legði seg á odda í
kappingini beinan vegin, og
hann lá eitt fitt stekki
framman fyri í útvið ein
hálvan tíma.
Men so gjørdi Bogi
Kristiansen um seg, og hann
legði seg útvið eina hálva
umferð framman fyri hinar.
Jóhan Brend, sum fyrsta
hálva tíman hevði ligið á 2.
og 3. plássi saman við Boga
Kristiansen, lá eisini síðsta
partin av teininum á hesum
somu plássum, nú saman
við Gunnar Dahl-Olsen.
Og soleiðis komu teir eis-
ini á mál. Bogi Kristiansen
kom fyrstur um mállinjuna,
harnæst Jóhan Brend og á
triðja plássi Gunnar Dahl-
Olsen.
Jóhan og Gunnar vóru
sera javnir, og møguliga
kundi Gunnar teir síðstu
metrarnar yvirhála Jóhan,
men Gunnar var so óheppin
at báðir føturnir fóru úr
pedalunum beint fyri mál,
so har gjørdist onki hjá
honum við nøkrum spurti.
- Eg læt Gunnar fara
Eftir kappingina spurdu vit
Boga Kristiansen um hans-
ara taktikk til kappingina.
-Eg lat Gunnar fara fram
um okkum beinan vegin,
men ansadi bert eftir, at
hann i mesta lagi kom hålv-
an minutt fram um okkum,
tí eg roknaði vid, at hetta
fór at møda Gunnar so mik-
ið, at tað fór at bera til at
innheinta hana aftur í seinna
enda.
-Tað vísti seg eisini, at
bara Jóhan og eg lógu, um-
framt Gunnar, framman fyri
restina av feltinum, og tað
gjørdi eisini, at ongin hóttan
var frå ødrum, so eg bíðaði
bara til tað fór at bera til at
taka Gunnar aftur.
-Eg royndi so nakrar ferð-
ir at taka Gunnar, men ikki
fyrr enn eg hevði roynt
nakrar ferðir, eydnaðist tað,
og so roynde eg bert at
liggja eini 10-20 sekund
framman fyri. Høvdu hinir
komið nærri enn 7 sekund,
so hevði eg spurta aftur.
-Tað eydnadist mær at
halda støduna og koma á
mál sum tann fyrsti.
Víðari sigur Bogi, at hetta
var ein sera hørð kapping,
sum eisini vísti at føroysku
súkklararnir eru væl fyri.
38,4 km/t.
Gunnar Dahl-Olsen súkkl-
aði við einari meðalferð upp
á 38,4 km. um tíman, og tað
verður mett at vera nógv
her.
-Eg fór av stað beinan
vegin, tí eg ætlaði at lúka út
í feltinum, soleiðis at teir
meira rutineraðu komu at
súkkla fyri seg og hinir í
einum felti fyri seg.
-Men ongin kom við, so
eg kom at súkkla einsamall-
ur stóran part av teininum.
Eg royndi so bert at halda
ferðina uppi uttan at drepa
meg sjálvan.
- Men tá kappingin varð
komin reiðiliga í helvt fór
Bogi framum. Eg royndi
einar 5 ferðir at taka hann
aftur, men holið gjørdist ov
stórt.
-Móti endanum komu vit
eitt sindur inn á Boga, og
eg haldi, at um kappingin
var einar 10 minuttir longri,
so hevði verið møguleiki at
tikið Boga aftur
-Tað, at eg misti skógv
arnar av báðum pedalunum
móti endanum, gjørdi so
eisini, at eg misti møgu
leikan at gerast nr. 2, segði
Gunnar Dahl-Olsen, sum
annars var væl nøgdur vid
kappingina
Havnarmenn
mm = a — ad
sleikja saårini
Serliga fyri B36 er talan um lagnudyst, tá seinna
lokaluppgerðin verður månakvøldid
Orsaka av luttøkuni í Euro-
pa Cup hevur FSF givið
loyvi til, at grannauppgerð-
in ímillum tey bæði havn-
arlidini er flutt, so hon ikki
verður avgjørd fyrrenn
månakvøldiå.
