týsdagur 4. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Blaðfólk:
igny Joensen,
Emil L. Jacobsen
Sveinur Tróndarson
Turið Kjølbro
Franskt lógloysi og
danskt åbyrgdarøki
Oddagrein
EIN føroyskur borgari situr „fangi“ á fronsku
oynni Réunion uppá sætta mánað. Sigmund-
ur Andreassen var skipari umborð á einum
suðurafrikonskum báti, tá hann varð tikin í
suðurindiska havinum og fluttur til fronsku
oynna undir strongum hermannaeftirliti.
PASSIÐ varð tikið frá honum, og hann hevur
framvegis ikki fingið tað aftur, og kann tí ikki
fara av oynni. Sigmundur bíðar og bíðar og
bíðar. Hann bíðar eftir at kunna fara í rættin
og verja sína sek. Men franski dómarin í
oynni letst ikki um vón. Sigmundur er tí í
veruleikanum fangi á fronsku oynni.
HVUSSU kann eitt franskt hjáland loyva sær
at vanvirða borgarar úr einum vestureuro-
peiskum landi á henda hátt. Hvussu kann
eitt land, sum er limur av ES loyva „wildwest“
og apartheid-líknandi tilstandum at ráða í
einum av sínum hjálondum? Skriva vit ikki
skjótt ár 2000 og tosa við ikki um eitt sivili-
serað land við demokratiskum traditiónum
- Frakland!!!
VIT mótmæla harðliga framferðini móti Sig-
mundi Andreassen, sum hevur fullan rætt
til at fáa sak sína fyri rættin og har kunna
verja seg. At halda mannin í oyggjavarðhaldi
á henda hátt er einki minni enn brot á
mannarættindini. Allir borgarar hava krav
uppá at fáa sek sína fyri rættin, men tað vilja
ákærumyndugleikarnir á Réunion altso ikki.
Og vit kunnu spyrja hví? Verður hann bert
brúktur - les misbrúktur - í einum politiskum
og handilsligum spæli, sum hevur til enda-
mál at gagna fronskum peningaáhugamál-
um?
HOAST danskir og foroyskir myndugleikar
hava roynt sítt, so tykist einki hjálpa. Nú
frættist, at franski uttanríkisráðharrin skal á
vitjan í Danmark. Vit fara tí á hesum stað at
heita á danska uttanríkisráðharran at taka
málið upp á hægsta stigi. Tað eru danir, sum
umsita okkara utanríkismál, og eigur spurn-
ingurin eisini at verða settur her, um danir í
heila tikið hava víst hesum máli nóg stóran
ans. Hava danskir myndugleikar røkt sínar
skyldur í Réunionmålinum? Vit loyva okkum
at ivast og vilja tí minna Nyrup-stjórnina á,
at hon her hevur ein trupulleika, sum hon er
pi til at loysa. Vit mugu bara biðja til, at
øroyski skiparin ikki bukkar undir og gevur
skarvin yvir. Vit mugu vóna, at hann megnar
at standa móti hesum stóra trýstinum, men
skuldi tað hent - sum eingin vónar hendir -
at foroyski skiparin ikki bara boð aftur í bý -
tá kunnu vit av álvara tosa um eina gølu. Tá
kann talan blíva um justistmorð ol. Hevur
danska stjórnin samvitsku at liva við hesum
- um ikki - so eigur hon at fáa hendurnar úr
lummanum og fáa Sigmund Andreasen heim
- ella í hvussu er geva honum sín demo-
kratiska rætt at tala sek sína í rættinum. Tíðin
er komin hartil, at bæði foroysku fólkatings-
umboðini og eisini løgmadur eiga at venda
sær til donsku stjórnina fyri enn einaferð at
undirstrika álvaran í hesum máli. Gerið tað
nú. Latið ikki franska uttanríkisráðharran
sleppa úr aftur Keypmannahavn uttan at
hann er vorðin konfronteraður við hesum
fyri Frakland svarta bletti.
