týsdagur 4. august 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið
X
SAM
X
AKGJU SIÐ UU
Nr. 143 — 4. AUGUST 1998
Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins um sjálvstýrispolitikkin:
— Føroya fólk fer ikki
at lata seg tveita út í eitt
tjóðveldiseksperiment
Ti eri eg so fegin um, at tað skulu vera tvær fólkaatkvóður um sjálvstýrispolitikkin. Eg eri samførdur um, at byggir alt
tá bara á eina proklamatión, ein hungur eftir at kunna rópa seg uppá einar frælsar Føroyar, uttan at verða frælsar, so
vil Føroya fólk kenna sína vitjunartíð og siga frå til ta tíð. Og tá verður tað eisini ein uppgáva fyri andstøduna at
greiða fólki frá, hvat hesir menn ætla, og hvat verður fylgjan fyri Fóroya fólk, um hetta teir siga, verður sett út í kortið
Vit mugu kenna
avleiðingarnar
€ CE dá dark yd
H
KI. Eg VE rørova K
AK SEK KAN u
c SEKSDET 1€
5 ið
k ur i ) SKu
%
k kvødu
3
k
K
at
k
3
3%
3%
g øouna a
r ut er:
g Í ag da TOIK, un
etta te ga verður sett ú
kortið
Teir vita, hvar
javnaðarflokkurin
stendur
Men javnaðarflokkurin
nevur Jú longu meldað út
at tit taka undir
um av ti, sum verður ført
fram í samgonguskjalinum
um meiri sjálvstyri - og
kann ein ikki eisini siga
við nóg
at tit harvið hava slept
tykkara leiklut sum virkin
andstøda og ístaðin eru
farnir uppí part við ver-
andi samgongu
-Samgongan veit, hvar
javnaðarflokkurin stendur
Tað hava vit boðað bæði
tjóðveldisflokkinum og
fólkaflokkinum frá undir
samgongusamráðingunum
Javnaðarflokkurin vil, at vit
skulu økja okkara sjálvstýri
innan fyri ríkisfelagsskapin
Formaður javnaðarfloks
ins sigur víðari, at skal tú
til at broyta ein samfelags-
bygnað frá einum degi til
ein annan, so krevur tað
nakað, sum líkist eini kol
velting. Allur amnar poli-
tikkur snýr seg um, at tú
hevur ein kontroleradan
útvikling av nøkrum viður
skiftum
Ég haldi tað er neyðugt
at vit gera nakrar broytingar
Tað er í veruleikanum nak-
að, sum vit noyðast at
broyta í teimum ríkisrætt-
arligu viðurskiftunum, men
tað skal sannniliga gerast
undir kontroleradum - skip-
adum vidurskiftum, soleidis
at vit alla tíðina kenna út í
minsta smálut avleiðingina
av hverjum stigi vit taka
búskaparliga partin
Jóannes Eidesgaard sær fyri
sær, at vit seta hol á ein
veruligan sjálvstýrispoli
tikk, hvar vit fyrireika hetta
landið ul meira at kunna
standa á egnum beinum,
enn vit gera í dag, bæði um-
sitingarliga og búskapar-
liga. Men hann saknar tann
búskaparliga partin og vísir
á, at tann búskaparligi part-
urin, sum hevur verið
frammi frá bæði tjóðveld-
isflokki og fólkaflokki snýr
seg um smartar loysnir, har
danir innganga, sum ein
relevantur partur
Ég síggi eingi tekin til
ein politikk, sum miðvíst
gongur út uppá, at tað før-
oyska samfelagið skal út-
vikla seg til at vera sjálv-
fíggjandi. Og tað má vera
politiski málsetningurin.
