Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 1998síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 ítróttar SOX Nr. 143 — 4. AUGUST 1998 B68 fekk seks Fótbóltur: Tveir sumbingar vórðu riknir av vøllinum, og so var púra opið Sumbingar vóru komnir longu leiðina norður á gras- vøllin á Svangaskarði at halda tørn um stigið, teir høvdu við sær inn á vøllin At teir løgdu mesta dentin á verjupartin var týðuligt í René Thomsen var einsamallur í álopinum, miåvøllurin var tætt fólkaður, og tað kann altíð metast um, um tað vór- u fimm ella seks í verjuni frammanfyri Rúna Lisberg Og Sumba evnaði sera væl at verja í fyrra umfar- inum og langt út í seinna umfarið. Teir vóru skilagóð- ir í at halda røttu stødurnar, og teir dugdu væl at sleppa og yvirtaka spælarar, soleið- is at teir ikki nýttu óneyð- uga orku. Á midvøllinum var Thomas Birch eyðsýnd- ur sum ein fínur bóltspælari, men royndirnar ímóti B68 málinum vóru fáar, og teir vóru ongantíð vandamiklir åtgangsstøduni Dyr kort Leikandi venjarin, Spasojé Biberdzic ella Bibi, sum teir kalla hann, og Jan Poulsen fingu gul kort frå Birgiri Sondum fyri at tveita bóltin ov langt burtur og fyri ikki beinanvegin at fara at akta dómaran, tå hann kravdi manngarðin longri burtur frá bóltinum. Í síðsta enda vístu hetta seg at vera dýr kort, tí tá tað restaði ein hálvur tími fekk Bibi næstu ostaflísina og harvið skorpuna, og tveir minuttir fyri leiklok fekk Jan Poulsen annað gula kortið Tað skrædnaði heilt hjá Sumba, eftir at teir mistu ein mann, og tað var sera 6- heppið fyri vitjanina í Fugl- afirði komandi sunnudag, at tveir av mest álítandi mið- vallarunum ikki kunnu vera við. Málini B68 hevði ikki nógvar upp- lagdar møguleikar fyrra umfarið. Øssur Hansen hevði hin størsta, men í staðin fyri at sneiða mál- verjan av, so royndi hann við skoti, ið Rúni Lisberg bjargaði. Í 2. hálvleiki vóru roynd- irnar nógvar, og síðstu tjúgu minuttirnar var årtøkan seks mál. Stóri málslúkurin var Ingi Hansen, sum eftir 66 minuttir avloysti Sámal Erik Hentze, ið fór av vøll- inum við skaða 1-0: 70 minuttir vóru farnir, tá Ossur Hansen setti hol á við stútara eftir inn- legg úr vinstru. 2-0 og 3-0: Ingi Hansen skoradi bædi eftir 78 og 79 minuttir, og í báðum førun- um var talan um skot úr um- leið 15 metra fjarstødu, eftir at skjúttin hevdi verið við í eitt tvey samanspæli 4-0: 83 minuttir vóru farnir, tá Fróði Benjaminsen skoraði. Uppspælinum stóðu Janus Thomsen (var fyri fyrstu ferð við frá byrj- an og stóð seg væl) og Øss- ur Hansen fyri f høgru. 5-0: 85 minuttir vóru farnir, tå Ingi Hansen aftur var uppá spæl, og aftur var talan um flatt skot úr 16 metra fjarstødu i høgru. 6-0: So eydnadist Andréy Stakhånov at koma å listan. Hann hevði stutt framman- undan misbrúkt fluktara eft- ir innlegg úr høgru frå Øss- uri Hansen. Hesa ferð skor- aði hann úr spískum í vinst- ru, og so bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. Óvist hvat teir standa fyri Tað hevur ikki gingið meir! enn passaligt hjá tofta- Jákup Eli Olsen og hinir í B68 kundu rættiliga halda sær á gleimi sóu reytt monnum higartil í ár, og stórsigurin ímóti undir- mannaðu sumbingunum er ikki nakar mátistokkur fyri, hvussu væl B68 er fyri. Sammett við tað, sum er sætt fyrr í summar, so vóru fleiri broytingar. Hesa ferð var Jákup Eli Olsen aftastur, og Edmund Jacobsen var aftur at síggja í midverjuni. Olaf Højgaard, sum hevur verið til skips í fleiri vikur í summar, sat á beinkinum , tá sumbingar (Savnsmynd) alla tíðina, og Fróði