Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 237 - 12. desember 2003 Nr. 237 - 12. desember 2003 23 Tað er ikki hvønn dag, at Føroyar verða gjørd til fyrimynd í útlendskum parla- mentum. Men tað hendi í vikuni, tá orðaskiftið var um framtíðar bretska fiskivinnupolitikkin. Fleiri tinglimir vístu á, hvussu væl virk- andi føroyska fiski- veiðiumsitingin er FISKIVINNA OG POLITIKKUR Jan Müller Í sambandi við, at Alex Salmond, MP (formaður fyri SNP í Westminster), hevði lagt uppskot fram fyri Undirhúsið um, at bretar skulu taka seg burtur úr felags fiskivinnupoli- tikkinum hjá ES, var orða- skifti um fiskivinnupolitikk í bretska Undirhúsinum týsdagin. Stórur áhugi er í løtuni fyri føroysku fiskiveiðuum- sitingini. Sendistova Før- oya í Bretlandi skrivar á heimasíðu síni, at hon hevur í seinastuni fingið fleiri uppringingar frá bretskum politikkarum, sum hava spurt um før- oysku fiskiveiðuumsiting- ina. Sendistovan hevur í hesum sambandi sent teimum ymisk skjøl á ensk- um um føroysku skipanina. Sambart heimasíðuni hjá føroysku sendistovuni í Bretlandi var tað serliga framsøgumaðurin fyri kon- servativa flokkin John Whittingdale MP, sum var hugtikin av føroysku fiski- veiðuumsitingini. Hann vísti í røðu síni á, at kon- servativi flokkurin hevði ásannað, at felags fiski- vinnupolitikkurin í ES ikki virkaði og mælti til, at bretar vendu aftur til sjálvir at umsita hetta málsøkið. Í hesum sambandi vísti hann á føroysku skipanina, sum hann helt vera sera áhuga- verda og burdi verið ein fyrimynd fyri, hvussu m.a. fiskiskapurin í Norðsjónum varð umsitin. Niðanfyri er brot burtur úr røðuni hjá framsøgu- manninum fyri Konserva- tiva flokkin John Whitting- dale MP. Fleiri aðrir parla- mentslimir vístu eisini á føroysku fiskiveiðumsiti- ngina í sínum røðum. John Whittingdale MP segði m.a.: "In the Faroe Islands, fishing is the principal source of income. The in- centive to manage stocks in a sustainable way is even greater. Under their system, vessels are grouped according to size and gear type. Each group is allocated a set number of fishing days per year, which are divi- ded among the vessels. That is combined with gear regulations designed to protect juvenile fish, as well as closures of extensive areas to active gear, such as trawls, to protect nurseries and spawning stocks. By allocating fishing days rather than stock quotas, mixed fisheries are allowed, giving the entire catch an economic value. The system works extremely well in achiev- ing its aim that not more than a third of each stock should be taken every year. It is well supported by the fishermen, who are closely involved in deciding the number of fishing days to be allot- ted each year. As one re- spected fishing journalist recently wrote: There are always some complaints, but the grass roots hatred and sheer loathing of the manage- ment system that is heard from fishermen in Ice- land and most EU coun- tries is entirely absent in the Faroes. Unbelievably, everyone in the Faroes appears happy with their system. Stocks are healthy and fishing is flourishing. Seinni í røðuni segði John Whittingdale MP: "By any measure, the CFP has been a disaster for the British fishing industry, which is why my right hon. and learned Friend the Leader of the Opposition reaffirmed on Sunday that we are com- mitted to a policy of withdrawing from the Common Fisheries Poli- cy and restoring national control for our fishing industry. In the next few months, we will develop a new way of managing fish stocks