Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. desember 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 237 - 12. desember 2003 25 Tað sum líktist einum tryggum sigri gjørdist til sannan gysara hjá meistarunum úr StÍF HONDBÓLTUR Jákup Mørk Eftir sjokksigurin hjá KÍF á Neistanum herfyri, var tað í øllum førum eingin umber- ing hjá StÍF, um teir skuldu undirmett mótstøðuna, sum teir fingu mikukvøldið. Men tað var tó júst tað, sum var um at henda. Eitt korter fyri leiklok vóru kollfirðingar nevnliga á odda móti meistarunum, men tá trýstið gjørdist teim- um ov stórt, megnaðu teir kortini ikki at halda fast, og strandingar sluppu tí við skrekkinum. Mundu mist alt Fyrstu løtuna var annars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakra serliga spennandi uppgerð. StÍF tóktist hava tikið ávaringina frá sunnudeg- num í álvara, og áðrenn kollfirðingarnir veruliga høvdu vent sær, vóru strandingarnir stroknir av- stað. Men tað gekk kanska ov lætt hjá gestunum hesa løt- una, og í øllum førum fóru teir nú at taka nakað lættari upp á tað heila, og so fall revsingin. Longu fyri steðgin vann KÍF seg heilt nógv aftur í dystin, og við bert einum máli á muni, var spenningurin undan seinna hálvleiki heilt stórur. Aftur settu gestirnir nak- að av ferð á, men so steðg- aði fullkomuliga upp hjá teimum. Fimm mál á rað sendu brádliga kollfirðing- arnir framum, og so mundu neglirnar á áskoðarunum av álvara fara at styttast. Er ferðin á spælinum fyrst sett niður, so verður ofta tikið til, hvussu trupult tað er at fáa hana uppaftur, men tað var tó júst hetta, sum strandingarnir kortini megnaðu. Fimm mál upp á sjey minuttir sendu teir aftur framum, og tað var hetta, sum skuldi vísa seg sum avgerandi løtan. Gam- an í megnaðu heimamenn- inir aftur móti endanum at skjóta tvey mál, men nærri enn tað sama komu teir tó ikki, og meira enn nakað, sum mundu strandingarnir vera lætnaðir, tá sigurin loksins varð staðfestur. Teir eru nú einsamallir á øðrum plássinum á stigatalvuni, og megna teir eisini at vinna seinasta dystin í grundspælinum, verða tað teir, sum eiga næst størsta fyrimunin, tá farið verður undir endaspælið. Tann dysturin er annars á heimavølli móti Neistan- um, so týdningurin av tí úr- slitinum kann gerast heilt stórur. Kollfirðingar hinvegin munnu ikki hugsa tað heilt nógva um heiðursmerki í verandi støðu, men tað skerst ikki burtur, at hond- bóltslagið nú er hækkað nakað. Enn eiga teir eisini til góðar at fáa Damir Oros aftur í hópin. Stórskjúttin hevur verið skaddur í knæ- num, men nú er hann so- mikið væl avegis, at hann ivaleyst verður fastur fúsur í endaspælinum, og tað fer uttan iva at geva KÍF enn eitt vápn í royndunum at arga tey stóru. Dysturin í tølum KÍF-StÍF 23-24 (10-11) Málskjúttar KÍF: Petur Martin Poulsen 7, Mirko Milenkovic 5(2), Gert Hansen 4, Vagnur Jo- hannesen 3, Regin Petersen 3, Jónálvur Johannesen 1 StÍF: Bent Djurhuus 7(5), Artur Johansen 4, Sveinur Justinussen 4, Alexandur Johansen 3, Mortan Hansen 2, Borgar Danielsen 2, Mihai Marinescu 1, Pauli Hansen 1 Brotskøst: KÍF 3, StÍF 6 Útvísingar: KÍF 3, StÍF 2 Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen Eina lítla løtu órógv- aðu hoyvíkingarnir, men tá VÍF setti á, fall allur ivin burtur HONDBÓLTUR Jákup Mørk Vestmenningar tóku miku- kvøldið ímóti H71, og treytirnar hjá VÍF vóru sum so greiðar longu undan dystinum. Her skuldi vinn- ast, og tað kravið megnaðu teir so eisini at uppfylla. Eina lítla løtu tíðliga í dystinum høvdu hoyvík- ingarnir tó hug at arga, og fram til fyrsta korterið ella so var millum lítil og eingin munur á liðunum. Vest- menningar fingu tó rætta takið á dystinum sum frá- leið, og so gekk tað hampu- liga skjótt fyri seg at avgera tað heila. Fyri steðgin vunnu teir seg fýra mál framum, og tá teir alt fyri eitt øktu um leiðsluna eftir steðgin, so var ikki stórt hjá gestunum at gera. Heldur ikki hóast teir seint í dyst- inum fingu pyntað nakað um úrslitið. Tættur silvurdystur Við sigrinum kom VÍF eitt fet nærri teimum liðunum, sum stríðast um at sleppa at kapprenna við Kyndil. Sum støðan er nú, so er tað bert eitt stig, sum skilur StÍF, Neistin og VÍF eftir eina hálvering av stigunum, men tað kann tó gerast enn tættari enn so. Vinna VÍF og Neistin sínar dystir komandi viku- skifti, so verður alt púrasta javnt, tá endaspælið byrjar, og fyri spenningin í kapp- ingini vildi tann støðan í øllum førum verið ynskilig. Í øllum førum, um talan er um spenningin um silvur- og bronsumerkini. Hoyvíkingar munnu hin- vegin gleða seg til, at teir skjótt fáa nakrar vikur vetrarfrí. Heldur ikki í ár hevur úrtøkan hjá liðnum verið nøkur serlig, og tó at glottar hava verið at hóma, so hevur tað verið ov langt ímillum hesar. Men talan er í stóran mun um ungt fólk, og kunnu hesir búnast sum leikarar, so skal talan kanska ikki vera um so øgiliga nógvan styrk, áðrenn liðið av álvara kann fara at arga hini. Men tað er so ein spurningur, sum enn liggur nakað frammi í tíðini. Dysturin í tølum VÍF-H71 30-24 (16-12) Málskjúttar VÍF: Agnar Joensen 8(1), Daniel Rápa 8, John Zacha- riasen 4, Ingi Olsen 4, Piti Negru 3, Petur Frank Joen- sen 1, Jákup S. Andreasen 1 H71: Halgir Dahl Olesen 10, Heini Bendtsen 4(4), Johnny Durhuus 2, Magnus Dahl Olesen 2, Tróndur Vatnhamar 2, Esbern Pat- ursson 1, Olaf Vestergaard 1, Jákup á Borg 1 Brotskøst: H71 5 Útvísingar: VÍF 4, H71 2 Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen & Trygvi Mortensen Gamal kenningur skal venja Christian Høgna 56 ára gamli Jens Tang Olesen, sum hevur samstarvað nógv við Fótbólts- sambandið, verður frá nýggjárinum av venjari í Vejle VEJLE VENJARI Jóannes Hansen Jens Tang Olesen verður nýggjur venjari í Vejle, har Christian Høgni Jacobsen í heyst vann sær fast pláss í álopinum á besta liðnum, sum stríðist fyri at varðveita plássið í næstbestu deildini. Á tíðindafundi týs- kvøldið boðaði ítróttar- stjórin í felagnum, Steen Thychosen, frá, at 56 ára gamli og royndi maðurin nú skal hava ábyrgdina av Vejle liðnum. Í heyst hevur Steen Thychosen sjálvur havt ábyrgdina, men tað var ongantíð ætlanin, at hann skuldi verða venjari longur enn til nýggjárs. Jens Tang Olesen hev- ur verið venjari í knapp- liga fjøruti ár ella síðani í 1965. Millum feløgini, sum hann