Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. august 1998síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

20 ítróttar Sosialurin Nr. 143 — 4. AUGUST 1998 Tannleys suðuroyar- uppgerð í Vagi Fótbóltur: Hvørki VB ella TB megnaði at fáa mál vesturi á Eiðinum sunnudagin. Bæði liðini vóru ov bangin fyri at tapa lokaldystin, og viljin til at vinna var eisini hareftir EmiL L. JACOBSEN Bæði VB og TB vóru meira áhugað í ikki at tapa heldur enn at vinna, tá tey bæði suðuroyarliðini hittust vest- uri á Eiðinum í Vági sunnu dagin. Einki mál kom í dystin- um, og spælið legði sum so heldur ikki upp til ta stóru málveitsluna. Bæði liðini vóru varin, og hesin taktikk- urin varð ongantíð veruliga sleptur. TB hevur framvegis sín fyrsta sigur í landskapping- ini til góðar, og komandi vikuskiftið fáa tvøråmenn trupla uppgávu á heimavølli móti oddaliðnum HB. Hjá VB stendur ikki ov væl til í løtuni. Tað er sera smátt við fólki, men vág- bingar hava megnað at bjarga sær somikið nógv stig, at teir skulu vera sera óhepnir, um niðurflyting verður samrøduevni í Vági. Men tað er ein sannroynd, at VB ikki roknar við nógv betri endastødu enn ta, teir hava nú. i ni TB-liðið hevur havt ein litl- an flytidag sidani fyrru helvt, og tað hevði millum annað við sær, at Óli Jo- hannesen spældi á aftasta manni móti VB, meðan vanligi sóparin Pól F. Joen- sen varð fluttur longur fram í verjuna. Hetta riggaði væl, og TB-verjan, sum hevur verið størsti trupulleiki hjá liðnum higartil í kappingini, stóð væl og lat ikki vág- bingar koma fram at teim- um stóru møguleikunum. VB-liðið líktist sær sjálv- um í åtgangsstøduni, men Milan Culjic, sum ikki er av hepnastu fótbóltsspæl- arum, keikti sær fótin aftur beint áðrenn hálvleik. Hann kundi ikki spæla meir, og so noyddist málslúkarin hjá VB, Jón Pauli Olsen, aftur á midvøllin, meðan Bergur Vinther kom inn á álops- plássið hjá Jón Paula. Berg- ur stóð seg væl, men tað var heilt greitt ein smeitur fyri VB, at toppskjúttin hjá teimum noyddist aftur á miðjuna. Spælandi venjari uttan Ein annar áleypari sat á bonkinum hjá VB, men hann kundi ikki spæla við. Tað er nýggi venjarin Krzystof Popczynski, sum er komin úr Esbjerg at av- loysa Milan Milanovic, ið er farin heim aftur til Jugo- slavia. Tann 29 ára gamli pól- lendingurin, sum er áleyp- ari, men eisini kann spæla á miðvgllinum, kundi ikki HB og B36 spældu í gjárkvoldið FÓTBÓLTUR: Bert vera við móti TB, tí spæli- loyvið hjá honum ikki var komið fram í nóg góðari tíð. Eftir hvat frættist úr Vági, hevur Esbjerg fB sent spæli- loyvið hjá honum til Pól- lands og ikki til Vágs. Hetta funnu vágbingar ikki útav fyrr enn fríggjadagin, tá teir fóru at ótolnast. Og oman á alt vísti tað seg, at póllend- ingar kravdu VB eftir ikki sért av peningi fyri spæli- loyvið hjá leikandi venjar- anum! Sum skilst hevur tad eydnast Vb at samrått seg fram til eina rættiliga nógv minni upphædd enn ta, sum póllendingarnir kravdu fyri spæliloyvið, og nú verður bíðað í spenningi eftir loyv- inum, sum vágbingar vóna fer at koma fram, so Krzystof Popczynski kann vera við á vgllinum, tá VB nú leygardagin skal til Runavíkar at spæla móti NSI. TB tykist yera betur Í dystinum í Vági sunnu- dagin hevði hvorki av lið- unum veruliga stórar mál- møguleikar, sum kundu av- gjørt dystin. Veðrið var ikki so ringt sum nógva