based on controll- ing inputs by limiting fishing effort and bann- ing industrial fishing in place of the discredited and damaging quota sy- stem of output controls. As I have said, other places such as the Faroes operate such manage- ment schemes extremely successfully. We there- fore intend to sit down with the fishermen to work out the details of an alternative to the CFP." Orðaskiftið í bretskas parlamentinum um førysku fiskiveiðiumsitingina kann síggjast og hoyrast á heimasíðuni hjá bretska parlamentinum: www.parliamentlive.tv við at trýsta á "archive" og síðani leita eftir "fisheries". Føroyar fyrimynd í bretska parlamentinum UTTAN ÚR HEIMI Menninir ráða í kommununum Hóast danir hava tosað og lóggivið um javnstøðu mill- um kvinnur og menn í mong ár, gongst tað illa hjá kommununum og amtunum at fáa hesi viðurskiftini upp á pláss. Tað sæst í einari nýggjari frágreiðing. Hon vísir týði- liga, at í kommunum og amtum er javnstøða ikki gald- andi, hvørki í tí politiska partinum ella tí umsitingar- liga. Harafturat sæst, at nógvar kommmunur hava onga ætlan um, hvussu tær skulu røkka javnstøðu, hóast kommunurnar sambært lógini skulu leggja eina slíka ætlan annaðhvørt ár. Tær skulu eisini gera eitt yvirlit yvir javnstøðuviðurskiftini, men heldur ikki her verður lógin fylgd. Ráðharrin í javnstøðumálum, Henriette Kjær, er ikki fegin um innihaldið í nýggju frágreiðingini. Hon sigur, at kommunurnar gera alt ov lítið fyri at bøta um javn- støðuna, og at tær heldur ikki leggja nóg stóran dent á at finna kvinnur til leiðandi størv í kommunalu umsit- ingini. Harðskapur í fongslum Bretsku fongsulsmyndugleikarnir viðganga nú sam- bært blaðnum Guardian, at fangar verða illa viðfarnir í landsins fongslum. Blaðið hevur fingið fatur á rættarskjølum, har fongs- ulsmyndugleikarnir hava viðgingið í minsta lagi 122 tilburðir av harðskapi ímóti fangum í árunum frá 1995 til 1999. Eitt nú vórðu fjúrtan fangar illa bukaðir í fongsl- inum Womwood Scrubs í London. Hetta málið var so álvarssamt, at tað helst er tann ringasta gølan í bretska fongsulsverkinum í nýgggjari tíð, skrivar Guardian. Í einum føri varð ein íri, sum sat í fongslinum, hildin í einari song og kvaldur, meðan átta fangavørðar bukaðu hann. Sambært skjølunum hevði ein av fangavørðunum kravt, at fangin skuldi nevna hann "enskan harra", men tað vildi írin ikki. Bankastjóri í geglið Í Kina hava myndugleikarnir dømt ein fyrrverandi bankastjóra tólv ára fongsul fyri svik. Wang Xuebing var stjóri í Bank of China og China Construction Bank, sum tað almenna eigur. Í november í fjør varð hann koyrdur úr kommunistaflokkinum, og tá vildu kinesiskir fjølmiðlar vera við, at hann hevði tikið ímóti 341.000 amerikonskum dollarum í mutri, og at hann harafturat hevði fingið 17 ur av teimum dýru sløgunum. Fjølmiðlarnir vildu eisini vera við, at hann hevði dusað sær í marglæti, og hann fleiri ferðir hevði havt vitjan av ungum kvinnum av tí lættara slagnum í Hongkong. Í rættinum varð fyrrverandi bankastjórin funnin sekur og dømdur tólv ár aftan fyri rimarnar. Útlendsk banka- fólk, sum kenna hann, siga, at hann varein sera kurteisin bankamaður, dugdi sera væl enskt, og at hann uttan iva var ein av høvuðsmonnunum aftan fyri arbeiðið at menna og nútímansgera tann kinesiska fíggjarheimin. Illveður í Noregi Tríggjar ferðir ta seinastu vikuna hava norsku veður- menninir boðað frá stormi í pørtum av landinum. Í síðstu viku herjaði illveðrið Clara í Norðurnoregi, og nakrar dagar seinni gjørdi illveðrið Dyre um seg í Møre og Romsdal