Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið SOSTEVUMN Nr. 143 — 4. AUGUST 1998 Løgtingsgrannskodari: Ongin møguleiki at fylgja peninganýtsluni hjá landinum: Tað er onki skil á roknskapar- — Roknskapirnir hjá landskassanum eru trý ár afturútsigldir. Tað er grovt brot á stýrisskipanarlógina og ger tað 6- gjórligt at hava eftirlit við landshúsar- haldinum, sigur formaðurin fyri løg- tingsgrannskoðararnar Góðir brúktir bilar á goymslu BMW 324 TD st.car 115 hk diesel, myrkagrønmetallic, årg. 1988, 210.000 km, servo, sentrallås, org. sóltak, tónaðar rútar, el-spegi, 5x org. alu felgur, deilt baksetur, verurúmsavdekkning vm. Honda Accord 2,0 EXI 122 hk bensin, hvítur, árg. 1988, 132.000 km, servo, | sentrallås, tónaðar el-rútar aftan og framman, el-spegl, | stereo, el-antenna vm. VW Golf CL 1,8i 90 hk bensin, gråmetallic, 3-hurðar, årg. 1988, 180.000 km, org. sóltak, tónaðar rútar, alu.felgur vm. VW Transporter T2 1,6 TD (veruvognur) 70 hk diesel, gulur, árg. 1987, 110.000 km, rútar í verurúmi. Brúktir bilar úr Týsklandi Audi 80 1,9 TDI 90 hk diesel, hvítur, árg. 1993, 91.000 km, ABS, servo, sentrallås, org. el-sóltak, tónaðar rútar, el-speg! við varma, nakkastúttur aftan og framman, tokulyktir aftan og framman, stereo vm. BMW 320i 24V E36 149 hk bensin, diamantsvartmetallic, árg. 1991, 78.000 km, ABS, servo, sentrallás, org. el-sóltak, tónaðar el-rútar aftan og framman, el-speg) við varma, boardcomputer, 17" alu felgur, M-Tech undirvogn, nakkastúttur aftan og framman, tokulyktir aftan og framman, Bavaria sound system vm. BMW 324 D 86 hk diesel, reyður, árg. 1988, 119.000 km, sentrallás, org. sóltak, tónaðar el-rútar aftan og framman, el-spegl, tokulyktir aftan og framman vm. Opel Calibra 2,0i 16V 149 hk bensin, svartmetallic, årg. 1991, 135.000 km, ABS, servo, sentrallås, org. el-sóltak, tónaðar el-rútar, el-spegl, alu felgur, stereo, startsperru vm. VW Golf III 1,9 D 60 hk diesel, reyður, 3-hurðar, årg. 1993, 131.000 km, servo, sentrallås, org. el-sóitak, tónaðar rútar, stereo vm. VW Passat 1,9 TD st.car 75 hk diesel, reyðmetallic, árg. 1992, 179.000 km, servo, sentrallås, org. el-såltak, tónaðar rútar, el-spegl, nakkastúttur aftan og framman. takboylar, varurúmsavdekkning, krók vm. Ak! BERTHOLDSEN --Tann seinasti roknskapur hjá landskassanum, sum er liðugur, er tann fyri 1994. — Sostatt fremur lands- stýrið grovt brot á stýris- skipanarlógina. Men samstundis førir tað við sær, at løgtingsgrann- skodararnir ongan livandi møguleika at røkja sina skyldu, sum er at ansa eftir, at landshúsarhaldið verður forsvarliga umsitið. Hergeir Nielsen, formað- ur fyri løgtingsgrannskod- ararnar sigur, at hann er ikki sért skelkaður, nú hann, saman við restini av løg- tinginum fer undir tað fyrstu tingsetuna eftir valið 30. apríl. Hann sigur, at tað hevur skelkað seg at varnast, hvussu lítið skil er í rokn- skaparhaldinum hjá lands- kassanum — Tað er ein rokaður køst- ur, sum tvey tey undanfarin landsstýri leggja seg seg, og sum tað nú verður okkara trupla uppgávu, at royna lempa tóman, sigur hann Tað, sum Hergeir Nielsen sipar til, er roknskaparhald- ið hjá Landskassanum — Eftir stýrisskinanarlóg — Fyri meiri enn einum ári síðani boðaði landsgrann- skoðarin frá, at ein neyð- ætlan mátti gerast alt fyri eitt, so at gjaldsstovan kom uppundan. Men tað var til fánýtis sigur Her- geir Nielsen, formaður fyri løgtingsgannskod- ararnar in skulu roknskapirnir hjá landskassanum verða lið- ugir at leggja fram seinast eitt hálvt ár eftir árslok. — Tys, at longu fyri einum mánaða síðani, tann 1. juli, skuldi roknskapurin fyri 1997 verið liðugur og klárur at lagt fyri légungið. — Men hann er verri enn so lidugur enn. Tað er tó ikki tað ringasta. Tí Formaðurin fyri løg- tingsgrannskoðararnar sig- ur, at seinasti roknskapur hjá landskassanum, sum er lagdur fram, er tann fyri 1994. — Sostatt er landsstýrið heili trý ár afturútsiglt við sínum egnu roknskapum, sigur Hergeir Nielsen Onki eftirlit Formaðurin fyri løgtings- grannskoðararnar sigur, at 23. juli í ár gjørdu grann skoðararnir landsstýrinum vart við, at í sambandi við roknskaparhald