Sosialurin
Jóns Kistan Vang
Lýsingar og sela:
SRA Hatius
On
26. Ari
Argjavegur 26, Argjum
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn = -
"Telefon: 311820 -
Telefax. 314720
post€ sosialurin.fo
Viðmerking
Nakrar hugleiðingar um fiski-
rættindi - fiskidagar - logir
Í løgtingslég um vinnulig-
an fiskiskap stendur í $ 2
stk. 4 frá 10. mars 94:
Landsstýrið setir eina
skipanarnevnd vid umboð-
um frå vinnuni, Fiskirann-
sóknarstovuni, fiskivinnu-
umsitingini og fiskiveidi-
eftirlitinum, sum å hvørjum
ári, út frá tilmæli frå fiski-
rannsóknarstovuni og
stovnsrøktarnevndini, metir
um ásetta fiskidagatalið fyri
hvønn bólk av fiskiførum
tryggjar, at stovnarnir verda
gagnnyttir burdardygt, og
um skipanin vid fiskidøgum
og stongdum økjum yvir-
hevur tryggjar, at endamál-
ini í hesi lóg verða rokkin.
Nú skal løgtingid aftan á
frítíðina lóggeva um treytir
til fiskivinnuna fyri næsta
fiskiár, sum byrjar tann 1.
september.
Vit, ið liva av at fiska, fáa
at vita frá ymiskum frød-
ingum og fólki, ið ikki eru
fiskimenn, hvussu dagatalið
skal skerjast, og seinast havi
eg hoyrt, at ein hagfrøding-
ur mælir til, at dagar, ið ikki
eru nýttir í hesm fiskiårin-
um, skulu takast frá bátun-
um, eins og dagatalið skal
skerjast 10%. Fyri okkum,
ið reka fiskarí og hava roynt
at spart uppá dagarnar, og
hava keypt dagar, um vit nú
eiga nakrar dagar eftir, ja,
so skulu teir bara strikas,t
ja, her eru vit so langt úti,
at her eru ikki orð til staðar
fyri tí frekleika, sum her
verður borðreitt við.
Tá fiskidagaskipanin
bleiv sett í gildi, fingu vit
greitt at vita, at nú skuldi
flotin fáa frið við somu
fiskidógum í næstu fimm
árini, men nú fara menn,
flestu teirra hava ongantíð
pissað í saltan sjógv, út at
skera enn meira niður.
Undirritaði kemur úr
bólki 5 og vit eru skornir
niður í eina helvt av fiski-
døgum, so trupult verður at
klára at gjalda bátarnar
niður og at skaffa monnun-
um, sum við eru, eina rímu-
liga årsinntøku.
Um onkur bólkur tekur i
meira lagi av einum hóttum
fiskaslagi, ja, so átti tað at
verið møguligt at skert við-
komandi bólk, ístaðin fyri
at leggja eftir ollum.
Í 1996 bleiv ein bólkur
kallaður >Endurskoðanar-
nevndin« sett, og kom við
einum áliti um endurnýggj-
an av fiskiflotanum. Í bólk-
inum vóru 6 mans og av
teimum eitt umboð fyri
ávísan part av vinnuni.
Vit hava í dag hoyrt um
eina nýggja fólkaskúlalóg,
sum kemur í gildi, har vóru
ØLL umboðini LÆRAR-
AR.
Nidurstødan frá endur-
skodanarnevndini er um-
setilig fiskirættindi, libe-
ralisering av virkisøkinum
hjá veiðuliðnum og tættari
samstarv millum veidulid,
framleidslulid og sølu. Ja,
og harafturat kann nevnast,
at skipini skulu virka fiskin
meira umborð. Urslitid av
hesum verður, at bert nøkur
fá fabriksskip skulu eiga øll
veiðurættindi vid Føroyar,
og tað sær út til at tað er
henda prosess, sum endur-
skodanarnevndin legði
lunnar undir nú skal gjøg-
numførast við hjálp av sit-
andi samgongu.