hevur verið venjari hjá, eru Herning Fremad, B1913, Rand- ers Freja og FC Aarhus. Tey seinnu árini hevur hann fyri tað mesta tikist við undirvísing. Hann hevur verið stjóri á fót- bóltsskúlanum á Hessel Gods í Grenå, sum er knýttur at Brøndby IF og á Nordjyllands Sports College í Frederikshavn. At Jens Tang Olesen er gamal kenningur í føroyskum fótbólti kemst av, at tá ið FSF í síni tíð fór undir venj- araútbúgvingar, var tað í tøttum samstarvi við DBU. Jens Tang Olesen hevur í nógv ár verið in- struktørur á hægsta stigi í DBU, og í tí samband- inum hevur hann fleiri ferðir verið í Føroyum og undirvíst og vegleitt. Okkurt árið hevur ljóðað, at Jens Tang Olesen hevur verið upp á tal sum venjari hjá onkrum føroyskum fe- lagi. Tað er ongantíð vorðið til veruleika. Men nú er Jens Tang Olesen venjari hjá ein- um føroyskum spælara. So er bara at vóna, at hann fer at vísa Christ- iani Høgna Jacobsen eins stórt álit, sum und- anmaðurin hjá honum gjørdi, og at tað fer at roynast betri hjá Vejle, enn tað hevur gjørt sein- astu tíðina. VÍF-H71 30-24 (16-12): Líkist javnleiki undir oddinum KÍF-StÍF 23-24 (10-11): Sluppu við hvøkkinum Meistararnir av Strondum vóru um reppið at missa takið, eftir at teir annars høvdu trygga leiðslu tíðliga í dystinum Mynd: Álvur Haraldse 25 Nr. 237 • fríggjadagur • 12. desmber 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Kyndil-Neistin 30-25 (15-8): Klassamunur Ætlaði stórdysturin millum havnarfeløg- ini broyttist til sanna hondbóltsuppvísing, tá Kyndil bukaði bláu grannarnar, so teir helst eisini mundu verða nakað grønir HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum Kyndil spælir í løtuni, so tykist tað ikki, sum skal nakað av hinum liðunum í bestu mansdeildini gera sær nakrar sum helst vónir um at taka oddasessin frá teimum. Sunnudagin megnaðu teir við sjey monnum at seta VÍF upp á pláss, og hóast tann dysturin ivaleyst kostaði nógvar kreftir, so merkti hetta ikki avrikið mikudagin. Neistin varð nevnliga sett so dyggiliga upp á pláss, tá Kyndil í longum løtum hevði sanna framsýning í, hvussu einfaldur hondbólt- ur í veruleikanum er. Uttan stórvegis roks skóru teir ferð eftir ferð gapandi hol í bláu verjuna, soleiðis at bóltarnir kundu bankast inn úr nærum øllum vinklum. Málverjin og hinir Longu fyrstu løtuna tóktist tað greitt, at hetta fór ikki at verða dagurin hjá Neistan- um. Teir megnaðu so dánt at fylgja við fyrsta korterið, men tað var sjónligt, at Kyndil í sín part kom mun- andi lættari til møguleikar- nar, soleiðis at teir ikki nýttu í nær námind so nógvar kreftir, sum neista- menninir gjørdu. Ikki minst stóð verjan hjá Kyndli seg eisini væl, soleiðis at Neistin hevði trupult við at spæla seg fram til opnar møguleikar, og tí varð ofta neyðugt við royndum útifrá. Her hevur Neistin annars tveir sera góðar skjúttar í Áka Mørk og Dragisa Stojovic, men hvørgin teirra hevði sín besta dag. Gamaní skutu teir góðan helming av mál- unum hjá Neistanum, men teir áttu helst eisini úti við 90% av skotroyndunum, so úrtøkan var so sum so. Og so skal eisini leggjast aftur- at, at Kyndil í løtuni hevur so nógv tann besta