Formaður javnaðarfloks-
ins ætlar sær at eygleiða
samgonguna og landsstýrið
í einum og hverjum tey
fyriteka sær. Hann ætlar
ikki, at landsstýrið skal
sleppa undan at svara øllum
ivamålum og samtíðis eisini
standa til svars fyri øllum
sínum gerðum, nú tað so
erpið tosar um einar sjálv-
støðugar og frælsar Føroyar
Fáa neyvan undirtøku
frå sinum egnu
Sjålvur ivast hann stórliga
i, um hetta landsstyrid, tå
avtornar, fer at vinna so
nógv á loysingarleiðini,
sum tjóðveldisflokkurin
leggur upp til. -Tað mesta,
sum landsstýrið fer at fáa
av undirtøku fyri tjóðveld
ispolitikkinum, er frá sjálv-
um tjóðveldisflokkinum. Í
fólkaflokkinum og í sjálv-
stýrisflokkinum ce: ein
rúgva av fólki, sum neyvan
fer at taka undir við víð-
gongdum broytingum á
loysingarleið
-Tvs. at ein folkaatkvøda
við einum konsepti, sum
tjédveldisflokkurin einsa-
mallur sleppur at stoypa úti
í Tingansi, tað fellur við eitt
brak. Eg trúgvi ikki tað ber
til at fáa nakrar broytingar
igjøgnum á tí rikisrættarligu
síðuni uttan at samgongan
tekur í hvussu er tann
størsta andstøduflokkin við,
nevniliga javnadarflokkin.
Allarbest var um hon kundi
tikid sambandsflokkin ella
ein part av honum vid eisini.
Tí tá hevdi verið møguleiki
fyri at fingið nakrar
broytingar ígjógnum, sum
høvdu eina breiða fólkaliga
undirtøku. Tað skulu slíkar
broytingar eisini hava, tí
annars kanst tú enda í
støduni aftur frå 1946 ella
ti, sum verri er, nevniliga,
at alt fellur
Nettup tí heldur Jóannes
Eidesgaard, at tað er skeivt
av samgonguni ikki at hava
tikið andstødu vid í inn-
leidandi vidgerdina av øll-
um sjålvstyrisspurningin-
um, nå løgmadur bodadi
frå, hvussu farast skal fram
f næstum.
-Hvat sigur tå til teirra,
sum siga, at leggur javn-
adarflokkurin seg ov tætt
upp at samgonguni i hes-
um málum, so verður
sambandsflokkurin tann
einasti, sum til eitt kom-
undi val fer at standa sum
garanturin fyri ríkisfelags-
skapinum?
-Eg haldi tað verður tvørt-
urímóti. Ég síggi heldur fyri
mær, at sambandsflokkurin
fer at sita 6virkin á tingi og
bara siga, at hann einki vil
broyta. Hann setir seg uttan
fyri alla ávirkan. Sjálvur
haldi eg, at tað er sera um-
ráðandi, at vit í andstøðu
kunnu fara inn og tosa hesar
menninar í Tinganesi til
fornuft, soleiðis at vit fáa
ávirkað viðurskiftini, áðr-
enn tey koma so langt, at
tey eru borðbar fyri før-
oyska fólkið. At broyt-
ingarnar, sum skulu henda,
merkja økt sjálvstýri innan
fyri ríkisfelagsskapin.
Jóannes Eidesgaard er
ikki fremmandur fyri ti
tanka heldur, at samgongan
fyrr ella seinni fer at siga,
at hon vil ikki-rådføra seg
við javnaðarflokkin longur,
tí hann er ov sambandskur
ella torir ov lítið. -Tá eru
vit í eini veruligari andstødu
til ta uppskot, sum teir koma
við, og tað kunnu vit lætt
enda við. Men fyribils velja
vit at trúgva uppá ta pol-
itisku processina, tvs. at ein
kann fara inn og við tí talaða
orðinum ávirka aðrar til at
broyta síni víðgongdu
sjónarmið. Men gongdin
higartil lovar ikki gott legg-
ur hann aftrat, eftir ólav-
søkurødu løgmans.