landskass- ans verða álvarsom brot framd á stýrisskipanina dag og dagliga. — Skyldan hjá løgtings- grannskoðarunum er at ansa eftir, at allar inntøkur og allar útreiðslur lands- kassans eru bækførdar í roknskapin og at ongin út- reiðsla er goldin uttan heim- ild fíggjarlógini, ella við aðrari heimild. — Ella sagt við øðrum orð- um hava vit stutt sagt skyld- u til at ansa eftir, at tað verð- ur húsast: forsvarliga við landskassans pengum. — Men nú eru vit komnir eftir, at onki skil er á hesum viðurskiftum fleiri ár aftur í tíðina. -Og vit hava ongan møguleika at ansa eftir hes- um so leingi, sum lands- stýrið áhaldandi brýtur sjálva stýrisskipanina á hes- um gki og fer so lætt um. — Tað vil so aftur siga, at tað lóggevandi valdið, løg- tingið, hevur ongan møgu- leika at hava nakað sum helst eftirlit við tí útinnandi valdinum, sum er landsstýr- ið. — Ja, stødan er enntá tann, at heili tvey landsstýri hava lagt frå sær, uttan at løg- tingid hevur havt tann allar- minsta møguleikan at kanna eftir, hvussu forsvarliga tey hava húsast við skattaborg- arans pengum. Hergeir Nielsen vísir m.a. á, at tað er eisini ómøguligt at lata ein landsstýrismann standa til svars fyri møgu- liga yvirnýtslu, tá ið tað gongur so long tíð, áðrenn roknskapirnir verða gjørdir upp. Abyrgd landsstyrismanna er sostatt bara bara eitt eiti, uttan innihald --Tað er eisini 6møguligt at stýra einum landi á henda hátt, tí ein tann allarfyrsta fortreytin er, at tær rokn- skaparligu fortreytirnar eru í lagi. — Men tað ringasta hjá tinginum er tó at vit vera noytt at ásanna, at Føroyar eru ikki førar fyri at halda sína egnu stýrisskipanarlóg. Eisini heldur hann, at tað er margháttligt hjá tinginum at hoyra tosið um eykajátt- anir á fíggjarlógini fyri í ár til ymisk endamál, tá ið ongi roknskapartøl eru komin á borðið, hvørki fyri farna ár, og enn og minni fyri 1996 og 1995. Karsten skal svara Formaðurin fyri løgtings- grannskodarårnar sigur, at hendan stóðan, sum lands- kassin er komin í, hvussu haldinum hjá landskassanum ótrúliga aftaliga hesi bæði seinastu landsstýrini hava raðfest fíggjarstýringina av hesum landi. Heirgeir Nielsen sigur, at brotini á stýrisskipanarlóg- ina verða mett at vera so álvarslig, at landsstýrismað- urin í fíggjarmálum fer at vera biðin um at svara eini rød av spurningum um hesi viðurskifti, tó at hesin landsstýrismaðurin er so nýggjur í starvinum, at hesir trupulleikarnir kunnu íkki skuldskrivast honum --Men tað verður neyðugt hjá honum at rubba seg álv- arsliga og at fáa skil á sínum målsøki. sigur Hergeir Niel- sen. Uttan úrslit Hergeir Nielsen sigur, at trupulleikin er ikki nýggjur, tí løgtingsgranskodararnir vita, at landsgrannskoðarin hevur gjørt vart við hesi 6- regluligi viðurskifti í fleiri ár, men til fánýtis. — Vit vit eisini, at lands- granskoðarin fyri meiri enn einum ári síðani boðaði landsstýrinum frá, at ein neyðætlan mátti gerast alt fyri eitt , so at gjaldsstovan kom uppundan, tí stødan var kaotisk og trupulleik- arnir bara hópaðu seg upp. — Somuleiðis vita vit, at gjaldsstovan boðaði frá í á heysti í 1997, at hon kom uppundan seinni í árinum. Men tað var uttan úrslit, tí í februar í ár vóru primo- postarnir í 1996, tað er figgjarstødan 1, januar í 1996, framvegis ikki lagdir inn og tá lá nógv avstemm- ingsarbeiði enn á láni, men tað skuldi gerast í paríl. — I mai lógu hesir trup- ullikar enn å låni. — I juni í år varð upplýst, at hvørki 1995 ella 1996 vóru liðug og primopostar- nir fyri 1996 vóru ikki enn tastaðir lagðir inn og at av- stemmingsarbeiði enn lá á láni. — Ikki fyrrenn 19. juli vór- u primopostarnir fyri 1996 innlagdir. — Men enn var stórt ar- beiði eftir at avstemma mill- umrokningskonti, har ein hópur ikki stemmaði. — Sostatt má staðfestast, at roknskapir landskassans tey seinastu trý árini liggja í einum babylonskum ruð- ulleika. Hergeir Nielsen sigur, at nú ólavsgkurgða løgmans kemur til vidgerar í hesi vikuni fer hann at reisa máli um roknskapirnar hjá lands- kassanum. M.a. ætla hann at spyrja løgtingid, hvat tað ætlar at gera við slík áhald- andi og grov brot á stýris- skipanarlógina.