og Trøndelag. Hetta illveðrið rakti eisini partar av eysturlandinum, har fleiri túsund húsar- hald mistu streymin. Tað vísti seg, at elmastrar vóru farnar nógvastaðni, og summi noyddust at bíða upp í trý samdøgur, til streymurin kom aftur. Í gjár boðaðu veðurmenninir aftur frá illveðrið. Hesaferð var tað Edda, sum gjørdi um seg Lofoten, Vesterålen og syðra parti av Troms. Veðurmenninir spáddu 25 metrar um sekundið nógvastaðni og 30 metrar um sekundið í Lofoten. Gjáramorgunin avgjødu myndugleikarnir at steingja fleiri fjallavegir, og fleiri ferjur avlýstu eisini siglingina. Um vikuskiftið skal ES viðgera nýggju grundlógina, men pólendingar liggja í buktini. ES-GRUNDLÓG Árni Joensen fartekst@mail.dk Polski forsetin, Aleksander Kwasniewski, hóttir nú við at forkoma ætlanini um eina grundlóg fyri Evropa- samveldið. Eftir verandi uppskoti skal ráðharraráðið hava myndugleika til at taka av- gerðir við sonevndum dup- ultum meiriluta. Tað merk- ir, at meiri enn helmingurin av londunum skal atkvøða fyri, men tey skulu sam- stundis umboða meiri enn 60 prosent av fólkatalinum í samveldinum. Men Póland og Spania vilja ikki góðtaka hesa mannagongdina, tí tey halda hana vera eitt afturstig samanborið við Nice-sáttmálan frá 2000. Men hini londini halda, at hesin sáttmálin gongur ov langt, tí hann gevur Pólandi og Spania líka nógvar at- kvøður sum Týsklandi, sjálvt um týska fólkatalið er tvær ferðir størri. Men Póland ætlar sær ikki at slaka. – Skal hatta við í grund- lógina, siga vit nei, segði Aleksander Kwasniewski, forseti, við BBC fyrra- kvøldið. Póland hóttir ES-grundlóg Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, er á mangan hátt øðrvísi enn flestu starvsbrøður hansara kring heimin. Her hevur hann lagt seg niður at práta við ein hermann á einari hermannalegu nærhendis høvuðsstaðnum Caracas. Kanska dyrgir hann eftir stuðuli, tí andstøðan vil hava eina fólkaatkvøðu um at koyra forsetan frá. Ein øðrvísi forseti Danskir fiskimenn góðtaka ikki ætlaðu skerjingarnar hjá ES. Teir ætla at geva ráðharranum lyklarnar til skipini, so hon kann taka teir við sær til Bruxelles og leggja teir har. FISKIVINNU- POLITIKKUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Danski fiskimálaráðharrin, Mariann Fischer Boel, hevur fingið eini greið boð frá sínum fiskimonnum, nú hon skal til Bruxelles at umrøða ætlanina hjá ES- nevndini at skerja kvotur- nar næsta ár. – Vit ætla at lata ráðharr- an fáa lyklarnar til skipini, áðrenn hon fer avstað. Fær hon ikki eitt úrslit, sum vit kunnu góðtaka, kann hon lata fiskivinnukommiserin Franz Fischler fáa teir. So kann hann yvirtaka danska fiskiflotan, tí vit klára okkum ikki við fleiri skerj- ingum, sigr Jens Sønder- gaard, sum er formaður í fiskimannafelagnum í Lemvig. Jens Søndergaard var millum røðararnar á einum fundi, sum misnøgdir fiski- menn skipaðu fyri í fiski- vinubýnum Thorsminde mikukvøldið. Fleiri fiski- menn tóku undir við ætlan hansara, og nú verður roynt at fáa 50 skip at seta kós ímóti Keypmannahavn um vikuskiftið. Har verða skip- ini bundin, og síðani ætla fiskimenninir í fiskimála- ráðið við lyklunum. Tað eru ikki bara danskir fiskimenn, sum mótmæla ætlaðu skerjinunum hjá ES-nevndini. Í Antwerpen gingu belgiskir fiskimenn mótmælisgongu, og í fleiri fronskum havnum hava illir fiskimenn stongt partar av bryggjuni. ES-nevndin mælir til at steðga øllum toskafiski- skapi í Norðsjónum, sam- stundis sum aðrar kvotur skulu skerjast nógv. Danskir fiskimenn bjóða ráð- harranum lykilin til stýrihúsið C M Y K 23 22