Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 143 — 4. AUGUST 1998 tíðindablaðið SOSANMIN Loysing við ein- um folkatomum Føroyum gevur als onga meining Gongdin i Føroyum frå 1993 prógvar, at ein skal vera sera varin við at skrúva uppá ta skrúvuna, sum eitur valferðin í Fóroyum. Tað skal so ómetaliga lítið til at vit fáa nakrar ótrúligar óhepnar fylgjur, nevniliga at fólkið í streymum flytur av landinum. Ein loysing við einum fólkatómum Føroyum kann ikki hava nakra meining sigur Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, sum tó greitt sigur, at vit skulu hava tað sjálvstýri, sum fóroyingar ynskja JAN MULLER Vit skulu hava tað sjálvsstýri feroyingar ynskja | -Men vil javnaðarflokk- urin uppá longri sikt eina frælsar og óheftar Føroy- ar? -Sambart Heimastýris- lógini eru Føroyar ein tjóð. Tað hava vit einki ímóti. Tað, sum er umráðandi, er, at tú setir upp eina skipan, sum letur upp fyri møgu- leikum hjá føroyingum at ogna sær ta sjálvstýri, sum føroyingar nú einaferð ynskja. Nú segði Petur Mohr Dam, sáli at Heima- stýrislógin gekk heilt at loysingini, men tað ivist eg í, at hon ger, tí har eru so nógvar forðingar, at tú fær ikki ment teg til loysingina. Eg síggi fyri mær eina skipan, har vit kunnu ogna okkum alt tað sjålvstyri vit ynskja, og entá endaligu loysingina, um tað til eina tíð skal vera eitt ynski hjá tí føroyska fólkinum. Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er ikki málið hjá javnaðarflokkinum. Málið er at fáa ment hetta sam- felagið til at standa á egnum beinum. Tjóðveldismenn vilja at kunna rópa seg uppá einar suverenar Føroyar, men suvereniteturin er rættiliga ambuteraður. Fyri tað fyrsta hava teir ikki fingið tað búskaparliga frælsið. Har- næst hava vit eina rød av rættiliga týdningarmiklum málum í einum nútímans samfelag, sum eru donsk. Eyðkennið fyri eitthvørt nú- tímans vesturlendskt demo- krati er, at tær tríggjar súl- urnar, ákæruvald og rætt- arskipanin, eru intaktar. Tveir tridingar eru føroyskir í dag, men tann eini er perudanskur. ; Tad vit siga er: lat okkum fara undir at fyrireika okk- um uppå at taka åbyrgd av hesum vidurskiftum. Vælferdin Jóannes Eidesgaard heldur ikki búskapurin í dag loyvir okkum at taka loysing. -Tú mást tryggja føroyska fólkinum eina framtíð, sum ikki brýtur ov nógv við ta stóðu tað er í í dag. Vit mugu seta hol á ein út- vikling, har tú ger broyt- ingar soleiðis, at vælferðin og gerandisdagurin hjá fólkinum ikki verður merkt ov nógv av ti Formaður javnaðarflok- sins sigur annars, at hann er sera spentur um at síggja fyrstu fíggjarlógina hjá hesum landsstýrinum. -Eg vænti ikki hon verður so nógv ødrvisi enn tær van- ligu fíggjarlógirnar. Eg rokni eisini við, at Høgni Hoydal og hansara fylgis- neytar fyrr ella seinni fara at vakna til tann politiska veruleikan og síggja, hvat ber til og ikki. Tað dreyma- kenda, at tú frá einum degi til annan kann fara út og proklamera Føroyar sum eina sjålvstøduga tjóð og so bráddliga dagin eftir at siga, at vit hava bert amputerað sjálvstýri, tað er einki vert. Hví ikki heldur fara inn í eitt virkið fram- eftirlítandi arbeiði til at útbyggja sjálvstýrið? Nú tað verður víst sc nógv til Ísland, sigur Jóan- nes Eidesgaard, at ís- lendingar í 1918 longu høvdu fyrireikað seg væl Teir høvdu yvirtikið alt -Vit eru komnir nakað áleiðis, men okkum restar ein rúgva Samanumtikið heldur Jóannes Eidesgaard, at javnaðarflokkurin hevur tær mest realistisku vissi6nirnar á sjålvstyrisøkinum. -Tær botna í ngkrum politiskum royndum um, hvat ber til og ikki Hevur eitt fólk ikki brúk fyri at hava vissiónir, sum síggja longur fram og kanska ikki altíð lata seg praktisera her og nú -Tað er gott at hava vissi- ónir. Men í politiska ger- andisdegnum mást tú vita, hvat tú kanst og ikki Javnaðarflokkurin og sjálvstýrisleiðin -Hvat vil tú siga til tey samríkisfólk í javnaðar- flokkinum, sum halda, at flokkurin við tær sum formanni er farin alt ov langt á sjálvstýrisleið? -Javnadarflokkurin = má eisini hava ein identitet á tí økinum. Tað nyttar ikki at hava eina dupultrollu har Tú mást velja eina kós -Tú hevur so valt sjálv- stýriskósina? -Eg haldi, at allir teir und- anfarnu formenninir í javn- aðarflokkinum hava havt tað sum kós, at tú skal fyrireika hetta samfelagið til at standa á egnum beinum - men við ngkrum galdandi premissum. Nevniliga at fólksins vælferð verður varðveitt, at vit ikki tveita okkum út í nakað, sum vit ikki kenna endan á osfr. Feroyingar triðja floks menniskju? -Men eru Føroyar ikki eitt annað samfelag enn tað danska, og kunnu vit tá gera krav uppá tær somu sosialloggavur osfr. sum danir hava Sjálvandi skulu vit tað Skal loysingin merkja, at vit verða annað ella triðja floks menniskju í mun til hini Norðurlondini? Um hetta er prísurin fyri sjálvstýri og haldi eg, at landsstýrið eigur at fara út og siga tað Gongdin í 1993 prógvar, at ein skal vera sera varin við at skrúva uppá ta skrúv- una, sum eitur vælferðin í Føroyum. Tað skal so ó- metaliga lítið til, at vit fáa nakrar ótrúliga óhepnar fylgjur, nevniliga at fólkið í streymum flytur av land- inum. Ein loysing við ein- um fólkatómum Føroyum kann ikki hava nakra mein- ing Formaður javnaðarfloks- ins sigur annars um gongd- ina í heiminum í dag, at tey londini, sum vunnu frælsi frå tí gamla Sovjet, fara nú øll vestureftir fyri at fara inn í ein stórri felagsskap. -Tað er felagsskapurin, sum gevur styrki í Europa í dag Tí kann ein siga, at gongdin í Føroyum er eitt sindur við síðuna av tí, sum hendir á meginlandinum -Persónliga vil eg siga, at tað hevði verið mær ein fróði at kunna verið við til at ávirkað viðurskiftini í einum Føroyum, sum vóru búskaparliga óheftar tvs hvar vit ongan blokk høvdu, har vit møguliga guldu fyri nakrar tænastur úr Danmark og har vit umsitingarliga vóru førir fyri at reka allar tær tænastur, sum eitt nú- tímans samfelag skal reka Men framvegis tá, trúgvi eg, at vit kunnu síggja fyri- munir í einum samstarvi, og tað samstarvið haldi er rímuliga skal vera við Dan- mark -Eg trúgvi persónliga og tað hevur javnaðarflokkurin altíð trúð uppá, at samstarv gevur styrki loysing, so