týsdagur 4. august 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 143 — 4. AUGUST 1998
sosialurin, box 76, 110 tørshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 -
- Re Fr
ítróttar SOS
ÍTRÓTTUR
teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo
Lesið eisini
ítróttin á |
| Internetinum
www.sosialurin.fo 7)
GÍ vil hava atgongumerki út í Europa
Fótbóltur: Í botn-
inum tódnaði tað eitt
sindur, og komandi
vikuskifti verður tað
eitt slag av lagnu-
dysti, tá sumbingar
aftur fara í Eystur-
oynna
So rullar fótbólturin aftur av álv-
ara kring landið. Kappingarnar í
gllum deildunum uttan í 1. deild
hjá monnum vera av í seinasta
lagið síðsta vikuskiftið í septem-
ber. Fyrsta vikuskiftið í oktober
verður greitt, hvør verður FM
vinnar! í 1998. Tað verður spælt
hvert vikuskifti fram til kappingin
er liðug. Tó verður ikki spælt í 1.
deild fyrsta vikuskiftið í septem-
ber, tá sunnudagurin verður brúkt-
ur til fyrsta heimadystin í EM und-
ankappingini. Hann verður ímóti
Kekkia
Sambært kappingarskipanini
skuldi 11. umfarið verið spælt
komandi leygardag, men FSF
hevur boðað frá, at dystirnir eru
fluttir til sunnudagin. Sambært
skipanini skuldi tólvta umfar verið
avgreitt annan sunnudag, men tað
er flutt fram til leygardagin 15.
august. Landsliðið fer av landin-
um og niður til Bosnia sunnudagin
16. august.
Landsdysturin í Sarajevo verður
mikudagin 19. august. Landsliðs-
venjarin ætlar at hava greitt, hvør
skal við, tíggju dagar framman-
undan dystinum. Tað vil siga, at
síðsti møguleikin at gera vart við
seg verður komandi vikuskifti.
Stóri spurningurin í tí samband-
inum er, hvør málverji skal við til
Bosnia saman við Jákupi Mikkel-
sen. Sum kunnugt er Jens Martin
Knudsen leikbannaður eftir reyða
kortið í Estlandi í juni.
4 ber ikki so væl til at taka
saman um, hvussu stødan er eftir
tíggju umfør, tí síðsti dysturin —
tann millum havnarfelggini bæði
— varð ikki spældur fyrrenn í gjár-
Fýra fegnir GÍ-arar, frá vinstru Súni Olsen, Henning Jarnskor, Sámal Joensen og Magni Jarnskor
kveldið. ;
KI vann á heimavølli ímóti ÍF,
og harvið otaðu teir seg trý stig
inn á oddaliðið HB, sum við sigri
á grannunum í gjårkvøldid aftur
kundi økja um fråstøduna at vera
fimm stig til næsta kappingar-
neytan.
Sum umfar dettur av umfari eru
lykladystirnir tættir, sum hava
stóran tydning fyri, hvør skal taka
lut í kappingini millum tey
fremstu, hvgr skal stríðast í botn-
inum fyri at sleppa undan niður-
flyting, og hvgr endar mitt í rødini
og tíðliga í kappingini missir
møguleikan at røkka nøkrum sum
helst.
Í hesum umfarinum vóru tveir
innanhýsis dystir við serligum
týdningi fyri kappingina um heið-
ursmerkini — tann í Gundadali í
gjárkvgldið, og tann í Gøtu sunn-
udagin. Í hesum dystinum varð
NSÍ smurt av, og um tríggjar vikur
verður greitt, um NSÍ fer at hava
møguleika at røkka heiðursmerkj-
um í ár ella ikki. Teir eru favorittar
á heimavølli ímóti VB sunnudag-
in, og so koma tvær avgerðandi
uppgerðir — ímóti HB í Gunda-
dali og ímóti KÍ í Runavík.
Vilja út aftur í Europa
Gøtumenn vóru sera sannførandi
í Sarpisgerði. Teir tykjast hava
fingið nógv burturúr venjingar-
leguni í Danmark, og so er spurn-
ingurin, hýat teir fara at fáa burt-
urúr í landskappingini. Stóru sløg-
ini hjá teimum verða, tá teir 23.
august fáa vitjan av oddaliðnum
HB og vikuskiftið eftir skulu til
Klaksvíkar.
Fáa gøtumenn fult tær báðar
ferðirnar, so ber væl til at ímynda
sær, at teir í hvussu so er røkka
fyrsta málinum teir hava sett sær.
Málið er eisini komandi ár at fáa
rætt til luttøku í Europa Cup. Um
HB og KI enda á teimum báðu
fremstu plássunum, so er eitt triðja
pláss í endastøduni nóg mikið til
rættin at taka lut í UEFA Cup, men
við sigrum í omanfyri nevndu
dystum verður ikki ómgguligt hjá
GI í hvussu so er at røkka næst-
fremsta plássinum.
GI er einasta føroyska liðið,
sum framvegis er við í Europa
Cup í ár. Týsdagin 13. august
skulu teir spæla á Svangaskarði
ímóti MTK FC Budapest, og tvær
vikur seinni skulu gøtumenn nið-
ur til Ungarn. Spurningurin er, um
hugsanin um Europa Cup og
drúgva ferðingin fer at ávirka av-
rikini heima á landi.
Botnstríðið
VB fekk eitt stig sunnudagin, men
kortini duttu teir tvey pláss niður
Mynd: Álvur Haraldsen
á stødutalvuni. Teir vóru á fimta
plássi, og nú eru teir á sjeynda
plássi. Bæði GI og B68 fóru fram-
um vágbingar.
VB hevur trettan stig, og hóast
tað ikki ljóðar so væl frá har suð-
uri, so er ilt at ímynda sær, at teir
fara at koma í vanda.
Tað sær framvegis út til, at tað
vera TB, Sumba og ÍF, sum fara
at kappast um áttanda plássið. Øll
trý liðini vóru á útivelli í vikuskift-
inum, og tvgrámenn komu best
frá uppgávuni. Teir fingu eitt stig
í Vági, meðan hini bæði liðini fóru
stigaleys og málleys úr Klaksvík
og av Toftum.
Komandi vikurnar vera týdn-
ingarmiklar innanhýsis uppgerðir
millum hesi liðini. ÍF og Sumba
spæla í Fuglafirði sunnudagin,
leygardagin 22. august spæla TB
og Sumba á Sevmyri, og 30. au-
gust skal TB til Fuglafirðar.