Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 237 - 12. desember 2003 Leygarkvøldið í farnu viku, savnaðust um 8o ungdómar í kjall- aranum í Betesda at gera jóladekoratiónir, køkur og bomm UNGDÓMSARBEIÐI Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Seinasta leygarkvøld var eitt sindur øðrvísi hjá teim- um ungu í Betesda, sum hvørt vikuskifti savnast har at hugna sær saman. Hetta kvøldið høvdu tey sett sær fyri at gera jóla- prýði, køkur og góðgæti at bera eldri og einsligum. Eisini skrivaðu tey kort við eini jóla- og nýársheilsu á við heilsu úr Fil. 4. 4-7. - Vit hava leingi tosað um at gera eitthvørt fyri tey eldru og tey, sum eru eins- lig, sigur Kári Østerø, ein av fyriskiparunum. Tiltakið hevði tvey enda- mál: At gleða tey, ið sita einsamøll og veik, og at knýta bond millum tey yngru og eldru. – 60 jóladekoratiónir vórðu gjørdar. Tað serstaka við teimum er, at tær eru gjørdar á plattar av viði úr Kunoy, sigur Kári. Nakrar konur hjálptu teimum ungu við at baka og gera bomm. Fleiri av hes- um konum eru handar- beiðslærarar, so tað lá væl at gera prýði. Týskvøldið varð farið at bera gávurnar út, og vórðu tey ungu sera væl móttikin. Tað var ikki ætlanin, at tey skuldu hava nakað aftur- fyri, men nógvastaðni sluppu tey ikki avstað aftur tómhent. Bera eldri og einsligum gávur Nakrar konur hjálptu teimum ungu at baka og gera bomm. Fleiri av hesum konum eru handarbeiðslærarar, so tað lá væl at gera prýði. Her eru tað Igor og Hanna, sum gera jólakort Mynd: Bárður Lydersen Tað var ikki sørt, at tey eldru gjørdust rørd, tá tey fingu vitjan av ungum fólki úr Betesda í Klaksvík, sum komu at bera teimum, køkur, bomm og jólaprýði. Beata strálar, nú lang- ommusonurin, Sigurð (t.h.) og vinmaður hansara Pól eru komnir at gleða hana Myndir: Bárður Lydersen C M Y K 21 20 Úr farnum tíðum II eftir Axel Mortensen NÝGGJ BÓK Axel Mortensen hevur savnað eitt kelduvað av livandi søgum úr farnu øld. Les um sjáldsama sterkar menn, vandaferðir og tá bretsk pund vóru gjaldoyra í Suðri. Visti tú at Brillumaðurin mundi verðið skotin í Øravík? Her eru eisini frásagnir um handilin hjá Carl á Lað í Havn; tá ljósini tendraðu fyrstu ferð í Vági og á Tvøroyri; um spritt, skamtan og ‘Nådens tid’. Stubbar og kut um brendar tenn og løgnar hendingar við húsdjórum. Við bókini fæst innlit í eina føroyska mentan, ið nærum einans livir á mannamunni. Hans Finsen fúti, sendir í 1866 eina frágreiðing til løgmálaráðið í Keypmannahavn, har hann m.a. sigur: “Løsagtigheden blandt Fruentimmere er naaet i en saadan Grad, at det i nogle Bygder, navnlig i Tveraa, er Undtagelser i meget ringe Tal, som ere anstændige.” Bókin fæst innbundin fyri 268,- kr. Havnin um ár 1865. Nólsoyarstova t.v. og Fútastova mitt fyri. Kirkjan er nýliga umbygd. Mynd: Fornminnissavnið team 85 358000 Gudmund Effersøe, sýslumaður, noyddist einaferð at sparka tveir bretar á sjógv fyri at fáa teir at sissast.