aðra- staðni í landinum, og tað var turt so at siga allan dystin. VB hevur framvegis ikki tapt „Á heimavelli síðani ræðandi 0-5 ósigurin móti NSÍ í 2. umfari av kapp- ingini. Síðani tá er tað blivið til ein 2-0 sigur á Sumba og tríggir javnleikir móti á- vikavist HB, B36 og nú eis- ini TB. TB-liðið tykist vera betur fyri enn tað var í fyrru helvt, og tað er eisini tiltrongt, um luttøkan í 1. deild komandi ár skal tryggjast. Við javn- leikinum sunnudagin mink- aði munurin upp til ÍF niður í bert eitt stig. Hvørki av hesum liðunum hava enn vunnið í kappingini, og 30. august skal TB til Fugla- fjarðar. Tann dysturin kann geva eina góða ábending um, hvussu leikur fer í tyngra endanum av deildini. Óli Johannesen varð fluttur av defensiva miðvgllinum aftur á aftasta plássið, og tað styrkti TB-verjuna móti VB. Tvøråmenn hildu málið reint fyri fyrstu ferð í ár Savnsmynd: Alvur Haraldsen FS Vågar slapp av nidasta plåssinum EMiL L. JACOBSEN FS Vågar, sum flutti nidur úr 1. deild í fjør, hevur ikki havt tað lætt í síni nýggju tilveru sum 2. deildarlið. Tað hevur ikki verið nakar serligur trupulleiki at skjóta mál, men tað hevur kortini gingið sera striltið við at vinna. Ikki fyrr enn í seinasta umfarið undan summar- steðginum bar til hjá vága- monnum, sum tá vundu burtur úr Royn. Og leygardagin helt góða gongdin fram, tá FS Vágar vann 3-0 á NSI í Runavík. Hesin sigurin hevði við sær, at FS Vágar ikki longur er niðast í 2. deild, og nú kann tað bert ganga ein veg, halda teir har vesturi. FS Vágar spældi væl í fyrra hálvleiki leygardagin, men hóast tað komu øll málini í seinna hálvleiki, tá vágaliðið ikki spældi so væl sum undan hálvleikssteðg- inum. Tað gekk ein góður tími, áðrenn hol kom á. Tað var ungi og evnaríki Kim Poul- sen, ið annars ikki hevur verið so nógv at sæð á FSV- liðnum, sum fekk fatur á einum riposti frá vælkenda Abraham Hansen, sum vardi NSI-målid henda dag- in. NSÍ var annars komið betur frá byrjanini í seinna hálvleiki, og ta einu ferðina noyddist FSV-málverjin Jo- han á Mýrini at vísa øll síni evni, tá hann fór í fulla longd eftir einum skoti, sum hevði beina kós upp móti trykantinum. —. Tað gekk ein góð løta, áðrenn FS Vágar økti um leiðsluna. Dómarin skrivaði 82 á dómaraseðilin, tá Kim Poulsen enn eina ferð gjørdi vart við seg. Bólturin varð sendur langt fram á NSI- hálvuna. Ein NSI-verjuleik- ari var nærmast á honum, og Ábraham var á veg út eftir honum. Men Kim tveitti seg fram um verju- spælaran og snýtti bæði hann og málverjan, og so var 2-0. Tveir minuttir seinni setti Magnus Samuelsen, sum bert hevði verið á vøllinum í seks minuttir, punktum eftir gott uppspæl frá Hann- usi Olsen. Við sigrinum kom FS Vágar upp á 11] stig, meðan NSI datt niður á jumbo- plássið, sum vágamenn annars hava havt í varð- veitslu meginpartin av kappingarárinum. Trupulleikin hjá FS Vágum í ár hevur fyrst og fremst verið, at tað hava verið ov fáir spælarar á liðnum. Nú í seinnu helvt eru menn sum Valbjørn Ole- Jacobsen og Petur Ritter komnir við á liðið, og tað styrkir at hava slíkar menn við, tá tað gongur ímóti. Komandi leygardag fær FS Vágar vitjan av odda- liðnum B71, og tað kann gérast ein rættiliga áhuga- verdur dystur millum tey bæði liðini, sum fluttu niður úr 1. deild í fjør. NSI hevur eisini heima- dyst næsta leygardag, tá Royn kemur norður. royndir