Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 143 — 4. AUGUST 1998 DAGFINN OLSEN Fyri stuttum varð sekt eftir stjóra til føroyska oljufelag- ið Atlantic Petroleum. Felagið varð stovnað, tá 18 umboð úr vinnulívinum í februar í ár tóku seg saman um hetta, og eisini fekk al- menningurin møguleika at seta pening f felagid. Sera nógv nýttu henda møgu- leika. Síðani hevur ikki so nógv verið at hoyrt um felagið, men arbeitt hevur verið miðvíst Fyrstu tíðina skipáði félagið seg við Petur E. Djurhuus, advokati, sum fyribils stjóra, men nýggjur stjóri er nú settur Sterkt fel Atlantic Petroleum setti her- fyri Wilhelm Petersen sum stjóra. Wilhelm Petersen er 36 ára gamal og útbúgvin civilverkfróðingur. Hann hevur eisini lisið búskap og hann hevur eisini eina Ph.d grad. Hann hevur starvast í Føroya Sparikassa. Wilhelm Petersen sigur, at felagið er væl fyrireikað og veit hvat tað vil. Vakt áhuga - Vit hava vakt áhuga, júst sum vónandi var, og onnur feløg hava víst áhuga. Okk- ara fyrsta mål er at finna samstarvsfelagar og inn- leidandi samrådingar hava longu verid, men enn er einki avgjørt, sigur Wilhelm Petersen, nýggjur stjóri í At- lantic Petroleum. Hann viðgongur, at felag- ið er lítið, í mun til útlendsk oljufeløg, men ikki so lítið í Føroyskum høpi. Hann heldur tað eisini vera ein fyrimun, at Atlantic Petrole- um hevur ein eigaraskara, ið gevur breiða umboðan í føroyska vinnulfvinum og í Føroyum yvirhøvur. Uppbyggja førleika — Eitt aðalmál er at upp- byggja førleika, sigur Wil- helm Petersen: Skipast skal: soleidis fyri, at fólk verða sett í starv, ið sostatt kunnu vinna sær servitan hjá samstarvsfeløg um og á henda hátt menna felagið og gera tað kapping arført innan kolvetnisleiting og útvinning, sigur nýggi stjórin í stuttari viðmerking Uppgávur stjórans eru, sambært starvslýsingini, við ábyrgd fyri nevndini at standa fyri fyrisitingarligu og fíggjarligu umsiting felagsins. Hann stendur fyri sambandinum við myndug- leikar, altjóða oljufeløg, samtøk og onnur. Hann stendur eisini fyri møgulig- um samráðingum um sátt- málar. Hann skal skipa fyri, at felagið setur serfréðingar innan neyðug øki, fyri at felagið í altjóða høpi skal kunna gerast sterkt og kapp- ingarført. tíðindablaðið SOSTAMMIN 5 Atlantic Petroleum: Stjorin havt sin fyrsta starvsdag Nýggjur stjóri er settur i fóroyska oljufelagið At- lantic Petroleum. Hann eitur Wilhelm Petersen og hevði sín fyrsta starvsdag í gjár ABÁTURIN ISTARI 1998 Føroya Banki ynskir báti og manning hjartaliga tillukku við sigrinum! FØROYA BANKI