málverj- an í føroyskum manshond- bólti. Eingin ivi um tað! Alt hetta hevði við sær, at Neistin bert fekk trý mál seinasta korterið undan steðginum, og tá var Kyndil langt síðani strokið avstað. Og eftir steðgin bleiv tað við feitari skrift undirstrik- að, at her bleiv bara talan um ein vinnara. Neista- menninir tóktust til tíðir bæði mátt- og mótleysir, og leingi tóktist tað vera ein staðfesting, at talan skuldi gerast um regulert sorl. At tað so ikki gjørdist so galið kortini, kann Neistin bert takka mótstøðuni fyri. Kyndil setti nevnliga ferð- ina niður í botn, nú sigurin kortini var vísur. Í álops- partinum varð trupla loysn- in eisini fleiri ferðir vald fram um tí einføldu, og í verjupartinum tóktist eitt slag av líkasælu at innfinna seg. Dysturin var jú vunnin kortini. Neistin fekk soleiðis møguleikan at pynta nakað um úrslitið, og við at »vinna« seinasta korterið 11-4 pyntaðu teir somikið um endastøðuna, at teir kanska kunnu billa onkrum uttanfyristandi inn, at talan var um eina hampuliga javna uppgerð. Men tað fáa teir tó sera ilt við at sann- føra nakran av áskoðarun- um í høllini um. Eru besta liðið Eftir stendur í øllum førum, at Kyndil – soleiðis sum støðan er í dag – má metast sum greiður favorittur at vinna meistaraheitið. Eitt postulat, sum tað kanska er heldur nasadjarvt at tveita fram her og nú, nú grund- spælið ikki er liðugt. Men skal dømast eftir teimum níggju dystunum, sum hava verið leiktir higartil, so hevur einki at hinum liðunum somu styrki, sum Kyndil hevur tað. Leikliga hevur tað ver- ið sonn fragd at sæð liðið seinastu dystirnar, og at teir mest sum hvørja ferð hava koppað tøttum uppgerðum sín veg, boðar eisini frá stórari sálarligari styrki. Einasti svipsarin higartil var móti H71, og einki er at ivast í, at tað er ein blettur, sum Kyndil vil vaska av sær, tá teir leygardagin fara niðan í Hoyvíkarhøllina. Hjá Neistanum er støðan í løtuni heldur daprari. Enn er tó langt eftir á mál, og enn kunnu teir bláu væl gera seg galdandi, men í verandi støðu eru teir so trý stig aftan fyri grannarnar, tá farið verður undir enda- spælið. Og tann munurin kann væl verða til fýra stig, um Neistin ikki fær nakað burtur úr seinasta dystinum í grundspælinum. Hann verður á Skála um viku- skiftið, og so er spurningur- in, hvussu leikararnir eru fyri, eftir at teir mikukvøld- ið vórðu bukaðir bæði bláir og grønir. Dysturin í tølum Kyndil-Neistin 30-25 (15- 8): Málskjúttar Kyndil: Hans Áki Dal- Christiansen 8(2), Jacob Jónsson 5, Ken Zacharia- sen 5, Finnur Hansson 4, Josef Abrahamsen 3, Høgni Klein 3, Sigtór Andreasen 2 Neistin: Dragisa Stojovic 10(1), Áki Mørk 4, Ragnar Stakksund 3, Dann Thor- leifsson 2, Finnur H. Peter- sen 1, Blagoje Buha 1, Jón Clementsen 1, Birgir Kass 1, Helgi Michelsen 1, Karl Oddmar Rasmussen 1 Brotskøst: Kyndil 3, Neistin 2 Útvísingar: Kyndil 5, Neistin 2 Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen. Ikki teirra besti dystur. Hóast Neistin eina góða løtu royndi at fylgja við, so høvdu teir ongan møguleika at halda Høgna Klein og hinum Kyndilsmonnunum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 24