Felags fyri bæði liðini er,
at tey í hesari vikuni eru
send út úr Europa Cup, og
tað er einki at liggja omaná,
at serliga hjá HB var vón-
brotið stórt yvir eyðmýkj-
andi 4-0 tapið, sum hevði
við sær, at 2-0 sigurin á
heimavglli verður nógv
minni týdningarmikil, enn
hann annars hevði verið.
Fyrstu royndina at vaska
Europa Cup tapini burtur
gjørdu teir í B36 ólavsgku-
dag, tá teir spældu steypa-
dyst ímóti KÍ. B36 vann 2-
1, eftir at hålvleiksstødan
hevdi verid 1-1. Jåkup å
Borg og Tomislav Sivic
skoradu fyri B36, sum skifti
nógv út.
Okkum kunnugt er Carl
H. Høgnesen einasti spæl-
arin, sum hevur skaða at
dragast við, og burtursæð
frá Tomislav Sivic er eingin
annar spælari leikbannaður.
Hjá HB er alt fólkið tókt,
og eingin er leikbannaður. Í
fyrsta umfarinum vann HB
1-0.
Dysturin hesa ferð er
sannur lagnudystur fyri
B36. Um teir tapa, so er
longu so at siga greitt, at
teirra leiklutur í kappingini
um at røkka millum tey
fremstu og harvið vinna
rættin til europeiska luttøku
komandi ár, verður uðugur.
Um teir vinna uppgerðina,
sum vit kunnu siga snýr seg
um seks stig, so eru teir við
í kappingini, og spenning-
urin í toppinum verður
varðveittur.
jh
Bogi Kristiansen vann tryggan
Samlaða Grand-Prix
úrslitið 1998: Gunnar
Dahl-Olsen vann trygt í
samladu støduni. Hann
vann allar kappingarnar
uttan å Olavsøku. Nr. 2 i
samlaðu kappingini gjørd-
ist Jéhan Brend og nr. 3
gjørdist Sverri Edvinsson
Gunnar Dahl-Olsen
gjørdist nr. 3 i Olavsøku-
kappingini
Sumba skal
1 —
a
Í
Grasvøllurin á Svanga-
skarði hevur verið rættuliga
fitt brúktur hesar síðstu vik-
urnar, nú bæði B36 og HB
hava luttikid í Europa Cup.
Gróðurin er góður, og
vøllurin er í góðum standi,
so B68 ætiar so vítt, sum
tað fer at bera til, at spæla
sínar heimadystir í summar
og í heyst á grasinum.
Til ásetta tíð hava teir
boðað sumbingum frá, at
dysturin í morgin verður á
grasvøllinum.
Hvørki hjá BO8 ella Sum-
ba eru tær stóru broyting-
arnar gjørdar í summar-
steðginum. Fólkið er um-
leið tað sama, sum tað var
grasi
| Hvørki toftamenn ella sumbingar hava fingið nýggjar
spælarar í summarfrítíðini
fyrru helvt.
Hjá B68 er Ossur Jacob-
sen skaddur í øðrum fót-
liðnum, og hann verður
helst ikki tøkur í morgin.
Hjá Sumba eru tveir komnir
við aftur, sum ikki vóru so
nógv við undan summar-
steðginum. Teir eru verju-
spælarin Eyðbjørn Thom-
sen, id hevur drigist vid
skaða í knænum, og álops-
spælarin Eirikur Joensen,
sum ikki vandi við síðstu
vikurnar undan steðginum.
Sumbingar, sum venja
fýra ferðir um vikuna, hava
ikki verið uttanlanda og
fyrireika seg, og teir hava
ikki spælt venjingardystir.
Toftam>nn hava vant
nógv hesar síðstu vikurnar,
og teir hava bara spælt ein
venjingardyst. Sunnudagin
taptu teir 3-1 á grasvøllinum
ímóti KI. Stødan í hálvleik-
inum var 1-1.
Okkum kunnugt er eingin
sumbingur ella toftamaður
leikbannaður.
Í fyrsta umfarinum vann
B68 2-1 í Sumba. Tá Sumba
var í 1. deild í 1991, greiddu
teir 2-2 á Svangaskarði. Tá
teir í 1995 spældu saman
við vågbingum, vann B68
3-0 á heimavelli.
jh