Tað skróvar í oyrunum, tá
ein hoyrir, at tey skipini,
sum ikki klára seg, ja, tey
skulu bara út úr systemin-
um tann harða vegin, meðan
tey, sum eru sanerað upp til
fleiri ferðir og nú eru so
bílig, at tey onki hava at
gjalda, ja, tey skulu mynda
komandi fiskiskipaflotan,
skipini skulu sjálvandi end-
urnýggjast og landið skal
gjalda fimti prosent av
byggikostnaðinum.
Theodor Poulsen,
Inni í Nesi,
Toftir
P.S. Í kveld tann 30. 7. hava
vit hoyrt í Degi og Viku, at
línuskipini, ið enn ikki hava
funnið útav, at fiskur kann
ísast í kassar, men fram-
vegis nýta hillaskipan, við
góðsku hareftir, skulu pri-
oriterast enn meira fyri at
hava fiskað meira enn tað
tupulta av, hvat teirra partur
er sambært galdandi fiski-
vinnulóg.
Lesarabræv
Umsetiligheit, einasta loysn?
Tað var gott at hoyra tveir
politikarar í útvarpinum
herfyri úttala seg um um-
setiligheit innan fyri fiski-
dagaskipanina. Teir lupu
ikki framat, men tordu at
seta elit spurnartekin við,
hvussu langt eigur at farast
fram á hesm gki. Og tað er
tað góð grund til. Líka so
væl sum tað ber til at vísa á
fiskifrødingar, ið ikki trúgva
uppá at veiðitrýstið hevur
nakra ávirkan á stovnsrøkt-
ina, líka so væl ber tað til at
vísa á fiskifrødingar, ið ikki
trúgva uppá at veiðitrýstið
hevur nakra ávirkan á
stovnsrøktina, líka so væl
ber tað til at peika á øko-
nomar, sum halda at grund-
arlagið undir víkaðari um-
setiligheit, nevnliga øko-
nomimodellini, ikki kunnu
brúkast í umsiting av fiska-
ripolitikki.
Eg vóni, at í kjakinum,
sum nú fer at taka seg upp í
tínginum í sambandi við
broytingar í lógini um
vinnuligan fiskiskap, verður
reistur fylgjandi spurning-
ur: >Gongur einasta leiðin
til eina livfrødiliga og burð-
ardygga fiskivinnu gjøgn-
um fulla umsetiligheit av
fiskirættindum?«
Eitt av sterkastu argu-
mentunum fyri umsetiligum
fiskidaga(kvotu)rættindum
er, at tá rættindini koma
undir skipað ognarviður-
skifti, vil eigarin altíð løgga
um hesi rættindi og royna
at varðveita virði á teimum.
M.a. við sjálvbodnari
stovnsrøkt. Ein kundi so
verið eitt sindur spískur og
spurt, um stovnsrøkt er tað
sum liggur norðmanninum
Kjeld Inge Røkke fremst í
huganum, tå hann umsitur
og handlar vid sinum fiski-
rættindum. ið umfata milli-
ónir av tonsum.
Eisini vóni eg at spurn-
ingurin um umsetiligir
fiskidagar er svarið fyri all-
an partin av flotanum, sum
fiskar undir Føroyum, verð-
ur umrøddur. M.a. um ikki
útróðrarflotin hjá okkum
við sínum skapi og fiskari-
innsatsi er komin niður á eitt
sjálvregulerandi stødi
Sum limur í skipanar-
neyndini kann eg bert undr-
ast á tær nidurstødurnar,
sum eru gjørdar, grundað á
SOSIALURIN
tilmælid og frågreidingina.
Bædi millum politikarar og
pressuna. Eg haldi man
hevur bara lisið tað, sum
man vildi lesa. Avgerðin um
niðurskurð passar meir inn
í eina politiska samráðing-
arloysn, enn í arbeiðssetn-
ingin: at finna út av um
fiskidagaskipanin er
brúkbar ella íkki.
Chris Jan Michelsen,
800 Tvøroyri
Ti
””