Benja- minsen, sum hevur verið burturi í summarfrí, kom ikki inn fyrrenn í 2. hálv- leiki. jh Róðrarsambandið avvisir kæru Kappróður: Manningin á Húsa- víkingi sendi kæru til RSF um róð- urin á ólavsgku, men Róðrar- sambandið hevur svarað, at avgerð hgvuðsdómarans er endalig Teri NIELSEN So hendi tað aftur. Enn eina- ferð er kært um ein róður, har manningar meta, at alt ikki var, sum tað skuldi. Or- søkin til kæruna hjá Húsa- víkingi er, at sýnið var so mikið vánaligt, at róðurs- menninir høvdu einki stavn- hald at stýra eftir, og av hesi orsøk vóru summir av bát- unum fleiri ferðir um at rógva saman. Sóu bert Argjalandið Í kítruskrivinum sigur manningin á Húsavíkingi, at tá ið løgdu bátarnar á startmálinum, sóu teir ikki annað land enn Argjalandið. Ikki hómaðu teir nakað sum helst stavnhald. Tað er einki dulsmál, at beint tá ið 8-mannaførini skuldu fara at rógva, køvdi hann av í mjørka, og sýnið bleiv av tí allarringasta. Teir halda, at umstødurnar vóru ikki til at rógva, og tiskil krevja teir umróður. Gullbrandur, mannaður við vestmenningum vann 8-mannafarsróðurin á ólavssku Avirkaði fleiri av bátunum Manningin á Húsavíkingi sigur í kæruskrivinum, at teir óviljað komu at gera ødrum bátum ónáðir. Teir siga millum annað, at eftir startin >helt okkara stýri- maður, sum var vorðin rættiliga ørkymladur av umstødunum, alt ov nógv vesturyvir við teirri fylgju, at vit mundu rent inn í Ørv. Snaraði hann so eysturyvir aftur, men vid ongum stavn- haldi komu vit aftur út av Mynd: Jens Kr. Vang kós og alt ov tætt Argja- bátinum. Nú var rættiligur fjáltur komin á. Fyri aðru ferð vóru vit aftur yviri og troðkaðu Ørv út av kósini, róðrið í borðið og so aftur yvir til Argjabátin. Í sjálvum endaspurtinum róðu vit mest at kalla á kósini hjá Ørvi.« Umstødurnar voru ikki til kappróður Sambært kæruskrivinum, so metir manningin á Húsa- vikingi, at umstødur vóru ikki til líkinda kappróður, tá ið róð var. Teir halda, at dómarabáturin átti heldur at hugsa um tær manningar, sum í fleiri mánaðar hava nýtt hverja friløtu til venj- ing enn hugsa um tey tús- undatals fólkini, sum í spenningi bíðaðu inni á kei- mi. Ørvamadur samdur Ein av manningini å Ørvi, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at hann er samdur við manningini á Húsavík- ingi í tí, at róðurin ikki fór rætt fram, og at umstødur- nar vóru ikki til at rógva í ta løtuna. Hann leggur tó aftrat, at hann metir ikki, at man kann krevja umróður, tí, sum hann sigur, so eru allar manningarnar greiðar yvir, at avgerð høvudsd6m- arans er endalig. Ørvamadurin sigur, at tað einu ferðina tá Húsavíking- ur kom inn á kósina hjá teimum, noyddust teir at sneiða av og mundu rent á boyuna, sum er á Havnar- vág. Hetta kostaði teimum nógva tíð, og tað, sum eftir var av róðrinum, lógu teir í kjalarvørrinum hjá Húsa- víkingi. Onkur vil eisini verða við, at bátarnir, sum lógu nærm- ast molanum, høvdu bestar umstødur, tí at teir kundu stýra eftir molanum. Tað er eisini undrunarvert, at bát- urin, sum vann ólavsgku- róðurin, Gullbrandur, hevur ligið í aftara enda alt róðr- arárið annars, men brådliga vinnur á ólavsgku. Róðrarsambandið hevur avvíst kæruna Í skrivi til Húsavíkar Kapp- róðrarfelag sigur RSF, at teir ikki hava heimild til at viðgerða kæruskrivi sum kæru, og teir vísa á, at góð- kenning hgvuðsdómarans í róðrinum er at meta sum endalig. Tað er eisini torført at hugsa sær, at ólavsgku- róðurin skuldi verið strik- aður, og at róð skuldi verið av nýggjum. Men væntandi hevur RSF skrivið í huga til komandi ár.